mikudagur 25. september 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 183 - 25. september 2002
Nr. 183 - 25. september 2002
25
ÍBÚÐ ELLA KAMAR
ynskist í Havn, vegna nýtt starv í
Havn, royki og drekki ikki.
Tlf: 221222
VERILSI TIL LEIGU
Gott og stórt verilsi á Argjum til
leigu. Egin inngongd við wc og bað.
1 mánað depositum krevst
Tlf. 317362
GOYMSLURÚM TIL LEIGU
Gott og stórt goymslurúm til leigu á
Argjum.
Tlf. 317362
HEYSTFERIA Í
KEYPMANNAHAVN
Hús til leigu frá 11.10. til 20.10.02
(liggja bert 10 minuttir frá
Keypmannahavn, tok og bussar
beint í nánd)
tlf.: 0045 51502339
GENTA/KVINNA
av bygd, ið arbeiðir/lesur í Havn,
kann fáa kamar við bað.
Tlf. 316219
HÚS TIL LEIGU
Stór møblerað hús til leigu.
Tlf. 313339 eftir kl. 21.00
KAMAR YNSKIST
til leigu í Tórshavn.
Tlf. 332309
ÍBÚÐ YNSKIST
Ìbúð í Runavíkar umráðnum ynskist
til leigu skjótast gjørligt. Ynskiligt er
at íbúðin hevur 2 kømur, stovu, køk,
wc v/ bað. Fara væl um og gjalda
góða leigu til tíðina. Vinarlig set
tygum í samband við
Tlf. 443399/ 211020
TIL LEIGU/SØLU
Hús til leigu/sølu í Fuglafirði.
Tlf. 444619
ÍBÚÐ Í TÓRSHAVN YNSKIST
Vit eru eitt ungt par, sum leitar eftir
einari íbúð í Tórshavn. Vit fara væl
um, eru friðarlig og gjalda til tíðina.
Tlf. 223181
ÍBÚÐ YNSKIST
Søkt verður eftir íbúð í Havn. Eri
friðalig, royki og drekki ikki. Fari
væl um.
Tlf. 252174
KAMAR TIL LEIGU
í Vesturbýnum við atgongd til køk,
bað og vaskimaskinu.
Tlf. 221158 ella 313799
ÍBÚÐ Í KEYPMANNAHAVN
TIL SØLU
1 verilsis íbúð í Husum til sølu. Gott
buss- og toksamband. 20 minuttir
til miðbýðin. Íbúðin er partvís
møblerað, nýístangjørd og klár at
flyta inn í. Prísur Kr. 400.000,00
Tel: 224524 ella 421180
FASTLØNT KVINNA
við 10 ára gomlum soni søkir íbúð í
Tórshavnar økinum. Latið max
4.500,- við ljós og hita um mðr.
Tlf. 211981, Guðrið
ERT TÚ EIN
ið javnan er í Havn í
arbeiðsørindum ella
gjøgnumreisandi, ikki fastbúgvandi,
so havi eg eitt kamar við bað.
Tlf. 316219
TIL LEIGU
Rúmlig hús í miðbýnum í Havn til
leigu, barnavinarligt umhvørvi,
urtagarður, góðir
parkeringsmøguleikar.
Nærri uppl. á tel. 224553 /
319005
HANDILSHØLI/KIOSK
í Vági bíliga til leigu.
Tlf. 374046
ÍBÚÐ YNSKIST
Íbúð í Tórshavn ynskist. Vit eru eitt
par 22 og 24 ár. Vit eru friðarlig og
gjalda til tíðina.
Tlf. 262173 ella 424721
FERÐIST Í ELDUVÍK
Hús til leigu fyri styttri tíðarskeið.
Tlf. 315638 ella 257383 eftir
arbeiðstíð
FERÐIST Í NÓLSOY
Hús til leigu fyri styttri tíðarskeið.
Tlf. 317691 ella 257383 eftir
arbeiðstíð
ÍBÚÐ SØKIST
Eitt par við 2 børnum søkir íbúð í
Havn. Má hava tvey kømur. Fara
væl um gjalda til tíðina.
Tlf. 320624
ÍBÚÐ Í HAVN TIL LEIGU
Íbúð í eysturbýnum til leigu. Íbúðin
er í tveimum hæddum, støddin er
um 80 fermetrar. Íbúðin er í einum
rekkjuhúsum í fýra hæddum, við
felags inngongd. Talan er um tvær
tær ovastu hæddirnar. Á niðaru
hæddini er stova og køkur í einum
og eitt baðiverilsi. (Alt ný
ístandsett). Á ovaru hæddini er eitt
stórt rúm (kamar).
Bill.mrk. 1424-4
SKRIVSTOVUHØLI
til leigu í miðbýnum 283 fermetrar.
Bill.mrk. 1318-2
KAMAR SØKIST
maður í 30´unum søkir kamar í
Havn.
