týsdagur 24. juli 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 85 — 24. juli 1984
Einki ansingarplåss
— Tygum eru
»bara« heimagangandi
Øllum børnum skal tryggjast ansingarplåss — ikki bert teimum,
sum hava havt eldri systkin å ansingarstovni ella børn hjå mest
ågangandi foreldrunum
Í miðjum seinasta
mánaða skipaði Nordisk
Ferskolelærerrád fyri
skeiði fyri barnaansarar/-
uppalarar. Niðursteðan
var stutt hon, at ellum
bernum eigur at tryggjast
ansingarpláss — at hetta
átti at metast sum
mannarættur, uttan mun
til um foreldrini arbeiddu
úti ella ikki.
Tað munnu eisini vera
mong feroysk foreldur, ið
greitt kundu frá, hvussu
væl tað kom við, tá tey
fingu ansingarpláss til
barr ella bernini.
Skulu endarnir rekka
saman hjá vanliga lent-
um, so mugu bæði
arbeiða, ikki minst um
talan er um at fáa sær tak
yvir hevdið.
Men her eru mong for-
eldur fyri samfelagsligum
vanbýti, júst tí ansingar-
plássini eru ov fá. Eisini
tykist tað at vera rætti-
liga tilvildarligt, hvussu
leingi ávís foreldur mugu
bíða fyri at fáa barna-
garðs- ella veggustovu-
pláss, hetta sum nú er
vidtiki sum verandi
mannarættur.
Veruleikin er fyri tað
fyrsta hann, at plåssini,
eitt nå i Havnini, eru alt
ov få. Harnæst tykjast
tey foreldur at hava frami-
hjárætt, ið áður hava havt
børn á ansingarstovni.
Ágangandi framferðin og
treiskni, ið summi nýta
fyri at fáa sínum smáu
ansingarpláss, roynist eis-
ini alt ov tíðum í so væl.
At so ikki skuldi verið,
áttu vit ell at kunnað
samst um. Heldur íkki
man tað vera so gott við
at gera hjá stovnsleiðar-
unum, sum ivaleyst royna
at vera so »rættiligir« sum
meguligt.
Men nakra meining við
barnagerðum og
veggustovum er ilt at fáa
eyga á, um ikki so er, at øll
við tervi fáa sama megu-
leika til hesi pláss.
Ein freistast mestsum
til at halda, at vit vóru
frægari farin uttan hesar
stovnar, so leingi teir ikki
nekta veruliga tervin. Tí
sosiala órættvísi, sum
verður summum
foreldrum fyri, ið onkurs-
vegna ikki kunnu fáa
bernini ansaði av hesum
stovnum, er so mikið álv-
arsligt, at hetta fyri mong
kann vera avgerandi fyri
hvussu tey seinni í lívin-
um koma at sæta sær
fíggjarliga.
T. d. er mestsum alment
viðtikið, at mammur, ið
fyrstu tíðina eftir barns-
burð — fyri ikki at siga
fyrstu árini velja at ansa
egnum barni — mestsum
ongan meguleika hava
fyri at koma inn Í
„systemiðÉ. Hesar
mammur eru jú
heimagangandi, tað hava
tær ráð til. Teimum terva
ikki barnaansingarpláss.
Hinvegin verður ikki
spurt fastlentu útiarbeið-
andi mammurnar um tær
hava ráð ella ikki at ansa
egnum bernum eina tíð.
Helst hava tær ikki ráð-
ini til tað, hóast rådini iva-
leyst eru frægari enn hjá
teimum, sum undan
barnsburði ikki hava verið
í festum arbeiði, sum av 6
varni hava verið heima-
gangandi og sum so ikki
hava »uppiborid« hesa al-
mennu tænastu.
Í hesum metingum
eigur ikki at verða
gloymt, at fastlentu
mammurnar í samband
við barnsburð nú við lóg
fáa fíggjarligar semdir, ið
ongantíð verða teimum
tímalentu fyri — fyri ikki
at tala um tær yngru
nammurnar, sum ongan-
íð hava fingið ansingar-
Jláss og harvið heima-
gangandi og »officielt«
uttan tørv.
