hósdagur 26. juli 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nr. 86 — 26. juli 1984
Svend Áge Ellefsen og >privat-insjativið<
So sleppa teir sær undan
ábyrgd
Soleiðis kallast grein, sum
stjórin og legtingsmaður-
in Svend Áge Ellefsen
skrivar í Dagblaðnum
tann 11/7 1984.
Hann viðger sam-
gonguflokkin, Sambands-
flokkin og so Javnaðar-
flokkin, og góð evnir
hevur Svend Áge til hetta.
Meg minnist ein annan,
haldi hann var sambands-
maður. sum visti somu
evni. og sanniliga gjørdist
hann løgmadur Føroya
Hvør veit, kanska stilar
Svend Åge eftir ti sama,
so blívur tað í hvussu so er
í familjuni.
Svend Áge sigur í grein
síni, at javnadarflokkurin
hevur nú yvirtikið leiklut
sambandsfloksins, hvønn
leiklut. visir hann ikki
beinleidis til, men vil vera
við. at tað er bert fólka-
flokkurin, sum torir at
standa við gjørdar gerðir.
Hetta er í hvussu er nakað
nýtt. og takk skal hann
hava fyri tað. um veru-
leikin er tann. at fólka-
flokkurin er so nógv
broyttur
Viðvíkjandi sjónleik-
araevnum. so skuldi tað
ligið væl fyri hjá Svend
Åga, ti slík evnir arvast.
Eftir minari hugsan
hevur ijavnadarflokkurin
verið alt ov lagaligur i
andsteðu. Ferð eftir ferð
er flokkurin komin fólka-
flokkinum til hjálpar.
Tyrla, Gullfinnur, Reyns-
atindur og Giljanes eru
mål, sum eru studlad av
umboðum okkara i figg)-
arnevndini, sostatt slepst
ikki undan åbyrgdini.
Vit hava verid vid at
skuldbinda til vinnulig til-
tøk. At studla vinnulig
tiltøk er politikkur okk-
ara: tað er eisini politikkur
okkara. at tað almenna
skal hava innlit og ávirk
an í mun til stuðulin
her er munurin.
Hjá Svend Åga og
fólkaflokkinum er tað eðr-
vísi. tað er í lagi at fáa
stuðul. men tað skal vera
tað privata, tað við max.
10%, sum skal ráða. Tað
almenna skal gjalda. men
tað privata skal valda. og
sjálvandi skulu
kallaðu vinnulivsmenn
hava fríkort. teir seta til.
sjálvandi.
Viðvíkjandi fyrstu akt
av hesum sjónleiki gloym-
ir Svend Áge tann partin
av sjónleikinum, sum
Dagblaðið og fólkaflokk-
urin spælir og spældi.
Tú nevnir Jatnaklett.
tað er náttúrligt: hvat við
ellum hinum. sum nærm-
teir so-
ast við persónsjagstran
vórðu úthongd í blaði
tinum.
Eg havi einki sæd i
Dagblaðnum um nevnda
Jatnaklett, men kanska ti
at har er skeggið ov nær
høkuni, og um alt er í lagi,
„sum eg faktiskt ikki ivist
í. at tað er«, so er jú einki
at vera harmur um.
At fólkaflokkurin betur
enn nakar hevur dugað at
fingið burturúr, tað sigur
tú sjálvur. og náði hann
sum finnist at. avgerðir
tykkara eru friðhalgaðar
Fólkaflokkurin bjargaði
Norrønu. siglingin á priv-
atum hondum. nú kunnu
sosialistarnir = sita. vit
loystu málið
Hesar yvirskriftir vóru
risahogar at síggja í Dag-
blaðnum. men einki orð
um sprittrutuna Korsør
Kiel. — Hvat kostaði hon
Bussur og ferga við morg-
unmati fyri 1 krónu. tað
bjóðast ikki førovingum
teir skulu gjalda.
Hver betalti ævintýrið.
eg havi einki lisið um
hetta í Dagblaðnum
hvussu nógvar milliónir
fóru úr landskassanum?
Sum ikki einaferð tað
privata fyritakssemið. har
er tøgn. og so nú dansiferð
við Norrønu til Danmark-
ar. stuðlað av Føroya
Fiskasølu og sprittfelagn-
um Kattrup.
