Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

íða 6 tíðindablaðið Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Undirgrava demokratisku samfelags- skipanina SEINASTA hósdag bar útvarpið tey tíðindi, at eitt starv sum um- sjónarmaður á Klaksvíkar sjúkra- húsi, ið varð lýst leyst í december 1983, nú er sett. LANDSSTÝRIÐ hevur fleiri ferðir fyrr vidgjørt og útsett hesa starvs- setan. Fyrstu ferð málið var á landsstýrisfundi var ongin greið innstilling frá stýrinum fyri Klaks- víkar sjúkrahús. Tá samtykti lands- stýrið at biðja sjúkrahússtýrið um eina greiða innstilling. TÁ STÝRIÐ fyri Klaksvíkar sjúkra- hús hevði vidgjørt málið av nýggj- um, kom tað við eini heilt graiðari innstilling, har ein umsøkjari, ið hevur útbúgving sum búskapar- frødingur, og sum hevur áralangar royndir í praktiskum arbeiði bæði her heima og í Danmark, varð inn- stillaður sum nr. 1. Men landsstýrið tók ikki innstillingina frá sjúkrahús- stýrinum til eftirtektar. Tann best kvalificeraði umsøkjarin varð ikki settur í starvið. UMFRAMT TA teoretisku útbúgv- ingina og tær áralongu praktisku royndirnar hevur hesin umsøkjarin gjørt nýtslu av tí demokratiska rætti ein og hver borgari eigur í einum demokratiskum samfelag. Hann hevur loyvt sær at hugsa, at tala og at skriva um samfelagsvið- urskifti og um politiskar spurning- ar, har hann ikki hevur dult fyri, at hann tók undir við ávísum politisk- um flokki uttan fyri lándsstýris- samgonguna. tíðindablaðið Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 På oddagrein i EFTIR ØLLUM at døma hevur hetta vigad tyngri hjå landsstyrin- um enn universitetsútbúgvingin. Tad hevur eisini vigad tyngri enn tær åralongu royndirnar og tann greida innstillingin frå styrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús. Hevð í um- søkjarin gjørt aðrar metingar um samfelagsvidurskifti og valt lima- skap í ødrum politiskum flokki, kundi hann fingið starvið uttan prógv og áralangar royndir. SAMA DAG, sum nevnda starv varð sett, helt løgmaður orsøk vera til at boda Hilmari Kass å fund vid landsstýrið. Hetta komst av, at Hilmar Kass hevði sagt nakað í eini útvarpssamrøðu, sum løgmadur helt kundi skaða landsstýrið sum stovn. Hann hevði sagt nakað, sum kundi minka um virðingina fyri landsstýrinum, segði løgmaður. Men hvat heldur løgmaður um tað, sum hansara landsstýri gjørdi fyrrapartin sama dag? DUGA LØGMAÐUR og hansara landsstýrismenn ikki at síggja, at umredda starvssetan skaðar lands- stýrið sum stovn, at hon minkar um virðingina fyri landsstýrinum og at hon er við til at undirgrava okkara demokratisku samfelags- skipan. Hetta duga øll onnur at síggja. OG ØLL ONNUR duga eisini at síggja tað, at teir sum hava sitið í landsstýrissessunum seinastu árini, ikki eru førir fyri at umsita okkara demokratisku samfelags- skipan. Tað hava vit fleiri onnur dømi um. Teir hava miðvíst undir- grivið demokratisku samfelags- skipanina. Nidingsbrøgd og afturhald Frøin um menningin a seinastu årini køvd av trælkandi ågangi afturhaldsins Summarfri! Tú gleðir teg at sleppa heim til Feroya at ferðast nakrar vikur. Langt síðani seinast — meira enn fimm ár eru farin. Tú gleðir teg itl at hitta kunningur, skyld- fólk og vinir. Forvitnast um viðurskiftini her á landi. Hverji framstig munnu vera gjørd innan idnad, mentan, ymiskar