mikudagur 25. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 25. september 2002
19
18
Nr. 183 - 25. september 2002
KÍ-B68 4-0 (1-0):
KÍ setti punktum við maner
FØROYAMEISTARAR
orð: Jóannes Hansen
myndir: Álvur Haraldsen
Bara eina ferð áður er tað
komið fyri, at eitt felag
hevur vunnið FM í kvinnu-
fótbólti trý ár á rað. Tað
gjørdi HB í 1993, 1994 og
1995. Nú eru longu fleiri
vikur síðani, at tað varð
greitt, at KÍ hevur vunnið
triðja árið á rað. Spurning-
urin er so, um tað fer at
eydnast hjá teimum kom-
andi ár at seta nýtt met.
Um tað skal metast út frá
avrikinum í dýrdarveðri-
num leygardagin, tá B68
var í Klaksvík, so tykist
tað, sum um fleiri góð fót-
bóltsár
eru
í
KÍ
kvinnunum. Tær eru allar –
við einum undantaki – frá
fyrst
í
tjúgunum
og
niðureftir. Oftast gevast
føroysku kvinnurnar tíðliga
at spæla fótbólt, men Bára
Skaale í KÍ er dømi um, at
tað væl ber til at spæla,
sjálvt um tveir barnsburðir
koma uppímillum, og hinir
KÍ
spælararnir
tykjast
framvegis dáma væl at
spæla og vinna.
Spurningurin er altíð, um
spælararnir framvegis fara
at búleikast í heimbýnum.
Tað hevði verið undarligt,
um ikki onkur úr KÍ fór
burtur – í hvussu so er eitt
skifti – men fleiri hava arb-
eiði og skúla í heimbýnum
at hugsa um, og tí eru ván-
irnar góðar fyri, at bulurin
á liðnum verður umleið
tann sami komandi ár.
Eftir 4–0 sigurin á B68
fingu
KÍ
kvinnurnar
VOGUE steypið til ognar
og gullkrónur um hálsin.
Tað var lokalt, sum tey siga
har norðuri. Fyri FSF hand-
aðu Rúni Heinesen, nevnd-
arlimur, og Ísak Mikladal,
aðalskrivari, steyp og gull-
krónur til KÍ og bronsu-
krónurnar til B68.
Eftir dystin, myndatøku
og sigursgongd fóru KÍ
kvinnurnar á Hereford til
døgurða, so í KÍ høllina at
syngja eina løtu, og fyri
midnátt vóru tær farnar til
hús. Europa Cup luttøkan
stóð aftur fremst í huga-
num.
Spældu við
B68 var ikki komið til
Klaksvíkar at grava seg
niður og dyrgja eftir mál-
leysum javnleiki. Tofta-
kvinnurnar bjóðaðu av, og
harvið fingu lutfalsliga
nógvu áskoðararnir undir-
hald fyri pengarnar.
Rannvá Andreasen setti
hol á í 1. hálvleiki við skoti
uttanvert
brotsteigin
í
vinstru. So noyddist B68 at
verða meiri álopskent. Tær
høvdu onkran møguleika,
men tað var bara KÍ, sum
skoraði mál í 2. hálvleiki.
Malena Josephsen økti í
fyrsta KÍ álopinum eftir
steðgin – B68 verjan kiks-
aði – so var tað Rannvá,
sum umsetti langa sending
frá
tvíburðarsystrini,
Ragnu, og Malena Joseph-
sen staðfesti við skoti úr
brotsteiginum.
KÍ vann gull í steypa-
kappingini og landskapp-
ingini, og Rannvá Andrea-
sen endaði ovast og Malena
Josephsen næstovast á mál-
tindinum. KÍ verður ynskt
hjartaliga tillukku, og B68
fær eisini eina heilsan, nú
tær fyri fyrstu ferð nakran-
tíð hava vunnið heiðurs-
merki í bestu kvinnudeild-
ini.
Dysturin í tølum
KÍ-B68 4-0 (1-0)
1-0: Rannvá Andreasen
2-0: Malena Josephsen
3-0: Rannvá Andreasen
4-0: Malena Josephsen
Hesa ferð er avbjóð-
ingin hjá KÍ kvinn-
unum so stór í
fyrsta dystinum,
sum tað ber henni
til at vera
EUROPA CUP
Jóannes Hansen
Í kvøld fara kvinnuligu
meistararnir og steypa-
vinnararnir í KÍ undir
størstu avbjóðingina í
hesum árinum. Heima á
landi hevur eingin staðið
teimum kurl, men í kvøld
tykist uppgávan at vera
næstan ómøguliga stór.
Kl. 19.30 skal KÍ spæla
ímóti svenska Umeå, sum
er á heimavølli. Talan er
um
nógv
tað
besta
kvinnuliðið í Svøríki, og
tað sæst aftur í lokala
áhuganum, sum er størri,
enn hann er aðra staðni
fyri kvinnufótbólti.
Ferðalagið úr Klaksvík
kom seint mánakvøldið
til Umeå. Tær eru sekstan
spælarar,
Jón
Harald
Poulsen og Ove Nysted
eru venjarar, Amaliel
Jacobsen
og
Sigrid
Andreasen taka sær av
klæðunum og Odd Færø
og
Jóan
Magnus
Høgnesen ella Manni eru
ferðaleiðarar. Fyriotera-
peutur hjá KÍ er Eyðvør
úr Dímun, sum í nógv ár
spældi við HB og í
donskum feløgum og var
ein av fremstu føroysku
spælarunum.
