leygardagur 14. juli 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 81 — 14. juli 1984
Oljufisk — nú koma úrslitini:
Nógvir møguleikar
at spara nógva olju
— Samtroling í Foroyum hevur víst á ein tann storsta
Samtroling ger, at olju-
nýtslan minkar við 30
40% fyri kg. av veiddum
fiski.
Hetta úrslit er Orkuráð-
ið komið til og tað fer
formaðurin í ráðnum, Jó-
annes Hansen, at leggja
fram á einum seminari í
Tróndheimi 10. august.
Norðurlendski gransk-
ingarstovnurin Nordforsk
heldur seminarið og á tí
verða løgd fram úrslitini
frá »Oliefisk«, sum er
felagsheitið fyri kanning-
ar, sum eru gjerdar í Dan-
mark, Noregi, Íslandi og
Feroyum seinastu trý ár-
ini. Endamálið við hesum
kanningum er stutt og
greitt at svara spurning-
inum: hvussu kunna fiski-
skip spara orku?
Nógv kann sparast
Og sverini eru fleiri. Til
demis hava kanningar
vist, at skip brúka upp til
10 15% meiri olju, tå
maskina og skrúva ikki
vera rætt brúkt. Og 20
30% kunna sparast við at
skifta skrúvuútbúnaðin
Aðrar kanningar visa,
at serlig tól, sum stødugt
siga. hver brennievnis-
nýtslan er. kunna í meðal
og tað. hóast
skipinum er
spara 259
ferðin hjá
óbroytt.
Hitt er kanska íkki
nakað nýtt, at við at seta
ferðina niður verður olju-
nýtslan eisini sett niður.
Men kanningar hava givið
tað úrslit, at við at halda
rætta ferð kann skipið
sigla upp til tveir fjórð-
ingar fyri oljuna, tað
annars brennir fyri ein.
Tað hevur ikki minni
týdning fyri oljusparing-
ina. hvussu skrokkurin á
skipinum er háttaður. Eru
botnur og skrúva illa røkt,
til demis um nógvur
vekstur er á. krevur hetta
10 — 30% meiri olju.
Og skip. sum hava
kúlustevni, brúka 20 —
30% minni olju í fríum
farti.
Um tað so er avlopshiti,
so kann tað loysa seg at
brúka hann umborð á
fiskiskipum. Kanningar
vísa. at ílegur í hetta
koma aftur longu eftir
einum ella tveimum árum.
Øll hesi og onnur úrslit
verða løgd fram og gjøllari
lyst å seminarinum i
Tróndheimi og tey eru
ætlað m.a. fiskimonnum,
reiðarum og teimum, sum
tekna skip.
Seminarið eitur »Fis-
keriets brændstofforbrug
halveres?< og verður hild-
ið í sambandi við Nor-
fishing-84 stevnuna, sum
byrjar 8. august
Trý ár
30 serkøn fólk hava í trý
år arbeitt vid »Oliefisk«
verkætlanini. sum hevur
kostað 20 mill. kr
Við í arbeiðinum hava
verið til dømis Fiskifélag
Íslands. Dansk Fiskeri-
teknologisk Institut,
Jydsk Teknologisk Insti-
tut, Fiskeriteknologisk
Forskningsinstututt i
Skibsteknisk
Orku-
Noregi.
Laboratorium og
ráðið
Tað kostar 300 kr. at
vera við á seminarinum í
Tað eru nú nekur ár síðani, menn komu eftir, at við at
Tróndheimi 10. august og
seinasta freist at tekna
seg er 27. juli
Nordforsk. H. C. An-
dersens Boulevard 18.
1553 København V tekur
móti tilmeldingum
hd
hava skrúvuna í einari dysu nýtist orkan betur.
Oljan er upp til 35% av rakstrarútreiðslunum til fiski-
skip, so nógv er at spara
Nú skulu vit kervis-
vedda og fullbøta
Ein av spurningunum, sum
kraudi loysn undir fyrireik-
ingunum til foroysku ítrótt-
arveddingina, var: hvussu
siga vit til dømis systemtips,
gardera og heilgardera á for-
oyskum?
Svarið: kervisvedding,
bøta og fullbøta. So hevur tú
ein fullbottan kervisseðil,
skuldu møguleikarnir verið
góðir. Hevur tú hinvegin
ikki hug at brúka so nógvan
innskotspening, kanst tú
brúka ein raðseðil og vóna
tað besta
Verður áhugin hjá fer-
oyingum fyri at vedda um
fótbólt og kappróður ikki
sterri enn áhugin var fyri
PR-fundinum hjá P/f Fer-
oya Ítróttarvedding hós-
dagin, verða vinningarnir
ikki stórir.