Tlf. 321646-261646-319020
Dansur
KOM OG DANSA FYRI UNG
søkir eftir einum persóni, sum kann
leggja teimum ungu lag á at dansa
hip hop, breakdans o.a. í Platform
eina ferð um mánaðin.
Tlf. 210870 Sólrun, 261165
Tone, 260334 Lise
Dýr
KETTLINGAR
Tríggir sera fittir kettlingar fáast við
at koma eftir teimum.
Tlf. 311825 - 211825
TIL SØLU
Kaninir og marsvín til sølu fyri 50
kr. stk.
Tlf. 448416
S.O.S.
Hjálp okkum áðrenn vit vera
avlívaðir. Vit eru 3 fittir kettlingar,
sum eru av angoraslagi. Ein ketta
og tveir frensar.
Tlf. 260101
HESTUR
Íslendskur hestur 16 ára gamal, til
sølu.
Tlf. 212706
HUNDAHVØLPUR
Er tað ein djóravinur, sum kundi
hugsa sær eina sera fitta
hundahvølpatík, so hava vit hana til
tín. Hon er 9 vikur gomul og er ljóst
brún og hvít. Mamman er av lítlum
slag og er sera
góðslig/barnavinarlig.
Tlf. 314920 ella 283920
EIN PENUR
2 mánaða gamal hundahvølpur,
mamman labrador, fæst við at
avheinta hann.
Tlf. 265937
AKVARIUM
160 l. akvarium við ljósarmatur
bíliga til sølu.
Tlf. 316226
STORT HUNDEHUS TIL SALG
Stort, solidt bygget hundehus
sælges for ca. 2.000,- Kan også
bruges som hønsehus. Har du
interesse, så ring til
tlf. 216660
VEGNA SERLIGAR
UMSTØÐUR
kann ein 14 mðr. gamal hundur,
hálvur seyðahundur/labrador,
svartur, sera kerligur fáast. Bert til
djóravinir.
Tlf. 317912
ZEBRAFINKUR TIL SØLU
Tvær honir av slagnum Zebrafinkur,
eitt nýtt stórt búr við reiggju, spegl,
baðikar, sandur og matur fylgja við,
til sølu fyri 750 kr.
Tlf. 310702
TIL SØLU
Árs gamalt føroyskt heystfyl til sølu,
fyri 5000 kr
Tlf. 421600, 254611 ella 211600
Fundir
AÐALFUNDUR
Tofta Kvinnufelag hevur aðalfund
mikudagin 9. okt. kl. 20.00. Skrá
samb. lógini.
Tofta Kvinnufelag
PENSIONISTAFELAGIÐ Í
HAVN
kemur saman mikukvøldið 25.9. kl.
19.00 í Losjuni, Tinghúsvegur 18, til
hugna við lutaseðlum.
Nevndin
Húsarhaldstól
TIL SØLU
Ein Gorenje vaskimaskina til sølu
fyri 1.500 kr.
Tlf. 255492 ella 222941
LÍTIL FRYSTIBOKS
ella skáp ynskist til keyps.
Tlf. 259047 í Suðuroy
YNSKIST TIL KEYPS
Vaskimaskina ynskist til keyps, max
1.000 kr.
Tlf. 250103
ONGANTÍÐ BRÚKT
ruskstativ úr jarni til sølu fyri 900,-
kr. Nýprísur 1400 kr.
Tlf. 310153 eftir kl. 19.00
ZANUSSI VASKIMASKINA
F1006, hon er brúkt í ein mánað, til
sølu fyri 3.500 kr.
Tlf. 222508 ella 447893
Innbúgv
TIL SØLU
Rulligardinur, 140x160, til sølu
vegna feilkeyp fyri 200 kr.
Tlf. 316016 - 255279
TIL SØLU VEGNA FLYTING
Boxmadrass 120 x 200 cm. 2.000,-
(nýprísur 4.000,-). Keypmansdiskur
b. 1.32 cm. h. 84, d. 40 1.000,-
Ring 265962 eftir kl. 18.00
VEGNA FLYTING
er innbúgv til sølu.
Tlf. 211848 eftir kl. 19.00
TIL SØLU
Klædnaskáp bíliga til sølu.
Tlf. 221413
SOFABORÐ
1/2 ára gamalt kakla sofaborð til
sølu fyri 800 kr.
Tlf. 313601
DUPULTSONG TIL SØLU
Dupultsong 150 x 210 cm. í teak,
við botni + 2 springmadrassur og 2
náttborð til sølu fyri 1.000,-
Tlf. 315393
YMIST TIL SØLU
Sjónvarpsborð við hillum, hurð og
fløguhaldara úr massivari furu til
sølu fyri 1.200,- Nýprísur 2.500.