Fyrrapartin í gjár vóru
KÍ spælararnir og vandu
á stadion, har tær í kvøld
skulu spæla:
– Tað er rættuliga
heystligt her. Tá vit komu
vóru hitastigini ikki fleiri
enn fýra, men nú eru tey
omanfyri tíggju, segði
Jón Harald Poulsen úr
Umeå fyrrapartin í gjár.
Hvat veitst tú um mót-
støðuliðið, sum tit skulu
spæla ímóti í kvøld?
– Í síðstu Europa Cup
kappingini komu tær í
finaluna, har tær taptu
2–0 ímóti Frankfurt. Tað
sigur
rættuliga
nógv.
Undan hesi kappingini
hava tær fingið tveir
finskar spælarar. Tær eru
úr Helsinki, sum vit taptu
4–0 ímóti í fjør. Vit ivast
ikki í, at mótstøðan
verður fantastiska stór í
kvøld, men vit fara at
gera okkara ítarsta. Lagið
er gott, og eg veit, at
okkara lið hevur ein
framúr góðan hugburð.
Aftasta mann
og ein frammi
Sammett við liðið, sum í
fjør var í Europa Cup
kappingini, so er KÍ liðið
tað sama á flestu plássun-
um. Tað vil siga, at
kvinnurnar hava uppaftur
fleiri royndir, enn tær
høvdu, tá tær í fjør vóru í
Finnlandi. Men tríggir
stuðulsspælarar,
sum
vóru við í fjør, eru ikki
við hesa ferð.
– Ragnhild Aas, Kris-
tina Lervig og Anna
Müller Jacobsen vóru
allar á liðnum, so tað
sigur seg sjálvt, at tað
hevði komið væl við, um
tær hjálptu til. Men vit
hava alt hetta kapp-
ingarárið vitað, at tær
fóru ikki at vera við. Tær,
sum hava vunnið steypa-
kappingina og FM heitið,
manna liðið hesa ferð. Í
flestu førum er púra upp-
lagt, hvør skal manna
plássini. Men í onkrum
førum eru tað tvær ella
tríggjar, sum stríðast um
sama plássið. Fyrrapartin
mikudagin fara vit at seta
liðið, og aftaná døgurða
og hvíldina fara vit at
hava taktikkfund.
Hvat
verður
uppleggið?
– Vit fara at spæla við
Ragnu Andreasen aftan-
fyri
tríggjar
verjuspælarar, og Rannvá
Andreasen
verður
hangandi
álopsspælari
frammanfyri
fýra
á
miðvøllinum og aftanfyri
fremsta spælaran, sigur
Jón Harald Poulsen.
Undan dystinum hjá KÍ
fara hini liðini í bólkinum
– Sparta Prag og Tallinn –
at spæla. Tann dystin fer
Ove Nysted at hyggja at.
KÍ
skal
fríggjadagin
klokkan 17 spæla ímóti
Sparta Prag og sunnudag-
in klokkan 15 ímóti Tall-
inn.
Í fjør legði KÍ í Finn-
landi fyri ímóti eystur-
ríkska Landhaus, og tá
var tað púra óvæntað, at
KÍ vann 2–1.
– Eg rokni við, at vit
hesa ferð hava torførastu
uppgávuna í fyrsta dysti-
num. Vit kenna ikki mót-
støðuliðini nakað serligt,
men vit rokna við, at Tall-
inn er veikasta liðið. Men
tað verður ivaleysa stór
avbjóðing hjá okkum,
segði KÍ venjarin fyrra-
partin í gjár, tá KÍ akkurát
var komið aftur á gisting-
arhúsið eftir fyrstu venj-
ingina, og tey vóru farin
undir at fáa alt í rættlag
og
innrætta
seg
á
staðnum, har tey skulu
halda til inntil eftir
vikuskiftið.
Stórur svenskur
biti á skránni
Triðja árið á rað er KÍ
føroyameistari í bestu
kvinnudeildini. Tað hevur
leingi verið greitt, at KÍ
skuldi enda fremst, og
leygardagin staðfestu tær so
ruddiliga heitið, tá tær
vunnu 10. dystin á rað í
endaspælinum
B68 vildi spæla við, so talan gjørdist um undirhaldandi síðsta dyst, áðrenn KÍ kvinnurnar fingu gull og steyp og aftur
snaraðu hugsanunum út í Europa
Stóra VOGUE-steypið hevur nú fingið fast sætið í KÍ-húsinum. Hetta er
triðja ferðin á rað, at KÍ vinnur, og tískil hava tær vunni steypið til ognar
At byrja við var eitt sindur
av turbolensi á
venjarapostinum hjá
meistaraliðnum, men eftir at
gamli kenningurin, Jón
Harald Poulsen, aftur tók
við, var eingin slingur í
valsinum, og eins og
kvinnurnar var venjarin
sjálvsagt fegin eftir dystin
Tvær fegnar meistarakvinnur
hjá KÍ. Bára Skaale, sum er
komin heim at hjálpa til í
stóru europeisku
avbjóðingini, og Rannvá
Andreasen, sum í ár verður
avtakari av gylta Adidas-
skógvinum
Ein nerrin liðformaður.
Ragna Andreasen kannar
eftir, um øll meistaraheitini
hjá KÍ nú eru komin við á
navnaspjaldrinum
Umframt heiðursmerki og
steyp fingu leikararnir eisini
hvør sína rósu
C
M
Y
K
18