Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið. Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Térshavn telefon 11820 Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortencen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Lastbilarnir skulu eisini latast vinum og kenningum ORÐINI »vina- og kenningapoli- tikkur« vórðu uppfunnin av sit- andi løgmanni tå hesin var and- støduleidari å tingi. Sidan i tå hava øll ásanna, at tað er just hes- in politikkur, i verður rikin, nú sami andstøduleidari er løgmaður og samgonguleiðari. HESIN vina- og kenningapolitikk- ur er komin til sjóndar í spurningi- num um veiðiloyvir. Hann er somuleiðis komin til sjóndar tá tain er um innfluttning av skipum. Hann er eisni komin til sjóndar á nógvum ødrum økjum. Eitt nú tá talan er um almennar starvsset- anir. Og tað seinasta dømi eru so teir reyðu lastbilarnir hjá strand- ferðsluni. VIT HAVA áður her í oddagrein blaðsins sagt okkara hugsan um hesar bilar. Tað skulu vit ikki end- urtaka. Vit skulu bert undirstrika, at eftir okkara hugsan er Strand- ferðslan ein heild. Skulu teir borg- arligu privatisera, so eiga teir at privatisera alla strandferðsluna og á slíkan hátt, at hon verður rik- in sum aðrar vinnuligar fyritøkur. Tad vil siga, at inntøkurnar skulu greiða allar útreiðslurnar, soleiðis at í minsta lagi javnvág er í. Tá kunnu teir tosa um privatisering. Tað, sum nú er í umbúna er bert tað, at nakrir privatir skulu hava og eiga, meðan tað almenna skal gjalda. MEN VIT lata handan partin av málinum liggja. Tað, sum fekk okkum at skriva um málið í dag. eru orðini hjá landsstýrismanni- num í Dagblaðnum í gjár. Har sig- ur landsstýrismaðurin í strand- ferðslumálum, at raksturin av lastbilunum kemur at verða ein hálva millión minni, tá bilarnir eru komnir á privatar hendur. Frá ødr- um keldum hava vit frætt tað øvugta. Vit hava nenviliga frætt, at raksturin av bilunum verður ein hålv millión størri. Her er so ein heil millión á muni. oddagrein TÁ EITT av strandfaraskipunum skuldi skifta motor fyri umleið trimum árum síðani, fór formað- urin í legtingsgrannskoðara- nevndini í gongd við at kanna, um alt var sum tað átti, og um strand- ferðslan nú hevði keypt ov dýrt ella ikki. Nú skuldi tað verið heilt natúrligt, at løgtingsgrannskodar- arnir beinan vegin fingu høvi til at kanna um raksturin kemur at kosta eina hálva millión minni ella eina hálva millión meira. OG SÍÐANI eitt annað, sum landsstýrismaðurin sigur í Dag- blaðnum í gjár. Ein av fyrstu døgunum skal hann skriva undir sáttmála við teir, sum hava sýnt áhuga og eru til reiðar at taka fíggjarligu ábyrgdina. Mn álvara- tos harra landsstýrismaður, hvørj- ir eru hesir, og hí sleppa íkki allir føroyingar, sum hava áhuga og eru til reiðar at taka fíggjarligu ábyrgdina, at bjóða uppá hesar rutur ? KOMMUNUR og kommunalir fel- agsskapir, sum hava renovatión t. d., lata hesa koyring bjóða út av og á, soleiðis at allir teir, sum hava áhuga og eru til reiðar at taka fíggjarligu ábyrgdina av hesi koyring, fáa høvi til at bjóða. Og so verður í flestu førum tikid við lægsta tilboðnum. Er hetta ikki galdandi fyri landið ? Í ØLLUM forum tykist hetta ikki at vera galdandi hjá hesi sam- gonguni og hjá landsstýrismanni fólkafloksins. Her skulu ávísir út- valdir vinir og kenningar hava lastbilarnar hjá tí almenna. lands- stýrismaðurin slakar íkki ein tumma. Tað sigur hann í Dagblað- num í gjár. Men vit ætla okkum heldur ikki at slaka ein tumma, tá vit pástanda, at hetta er vina- og kenningapolitikkur og markleys- ur frekleiki. SET s0Sialurin Nr. 83 — 19. juli 1984 Ein charlantur og annar Henda avdúkanin var dýrgoldin ! Í oddagrein í Dagblaðnum fríggjadagin 18. juli verð- ur legmaður eyknevndur charlatanur og tað enntá av blaðstjóranum sjálv- um, so heitið er kanska ikki heilt burturvið. Orðið charlatanur kemur jú av italska orðinum »ciar- lare«, sum merkir at tosa nógv. Sambært fremm- andorðabókina er ein charlatanur »en praler, skryder, en blære«. Vit, sum lesa hesa orð- greining, mugu straks viðganga, at Óli Breck- mann er á heimavelli, tá talan eru um charlatanari, tí, passar hetta heitið til Paula Ellefsen, so hóskar tað ikki verri til Óla Breckmann. Tað, sum harafturímóti tykist óhóskandi, eru tær grundir, sum Oli Breck- mann fólkafloksins vegna gevur fyri at velja Paula Ellefsen til legmann í 1981: hetta, sigur hann, var neyðugt fyri at (cita): „vísa almenninginum, hvussu lítið mansevni er í honum.