týsdagur 10. juli 1984síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
HO 6 Titringja — vitskriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
við
nýggjum
bandi
„Saman við tær« kall-
ast nýggj pláta og
kassetta, sum tónleika-
bólkurin Frændur
gevur út.
Bandið er í dag
komið í selubúðirnar,
meðan plátan verður í
Føroyum í komandi
viku.
Frændur spæla rock
og fólkatónleik. Bólk-
urin hevur sín uppruna
í Klaksvík, og er tað
hiðani meginparturin
av teimum 11 legunum
á plátuni eru sprottin.
Feroysk leg og orð og
ein týðing úr
svenskum, sangir um
kærleika og nærveru,
frið og politikk, lívs-
myndir og okkurt
skemtiligt og lætt inni-
millum.
Eitt progressivt
ískoyti til foroyska tón-
leikaheimin, siga
Frændur, sum eru
mannaðir við Steintóri
Rasmussen (sang,
tónleik og orð), Rana
Nolsøe = (guitar og
sang), Niels Chr.
Nolsøe = (guitar og
sang), Eyðun Nolsee
(kassaguitar, violin og
sang), Andrassi Sól-
stein (trummur) og
Hanusi Johansen
(sang).
Harumframt hava
Frændur fingið góðan
stuðul frá kendum
tónleikarum sum
Jóhannesi á Rógvu
Joensen og Sunnleifi
Rasmussen. Í alt lut-
taka 16 fólk á plátuni
Saman við tær,
summi bert á einstek-
um legum. Bólkurin
hevur í felag lagt
sangirnar til rættis.
Anker Eli Petersen
hevur teknað húsan, og
forlagið Framtíð
Feroya stendur fyri
útgávuni.
Bandið, sum í dag er
á tí feroyska markn-
aðinum, kostar 96
krónur.
Nú er møguligt at halda fødingardag,
silvurbrådleyp, gullbrúdleyp, ja, eisini
vanligt brúdleyp umborð á Norrgnu.
Er hetta nakað? Ringið 1 5900 millum
kl. 8.00 og
17.00 månadag til
fríggjadag og fáið óbindandi tilboð.
Ferðarnannadeildin
Smyril Line
tif. 1 5900
vð
“-
Í morgin mikudagin 1l.
juli fyllir Malla Samu-
elsen i Havu 75 ár.
Maila Samuelsen
hevur havt ein týðandi
leiklut fyri kvinnurnar
her á landi. Hon var
*vrsta kvinna, sum varð
vald til kommunuvalið í
1956 í Feroyum, tá hon
gjerdist býráðslimur í
Havn. Hon var eisini
fyrsta kvinnan á Tingi,
tá hon eitt skifti var
tiltakslimur fyri Marius
Johannesen.
Malla Samuelsen
stovnaði saman við
eðrum Kvinnufelagið í
Havn, umframt hetta
skipaði hon fyri kveld-
skúla fyri kvinnum og
hevði sjálv húsarhald-
skúla í egna heimi sínum
í 13 ár.
Malla Samuelsen er
ættað av Kirkju í Fugl-
oynni. Hon fór 16 ára
gomul til Havnar at
halda hús hjá mammu-
beiggja og beiggja
sínum. 18 ára gomul fór
hon til Danmarkar at
tæna. Har hitti hon
foroyingar í Kristiliga
Ungmannafelagnum og
Feroyingafelagnum.
Hetta var seinast í 20-
unum, tá feroyingar
vóru ógvuliga virknir í
Keypmannahavn.
Í Danmark hitti Malla
Karl Samuelsen, og tey
giftust í 1935 og fluttu
heim til Feroya. Tey
fingu trý bern.
Í Tingakrossi 17.
oktober 1980 var sam-
reða við Mallu Samuel-
sen, sum vit her prenta
brot burturúr. Um at
vera útiarbeiðandi
mamma, sigur Malla
m.a.:
— Tá var ikki vanligt,
at mammur arbeiddu
úti. Tað dámdi mær væl,
tí eg haldi, at tað ør
rættast, at mammur eru
heima hjá bernunum, tá
tey eru smá. Í dag er
hetta nærum ógjerligt
tá hugsað verður um, at
foreldrini just hetta
tíðarskeiðið skulu
byggja upp eitt heim,
sum kostar so nógv, at
ein løn í allarflestu
førum er ov lítil, um tey
skulu megna at sita í
egnum húsum.
-- Eg hugsi, at mong
ein mamma og mangt
eitt barnið eru forðað í
dýrabarum uppliving-
um, tí foreldrini noyðast
at senda bernini í ans
ingarstovn. Hetta er
júst í teimum árunum, tá
mamman og barnið
kunuu hava so stóra
gleði av hverjum eðrum.