Hevur pláss fyri video, stereo,
fløgum og videobondum. Ein
karrygul sofa 2 1/2 pers. til sølu fyri
kr. 500,-
Tlf. 251197
TIL SØLU
Sovibriks við madrassu og 2
skuffum undir, kr. 200,-
Koyggjusong við madrassum, stiga
og pyntigardinum kr. 600,-
Tlf. 441804 ella 211804
ANTIK SOFA
umleið ár 1890 úr Mettustovu,
klødd við reyðum plúss, selist um
hóskandi boð fæst.
Tlf. 255683 millum kl. 18-20
KISTUSOFA ÚR EIK
frá uml. 1930. Lítil mahogny
kommoda og trý lítil mahogny
lampuborð frá uml. 1940.
Tlf. 310480
SPÍSISTOVUBORÐ
Brúkt, sera sterkt spísistovuborð við
2 plátum og 6 polstraðum stólum
til sølu.
Tlf. 361004
BRÚKT INNBÚGV
Skrivaraborð, 300 kr. stk. Stórt runt,
hvítt køksborð, 600 kr. Skáp, L=175,
B=96, D=50,5, 600 kr.
Tlf. 260334
Leikur
ACTION MENN
Um tit hava nakrar Action menn
ella Action menn ting, sum tit vilja
sleppa av við, eri eg áhugaður
keypari.
John, 443045
RULLUSKOYTIR
Rulluskoytir str. 35, lítið brúktar til
sølu fyri 85 kr.
Tel. 311443
Lutaseðlar
FRÁ KÍF
Hesi nummør vunnu í dráttinum
08.09.02.:
1) 1414, 2) 0033, 3) 1949, 4) 1745,
5) 0335, 6) 0829, 7) 0594, 8) 0727,
9) 0062.
Takk fyri stuðulin!
KÍF, tlf. 421568
Matur
KONFIRMATIÓNSSKÓGVAR
std. 39, bíliga til sølu.
Tlf. 448173 - 218173, e. kl. 18
GJÁARSEYÐUR
til sølu, bæði livandi ella krov úr
Liðahaganum við Gjógv. Bílegging á
tlf. 423135
Pløgg
KAVADRAKT
Spildurnýggj kavadrakt (Ticket to
heaven), myrkablá, std. 3 ár til sølu
fyri 800 kr. (nýprísur 1000 kr).
Tlf. 317610
KONFIRMATIÓNSKJÓLI
Sera vakur konfirmatiónskjóli, std.
38, og skógvar, std. 37, til sølu.
Tlf. 228563, e. kl. 16
TIL SØLU
Ein Lilly konfirmatiónskjóli við sjalli
st. 36, og einar sandalir st. 40 til
sølu. Einaferð brúkt. Nýprísur:
2500,- Nú: 1200
Tlf 316155 (210556)
KONFIRMATIÓNSKJÓLI
str. 36 og stuttur jakki str. 38 til sølu
fyri 1.000 kr.
Tlf. 372135
KONFIRMATIÓNSKJÓLI
Lilly model str. 38 til sølu fyri 500,-
Nýprísur 700,-
Tlf. 226688
SÆLGES
Smoking til større dreng eller
mindre mand, str. 100 C2, sælges
for 800 kr. Er kun brugt en gang.
Sort. Ring 320202, el. mail.
tc@kallnet.fo
Tlf. 320202
KLÆÐIR TIL SØLU
Ein rúgva av klæðum std. 46/48 og
50/52 til sølu. Klæðini eru sera
vælhildin.
Tlf. 257983 ella 322567
LEÐURJAKKI
Ein lítið brúktur svartur leðurjakki til
sølu fyri 800 kr. (Nýprísur 1400 kr.)
Tlf. 261196
KONFIRMATIÓNSKJÓLI
Sera vakur Lilly konfirmatiónskjóli,
toppur, niðurdeilur longd 110 cm.
og jakki str. 38-40 til sølu fyri 900
kr. Bert brúkt eina ferð.
Tlf. 441502
BRÚÐARKJÓLI TIL SØLU
Sera vakur ráhvítur brúðarkjóli
bíliga til sølu.
Tlf. 264909 ella 0045 21827606
KONFIRMATIÓNSKJÓLI
Lilly-konfirmatiónskjóli og jakki við
hettu, str. 36, til sølu fyri 700 kr.
Tlf. 313607 ella 250202
TIL SØLU
Lítið, ullint, bundið sjal til sølu fyri
225 kr.
Tlf. 260334
Samband
SAMBAND YNSKIST
Maður í fjørutunum, drekkur og
roykir ikki. Ynskir at koma í
samband við kvinnu í hóskandi
aldri. 100% tagnarskylda.
Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn.
Bill.mrk. 1427/4
Sjavs
SJAVSKAPPING
verður í Felagslonini fríggjakvøldið
27. sept. kl. 19.00.
Eldrafelagið Borgin
Súkklur
TELDA TIL SØLU!
Telda frá mai 2000 til sølu.
Prísuppskot 8000,- kr.