útbyggingar? Ikki minni forvitnisligt at hoyra um tey politisku viðurskiftini. Nú stundar móti løg- tingsvali. Hverji merkis- mál verða havd á lofti? Hverja stødu taka menn til hesi mál? Til demis figgjarliga styring, orku- politikk, fiskivinnupoli- tikk og nu i seinastuni, málið um indirgrundina og uttan:andsskuldina. Týðandi mál, ið áttu at bent politisku flokkarnar móti, um ikki annað, semju í prisippinum. So- leiðis hugsar tú, tá tú stendur umborð á >Norr- ønu< og sýgur myndina av Feroyum í teg. i Í fagrasta sólsetri daga oyggjarnar undan. Rætt sum tú kennir tær. Har kemur ein útróðrarbátur steamandi. Tú freðist yvir at tað, tú sært, er kent og íheimligt. Jú, tú ert heima! Og Havnin! Ikki eitt skýggj á luftini. Logn. Vakurleikin mest sum loypur á. Dunið av virksemi frá Bacalao. Morgundúgl:7 skyld- fólk eru komin oman á keiina at taka ímóti. Tú kennir sanniliga á tær, at hetta veruliga er heimsins nalvi, tað sein- asta friðskjólið á foldum. Í slíkum paradísi eigur alt at vera sátt og semja. Har gongur hvert mansbarn og roynir at gera tað besta fyri hvenn einstakan. Onki annað enn frælsi kann vera eyðkenni fyri eitt slíkt land. Frælsi á øllum økjum. Ábyrgdar- kensluna, ið eigur at liggja sum grundarlagið fyri frælsinum, hava før- oyingar altíð kent. Ella hvussu er vorðið við hesum? Ábyrgdar- kensluna eggjar tú við millum annað at upplýsa fólk. Sakliga upplýsing, ið ger teg feran fyri at taka greiða stødu í ymsum spurningum. Hvat er til dømis sosialisma, Nato ella Warzawasamgong- an?. Hvat hendir í Mið- eystri? Hví eru friðar- rørslur kyknadar upp um allan heim? Ikki tí — Hesir spurn- ingar eru allir so torskild- ir, at tú fært ikki eittans svarið. Verri enn so. Men tað er gjørligt at lýsa hes- ar spurningar sakliga. Kanska ikki neutralt, men so avgjert soleiðis, at tú hevur eitt objektivt grundarlag at taka stødu á. Eg havi nú verið heima í góðar triggjar vikur. Havi skift orð við fólk, eg havi hitt kring landið. Nú vil onkur halda, at tríggjar vikur er dekan ov stutt tíð at koma við eini niður- stødåu um sakligheit og objektivitet. sjálvandi er tað heldur ikki so. Tú hevur góðar møguleikar at fylgja við i føroysku blødunum, hóast tå byrt i Danmark. Við- hvert verða føroysk viður- skifti eisini lýst í danska sjónvarpinum — eitt nú í sambandi við seinasta fólkatingsvalið. Har var til dømis maður nevndur Óli Breckmann at síggja — og serliga at hoyra — í donsku TV-avísini. So mikið hevur tú fylgt við í føroyska valstri3n- um. at tú vist: at Oli Breckmann hevði lovað foroysku veljarunum at halda seg frá donskum innanhýsis politikki. Men gakk! Eitt tað fyrsta hann larmeteraði um í TV -avís- ini var, at hann av fullum huga fór at styðja alt hegrarák (les Frem- skridtspartiet og donsku stjórnarfiokkarnar) sum vildu kúga arbeiðararersl- una í Danmark. Og ikki bert har, men um allan heim! Reða, sum Óli Breck- mann seinni helt í fólka- tinginum var so vamlislig og mannahatsk, at ikki ein tann einasti fólkatings- maður hevði hug ella troystaði sær at taka und- ir við Óla Breckmann. Sjálvt tingmenn í frem- skridtspartiet øtadust yvir, at ein so høgravend- ur og mannahatskur polit- ikari fanst norðan fyri Alpurnar. Og so væl og dyggiliga stukåladi Óli Breckmann donsku stjfnini, at Svend Auken i aftursvari sinum stutt og greitt helt fyri: »Må jeg gratulere regeringen med dens nye parlamentariske grundlag!