Forvitnisligt hevði
verið at blaðað igjøgnum
stovnslistarnar yvir
foreldur og bern, tí ikki
skal ein ivast í, at tey, ið
frægast fáa burturúr hesi
tænastu, eru tey fastlentu
við góðum stervum, so
mikið góðum, at tey uttan
himpr hava fingið barn
aftaná barn inná hesar
stovnar og harvið í áravís
ikki verið fyri
inntekumissi, alt meðan
tær mammur, sum
almannaeygum hava
verið so »fåvitskutar«, at
tær skjálvar hava viljað
verið um bernini fyrstu
tíðina, mestsum eru av-
skrivaðar sum brúkarar
av hesum almennu
tænastum.
Hvussu er støda okkara
mótvegis kvinnunum á
eitt nú fiskavirkjunum.
Arbeiðið er stundum
ósteðugt, fastlentar eru
tær ikki, so samsýning
fyri inntekumiss i
samband við barnsburð
kunnu tær ikki fáa.
Men verri er, at tær
mestsum ikki kunnu fáa
alment ansingarpláss til
bern síni, tí tær vegna Ó-
regluligt arbeiði í alt ov
stóran mun koma undir
»diskriminerandi ganda-
heiti« heimagangandi.
Men eru tað nakrar, ið
ikki hava ráð til innteku-
miss, tá vinnast kann, so
eru tað hesar, tí ikki fara
tær til spæls at arbeiða á
fiskavirkjum okkara.
Hverjar endamálsgrein-
irnar, upprunaliga vóru
fyri = veggustovur og
barnagarðar, veit eg ikki.
Helst man hetta frá byrj-
an hava verið ætlað einsa-
mellum ógiftum
mammum/uppihaldarum.
Og alt gott um tað. Hesin
stuðul má á ongum sinni
falla burtur.
Trupulleikin í dag er
bert hann, at rættiliga tor-
ført er at skilja ímillum
einsamallar mammur og
ikki. Nevnini siga okkum
einki og hjúnarband er
ikki longur vegleiðandi.
Men fáa vit ikki í stund-
ini hesar stovnar at virka
fyri allra besta, uttan mun
til hver tú er ella hvussu
„fast starv« mammurnar
hava, so vóru vit frægari
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
farin hesar stovnar fyri
uttan.
At útiarbeiðand
fólk/hjún við góðari inn
tøku, sum eitt nú hav:
sett seg í stóra skuld fyr
at fáa tak yvir hevdið
hava brúk fyri vøggustov
um og barnagerðuin, er
eyðsæð. Men tess sjálv-
sagdari skuldi tað verið,
at onnur við ella uttan
stóra skuld, men við bert
einari innteku vegna terv-
andi ansingarpláss, hava
enn sterri terv fyri hesi al-
mennu tænastu.
Men tey sum hava
skulu framvegis hava
meira og tær mammur,
sum ikki eru fastlentar —
bæði undir arbeiði og lut-
víst barnsburði — og so-
statt vanvirðisliga
skírdar heimagangandi,
skulu als ikki gera sær
nakrar vónir um at fáa
ansingarpláss til bernini,
hóast hesar hava tað mest
fyri neyðini bæði fíggjar-
liga og sum meðisrindan.
R.
Kappsúkkla
við 6 gearum í góðum standi — 3
ára gomul — til sølu fyri 1200 kr.
137 98
TAÐ NÝGGJA
SJÓNVARP
lit, 9,30
frá
220,—
VIDEO
HS
frá
um mánaðin 325,—
ÓKEYPIS SERVICE
= =
VIDEO/SJÓNVARP
N. Finsensgøta, tlf. 15132
Fyrst danskt vikuskifti
so føroyskan gerandisdag
Aftaná eitt danskt vikuskifti í Sjónvarp Føroya,
byrjar so feroyski gerandisdagurin aftur. Er tað
veruliga eingin á Feroya landi, sum setir spurnar-
tekin við, at vit skulu undirhaldast við Árhus
skemtisegum og lokalsegum í Keypmannahavn ?
Leygarkveldið skuldu vit undirhaldast av sjón-
varpsvertum í Danmarks Radio, sum einamest
var um lokalar hendingar. Eg hugsaði um, hvat
danir hevdu sagt, um dýrgoldnu lisenspengar
teirra fóru til t.d. skemtisending úr Klaksvík.
Hevði tað verið skemtiligt? Ikki hevdu danir
havt meguleika at skilt skemtið, ei heldur at havt
viljan at seta seg inn í tað, sum er lokalt fyri-
brigdi. Neyvan er tað ov nógv sagt, at fólk í Keyp-
mannahavn sita frammanfyri sjónvarpið og siga:
» hva' fanden skal vi med provins TV fra
Århus«. Men føroyingar skulu taka til takkar vid
hesum, orsakað av vånaligum politikki i løgtingi
og landsstýri.