Tlf. 332737
DBS DREINGJASÚKKLA
Ein 2 1/2 ára gomul DBS 20"
dreingjasúkkla til sølu, 5 gear, 500
kr.
Tlf. 447634
SUZUKI GS 450 SX
motorsúkkla til sølu.
Tlf. 455905
NÝGGJUR
svartur hjálmur til skutara ella
motorsúkklu til sølu fyri 500 kr.
Tlf. 266753
MOTORSÚKKLA
Suzuki GSX 750 R, árg. 1993, 118
hk til sølu.
Tlf. 250345
TRÝHJÓLAÐ SÚKKLA
Tann reyða við lítlari last til sølu fyri
kr. 250,-
Tlf. 251197
MOTORSÚKKLA TIL SØLU
Yamaha FZ 750, árg. 91, í sera
góðum standi, til sølu.
Tlf. 455291 ella 215291
TIL SØLU
Brúkt damu/gentusúkkla við fimm
gearum, í góðum standi, til sølu.
Tlf. 260334
Teldur
TELDA TIL SØLU
ASUS Geforce 3. 64mb. tv ut/inn.
V/3d brillum!, Plextor cd brennari
8/4/32, SB. LIVE value vid 4 SB
hátalarum og subwoffer til
surround sound, 17" skermur, 512
mb RAM, 40 Gb Ibm Hd, 1000 Mhz
Athlon, 10/100 bit netkort, 56 k/bit
modem, Optisk mús, multifunktion
knappaborð. Win xp, spøl og prog.
Prísur: 7.900-
Ring 311603
TIL SØLU
Góð telda við øllum tilhoyri. Lítið
brúkt.
Tlf. 316016 ella 255279
ER TAÐ NAKAR
ið kann selja mær nøkur Nintendo
64 spøl. Ikki Mission Impossible,
Super Mario, Pokemon og Super
Star Soccer 98. Spølini skulu helst
vera so bílig sum gjørligt.
Tlf. 449066, Uni eftir kl. 17.00
14" TELDUSKERMUR
til sølu fyri 500 kr.
Tlf. 266753
NINTENDO
8-bit við 11 spølum og 2 joystikk til
sølu fyri 550 kr.
Tlf. 311346
TIL SØLU
Packard Bell telda – Pentium 166
mhz – 16 MB Ram, 2.1 GB við 4
hátalarum + 1 subwoofari, printari
og mús. Við fært tú eisini eitt 2 ára
gamalt nýmótans skriviborð og ein
kontórstól. Til sølu fyri 4.900 krónur.
Teldan er annars í sera góðum
standi.
Tlf. 311346
TIL SØLU
Ein Fujitsu Siemens telda, 600mhz,
256mb ram, 32bit grafikkort, 20gb
harddisk, 17" skerm, litprintari.
5500 kr.
Ring á tlf 220405
TELDA TIL SØLU
AMD 1700XP, 256MB DDRAM,
Geforce 3 Ti200 64MB, 20BG
harddisk, 17" Telduskermur 1268 x
1024 dpi. Modem, tastatur & mús -
6 mðr. gomul - kr. 12.000,-
Tróndur Skaalum tlf.: 224018
FARTELDA TIL SØLU
Toshiba Satelite 1700-500, 700
MHZ, 128 MB Ram, 10 GB HD, TFT
skermur, DVD-drev. 1 ára gomul,
8.000,- kr.
Tlf. 441363
BÍLIG TELDA
Telda við brennara, printara og
skannara og mongum øðrum fyri
4.000,- kr.
Tlf. 224998 eftir kl. 16
TELDA TIL SØLU
AMD 450 K6-2, 396 SD RAM,
Geeforce 4 64 RAM, (grafik kort),
Sound Blaster Live 5,1, 4 stk
hátalarar við Woffer, 14" Skermur, 4
X Brennara (góður), 40 X CD - Rom,
13,6 GB hardisk (7200 umr), 6,4 GB
hardisk (5200 umr), Cannon BJC
250 Litprintari, Microsoft Tastatur &
Skroll Mús, U.S. Robotic modem
56K Extern, 10 / 100 Netkort. Win
98 ella Win XP fylgir við og spøl og
annað. Verður seld fyri 7.500,-
Tlf . 262480
TIL SØLU
Pentium 4, 2.0 GHz, 120 GB Hard
disk, DVD, brennari, net-kort, 128
grafik-kort 64, 512 DDR-Ram og
mangt annað. Til sølu fyri 14.000 kr.
Tlf. 424257
Tónleikur
ER TAÐ NAKAR
sum hevur eitt brúkt klaver at selja
okkum. Vinarliga ringið
tlf. 316008
TIL SØLU
Barnaguittari til sølu.