< (Reðan sjálv er endurprentað í Dag- blaðnum). Einastu menn, danska pressan kundi sammeta Ola Breckmann við, vóru diktatoriskir búrkroppar sum Baby Doc á Haiti og Pinochet í Chile. Nakrir líkar eru eftir í frem- skridtspartiet. Annars er stødan manna millum i dag, at verri politiskir ignorantar og afturhalds- menn enn í danska fram- burðsflokkinum valla eru at finna í Vesturheimin- um. Tú krympaði teg dagin eftir, tá danir spurdu teg um hesin Óli Breckmann var eksponenturin fyri foroyskan politikk. Hevði hug at umbera — skava út yvir: Tað trúði eg. Men tí- verri er hetta ikki so. Eitt veruligt »kultursjokk« søkkir teg í díkið, tá tú verður varur við tað ó- hugnaliga afturhaldið, ið nerist innan feroyska høgraråkid. Men bíða nú. Tað stendur við og versnar. Tú ikki bert varnast hetta. So svart og dapurt er aftur- haldið. at tað mest sum herjar á. Hverja ferð tú lesur Dagblaðið ber hetta sannføring um terror- ágangin móti lesaranum. Í royndum sínum at draga bæði politiskar and- stødumenn og hampafólk niður í ta infantilu anda- ligu blárununa brúkar Dagblaðið demagogikk, ið er bæði skelkandi og ræð- andi. Nr. 85 — 24. juli 1984 Alt verður avskeplað í hesum óhugnaliga sneið- riti. Religión verður brúkt sleiskliga og kensluleyst at raka hin álopna undir beltið. Ikki ti, religion er fyrr brúkt sum skálka- skjól í heilagralótri fyri at fremja politiskt afturhald. Soleiðis verður religión misbrúkt serliga í diktat- urlondunur. Tað, sum er mest skak- andi er kortini, at summi, ið lesa Dagblaðið trúgva hesum skvaldrinum, sum svertar síðurnar á sneið- ritinum. Og soleiðis er vorðið við ellum tí, Dagblaðið >við- ger< — avskeplað og tag- að sundur, so heildin í hverjum einasta evni verður fjald fyri lesaran- um. Í staðin fyri at endur- geva tíðind úr til dømis útlondum, verður tilfarið frá tíðindastovunum tolk- að soleiðis sum sneiðrit- inum hóvar best, andaliga og mentunarliga. Slíkt verður ofta kallað sitatfusk, ella sum tikið verður til: Tilfarið verður vidgjørt á sama hátt, sum tá hin grábeinti lesur Bíbliuna. Demi eru at finna í hverjum einasta Dagblað. Tað sakliga, tað objekt- iva, ið eigur at sermerkja tann, sum hevur átikið sær at upplýsa fólk, er vorðið til demagogiska propagandu av allar fúl- asta slag. Í staðin fyri at leiðbeina verður villleitt. Í staðin fyri = objektiva viðgerð verður miðvíst roynt at heilavaska lesaran. Lygnirnar verða so ofta endurtiknar, at sjálvt teir á Dagblaðnum trúgva tí, teir sjálvir skriva. Og hver er so sitatfusk- arin? Demagogurin? Slóð- brótari afturhaldsins? Jú, hann sum lesur Bíbliuna sum hin hyrnti. Ja — rætt er gitt — Oli Breckmann — sami maðurin, eg så daga fram í danska sjón- varpinum herfyri. Nú heldur sami Óli Breckmann kanska, at tað er ikki uppgávan hjá »donskum« føroyingi at sneyta i føroyskum viður- skiftum. Um hetta fari eg at halda, at ein føroyskur politikari, sum rymir úr Hoydølum undir eksamiu fyri at atkveða fyri donsku fíggjarlógini hev- ur eina átalu uppibornað. Sum danskur skatta- borgari fari eg eisini at mótmæla, at eg eri noydd- ur til at undirhalda ó- hugnaligum afturhalds- politikarum — soleiðis eisini danska ríkisborgar- anum Ola Breckmann. Tórshavn, 18. juli 1984 William Smith Bachsvej 134 7500 Holstebro