Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 183 - 25. september 2002 Nr. 183 - 25. september 2002 21 VIÐMERKINGAR Símun A. Klein Tað allar fyrsta, sum eg vil svara uppá, er sjálv yvir- skriftin. Og rætta svarið er: Føroyar hava einki fólka- stýrið enn. Føroyar hava, sum vant og altíð, eitt danskt diktaturstýrið! Dik- taturstýrið er ikki fólka- stýrið. Undrist stórliga, at sjálvt Jesus heldur frí- kirkjurnar niðri við lygn og propaganda. Er Jesus ikki frelsarin og frígerðarin hjá teim trúgvandi? Fær sann- leikin gjørt tykkum frí, tá eru tit av sonnum frí! Eg undrist enn. Viðmerking til nakað av tí, sum stóð undir sektir: Mær vitandi eru flestir sekt/fríkirkjuleiðarar í Føroyum sjúkir heilavask- andi leiðarar, sum Jesus enn ikki hevur fingið loyvi til at reinvaska frá synd. Annars er uppgávan hjá prestum/elstum/leiðarum at liva eitt reinari lív, enn seyðurin sjálvur, og júst her liggur trupulleikin hjá serstakliga fríkirkjunum og er helst tað sama yvir alla linjuna. Eg persónliga havi ekstremt vandamiklar royndir av fríkirkjum. Fólkakirkjuna havi eg melda meg úr, tí at hon framdi dokumentfalsan móti mær og mínum, men eisini tí at hon vælsignar synd av hjartans lyst, hvat jú øll eru vitni til í dag, um fólk bara vilja opna glugg- arnar. Men fríkirkjurnar eru nú einki ørvísi enn fólka- kirkjan í hesum, men tær fremja syndanna vælsign- ilsi á ein professionellan, duldan hátt, meðan fólka- kirkjan ger tað meiri opin- lýst. Hvat er so verri av hesum báðum? Tað yvirláti eg til lesaran at avgera. Seyðurin sjálvur er so blindur og dugir stak illa at finna útav, hvat verunliga gongur fyri seg innan hesar rekkjur. Og nei, limirnir eru ikki avskornir frá umheim- inum socialt, men eru fløkt- ir inní tað syndiga systemið totalt! Men hvør tann, ið ákallar navn Harrans, skal verða frelstur, sigur skriftin. Men ongantíð enn havi eg hoyrt eitt neyðarróp frá nøkrum kirkju/fríkirkjulimi til hin sokallaða Frelsaran. Vit liva í dag í Sodoma og Gomorra landi, men einki neyðarróp hoyrist, og eg meini eitt neyðarróp, sum hoyrist við tí náttúrliga oyranum. Hvør kann orsøkin verða til hettar? Jú, vit eru komin so langt, at vit góðtaka synd- ina sum hon er. Eingin grund til at venda við, tí skriftin lærir (siga fríkirkju- ekstremistarnir/fundamenta listarnir/sektaristarnir ), at einaferð frelstur, altíð frelstur. Ikki bert brøðurnir læra hesa læruna, men tað gera hinar samkomurnar eisini, bert frá einum øðrum vinkli av. Og tá so hendan læran gjøgnum mong ár festir røtur, ja, so er frítt at týggja sær í syndini, sum einum nú hóvar best. Alt hettar havi eg í øll tey seinastu 14 árini verði vitni til, men at siga nakað við tykkum um henda óhugnaliga lívsførs- ul/lívlæru innan kirkju- rekkjurnar, tað er sum at sletta vatn á gás. Heilt stutt sagt, so er ein einig linja allan vegin ígjøgnum innan allar kirkj- ur og samkomur í Føroyum, og sum hesir fundamental- istar/ekstremistar/sektarista r hava alla æruna av vegna hesi ævigu, villleiðandi læruni, og hon ljóðar so í Jesu navni, hóast hon er ikki kristi læra: »Hann bar syndir okkara og tók tað straff, ið vit høvdu uppi- borið at fáa, uppá seg, og við sárum hansara eru vit grødd!