« (P. E.). Ikki tí løgtingid og harvið fólka- flokkurin visti alt hetta frammanundan, sigst í somu oddagrein! Nú er til hetta at siga, at eingin var grammari í 1980/81 enn júst Óli Breckmann eftir at fáa Paula Ellefsen framat valdinum í Feroyum. Hetta veit legtingið og hetta veit Foroya fólk. Nú fáa vit altso at vita, at einasta grund til, at fáa Paula framat, var at fáa hann avdúkaðan! Dýrgoldin hevur henda »avdiikan« verið Føroya landi og fólki: triggjar milliardir í uttanlands- skuld, 15—20% fall í real- inntøku løntakarans, re- kordinflatión, ungdoms- arbeiðsloysi og stútt fall- andi kredittvirðimótvegis utlandinum! Annars er til alt hetta at siga, at grundir fólkaflok- sins ikki vóru at fáa Paula Ellefsen avdúkaðan. Grundir fólkafloksins til at kvitta við javnaðar- floksins og tjóðveldis- flokkin vóru heilt aðrar. Tann politikkur, sum førdur var frá 1974 til 1980 var vorðin fólkaflokkinum ov framskygdur, ov sos- ialur, ov dynamiskur, ov demokratiskur — snegt sagt ov progressivur fyri at nýta eitt fremmandorð. Fólkaflokkurin, sum hevur til endamáls at livga teimum fáu, teimum ríku og stóru, fór av álv- ara at bera ótta fyri, at hesi fingu ov lítið av kekuni. Ti vendi hann sær til ein ekspert í keku- skering, Paula Ellefsen. Teir komu til rætta mann- in. Ongantið í søguni hava vit upplivað slíkan vina- og kenningapolitikk sum hesi fýra árini. Hartil kom, at alt tað framburðs- verk, sum var í gongd steðgaði — sjálvandi tí í roynd og veru eru bert tveir flokkar í Feroyum, sum hava vilja og evni til at føra framburðspolitikk : javnaðarflokkurin og tjóð- veldisflokkurin. Í somu oddagrein tosar félkafloksins stavnamað- ur um at selja sína sál. Hvat skal ein so kalla tað starv fólkaflokkurin hevur havt í hesari samgongu og hvat skulu vi so nevna ta níðingsgerð fólkaflokkurin gjørdi móti sínum sam- gongupartnarum í 1980? Annars er bert at leggja afturat, at ætlanin við slíkari oddagrein, sum hesari vit lósu friggjadag- in, sjálvsagt bert er tann at fráleggja sær alla á- byrgd av fýra ára vanstýri og harnæst at fáa fólk at gloyma, at endamálið við at spreingja fyrru sam- gonguna var ikki at fáa Paula Ellefsen »fram i ljósið<, sum tikið verður til í nevndu oddagrein. Nei, endamálið va, at fáa javnaðarflokkin úr Tinganesi. Heita hava fólkafloksmenn ferð aftan á ferð sjálvir váttað í tinginum — frá reðara- pallinum fyri opnari mikrofon. Men rætt er, at hesar váttanir mest komu í fyrstuni, tá teir hildu seg hava gjørt kvetti við at taka løgmanssessin av javnaðarflokkinum og for- era sambandsflokkinum henda sess. J.D. Dimma org um avdúkandi pornohandil Í Demmalætting 14. juli eru viðmerkingar til tað, sum stóð í Sosialinum um pornomyndir. Eg haldi at Dimma hevur onki við hetta mál at gera. Tað bleiv ikki sent til teir, men teir eru raskir, tá tað snýr seg um at hava kritikk til hini blødini. Eg, sum eigari av børn- unum og myndunum, sendi bíletini fyri at vísa Feroya fólki, hvat ið eig- arin av Tivoli bjóðaði bernum her í Vági. Eg vildi heldur trúð at Dimma tosaði við Tivoli- eigaran og spurdi um hatta var í lagi. Hver hyggur eftir tí, sum kemur í kassan til Feroyar, tað sum tilhoyrir Tivoli? Tað er ikki Sosialurin, sum gav hasar myndirnar ella sum átti tær. Hví ikki lata ell síggja tær. tá børn kunnu hava tær at spæla við. Dimma ska! halda seg uttanfyri. Hon hevur onki við hetta at gera. Dimma kann tosa við eigaran á Tivoli, men tað tímir hon neyvan. Eg vil til eina og hverja stund halda fast við, at Sosialurin gjørdi rætt í at gera vart við hetta ólóg- liga svínariið, ið nýtt verður til at lokka bern við. Eg veit ikki betur, enn at tað er bannað at selja tílíkt i Foroyum. Hví so ikki eisini galda fyri Tiv- oli-sjakrarar. Eigari Summarferia Frá 20/7 til 20/8-84 eri eg í summar- frí Frá 1/8 til 20/8 arbeiðir Jacob Hgj- gaard, lækni sum vikarur fyri meg. Andor Ellefsen Kommunulækni