Borðreitt var fyri 40
fólkum á Parnassinum á
Hafnia. Tíggju komu.
Men nevndin í Ítróttar-
veddingini hevur tó góðar
vónir um undirtekuna.
Formaðurin, Roymer
Lamhauge, segði, at í
Danmark verður tippað
fyri upp til 25 mill. kr. um
vikuna. Í mun til fólka-
talið svarar hetta til
240.000 kr. í Føroyum. So
góða undirtøku vænta teir
tó ikki í fyrsta umfari í
hvussu so er.
Tað bleiv eisini upplýst,
at Dansk Tipstjeneste fær
einar 10.000 kr. um vik-
una úr Feroyum.
Helvtin til
vinningar
Itróttarveddingin byrjar
við kappróðrinum á ólavs-
søku. So kemur stuttur
steðgur. áðrenn byrjað
verður av álvara við fót
bóltsdystum 11. og 12
august
Helvtin av ílegunum
fara út aftur sum vinn-
ingar. Hin helvtin fer til
umsiting og P/f Ferova
Ítróttarvedding at býta út
til ítrótt. 80%, og annað
ungdómsarbeiði, 20%.
I fótbóltinum verður
býtið soleiðis, at 30 % fara
til tey. sum hava 12 rett,
30% til 11 rett og 40% til
10 rett.
Siga vit heilt einfalt, at
veddað er fyri 200.000 kr.
So verða 40.000 kr. (40%
av 100.000) býttar millum
tey við 10 rettum og hver
sínar 30.000 kr. millum
tey við 11 og 12 rettum.
Í kappróðrarveddingini
verður vinningurin býttur
millum tey, sum hava
veddað rætt í ellum seks
róðrum.
Í næstum verður eitt
blað við upplýsingum um
føroysku ítróttarvedding-
ina sent í hvert hús.
Postverkið ger
arbeiðið
P/f Feroya Ítróttarvedd-
ing varð stovnað 21. sept-
ember i fjør við 50.000 kr.
i partapeningi, ISF eigur
80 % og Landsstýrið 20 ; .
Í nevndini eru Roymer
Lamhauge, formaður.
Sigmar Bláberg. skrivari
Kristian Olsen og Marius
Thomasen fyri ISF og
Jógvan Jensen, Egga
næstformaður er fyri
Landsstýrið
Felagið hevur
stovu í Erling Jalsgetu 4
skriv
gamla Hotel Feroyum
Postverkið skal
1,25 kr. av hverjum vedd-
ingarseðli taka móti teim-
fyri
um, finna vinnararnar og
vinningarnar, tá
hevur
gjalda
Ítróttarveddingin
góðkent úrslitið.
Postverkið hevur lýst
eftir fólki at kanna seðlar-
nar mánadag og meguliga
fyrrapart týsdag.
ÍSF-formaðurin:
Nevndin í Ítróttarvedd
ingini kundi hósdagin ikki
siga. hvussu nógv tað fer
at kosta at umsita vedd
ingina, men í 1984 eru
settar av 460.000 kr
Ein partur av umsit
ingini verður at taka allar
seðlarnar á mikrofilm, tá
freistin er úti Hesar
mikrofilmar skal Ítróttar
veddingin varðveita. Bert
seðlar. sum eru á mikro-
filminum., luttaka i vedd-
ingini.
Hetta verður gjert fyri
at tryggja seg móti megu-
ligum misbrúki, varð upp-
lýst á PR-fundinum hjá
P/f Føroya Itrottarvedd-
ing hosdagin.
hd
Gott tad bleiv
føroysk vedding
— Eg eri fegin um, at tad
bleiv ein føroysk vedding,
segåi Hedin Mortensen,
formadur i ISF, eftir at
hava greitt frå gongdini i
målinum.
Ein føroysk vedding
skapar arbeiðspláss og
pengarnir blíva verandi í
landinum.
Heðin Mortensen segði,
at ætlanin var annars at
fáa eina skipan við Dansk
Tipstjeneste, sum gren-
lendingar hava. Teir fáa
ágóðan av ti, sum teir
vedda fyri. Longu í 1974
var roynt at koma upp í
Dansk Tipstjeneste.
Men í 1982 var aftur
farið at tosa av álvara um
tipping. tí ítrótturin hevur
brúk fyri fleiri pengum.
Tá tað gjerdist greitt, at
politiskur meiriluti var
ikki fyri danskari tipping í
Feroyum, var farið undir
at fyrireika feroysku
veddingina, greiddi Heðin
Mortensen frá.