Um føroysku politikararnir skulu vekja åhuga
millum veljararnar, so noyðast teir helst at fara í
donsku »kulissurnar« fyri at fáa fólk í talu. — Um
hetta ikki er eitt slag av tíðarójavna, so veit eg
ikki....! Hvussu kunnu veljararnir sita
frammanfyri sjónvarpið og hugsa um Feroya
land og leiðslu, tá borðreitt verður við donskum
einkisigandi skemti eitt heilt vikuskifti! Skemt-
arin Otto Leisner og Niels Helveg Petersen, radi-
kali hevdingurin, eru hetta vikuskiftið meira
kendir í Føroyum, enn Pauli Ellefsen og kompani.
Í Schyy. det er lerdag, vóru hyggjararnir bidnir
um at senda eitt video-bræv sum í innihaldi skuldi
vera um summarið 84, so sum tað myndaði seg
fyri einstaklingin.
Eg kundi hugsað mær, at Jógvan Asbjern
skipaði fyri somu kapping í Feroyum, sum skuldi
havt heitið: >Gerið eina danska TV-avis«. So vóru
arbeiðstrupulleikarnir ruddaðir av vegnum í SV,
tí tá var ivaleyst tilfar til eitt heilt ár !
Burtursæð frá donskum einkisigandi skemti,
vóru krimifilmar um evnið: konufólkamorð. Leg-
ið. at krimifilmar hava so stórt hyggjaravirði, og
at tað altíð eru konufólk, ið verða myrd. m— Bert í
vikuskiftinum taldi eg 13 morð í sjónvarpinum !
So hugsar ein um, hver ger filmar og hver velur
teir út. Talan um líkarætt í sjónvarpsundirhald-
inum, er ivaleyst ikki til staðar har, eins og aðra-
staðni. Menn eru við yvirlutan, kvinnur við undir-
lutan, so lætt er tað.
— Ikki tí, at eg haldi undirhaldsvirði hevði
verið sterri, um menn vórðu myrdir í hesum film-
um. Bert tað at morð og ræðuleikar skulu hava so
stórt virði hjá hyggjarunum fær teg at hugsa
gjøllari um hetta.
Sum bót upp á sálina, kom Per Hjgaard á
skermin í andakt sendingini. Hann tosaði ikki
beinleiðis um morð og harðskap, men kortini held-
ur ikki fingu vit ein glotta. Per Højgaard segði
m.a. at tað ikki var neyðugt at tosa um atom-
kríggj og hvussu hetta kundi forðast. Tað stóð í
Bíbliuni, at so skuldi verða. Hann helt, at eins og
vit fyrireikaðu okkum til drotningavitjanina í
vár, soleiðis skuldu vit heldur fyrireika okkum til
Jesu komu !
Álvaratos, er tað meira kristið bert at hugsa um
at sleppa í himmiríki, og so bara lata heimin fara
fyri skeyti ? Eftir mini kristnu uppfatan, so er tað
eisini eftir Bíbliuni, at vit royna at skapa frið og
avvápna á jerð, enn bert at hugsa um, hvat er
best fyri einstaklingin, at hann kann bjarga síni
mál.
Per Hejgaard segði eisini, at tað ikki var neyð-
ugt at spyrja vísindamenn, hvussu heimurin sá út
eftir at atombardagi hevði lagt heimin í oyði, tí
tað stóð eisini í ábíbliuni. Eg veit ikki, um ell
morðini og einkisigandi undirhaldið í vikuskift-
inum hevur fingið eitt ávíst svartskygni fram í
huga mínum, men hevur Várharra gjert okkum
heimin, so er tað skylda okkara at varðveita hann.
Alt annað er ein umbering fyri at sleppa lættast
fyri egna vinning. At sita hendur í favn og bíða
eftir evstu letu, er tað sama sum ikki at taka lut í
samfelagsviðurskifti og hervið eisini í alheims-
politikki, ið bert við at trýsta á teppin, kann for-
koma øllum. Hava teir menn, sum stýra »tøppin-
um« somu áskoðan, so er »alibi« teirra í lagi, —
bert fyri at nýta málberingina frá krimifilmunum.
Dagny Joensen