Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 . Olavur á Heygum, Ruth Iversen og Kirstin Meitil spyrja, hvussu menniskju kunnu tola asfaltroyk og grótdust úr Grótbrotinum, tá motorarnir á Sundi og alisílini í firðinum ikki tola tað ? Í tjúgu ár hava tey roynt at fingið bý- ráðið í talu, tí as- faltverkið við Oyggjarvegin hev- ur gjert gerandis- dag teirra ótolandi. Nú vilja tey ikki lata sær hetta lynda longur. Sos- ialurin hevur tosað við fólk, sum búgva undir Varða Bústaðarekið undir Varða er eitt av teimum vakr- astu í Havnini, við fríum útsýni yvir Havnina. Økid er soleiðis skipað. at bilar ikki koyra gjøgnum grannalagid, og av teim- um bestu útstykkingun- um á økinum, er bert eitt tún við gongurás. Her er gott hjá børnum og for- eldrum, ti ótryggleikin við ti nógvu ferðsluni ikki er tilstaðar. Bernini kunnu spæla ótarnað. Spæla innandura í góðveðri ....men..men, so er ikki kortini. Tað kundi verið veruleiki, um Grótbrotið hjá Býráðnum ikki stóð sum ein hóttan yvir set- húsunum ar. Tey eru komin inn á botn. — Veruleikin undir Varða er heldur soleiðis: — Tú kanst ikki njóta umhvørv- ið í góðveðri, ikki sóla tær, ella fáa ein kaffimunn á altanuni. Tú kanst ikki vaska klæðir. hava vind- eyguni upplatin. Stutt sagt, tú noyðist at skalka til og rópa børnini innar, ti svartur roykur frå asfalt- verkinum ella tokukent grótdust er alla staðni, har tú vendir tær! Nú hugsar ein. at hetta bustadarøkid er so mikið gamalt — 20—23 ár síðan fyrstu húsini har vórðu bygd. Hvi er so einki gjørt við hetta? Tey. sum búgva fáar hundrað metrar frá Grót- brotinum. hava livað við royki og steindusti oll hesi árini. men ofta hevur verið klagað til býráðið, sum hevur sagt, at nú verður grótbrotið tikið niður. Tað skuldi flytast inn á Sund. — Ein teirra vit hittu nú ein dagin, tá grannar samdust um at boðsenda Sosialin, segði, at hann hevði keypt grundstykki í 1965. Tá var hann av ellum so heppin, at hann kundi velja millum trý grundstykkir. Fólk segdu honum. at hann skuldu umhugsa at byggja undir Varða, tí grótbrotið stóð har nærindis. Hóast hetta, so dámdi familjuni best hetta grundstykkið, og viðkomandi vendi sær til býráðið og spurdi, um grótbrotið frameftir skuldi virka, nú sethúsabygg- ingin var komin so langt áleiðis, at bygt varð at kalla beint undir grótbrot- inum. Skuldi flytast í 1967 Á býráðnum varð svarið. at teir hevdu í hyggju at flyta grotbrotid, og at tað bert snúði seg um stutta tíð. Hetta var í 1967. Familjan flutti tó av land- inum í eitt åramål, og kom aftur í 1975, við tí fyri eyga, at fara undir at byggja hús undir Varða. Tá stóð grótbrotið í sama lag, og grannarnir vóru enn meira tarnaðir av dusti og asfaltroyki. Nú fór viðkomandi aftur í Býráðið: — Jú, nú var tað heilt vist, at taðskuldi tåkast niður — grótbrot- ið. Heilsunevndin átti ikki málið Húsið varð bygt og fam- iljan flutti inn. Tað var tó ikki so hugnaligt sum tey hevdu hugsað, tí summar- tíðin ell var so óflýggjas- lig, at ikki var verðandi uttandura — og ti dust og asfaltroykur var nærum alla staðni, har tey vendu sær. Í grannalagnum hev- ur samreðuevnið oll hesi árini verið um grótbrotið. og fleiri ferðir hevur verið roynt at fáa býráðið í talu Ein mamma, sum ikki tordi at lata smábarnið liggja í barnavogni í tún- nr. 86 — 26. juli 1984 FR Oyggjarvegnum við grótbrotið. inum, vendi