Tlf. 310677
HOLFI
Intigera forsterkari - kr. 19.999. CD
x Aurus - kr. 22.000. www.holfi.dk -
Nú kr. 27.000
Tlf. 004586602494
Út- & Sjónvarp
TIL SØLU
Sjónvarp (Samsung) við skaða til
sølu fyri 550 kr. (Skaðin liggur í, at
man bara kann hyggja við einum
scartkápuli, hyggur man við einum
vanligum kápuli kavar tað eitt
sindur, annars fært tú eitt
scartkápul við).
Tlf. 311346
SATELIT MÓTTAKARI
Force duomaster 1030 S
satelitmóttakari, digitalur og
analogur, við korti, til sølu. Nýprísur:
kr. 5.500,-
Tlf. 217876 ella 457876
TIL SØLU
Parabolskál 99 cm. til sølu.
Tlf. 310677
Ymiskt
EIGIR NAKAR EINA
uppvørpu (overheader) at selja
okkum?
Tlf. 373977 - 224236
TIL GRØNLANDS 2003
14 dagar í juni við »Søkongen« til
tey gomlu føroysku útróðrarplássini.
1- og 2-manskømur. Pláss fyri 10
ferðafólkum. Ring um áhugi er. Tlf.
254752, weymyr@post.olivant.fo
www.weyhe.biz
SAMSUNG SGH-T100
Flottasta fartelefonin á
marknaðinum. 2 skermar - ein LCD
litskerm við 4096 litum.
Polyfoniskar ringitónar, WAP, spøl,
kalendara og nógv annað. Bert 2
mðr. og við fylgir nógv eykaútgerð.
Til sølu fyri 3.800 kr. Nýprísur 5.000
kr.
ring 0045 51900522
FERÐAST SAMAN
Skalt tú til Danmarkar í oktober? Eg
skal flúgva 4. okt. og heim aftur hin
20. okt. Hevur hetta áhuga, kanst
tú ringja:
tlf. 447318
TIL SØLU
Eitt lítið brúkt samsung hi-8 VP-A50
PAL upptøkutól til sølu. Taska, eyka
battarí og fjarstýring fylgja við.Til
sølu fyri einans 800 kr.
Tlf. 310962 ella 210962
FARTELEFON TIL SØLU
Ein hálvonnur mánaðar gomul
"Sony Ericsson T68i" við myndatóli,
til sølu fyri 5000,- ella til
hægstbjóðandi.
Tlf. 223183
ARGJAVEITSLAN
verður í Róðrarneystinum á Argjum
leygarkvøldið 26. oktober 2002 kl.
19.00. Kostnaður kr. 250,-.
Møguleiki er at tekna seg til
veitsluna hjá:
Tórálvi Stenberg, tlf 317453/228840
Bjørg Danielsen, tlf. 314345 –
C
M
Y
K
25
24
sannleikin, sum er. Nær
vakna tit? Tað liggja so
mong haldgóð prógv á
borðinum fyri, at Føroyar
eru eitt diktatur stýrið,
praktisera av dønum, men
einki tit síggja. Vilja ikki
síggja slíkt. Tora ikki at
síggja slíkt. Síggja einki.
Tora ei at síggja nakað sum
helst, hóast skriftin sigur, at
hini ræddu eiga lut sín í
eldsjónum. Halda tit skrift-
irnar tala fáfongd? Hóast
rópt verður: Hallelujah,
amen, Guði veri lov, takk
Jesus, Abba, lisið verður
Jóh. 3:16 við tárum, so
kunnu tit risikera at hoyra
Guð ein dag siga við
tykkum: Farið frá mær, eg
kenni tykkum ikki. Takið
tykkum tó saman, áðrenn
ov seint er.
Annars er at nevna ein
ting, sum er sera vert at
leggja merkis til. Ein sera
høgur,
andaligur
faðir
innan demokratisku skip-
anina, var upphavsmaður til
pædagogisku
skipanina,
soleiðis sum vit kenna hana
í dag. Haldi at hann
kallaðist fyri Freud e.l..
Pædagogarnir hava sent sítt
evangelium út har teir siga:
Latið hini smáu børnini
koma til okkara. ì dag hava
teir flest børn undir sínum
veingjum. Barnagarðarnir
floymdu inn yvir landið og
sproytaðu sína eiturgift í
børn okkara. Og alt hettar
lortið floymdi inn yvir
Føroya land frá Danmark
av. Men kristiligi Jesus
segði fyrr hesi orðini: Latið
smábørnini koma til mín,
forðið teimum tað ikki, tí at
ríkið Guðs hoyrir slíkum
til. Hvussu mong fekk hann
so? 1% ella 2%? Eg meini
so við, at kristindómurin í
dag fyritrekkjur demo-
kratiið/diktaturið fram um
hin sanna kristindómin,
men hvat vil tað so siga at
verða ein kristin? Jú, tað er
at gerast lærusveinur Krist-
usar, men ikki hjá Sigmund
Freud ella hvussu nú hann
eitur ella æt! - Tit eru bara
villleidd, eingin ivi um tað!
