leygardagur 14. juli 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 81 — 14. juli 1984
tíðindablaðið
ÁRANT
Gunnar á Toft skrivar
Hann var feddur nkustaðni í Norð-
oyggjum, men var giftur til Svínoy-
ar. — Konan rýmdi frá honum, og
g'ftist við einum útlendingi; hon
fekk tvíburðar við útlendinginum,
hann mundi vera ein av mannskapi-
num av Vesterbekk. Hann var ogn-
armaður, helst kongsbóndi, Árant.
So var tað eitt hagabýti, teir
høvdu haft í Svínoy, og hann helt
seg vera órættaðan í býtinum.
Heystið eftir hevði hann tikið seg
til rættis, tikið seyð, soleiðis sum
hann helt seg eiga rætt til. Fyri
hetta var hann vístur av Svínoynni,
og kom til Dals. Her bygdi hann
hús. Har hann búði verður kallað
Árantstoft enn tann dag í dag.
Árant var ein hampamaður, hann
var her í Dali. — Í Dali var tá í tíðini
eitt liviligt pláss, hvat bjarging av
mati viðvíkti. Her var gott seiða-
pláss, útróðrarbygd og ergrynni av
lunda at fáa. Kópaveiðan mettaði
mangan.
Um sumrarnar gekk Árant við
neytakonunum og hjálpti teimum at
bera, og fekk mjólk afturfyri.
Hann endar sínar dagar her í Dali,
74 ára gamal.
Hetta er tað, ið teir gomlu vóru
vanir at siga, um henda friðamann,
sum so illa var komin fyri, at hann
var landsforvístur av Svínoynni —
og sum sagt, tað segðist, at hann
skuldi hava verið kongsbóndi.
Í bókini Færøske Kongsbønder«
hjá Anton Degn, stendur ein Arent
Stephensen fyri at hava fest eina
merk av kongsjerð í Svínoy 7. sug.
1725, og hevur sitið við merkini til
26. aug. 1738.
Kirkjubókin fyri Húsavíks sókn
sigur, at 24. apr. 1777 »døde Arant
Stephensen i Dal som var født i
Norderøe, 76 Aar gammel.“
Hetta er eitt dømi um hvussu
harðir rættirnir gingu í gamlar dag-
ar, men hann gjørdi ikki Svinoynni
fyri skommum her i Dali.
Eftir at eg hevði skrivað hetta, ið
omanfyri stendur, havi eg lisið tað,
ið sagt er fyri dr. Jacobsen um
Arant, og tað er ein heilt onnur
sega, enn vit kenna her suðuri. Har
verður hann sagdur at vera ein til-
tikin seyðatjóvur, og harafturat
gravrevari. Har verður heldur einki
nevnt um at hann var kongsbóndi
ella ognarmaður, og at hann hevði
verið giftur, men tað verður sagt, at
Síða 9
svínoyingar hildu hann duga gand,
og tí firnaðust teir at taka hann.
Doktar Jacobsen sigur, at hann til
endan var demdur í Havn, at vera
útlagin av Svínoynni, og at hann fór
til Sandoyar at vera, og livdi siðiliga
har, og hetta er rætt.
Tað var sagt um hann her í Dali,
at hann skuldi duga meira enn at
mata seg, at hann skuldi duga gand,
men ilt gjørdi hann ongum hverki so
ella so. — Um tað hevur verið hetta,
ið hevur verið orsekin, er ikki gott at
vita, men hann var væl túgnaður í
Dali, slapp vist at ganga í ellum ar-
beiði, og hevur sloppið í Skorðina at
fleyga, sum aðrir menn, og fingið sín
part, tå jørdin hevði fingið sitt.
Hetta sum segnin sigur í Dali, at
hann hevði verið giftur maður, og at
konan sveik hann, kann hann hava
sagt her suðuri, fyri at pyntað upp á
sína segu, men hann kann eisini
vera sagdur ringari har norðuri, enn
hann var. Hann kann hava verið
harðligur maður, sum tier hava vilj-
að sloppið av við, ikki er gott at vita,
árini eru so mong.
Eitt er vist, hevur Arant verið so
út av lagi, sum segnin úr Svínoy sig-
ur, so hevur hann tikið betri partar
fyri seg. Ikki er so sjáldan, at hann,
ið kemur illa fyri, verður sagdur
verri. Hatta, at hann skuldi bróta
Svínoyarbygd
gravirnar upp í Svínoy, ljóðar ógvis-
ligt, og kann vera nakað sum hevur
verið breitt út fyri at beina fyri ein-
um fallandi manni. Tær óndu tung-
urnar tróta ongantíð.