sær til Heilsunevndina, og táver- andi fútan — umleið mið- skeiðis í 60unum. Hesin segði, at málið ikki hoyrdi undir Heilsunevndina. So gavst hon. Í 1982 fór áðurnevnda familja til Danmarkar í summarfri, og spurdi seg frammanundan fyri, um grótbrotið ikki skuldi flyt- ast? — Jú, segdu teir á býráðnum, nú fóru teir undir at flyta tað í summ- arfritidini. Nymålad — Tad var ti vid spenn- ingi, at vit komu aftur úr Danmark. Fyrsta vit gjørdu var at hyggja nið- an í grótbrotið, men hvat nú — tað stóð framvegis, — nú var tað nýmálað! Nú var tað ov mikið fyri bústaðarfólkið Undir Varða. Tey settu seg enn einaferð í samband við by- ráðið og spurdu, hvat var farið fram í seinastuni, tá grótbrotið ístaðin at verða Allar myndirnar eru tiknar innanfyri tveir tímar ty lagin. Soleiðis myndaði hesin dagurin seg frá tikið niður, var nýmálað? Nú vísti tað seg, at tað ikki bar til at flyta grót- brotið inn á Sund, tí motorarnir í Sundsverk- inum ikki toldu grótdust, — eins og alarar høvdu gjørt vart við, at sila- yngulin ikki toldi dálking- ina. — So er tað, at vit spurdu okkum sjálvi, um smábern og vaksin fólk annars, telja minni í heilsustøduni enn motorar og sil? — Vit kenna okkum so illa viðfarin. at tað ikki er orð fyri tí. Nú byrja trærunnarnir í urta- gørdunum eisini at doyggja út. teir tola helst ikki dálkingina frá grót- brotinum. Vit sum hava hjallar her. kunnu ikki eta kjørt og turt tvest, uttan so at vit vaska asfalt og grót- dustið burtur, men vit vita heldur ikki, um tað er so mikið dálkað matvøra, at vit fáa sjúkur av tí. .. soleiðis frá altanuni við tí vakra útsýninum. sum er fjalt í asfaltroyki ——— C ARVE - tíðindablaðið Upp í lógvan av dusti Hjá okkum er ikki óvan- ligt at fáa upp í lógvan av dusti, hóast vit eins og onnur fólk gera reint Vanligt er, tá góðveður er, so fært tú hug at gera reint og vaska klæðir. — Eg kann siga frá, at tú vaskar, letur vindeygu upp. heingir klæðir á snórin, og fer so til handils. Hetta havi eg so mangan góðveðursdag gjørt. Úrslitið hevur eisini eins mangan verið, at tá tú kemur aftur til húsa, so er alt svart í dusti, klæðini verða tikin inn og koyrd aftur í vaskimaskinuna, og so kanst tú bara byrja frá einum enda av aftur. Tað er heldur íkki nóg mikið, bara at skola klæðini, — nei, tey noyð- ast gjøgnum alla vaski- skránna enn einaferð. Hvussu nógv vaskievni eg havi nýtt á henda hátt, — tað hevði verið skemtiligt at vita! og so deymurin, sum hongur í klæðum og hverjum króki í húsinum. Og grótbrotið stendur í sama lag. Serliga trupult hevur tað verið í ár, nú veðrið hevur verið so gott. Grót- brotið virkar minst átta tímar hvenn dag, og nú í summartíðini ofta eisini leygardagar. Gresjar millum tenninar Tá ættin er útsynningur og vestan, er óhugsandi at hava vindeyguni opin og ómeguligt at uppihalda sær í urtagarðinum. Tá henda ættin er tann mest vanliga, upp til 50—60 pst. av ellum ættum í Feroyum, so kunnu fólk sjálvi hugsa sær til, hvussu hugnaligt tað er at búgva undir Varða, siga bústaðarfólkini. Bert tú nærkast í grannalagnum, so fært tú rusk í eygað og tað gresjar millum tenn- inar. Guð viti, hvussu vit síggja út innan, heldur ein teirra, og skoytir uppí, at um motorarnir á Sundi og sílayngulin har ikki tolir hetta, hvussu skulu vit so tola tað? .... Soleidis frá úthurðini í einum sethúsum undir Varða...