Og Fólkakirkjan? Hon er
donsk sambært donsku
grundlógina, sum tó ikki er
galdandi sum grundlóg fyri
Føroyar.
Harvið
kann
fólkakirkjan heldur ikki
vera føroysk, hóast Petur og
onnur blíva við at siga slíkt.
Og er Fólkakirkjan so
himmalsk?
Ikki
eftir
mínum tykki. Kann staturin
vera yvir kirkjuni sambært
skriftini? Nei! Men hví
blíva fólk so við at stuðla
slíkum ósannindum? Er
samfelagið í Føroyum ikki
komið hartil, hvar skriftin
passar uppá ein prikk? »Tí
sendir Guð teimum sterka
villing,
so
tey
trúgva
lygnini? - fff« ( Lesið:
2.Tess. 2 : 6 - 12 )
Eg haldi tað ið hvussu er.
Men eingin sleppur óstraff-
aður frá at siga sannleika
og gera tað, ið rætt er.
Uppliva tit ikki hettar, so
býr sannleikin ikki í tykk-
um. Skilji hann hettar, ið
skilja tað vil! Hettar er bert
nakað, sum er vanligur
gerandiskostur hjá mær.
Men skuldi eg lýst støð-
una í dag, so sum hon er í
Føroyum í dag, so er hon
næstan ein spegilsmynd av
Esaiasar vitnisburði kap.
59. Lesið alt kapitlið!
Sannleikin er horvin, og
tann, ið helt seg frá illum,
var til rán. - Hetta sá
Harrin, og tað mislíkaði
Honum, at eingin rættur
var!
Setanarrøða á mynt-
og telefonkort-
savnarastevnuna í
Norðurlandahúsinum
Annita á
Fríðriksmørk
Góðan dagin og takk fyri
áheitanina, um at lata meg
seta hesa so forvitnisligu
stevnu. Á stevnuni verður
høvi hjá tykkum mynt- og
telefonkortsamlarum at saml-
ast og skifta orð um áhuga-
mál tykkara. Eisini verður
høvi at fáa virðismett tað, tit
hava goymt ella samla. Og
annars at lurta eftir áhuga-
verdum
fyrilestrum
um
evnið.
At samla uppá myntir ella
telefonkort, hevur ikki bara
týdning fyri tykkum, sum
samla. Tað hevur eisini ein
søguligan samfelagstýdning.
Fert tú inn á eitt forn-
minnissavn her í Hoyvík ella
aðrastaðni í verðini, so finnur
tú sum oftast eitt pláss við
myntum. Hví tað? Tí hesir
vísa, hvussu gongdin hevur
verið fyri hetta so specifikka
økið. Og myntir - ella pengar
- er nú heldur ikki, hvat sum
helst í tilveru okkara í dag, og
er ikki nakað nýtt fyribrigdi
heldur.
Men hvat vísa so hesir
myntir? Teir vísa oftast eina
mynd av einum kongi ella
einum statsleiðara, sum hevur
týdning í samfelagnum fyri
júst tað tíðarskeiðið, tá mynt-
urin varð gjørdur. Og longri
vit fara aftur í tíðina, jú færri
myntir vóru av hvørjum slagi,
Og jú færri myntir verða
gjørdir av slagnum, tess
sjáldsamari, og tess størri
virðið.
útmynting ístaðin fyri
býtishandil
Hugskotið við at útmynta, tað
at gera myntir, var at lætta um
í handli. Áðrenn var býtis-
handil galdandi, hetta at tú
t.d. býtti eitt klædnaplagg um
við fisk.
Hvussu langt síðani hetta
við myntum byrjaði er ilt at
siga nágreiniliga, men útvið
fyri 3000 árum síðani vóru
myntir nýttir í lítla Asiu.
gyllin — ein myntur síðani
eitt hugtak
Í Føroyum fóru vit at nýta
gyllin seint í miðøldini, talan
var tá um ein gyltan mynt -ein
gullmynt. Seinni bleiv hesin
gyllin til ein fiktivan mynt,
eitt hugtak, sum vit handlaðu
við, tó uttan reiðan gyllin.
Hugtakið gyllin og myntin
gyllin kenna vit eisini frá
Hollandi, sum teir hava nýtt
har líka til nú, teir eru farnir
yvir til ECU.