« Hatta var tað, so nú kunnu vit liva júst so, sum okkum lystir. Vit eru frí, Hallelujah! Nú er portrið opnað, so nú er gamansleikur í at týggja sær í syndini, sum einum nú lystir. Hetta var tað, sum eg fann útav øll árini, og tá eg so plagdi at siga við slík- ar leiðarar, at hettar, sum fer fram í fríkirkjuni her, ikki samsvarar við tær heiløgu skriftirnar, so valdu teir annaðhvørt ikki at svara, ella eisini var svarið: Eg eri syndfríur og reinur, tí at Jesus hevur tikið mína synd frá mær og borið mína straff, so eg eri einaferð frelstur, altíð frelstur, so at eingin kann tí røra meg. Og so var tað møtið at enda komið, og soleiðis blívur hetta við at halda áfram alla tíðina. Men øll kenna vit hesar ekstremu leiðararnar, sum eisini hava brotið sín synd- iga veg inn í Landsstýrið og Løgtingið gjøgnum árini. Síggja so penir og fittir út, ganga regluliga á møti og hava ordan í heilt nóvum tingum úteftir, sjónligt fyri almenninginum, men aftan fyri tjaldið gongur eitt heilt annað evangeliium fyri seg, enn tað, sum bíblian lærir. Men hvat, hettar eru frukt- irnar av kirkju/fríkirkju- evangeliinum. Sjálvur upp- livdi eg, at ein av áður- nevndu fríkirkjufunda- mentalistunum í Landsst /Løgt. sendi leigusveinar eftir mær í tí fríkirkju, sum eg ein naivur/tómhentur syndari fór inn í at vitna um sannleikan í bíbliuni, men eg fann skjótt útav, hvat alt gekk út uppá. Men hesir leigusveinar hansara komu so, meðan mín støða var alt annað enn góð, og tí høvdu teir lætt við at reka meg arma syndara út í oyði- mørkina aftur, tí at eg stóð einsamallur uttan hjálpara. Hesir leigusveinarnir vóru 100 ferðir ríkari, enn teim nýttust at verða, og hann, ið bestilti leigusveinarnar, hevur eini 10 inntøkur í dag og er helst eini 1000 ferðir ríkari, enn honum nýtist at vera. Eg búgvi í oyðimørk- ini, enn tann dagin í dag. Seinni kom so mafiosin sjálvur til hesa samkomu á vitjan, sum eg var í, og hann foreraði hesum lokala samkomuleiðarunum ein spildurnýggjan bil sum bert kostaði 1/4 mill. kr. aftur fyri gott samstarv vegna svikabrøgdini. Leigusvein- arnir fingu ikki minni burturúr.Men hettar er bert vanligur kostur innan allar kirkjur í dag. Seinni havi eg spurt teir, hvar í skriftini slík læra finnist, men eg fái sama svar. Einaferð frelst- ur, altíð frelstur. Vit eru syndfrí og rein. Hann bar várar syndir og straffina tók Hann á seg. Og eg kann bert vitna hettar: Hettar er tann dulda læran innan allar kirkjur í Føroyum, men sunnu- og halgidagar og okkurt kvøld mitt í viku, jújú, so lesa teir við tárum í eygunum, hvussu undurfult tað stendur skrivað í Jóh. 3:16. Og hesir somu Extrem- istar/fundamentalistar/sekt aristar úti á Tinganesi, høvdu eisini sín dulda leiklut aftan fyri tjaldið í tabernaklinum, hvar øll tey grovu svikini vóru framd seinastu árini, og teir svika framvegis, men hvarí eingin enn er dømdur, uttan bert tann eini, hann, sum einki hevði við svikini at gera. Tí er læran um jóh. 3:16 ein lygilæra innan allar kirkjur, tí at hendan læran ger øll blind, tí at eingin sær nakað sum helst. Har finnist eingin synd longur í Føroyum sambært Kirkju/Fríkirkjulæruna! Frítt at svindla, frítt at svika, frítt at knúsa sakleys, frítt til alt ilt, takka veri lærdómarnar innan allar kirkjur í Føroyum. Ljóðar hettar ótrúðligt? Men tað er tó satt. Hettar er verunliga tað, sum av sonnum er galdandi innan kristnar samkomur í Føroya landi. Eg kann bert vitna fyri øllum, at um tú av sonnum elskar sannleikan í skriftini, so verður tú eisini av sonnum isoleraður í langa, langa