týsdagur 24. juli 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 85 — 24. juli 1984
Um at velja rætt
harra løgma6ur
Tá løgmadur so skemtiliga
býður mær góðan morgun
í grein síni >Góðan morg-
un SVERRE MIDJORD«
i Dimmalætting tann 14/7
1984 må sigast, at maður-
in er i góðum lag. Hver
hevði ikki verið tað, um
ein, sum hesin samfelags-
revsarin í fleiri ár, hann
við teimum lettu loysnun-
um uppá allar samfelags-
trupulleikar og nú við fýra
ár á baki sum leiðari av
verandi samgongu, alt
meðan hann í skriving og
talu roynir at verja eitt
doyggjandi borgarligt
fyribrigdi, og sjálvt um
hann proforma hevur lagt
privata virksemi sítt nið-.
ur, meðan hann situr sum
løgmadur — so kann hann
frøast, ti meðan tað polit-
iska samstarvid, tad so-
kallaða borgarliga alter-
nativið, rekur fyri våg og
vind, ikki so frægt sum
sjálvstýrarin er settur til,
so blomstrar hansara
privata virki, sum ongan-
tíð fyrr; jú Pauli Ellefsen
legmaður kann vera í
góðum hýri.
Meðan verandi løgmad-
ur ferð eftir ferð segði við
fyrra legmannin Atla
Dam, legði honum ráð,
hvussu einfalt alt var at
loysa, tað var bara at
brúka eitt frímerki, eitt
bræv var nokk, so hevur
verandi løgmadur i veru-
leikanum ikki broytt
steðu hesum viðvíkjandi.
Tað er bara tað, at meðan
vanlig fólk senda brevini
við postinum, so ger Pauli
ikki tað, hann ferðast og
tekur so brevini við, hetta
helst tí at postverkið er
yvirtikið. Tað er føroyskt.
Ferðakontoin verður so
ferðing og frímerki.
Legmaður leggur meg
undir at hava lagt hann
undir at favorisera sína
egnu familju, síni egnu.
Her, sum so mangan,
fer Pauli Ellefsen lætt um
sannleikan. Eg havi víst
til, hvat formaður sjálv-
stýrisfloksins Hilmar
Kass hevur fert fram
alment, bæði í útvarpi og í
blødunum, og lat meg
skoyta uppi, at somu
samgongumenn siga, at
botnurin ikki er náddur
enn. At tað er tín egna
slekt, má standa fyri
FØROYA LOGMAN'S
egnu rokning.
Somuleiðis biður løg-
maður meg spyrja teir
ymisku stovnar, um
tíðindablaðið
hverji arbeiðsskapandi til-
tek eru framd av verandi
samgongu. Tað fari eg at
gera, og kunnu teir so
upplýsa mær >Hverjir eru
ráðgevandi< >Hverjir eru
grannskoðarar< so hevur
tað týdning.
Serliga, tá ein er vitandi
um, at eingi skipaloyvi
skuldu viðgerast áðrenn í
august, men heldur ikki
her helt, tí afturkomin av
Romferð verður málið um
trolara til Vestmanna
samtykt. Ein stuðul uppá
30 milliónir, og hetta með-
an sjálvur figgjarmålaråd-
harrin Thorbjern Poulsen
er burturstaddur.
Hver man vera ráðgev-
andi hjá hesari fyriteku?
Tí, er tað veruliga so,
sum Hilmar Kass sigur,
so er tað ikki spurningur
um skynsaman politik.
Tað ræður um at hava tey
rettu forbindilsini.
Jú, sannast má, at ein
má vera skjótur á fótuum,
um ein skal náa hesum
jassum til økla.
Er hetta liberalur borg-
arligur politikkur, harra
løgmadur?
Sverre Midjord
Herferð Fjurtanda
móti javnaðarflokkinum
ferð
uppliva tingmenn, hvussu
tjóðveldisfloksins tinglim-
Tað er ein login herferð, ið
Fjúrtandi September rek-
ur og hevur rikið ímóti
javnaðarflokkinum?
Endamálið er at skaða
javnaðarflokkin og vápn-
ini eru í besta Dagblaðs-
stili.
Hetta er løgid, ti van-
liga plaga andstøduflokk-
ar at lata. hvønnannan
hava frið. Heldur royna
teir at stríðast ímóti eini
landsskaðiligari sam-
gongu.