Sum dømi um virði á gyllin
kann nevnast at fyri eitt gyllin
fekst t.d. eitt vág, sum svaraði
til 18 kilo av turrum fiski, og
fyri 10 gyllin fekst tú eina
tunnu av smøri.
inflatión fyrr og nú
Eitt fyribrigdi, sum hoyrir
pengaverðini til er »inflat-
ión". Og jú størri inflatiónin
er, tess meira minkar mynt-
eindin í virði. Tá ið vit tosa
um inflatión nú á døgum, so
er hetta vanliga orsakað av
høgum prísvøkstri á vørum
og tænastum. Men inflatión
er ikki nakað nýtt fyribrigdi
kortini. Haraldur Harðræði,
sum livdi frá 1047 til 1066,
var sum kongur í Noregi, tann
táverandi útmyntarin. Tað var
jú altíð kongur, sum útmynt-
aði. Og søgan sigur okkum, at
hann snýtti í sínari útmynt-
ing. Í staðin fyri at lata mynt-
irnar verða reint sylvur, sum
teir áttu, so fór hann at blanda
kopar í myntirnar, soleiðis at
hann fekk dubult so nógvar
myntir fyri tað sylvurið, sum
hann veruliga átti at fingið.
Hetta er so bara tann eina
søgan um inflatión av hesi
orsøk. Men inflatiónsøgir um
snýt, sum eru orsakað av
íblandan av øðrum metalli
enn tí, sum handilin gekk fyri
at verða, eru fongdar gjøg-
num alla miðøldina.
– Eg føli meg sum eitt 10
oyra millum tvey 5 oyru"
Støddin á myntinum ella
tyngdin á myntinum sigur
ikki longur nakað um tað
virðið, sum fæst fyri myntin.
Og onkur kennur kanska
søguna, um fyrrverandi ting-
formannin Finnboga Ísakson,
tá ið hann sum unglingi í
Klaksvík var til ein veljara-
fund, og av tilvild kom at sita
í millum tveir bulmiklar sam-
bandsmenn. Hetta hevur ver-
ið síðst í ´50-árunum, tá ið
10-oyruni vóru væl minni
enn 5 oyruni. Tá kom ein
maður framvið og spyr Finn-
boga, hvussu hann følir seg
millum tveir so kraftigar
sambandsmenn. Jú, svarar
Finnbogi kvikur í replikkini
sum vanligt. – Eg føli meg
sum eitt 10 oyra millum tvey
5 oyru"
handilsvirðið mótvegis
samlingsvirði
Eitt er hvat myntvirðið ella
handilsvirðið hevur at týða
fyri tað samtíð myntin livir í,
annað er hvat virðið í mynt-
samlarin leggur í myntina. Tá
er tað annað, sum spælir inn:
hetta, hvussu sjáldsamur er
mynturin. Eru tað fáir av
slagnum, jú størri virði hevur
hann, tí hann er so sjáld-
samur.
telefonkortini og
fartelefonirnar
Nú havi eg bara tosað um
myntir og tess søguligu atlit.
Annað sum hendan stevnan
eisini er karmur um er tele-
fonkortsamlarar.
Telefon-
kortini, hava fá ár á baki.
Komu til landið fyri einum 5-
10 árum síðani. Hvussu
leingi hesi verða á marknað-
inum er ilt at spáa um, men eg
kundi hugsa mær, at tey eru í
stórari kapping við fartele-
fonirnar. Telefonkortini eru
dømi um tað galoperandi
menning innan telesamskifti
bara hesi seinastu 10-12 árini
í mun til menningina innan
telesamskifti, sum hevur uml
125 ár á baki.
Eg veit ikki, hvussu søgu-
liga gongdin hevur verið á
hesum øki, men í Føroyum
var telefon ikki í hvørjum
heimi fyrr enn í 1970-unum,
tvs 100 ár aftaná, at hon varð
uppfunnin. Og síðani fingust
smartari og smartari telefonir,
tráðleysar vóru eisini her á
landi í 80 árunum, í 90 árun-
um komu so NMT fartele-
fonirnar og korttelefonir um
nøkulunda somu tíð. Síðani
gekk heilt stutt tíð, so varð
GSM-fartelefon ella kort-
fartelefon hvørt mans ogn,
fyri ikki at siga hvørt barns
ogn. Tá alsamt fleiri fáa sær
fartelefon, fari eg at ivist í,
hvussu leingi tað verður
relevant ella lønandi at hava
korttelefonir hangandi ymsa-
staðni í landinum.
Men fyri telefonkortsaml-
arar, skuldi áhugin fyri hes-
um bara gjørt so mikið størri,
tí seinni í tíðini verða tað
sostatt bara tey heilt fáu, sum
fara at liggja inni við hesum
søguliga tíðarskeiðið í tele-
samskiftissøguni. Og jú
færri, jú sjáldsamari.
At enda fari eg at ynskja
tykkum øllum eina gevandi
og spennandi stevnu. Og lýsi
hervið stevnuna fyri mynt og
telefonkortsamlarar at verða
setta.