tíð, hvussu leingi kann eg ikki úttala meg um. Kanska Paulus kann fortelja tykkum á hvønn hátt. Mangan tystur, svangur, nakin, einsamall- ur, sligin, bukaður og bard- ur, útihýstur o.s.fr., og tá ið ein er í líknandi støðu, so er ein spidalskur millum tey ríku kristnu og fær fótin í dintulin, grýttur í fangahús uttan grund. Sigið mær, hvussu langa tíð er ein tá avskorin frá umheiminum socialt? Neinei, tykkara kristna læra gongur út uppá at sita í flúgvara, í dýrastu bilum og behagiligastu sofaum alt lívið ígjøgnum, men ber hettar ikki til á erligan hátt, ja, so snýta vit okkum til tað. Soleiðis er tann kristna læran í dag innan allar kirkjugáttir, fríar ella ófríar, stýrdar av ekstremu/fundamentalistis ku/sekterisku leiðararnar innan kristnu samkomurnar í Føroyum. Nakað annað er eisini vert at bíta merkið í. Hvørja ferð møtið er í samkomum tykkara, so standa dýrir, flottir bilar uttanfyri. Virði fleiri milliónir kr., meðan onnur doyggja í størsta fátækradømi beint við síðuna av tykkum. Hvussu samsvarar hettar við tað skrivaða? Nýggjatesta- mentið staðfestir politikkin hjá Guði í Gamlatesta- menti, hvar Ìsraelsfólk fingu boð um, bert at savna niðurfyri til ein dag á gangin, umleið 3,5kg pr. høvd. Seinni fóru tey at grenja og vildu heldur hava ein bil í part, summi 2 og 3 bilar í part, fleiri vildu hava ein risatrolara í part, og beint nú vilja talibanarnir hava ein undirsjóvartunnil í part. Tað næsta verður nokk, at teir vilja hava ein boripall í part, - so at í dag kann hvørt høvd neyvan noyðast við minni enn 3,5 tons í snit pr. dag, ja, so nógv er fatið brotið síðani tá. Og fyri ikki at tala um hesi millióndýru pípuorgl- ini, umgyrd av millióna- krónu klassabygningum + tey dýru fríkirkjusam- komuhúsini, sum flest øll eisini liggja í millióna klassanum. Tilbiðjan av menniskjaskaptum verkum. Men hvat hendi so við ísraelsfólki tá á døgum? Jú, har jarðaðu tey tey, sum marglætin høvdu verið. Vendið við og trúgvi á evangeliið! Sigur Jesus. Neinei, eingin grund til tess, siga teir kristnu talibanleiðararnir. Einaferð frelstur, altíð frelstur! Eg haldi, at best egnaði inn og útgangssangurin í øllum teim kristnu, før- oysku samkomunum, er sangurin hjá Kára Petersen: »Vit dansa um gullkálvin dag eftir dag, kom uppí eingin tíð er at spyrja um hví, vit dansa um gull- kálvin til æviga tíð!« Nær fáa tit eyguni upp fyri hesum, blindu farisæ- arar tykkara? Viðmerking til ein part av punktinum: Ekstrem- istar, hjá Petur Kirke. Petur sigur m.a.: Nei, her eru øll meiri enn vælkomin, tí her er nevniliga einki at krógva. Eitt annað, sum kanska eisini brýtur frá er, at summi av hesum fólkum hava ein hægri livistandard enn samfelagið sum heild hevur. Oftani er tað so, at hesir »ekstremistarnir« t.d. ikki drekka ella roykja. Og hesir eginleikar kunnu, eftir Petur'sa tykki, bara vera positivir. citat slut! Til hettar kann eg fyrst siga, og tað er at spyrja, hvørji eru ofrini til tess at tit kundu fáa ein hægri livistandard sjálvi? Nei tú, alt svínaríið er krógva so væl hjá tykkum øllum, at tað sær bara út soleiðis, sum um einki er krógva hjá tykkum, men óhugnaligt er tað, sum býr aftan fyri alt hjá tykkum. Tá tað snýr seg um at drekka og roykja, so gera tey flestu av tykkum ikki slíkt opinlýst, men hvussu stendur til aftan fyri koliss- urnar? Tey eru mong sum siga við meg, at tá tey kristnu í