Ein løgin samanbland-
ing. vilja vit halda, men er
hon kortini so løgin? Vit
stuðla. sigur Birgir Dan-
ielsen. tí hetta skuldi vera
ein føroysk vika. Hvat
siga nú allir teir meira at-
finningarsomu. so sum
Ivan Johannesen. figgjar-
nevndarformaður ella
Agnar. løgtingsskrivari,
um sigling okkara. ta fríu.
stuðlað av Kattrup.
Hvussu nógvar pengar
letur Fiskaselan til prakt-
iskar fiskiroyvndir. Her.
sum allan vegin igjøgn-
um. skal skattgjaldarin.
hann við ongum avskriv-
ingum. gjalda.
Demmus Hentze. kend-
ur fólkafloksmaður. segði.
at hann stóð undir øklar í
uppruddingararbeiði aft-
anán sambandið
Hvussu verður nú. á-
byrgdini slepst ikki und-
an. men uppruddingarnar
verða stórar.
Eitt eru tó Svend Åge
og eg samdir um. fólka-
flokkurin hevur dugað
væl.
Sverre Midjord
KKK gg
Hatta er tín egni politikkur,
Jógvan
Tú ein lítlan — eg ein stóran
Í Dagblaðnum seinasta
friggjadag er Jógvan við
Keldu sera misnøgdur við
setanina av umsjónar-
manni við Klaksvíkar
Sjúkrahús. Jógvan sigur
hesa setan vera politiska.
Tann sum var best kvali-
fiseraður og fyrst innstill-
aður av sjúkrahússtýrin-
um. fekk ikki starvið. Og
orsekin er tann, at við-
komandi er kendur sum
javnaðarmaður. Í staðin
hevur landsstýrið sett ein
minni kvalifiseraðan, tí
her var fólkafloksbak-
grundin í ordan. Hetta er
ikki engang illgitan frá
illgrunasomum andsteðu-
monnum. men hetta fáa
vit vita frá einum av
oddamonnunum í sjálvum
fólkaflokkinum.
Men her skal verða
loyvt í ellum vinsemi at
minna Jógvan á, at júst
henda setan er eitt úrslit
av teirr linju í fólkaflokk-
inum. har júst hann sjálv-
ur er ein tann fremsti
stuðulin. Tá rektarasetan-
in í Eysturoynni var fyri.
var staðan nakað tann
sama sum her. at ein
ikki-fólkafloksmaður var
fyrst innstillaður til starv-
ið. Tá legði Óli B í vaðið at
forpurra hesum. tí >tað
kundi tá ikki vera upp-
gávan hjá eini borgarligari
samgongu at seta sosial-
istar í almenn størv«. Oli
fekk sin vilja ta ferdina,
og satt at siga er hetta
eisini fult ut i samsvar vid
tann politikk, sum OB
stendur fyri.
Ti er setanin av nevnda
umsjónarmannieisini full-
komiliga i andanum hjå
OB. Og Jógvan við Keldu
er ein av teimum fáu
oddamonnum í fólkaflokk-
inum. sum alment hevur
givið til kennar, at hann er
Ólasa maður og tekur
undir við at kalla ollum
hansara sjónarmiðum.
Tað er heldur ikki ringt
at gita sær. hver man
hava hálað í træðrirnar í
hesum forinum eisini.
Fyrst hevur Jógvan tosað
við sínar landsstýris-
menn. Teir siga seg hava
verið samdan við hann.
men gera so beint tað
mótsatta. Hår man onkur
annar hava verið í hinari
telefonini. og váttar hetta
bert. hverjum landsstýr-
ismenn fólkafloksins eru
nikkudukkur hjá.
Annars undrast Jógvan
eisini yvir. at Torbjern
Poulsen kann hava tikið
undir við hansara floksfel-
egum í landsstýrinum í
hesum máli. Hetta undrar
ongan annan. Tað eru bert
fáir mánaðar síðan. at
Annfinn og Páll hjálptu
Torbjørn at trýsta ein
mann við tilknýti til sjálv-
stýrisflokkin inn í ein al-
mennan stovn. Hetta
hendi móti viljanum hjá
hesum stovni. og stovn-
urin hevði mælt frá at seta
evka fólk til hesa serstøku
uppgávu. og var tann
starvssetanin eisini ein til-
síðissetan av tilmælinum
frá hesum stovni
So stuðulin frå Torbjørn
til at seta ein ókvalifiser-
aðan fólkafloksmann í
nevnda starv í Klaksvík er
bert ein tøkk fyri seinast.
