hósdagur 19. juli 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 83 — 19. juli 1984
Fara undir royndar-
projekt í Vagunum
Frítíðarheimið í Skrivaragøtu hevur verið í summarlegu á Hotel Vágum. Eins og
undanfarnu ár varð skipað fyri almennum fundi, og har kom fram, at brúk var fyri at
stouna eitt slag av frítíðarheimi og vardum verkstaði, sum eisini skal virka sum um-
lættingarheim. Umboð fyri kommunurnar í oynni vóru við á fundinum og tóku undir
við hesum
Eins og undanfarnu ár,
skipaði Frítíðarheimið í
Skrivaragetu fyri summ-
arlegu fyri brekaðum, for-
eldrunum, systkjum og
eðrum í farnu viku.
Hesaferð hildu tey leið-
ina til Vágar, har Hotel
Vágar varð afturlatið fyri
almenningin. Bert 70 lut-
takarar á summarleguni
hevdu innivist í eina viku.
Hóast summarlega
merkir friti3 og eðrvísi
virksemi enn vanligt, so
vóru eisini stundir at fara
til fyrilestrar, eitt nú um
fuglalívið sum Svenning
Tausen helt, og almennan
fund, sum Frítíðarheimið
skipaði fyri
Hetta er fjórða árið á
rað, at summarlegur hava
verið fyri brekaðum og av-
varandi teirra. Tey hava
nú sæð stersta partin av
Feroyum. Hava verið í
Suðuroy, Norðoyggjum, á
Kambsdali og nú í Vág-
unum. Á ferðini hesaferð
var meguleiki fyri ell 70
fólkini, at sleppa út í Mik
ines. Tað syrgdi Snipan
fyri. Annars varð farið í
báti kring Tindhólm, eins
og bilferð til Gjáar.
Ein av festu táttunum á
slíkari summarlegu er al-
mennur fundur. Tað var
eisini gjert hesaferð
Fundarevnið snúði seg um
meguleikan at gera eitt
frítíðarheim í Vágunum.
Hans Jergensen, bygd-
aráðsformaður, sigur við
Sosialin, at fundurin var
væleydnaður. og at teir nú
fara undir at kanna viður-
skiftini, viðvíkjandi at
seta eitthvert tiltak í
verk, sum skal koma
brekaðum í oynni til góð-
ar.
Feðingar-
dagur
Í dag 19. juli verður Gor-
BRÚKTUR BILUR ER EITT ÁLITISMÁL
SÁMULIGIR PRÍSIR — LAGALIG FÍGGING
> AUIO Service
Nakrir av summarlegugestunum uttanfyri Hotel Vágar, sum var afturlaið
fyri almenninginum, teir dagarnar summarlegan hjá Frítíðarheiminum í
Skrivaragøtu helt til í Vágum. Hetta gjørdi, at foreldrini fingu hug og áræði
at fara i summarlegu. Nógu børn eru so brekað, at foreldrini annars ikki hætta
sær á hotel at búgva. Tí var henda friløtan fyri øllum enn meira ein hvíld, enn
annars
Vágoyggin er sum
heils ógvuliga illa fyri, at
geva brekaðum undirvis-
ing. T.v.s., at vit bert
hava tey minst brekaðu
heima, meðan onnur tí eru
í Havn. — Trupulleikin
her er, at vit ikki hava
nakað fyri brekaðum, sum
eru liðug við fólkaskúlan.
Fleiri av teimum eru so-
leiðis fyri, at vit ikki
kunnu vænta, at tey fáa
arbeiði, og tí noyðast vit
at skipa umsteðurnar so-
leiðis, at annað virksemi
verður sett í staðin.
— Allar kommunurnar
vóru umboðaðar á fund-
VIT HAVA GÓÐAR
BRÚKTAR BILAR
Á GOYMSLU
don Midjord, Fuglafirði,
80 ár. Hann er staddur á
í Runavík.
inum, og vit tosaðu um
gamla skúlan í Miðvági,
sum nú verður leysur
Hugsandi kundi verið, at
vit skipaðu eitt fritidar-
heim, sum eisini kundi
virka sum vart verkstað
og eitt slag av umlætting-
arheimi.
Trupulleikin er bert, at
lóggávan er soleiðis hátt-
að, at hon ikki gevur
stuðul, uttan so at stovn-
urin er eftir ávísum fyri-
skriftum.