Føroyum koma til DK á vitjan ella búgva har eina tíð, so er eitt tað fyrsta sum tey gera, tað er at fara á bar í DK. Tey taka øll plássini sum eru har, so eingin sleppur inn fyri teimum, og eg kann bert svara, at so sleppa vit frá at falla í somu grøv sum tey við tað, at tey hava upptikið øll plássini, eins og tey hava upptikið øll plássini í Himmiríki. Fyri at siga tað uppá ein annan máta, so standa hesi ikki royndina, tá tey sleppa út eina løtu, eftir at hava sitið í isolatión hjá tykkara kristnu sam- komum. Men tann, sum verunliga hevur sannleika í skjáttu síni, sleppur aldrin inn um tykkara gáttir, uttan so, at ein leggur sannleikan frá sær uttanfyri kirkju/ fríkirkjugáttina. Fundalisman hjá Peturi. Hann sigur: ... men tá talan er um bíbliuna, sum - sambært okkara kristnu trúgv - er hin fullkomni sannleikin, so er eingin vandi. Citat slut. Og so byrja vit aftur av nýggjum: Hvør tolir ein fullkomnan sannleika? Tær kristnu samkomurnar í Føroyum? Nei, so yvir høvur ikki. Hann finnur hvørki rúm ella stað í Føroyum. Tit drepa hann, so hvørt sum hann roynir at sleppa inn. Tí er hin fullkomni sann- leikin hin allarstørsta hótt- anin ímóti Talibanstýrinum í Føroyum. Hesir gubbarnir sita trygt og gott í sínum sessum, men kemur ein við fullkomna sannleikanum, so eru gubbarnir kvikir til at úthella blóðið hjá slíkum viðkomandi. Tit vita jú, at talibangubbarnir eru høvd- ingar eisini í samkomum tykkara, men trupulleikin er bert, at hesir fundamen- talistisku leiðararnir hava als ongan sannleika í síni skjáttu, men haraftur ímóti er skjáttan full av rændum góðsi og blóði sakleysra, tíverri. Tað er so lætt at vera greivi tá! Hevði veri nokk so passandi at broytt tekstin í samkomusanginum so- leiðis: »Var nakar dagur, vit ikki snýttu, nei, ikki ein, ikki ein.« Tann veruliga hóttanin hjá Petur Kirke: Hann sigur: Hesi fólkini, sum nýta øll møgulig ó- kvæmisorð um vanlig kristin menniskju, líkjast meiri eini veruligari hóttan móti demokratiinum í Føroyum í dag o.s.fr., citat slut. Her kann eg bert siga til eitt orð hjá Peturi, hvar hann tosar um at drepa vegna sína trúgv. Tað finn- ast mangir mátar at drepa uppá, og nógvir av hesum mátum vera praktiseraðir í Føroyum, og sera nógv eisini innan kristnar sam- komur enntá, men rokni neyvan við at tú kann skilja slíkt. Men sig mær eitt, Petur Kirke: Nær bleiv demokratiið innført í Før- oyum??? Hevur tað sníkt seg inn í landið og opererar loyniliga í Føroyum, ella hava vit kanska ein spesi- ellan flaggdag í Føroyum, tá ið demokratiið bleiv innført í Føroyum? Danir fingu demokratiið innført í 1848, men føroyingum var hettar noktað. Um tú ikki trýr mær, so trúgv tó søguni. Tú trýr bíbilsøgun- um, men Føroya søga er kanska ikki fyri trúgvandi? Mær vitandi er einki demo- krati innført í Føroyum, so hvussu ber tað til, at Jesus lýgur so illa fyri tær og tíni samkomu, ja, kanska hold- ningurin er hin sami í øllum hinum samkomunum? Hvat býr aftan fyri hettar? Líka upp til dagin í dag hava Føroyar havt eitt diktatur- stýrið uttan sín líka sæddan fyrr. Men hvat? Tað er jú tað, sum tit verunliga elska, so hví taka demokratiið uppá tunguna? Var tað ikki meirilutin ið rópti framman fyri pilatusi, hvar Jesus skuldi dømast? Meirilutin rópti: Burtur við Jesus, burtur við sannleikanum, burtur við honum, men gev okkum ránsmannin Barra- bas leysan. Og í dag í Før- oyum vilja tær kristnu sam- komurnar allíkavæl klynga seg til demokratiið, sum fyri teimum er einasti Viðmerking til: »Er fólkastýrið í vanda?