Ongin hevði trúð. at sjálv-
stýrisflokkurin nakrantíð
fór at sokka so djúpt. men
hetta er jú annars tan al-
menni politikkurin hjá
teimum. sum í dag mynda
fólkaflokkin.
At hesin politikkur og
ein slík mannagongd er
megulig er bert teimum
fyri at takka, sum í so
stóran mun hava bakkað
henda politikk upp. Og nú
er politikkurir hjá Jógvan
vorðin rís til egnu reyv.
Men kann henda
starvssetan opna eyguni
hjá Jógvan og eðrum fyri,
hvussu langt vit eru við at
koma út. hevur henda
starvssetan ikki verið til
fánýtis.
Ein sum ikki undrast
Ellu Midjord
til áminningar
f. 16/3-1904, d. 21/7-1984
Evigt ejes kun det tabte. Hetta má
vissuliga sannast tá ein av okkara
kærastu fellur frá
Alsamt tynnist í valdramannaliði. Ella Midjord er
farin frá okkum eftir drúgvan og stundum harðan
róður. Slóðandi megnarkvinna hevur lagt frá sær
men eftir hana liggja stórverk. ið við stuðli hins
hægsta verða at bera víðari
Nívd av sjúku seinastu
kanska sum lætti fyri hana.
stórur. ti søgurik og åhugaverd var Ella at lýða á
Livsverk hennara fer at varveita navn hennara.
ikki bara í bygdasøgu okkara. men meira í Føroya
deyðin
saknurin er
árini kom
men
søgu
Ella Midjord hevur lagt eftir sær eitt arbeiði
sum fá. Sum fakfelagsleiðari í mong ár og sum
skrivari og formaður í Fiskepigernes Fagforening
hevur hon verið við at byggja upp fakfelags-
røsrsluna. Hon var ein av teimum
skipaðu felagið. at tå vinnulivsmenninir løgdu frá
sær. tá vóru tey í Fiskepigernes Fagforening so
væl fyri figgjarliga. at tey ikki bara tóku yvir síni
egnu arbeiðspláss. nei, tey keyptu sær trolaran
Leiv Øssursson. Hvat hetta tiltak hevur at týða,
er øllum kunnugt.
Jú. nógv er at minnast aftur á, og meira er at
takka fyri
Tveroyrar kirkja. sum hevur sína serligu søgu
hon er gáva frá bygdafólkinum. Tá hiti skuldi
leggjast. var Ella ein av teimum fiskagentum,
sum fingu borið so i bandi. at Fiskepigernes
Fagforening gav stersta stuðulin til hetta arbeiði.
Ella Midjord hevur eisin verið bygdarådslimur,
vald av arbeidararørsluni, ein álitisváttan fyri
arbeiði hennara. Undan henni hevði bert ein
kvinna verið í bygdarráðnum. og aftaná eingin.
Stillari og stuðul javnaðarfloksins var hon ell
árini síðani flokkurin varð stovnaur. Persónliga
havi eg nógv at takka Ellu fyri.
Tær fyri at takka er stødid fast og sterkt.
Við deyða Ellu Midjords drýpa vit hevur í tegn
og virðing. Takk fyri mennandi og slóðandi fak-
felagsarbeiði, fyri sterku politisku steðu tína,
okkum til læru.
Ein bulur er fallin. men eftir stendur minnið um
eina megnarkvinnu. sum var við at kveikja tann
kyndil. sum kvinnuliga fakfelagsrerslan er, og
letur hann nú logandi til tey, sum tikið hava yvir í
Fiskepigernes Fagforening, at bera víðari.
Stjórnarlimur í 46 ár uttan íslit.
Ella Midjord hevur ritað navn sítt í Feroya
fjøll.
sum so væl
Nú hvílir tú Ella í ferdanna jorð
og onnur manna tann bátin, ið rør
— hann steunir ímóti vælferð og gleði —
Men tit løgdu stødi, tit slóðaðu væl,
titi vistu av royndum, at virkast tað skal
i felag, at styra og menna.
Titt liv var fakfelagsrørslan tann stinna
vit takka tær fyri titt virki og strid
— tú legði stødi fyri framburð at vinna
vit drýpa hevur í dag, men fjeldin vil minna
títt slóðandi verk, ein fakfelagskvinna.
Sverre