Vit umråddu ti megu-
leikan at gera hetta til eitt
royndarprojekt, sum kann
metast sum alternativ til
Stjóri
tað, sum higartil hevur
verið roynt í Feroyum
Etlanin er jú, at byggja
smærri eindir til tey brek-
aðu, men í Vágum hava
vit einki at bjóða, so vit
vilja fegnir gera nakað til
tess, at okkara brekaðu
kunu kenna segsum ein
part av samfelagnum. Tað
gerst best, um vit hava
umsteður at taka ímóti
teimum og geva teimum
umsteður at virka soleið-
is, sum tey eftir ferimuni
kunnu megna, sigur Hans
Jergensen at enda.
Dag.
Starvið sum stjóri á ferðamanna-
midstødini, ið landsstýrið hevur
samtykt at seta á stovn sambært
løgtingslég nr. 61 frå 5. juni 1984,
er leyst at seta skjótast gjørligt.
Løn eftir avtalu við landsstýrið.
Umsóknir skulu vera landsstýri-
num í hendi í seinasta lagi 1. au-
gust 1984.
Føroya Landsstyri
Ein heilsan til
Gunnar Vestergaard
å 60 åra degi hansara 10. juli 1984
Tá eg frætti, at min góði vinur, Gunnar Vester
gaard, bankastjóri á Tvøroyri, 10. juli heyði sín
60 ára fødingardag, tá segði eg við meg sjálvan
hatta ber ikki til, tí Gunnar er sum fuglur á ljós-
um degi, ungur í sinn og skinn, hann kann ikki
vera 60 ár.
Men sjálvandi, veruleikanum slepst ikki undan
árini renna.
Gunnar var burturstaddur feðingardagin, og
væl skiljandi, ti um hann hevði verið heima, hevði
verið trongligt, tí hann er væl umtóktur á Tver-
oyri — Tverámaður burturav
Eg fari á henda hátt at heilsa tær og takka fyri
mangar hugnlaigar letur, eisini tær har vit ikki
vóru samdir. Eitt eru og fara vit framvegis at
verða samdir um, tað er at virka til gagns fyri
Tveroyri, heimbygd okkara. Hon hevur og kemur
uttan iva eisini í framtíðini at standa fyri skotum
og herðum ágangi, men her fara vit at verja borg,
her fara vit at draga eina línu. Góður Tverámaður
ert tú, og hollur hevur tú verið at heita á
Sum ítróttamaður á ungum árum, serliga innan
róður. Ítróttafelegini kenna eisini tína hjálpandi
hond.
Sum bankastjóri hevur tú dugað serliga væl at
vera hóligur. Sum politiskt áhugaður og valevni
og umboð mangar ferðir, bæði í kommununi og í
skúlanevndini hava vit báðir í mong ár havt bestu
samvinnu. Har hevur tú víst eitt sera gott hegni,
ja har hevur tú verið ikki so lítið ødrvsi, enn ein
hevði roknað við, út frá tí hugsjón, sum tú stend-
ur fyri politiskt.
Men fram um politisku hugsjónina kemur alsk-
ur tín til heimbygdina, og tað vil eg her og nú siga
tær takk fyri.
Vinnulívsútbyggingina eigur tú tín part í, og
vit hava álit á tær vísir, at tú ert valdur sum um-
boð býráðsins í vinnulívsfyritekur á Tveroyri. At
tú hevur torað at hava tínar meiningar, vísti
steða tín í Rankamálinum, har tú undirstrikaði,
at býráðið skuldi hava meirilutan í partabrøvum,
meirilutin skuldi vera á Tveroyri.
Hetta sýnir okkum hver Gunnar Vestergaard
er, Tverámaður burturav.
Eg takki tær fyri gott samstarv og ynski tær
góðan byr framyvir.
Eg heilsi tær frændi á stóra degi
tú fegin kann vera, og hyggja við gleði
aftur á lívið, so virkið og sterkt
tín heimbygd takkar tær fyri títt verk.
Tú steðgar ei á, tí virkin tú er
í framtíðini vit vænta at tú fer
at leggja til brots — í álvara og gaman,
málið er Tveroyri á odda gog frama.
Sverre Midjord
—n (øøø