Framhald av síðu 20
Jú færri, jú sjáldsamari
FERÐAST SAMAN
Skalt tú til Danmarkar í oktober? Eg
skal flúgva 4. okt. og heim aftur hin
20. okt. Hevur hetta áhuga, kanst
tú ringja:
tlf. 447318
MYNDATÓL TIL SØLU
1 1/2 ára gamalt Minolta Dynax
500si v/3500 xi blitzi, eini Tamron
28-300 mm. aspheriskari linsu og
einum óbrúktum stativi. Nýprísur
13.500 kr. til sølu fyri einans 8000
kr.
tlf. 260590
NOKIA TIL SØLU
Ein 8310 Nokia til sølu, billadari
fylgir við. Prísin kunnu vit tosa um.
Tlf. 265962 eftir kl. 18.00
HYGG HER!
2 sera vakrar gráar persiennur til
sølu 150 cm. br. x 54,5 cm. høg og
136 cm. br. x 135 cm. høg og
nakrar gardinstengur.
Ringið 322567 ella 257983
TIL SØLU
Panasonic bilanlegg til sølu fyri
2.950 kr. anleggið er 8 mðr. gamalt.
Tlf. 311346
FERÐAST SAMAN
Er tað nakar, ið vil ferðast saman til
Danmark úr Føroyum 10. okt. og
heim aftur 21. okt. Um tað skal
verða til Billund ella KBH kunnu vit
tosa um.
Tlf. 254708 ella aftaná kl. 17.00
315936
FARTELEFONIR
Ein Ericsson T65 og ein Nokia 5510
við MP3 avspælara, oyrasnigli og
programmum til teldu til sølu fyri
1200 kr. stk. Telefonirnar eru 5 og 4
mánaðir gamlar. Verða seldar
saman ella hvør sær.
Tlf. 224346
TIL SØLU
6 hondtøk fyri 90 kr stykkið.
Stráveggur fyri 800 kr. Og hurð fyri
800 kr. Eitt stálvask fyri 500 kr. Og
fløguspælari fyri 800 kr
Tlf. 265189 eftir kl. 15.00
EIN ÚTHURÐ
75 cm. x 2 m. vinstra hurð, ynskist
til keyps.
Tlf. 315771
AMALIA & FREDAG
PETERSEN
Tað eru liðin 80 ár 18. oktober
síðani Norðlýsið forlisti. Og tí ætla
vit at eftirkomarar hjá Fredag og
Amaliu skulu hittast 18. oktober.
Tekningarlisti er hjá Sólborg
tlf. 444679
YNSKIST
Hvít wc kumma í góðum standi
ynskist bíliga til keyps.
Tlf. 422203
EOS ZOOM-LINSA
Originalt Canon EOS zoom, EF 75-
300 mm f/4-5.6 USM til sølu fyri kr.
1995,-
Tlf. 318055 aftaná kl. 17.00
LUFTBYRSA
Sera kraftig Diana 52 við 4 x 32
kikara itl sølu fyri kr. 1995,-
(Aldursmark 18 ár).
Tlf. 318055 aftaná kl. 17.00
LAGUNA STÁLBESTIKK
Er tað nakar, ið hevur teskeiðir og
dessertskeiðir at selja mær? Havi
eisini áhuga í øðrum deilum
Ring 455818
TIL SØLU
Bil-equalizer av merkinum
Kenwood, óbrúktur, 1 1/2 ára
gamal, nýprísur 2500 kr. Til sølu fyri
1000 kr.
Ring á tlf 220405
YNSKIST
Er tað nakar, ið eigur eina bíliga
fartelefon, sum riggar væl, so ring á
tlf. 220405
ÚTHURÐ YNSKIST TIL KEYPS
Stødd: 195 x 80 cm. Eri at hitta
aftaná kl. 18.30.
Tlf. 373416 ella 258112
ER DER NOGEN
som rejser fra Kbh. til Færøerne
omkring 4. okt. og hjem igen
omkring 16. okt., så kan vi måske
rejse billigt sammen.
Tlf. 0045 51603996
EYDNUHJÓL
Ungmannafelagið Samljóð í Skopun
skipar fyri eydnuhjóli 2. og 3. nov.
Hervið verða lutir mótiknir við tøkk.
Samljóð
FERÐAST SAMAN?
Skalt tú til Keypmannahavnar í
tíðarskeiðinum 1. okt. til uml. 23.
okt. so lat okkum ferðast saman og
fáa ferðaseðilin fyri sámuligan prís.
Stuttligt um tú eisini skjótt blívur
omma!
Vinarliga ring tlf. 424089
NAKRAR EL-VIFTUR
bíliga til sølu. Vifturnar eru
vælegnaðar at hava í hjalli.
Tlf. 423337
MARKNAÐARDAGUR
verður í TB húsinum leygardagin
5.10.02. Lutir kunnu latast inn
onskvøldið 2.10. frá kl. 18.00 til
20.00.
Tvøroyrar Bóltfelag
FARTELEFON TIL SØLU
Nokia 5510 til sølu fyri 2000 kr. 5
mðr. gomul.
Tlf. 251857 eftir kl. 16
Lýsið
við
brúktum
bilum
Lesið
internet
Sosialin !
Lesið
Sosialin