« Hjá Petur Kirke! Framhald á síðu 25 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2927, Sp/f 25. oktobur 1999, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 21.08.2002. Nýggj adressa: 370 Miðvágur Nýggjur heimstaður: Miðvágs Kommuna. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Eiler Jacobsen, Marknagilsvegur 19, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Dánjal Johansen, 370 Miðvágur. Skráseting Føroya tann 23. september 2002 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2334, Sp/f Múlin, 370 Miðvágur. Navn: Sp/f Múlin Adressa: 370 Miðvágur Felagið er strikað eftir samanlegging við skrásetingar-nr. P/F 2794, P/F Vest-Line. Skráseting Føroya tann 23. september 2002 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2794, P/F Vest-Line, 370 Miðvágur. Nevnd: Farin úr nevndini: Geir Solvåg, 6740 Selje, Norge. Innkomin í nevndina: Stig Tore Ervik, Ervikabygda, N- 6750 Stadlandet, Norge. Felagið er samanlagt við skrásetingar-nr. Sp/f 2334, Sp/f Múlin, sum samstundis verður strikað. Skráseting Føroya tann 23. september 2002 Kristin Balle ________________________ Dagrøktari søkist til dagrøktina í Nes kommunu, at byrja 01.11.2002 Dagrøktarheimið skal vera innrættað barnavinar- ligt, har rúm er til børnini at spæla í og hóskandi trygt spæliøki uttanfyri. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Komm- unala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafel- ag. Nærri upplýsingar fáast við at ringja á tlf. 448462 ella 218462. Skrivlig umsókn skal vera dagrøktini í hendi í seinasta lagi 15.10.2002. Dagrøktarskipanin í Nes kommunu v/ Katrin Poulsen · FO-650 Toftir Størv Bilmekanikari ella maskinsmiður. Søkt verður eftir tveimum bilmekanikarum ella nærlagdum maskinsmiðjum, kappingarfør løn verður latin. Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt áhugavert og mennandi starv. Skrivlig umsókn má verða okkum í hendi ikki seinni enn 15. oktober 2002. Úrvalsbilar Spf. Bakkavegur · 530 Fuglafjørður Tlf. 444 943 Úrtvalsbilar varð stovnað í 1999. Virkisøki: Umvælingar: Arbeitt verður við mekaniskum- og skrokkumvæl- ingum. Søla: Vit selja brúktar og nýggjar bilar og eisini prult av merkinum Piaggio. Kundarøkt: Vit seta sjálvandi kundan í hásæti og leggja dent á, at arbeiði og tænasta verður veitt á høgum støði. Úrvalsbilar Spf. Frá Happadráttinum Seinasti søludagur til 2. drátt er hósdagin 3. oktober 70 % av søluvirðinum verður latið til vinningar Hin Føroyski Happadráttinum Størstu vinningar hesaferð: 1x 60.000 kr. 1x 30.000 kr. 1x 25.000 kr. 1x 15.000 kr. 5x 10.000 kr. 10x 5.000 kr. Frá Havnar Handverkarafelag Frá 27.09.til og við 08.10 er skrivstovan opin soleið- is og telefonin svarar kl. 12.30 til 15.30 hósdagin 03.10 er opið til kl. 18.00. Havnar Handverkarafelag M/B Hellisberg FD 1148 Deksbátur frá 1977. Bruttotonsatal: 5,3, longd: 8,84 m. breidd: 3,35 m, dýbd: 1,23 m. GPS, GPS/kortplottara/lit ekkolodd, línuspæl. Einki fiskiloyvi. Tlf. 423555 ella 288088 Skeið til krana D 8-25 tm byrjar mánadagin 30. sept. kl. 19.00. Tilmelding á tlf. 318821 ella 218777. Avmarkað næmingatal. Sp/f Koyrikortið Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 www.sosialurin.fo C M Y K 21 20