Men soleiðis er ikki við
tjóðveldisflokkinum. Hó-
ast javnaðarflokkurin á
tingi oll hesi fýra ár hevur
verið loyalur, so hevur
tjóðveldisflokkurin havt
trupulleikar vid sínum
loyaliteti. Øll hesi fýra år
hevur tjóðveldisflokkurin
verið eyðkendur av mor-
alskum tvidråtti millum
sin gamla kærleika til
fólkaflokkin og ti loyali-
teti, sum andstøduflokkar
vanliga sýna hverjum eðr-
um.
Ferð aftan á ferð hava
okkara tingmenn uppliv-
að, at hevur tjóðveldis-
flokkurin havt valið ímill-
um at styðja javnaðar-
flokkin ella fólkaflokkin,
so hevur hann valt fólka-
flokkin. Ferð eftir
ir krúpa fyri Jógvan
Sundstein, samstundis
sum teir royna at vissa
seg sjálvar og onnur um,
at fólkaflokkinum bagir
einki — tað er bara Óli! At
alt er eitt feitt í ti
flokkinum antin vilja teir
ikki, ella duga teir ikki at
skilja.
Nú verður so val og
tjóðveldisflokkurin fyri-
reikar seg til at fara undir
dýnuna aftur við fólka-
flokkinum, ti verður nú
sneytað og grópað í okk-
ara innanfloksviðurskift-
um í vón um, at hetta skal
skaða javnaðarflokkin.
Onkur i tjóðveldisflokk-
inum mátti hildið flokkin
verið ov góðan til tað
sneytara- og slatursvirk-
semi, sum Fjúrtandi verð-
ur fyltur við tvær ferðir
um vikuna.
Til samanbertingar
kunnu vit minna á, at fyri
bert seks árum síðan ferð-
aðist formaður tjóðveldis-
floksins bygd úr bygd á
valfundir eins og onnur
valevni. Aftan á honum
gingu tveir tjóðveldis-
menn, ein prestur og ein
lærari í Hoydelum og
drógu alt klandrið og inn-
anhýsisóruddið í Tjóð-
veldisflokkinum upp á
reðarapallarnar. Ja, teir
gingu so vítt sum til at
eyknevna tann gamla
heiðursmannin Erlend fyri
Hitler og Stalin.
Hvussu tók Sosialurin
alt hetta?
Jú, han gjørdi tað ein-
asta rætta, hann lat tjóð-
veldisflokkin hava frið
Innanhysistrupulleikar,
teir veri seg størir ella
smáir, eru altid til bága
fyri tað politiska arbeiðið,
sum hjá andsteðuni
frammanundan er nóg
tungt. Ti er gamal siður,
at andsteðuflokkar íkki
nýta høvid at bíta aðrar
andsteðuflokkar í bak
Men hetta krevur eitt
minstamark av politiskari
sømiligheit og hesum
minstamarki rekkur tjóð-
veldisflokkurin ikki, sum
er, til tess er skyld-
skapurin við fólkaflokkin
ov nær, og kærleikin til
henda sama flokk ov
heitur og ov gamal.
Og gamal kærleiki rust-
ar sum kunnugt ikki!
KORK-SERFRØDINGURIN
LANDSINS STØRSTA URVAL AV KORKI
Nyt høvi nå medan prisirnir
eru i botni og ådrenn utselt verdur
1. KORK hobby, 3 mm fyrr 52- NÚ 39.- Bert 66 m?
2. KORK 6,3 mm, 1. floks fyrr 98- Þú 79.7 Bert 490 m?
3. KORK s mm, takkviðgj. 3 ferðir Fyrr 148. — NU 98.- útselt
4. KORK Þ.c. nr. 311, 2. floks fyrr210- nú 98.- Utset
5. KORK >..c. nr. 325 2. floks Fyrr 248. — NU 98.- Bert 75 m?
6. KORK P.V.C. nr. 322 við smáfeili Fyrr 298. NÚ 1 29.- Bert 71 m?
7. KORK pr.v.c. nr. 32 vid smáfeili Fyrr 248- — NU 1 29.- Bert 73 m?
8. KORK P.V.C. nr. 325 við smáfeili Fyrr 248. — NÚ 1 29.- Bert 53 m?
IDÉ
MØBLAR
Y/BIRGIR ANDREASEN
UPPI á HÅLSI-TLF.14680
-—
ger pet
Se
TORSHAVN