Í 1953 stovnaði Malla
Samuelsen saman við
eðrum kvinnum í Havn
Kvinnufelagið. Tær
fingu góða undirteku og
fóru beinanvegin til
verka. Fyrsta stigið var
at skipa fyri kveldskúla
fyri kvinnum. Undirvíst
varð í veving, broderíi,
týskum og enskum máli.
Fyrsti formaðurin var
Johanna Jensen. Hinir
nevndarlimirnir vóru:
Lisa Rubbeksen, Frida
Øster, Bergljót av
Skarði, Hanna við Hoga-
dalsá og Malla Samuel-
sen.
Í 1954 varð samtykt í
Kvinnufelagnum at
skipa fyri húsarhald-
skúla, og Malla Samuel-
sen fór niður á Shurska
Húsmóðurskúlan at læra
matgerð í hálvt ár.
Heimiafturkomir í 1955
stovnaði hon matskeið
undir = kvaldskúlarum.
Tá vóru eingir skúlakek-
ar, og undirvísingin fór
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
tí fram í kekinum hjá
Mallu Samuelsen. Hetta
skuldi tó bert verða í
byrjanini, men heili 13 ár
gingu, áðrenn
kveldskúlin flutti úr
heiminum hjá Mallu.
Tvørpolitiski
listin
Í 1956 vóru vånaligar
tíðir, og limirnir í
Kvinnufelagnum hildu,
at nú áttu kvinnurnar at
sleppa framat í býráð-
num, so tær eisini kundu
fáa ávirkan á býráðspoli-
tikkin.
Malla Samuelsen sigur
um hetta m.a.:
— Vit vóru komnar so
stutt á nógvum ekjum,
og tí áttu vit at fáa
ávirkan á tað, sum fór
fram í samfelagnum. Vit
gjørdu av at stilla ein
tvørpolitiskan kvinnu-
lista upp til býráðsvalið.
Uttan at eg visti av ti,
høvdu kvinnurnar stillað
meg upp, og tá eg helt,
at hetta var eitt ålit, sum
tær syndu mær, vildi eg
ikki bera meg undan.
Hóast eg ikki hevði
væntað nakað úrslit, so
varð eg kortini vald.
Malla Samuelsen fekk
formanssessin í Sosialu
nevnd býráðsins, bleiv
nevndarlimur í Heilsu-
nevndini, Skulanevndini
og Barnaverndarnevnd-
ini. Í býráðsarbeiði
sínum fekk Malla nógv
við Ellisheimið at gera.
Hetta var bygt í eini tíð,
tá byggtilfarið var ógvu-
liga vánaligt. Nú trongdi
húsið til eina betandi
hond, og roynt var at
gera Ellisheimið so
hugnaligt sum gjerligt.
Arbeiðið á Ellisheimi-
num vardi tó longur enn
bert í býráðsskeiðinum
hjá Mallu. Hon varð
biðin um at fara á Ellis-
heimið at arbeiða sum
fyristeðukvinna. Hetta
játtaði hon — bert sum
eina roynd í tríggjar
mánaðar, men tá avtorn-
aði, so varð Malla
verandi á Ellisheiminum
í 13 ár.
Um viðurskiftini hjá
okkara gomlu í Feroyum
sigur Malla m.a.:
— Í dag tosa vit eisini
um Ellis og Rektarheim,
men eg haldi ikki, at
hetta skal blandast
saman, tí tað eru hver
sín stovnur. Eitt rektar-
heim er av slagi, har fólk
koma, sum ikki kunnu
klára seg heima, orsakað
av sjúku, meðan eitt
ellisheim er fyri tey, sum
eru eldri, men ikki kunnu
búgva einsamell. Tey
eldru eru kortini ofta væl
fyri og kunnu hava hug
at liva eitt vanligt lív við
ítrivi og arbeiði — alt
eftir hvat tey eru ment
at taka sær til. Tí haldi
eg tað hevði verið nógv
betur, um vit bygdu t.d.
ellisheim, sum íkki
nýtist at vera sterri enn
eini stór sethús, so
umhvervið frá egna
heimi til ellisheim ikki
verður so stór broyting.
Hóast hetta meguliga
er ein peningaligur
spurningur, so haldi eg,
at vit áttu ac havt virð-
ing fyri teimum, sum nú
eru gomul og hava lagt
frá sær, at tey fáa ein so
tryggan aldurdóm, sum
gjørligt, sigur Malla at
enda.
Vit ynskja Mallu
Samuelsen hjartaliga
tillukku við degnum.
Dag.
}