Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið. Útgevari: p/f sosíalurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahí Argjavegur 26 Postsmoga 76. 3800 Tórshavn telefon 11820 Blaðfólk- Høgni Djarhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Sjálvstýrarin í trongum skóm TEY SEKS árini, sjálvstýrisflokk- urin sat í andstødu, var hann lítið aftan fyri sambandsflokkin, tá tað snúði seg um atfinningar í- móti tí rikna politikkinum. SAGT VARÐ. at almenna pen- inganýtslan var alt ov stór. Tað sama segði sjålvstyrarin um utt- anlandsskuldina og um tey al mennu veðhaldini. Skipailøgupolitikkurin var skeiv- ur o.s.fr. Rópini frá formanni sjálvstýrisfloksins vóru so hvøll, at klettarnir skulvu og hundarnir fóru upp at goyggja. Vend skuldi koma í um sjálvstýrisflokkurin slapp uppí part. HETTA HENDI, sum kunnugt, fyri skjótt fýra árum síðani. Flokkurin hjá Hilmar Kass slapp uppí part. Hann slapp at stjórna landinum saman við tveimum gðrum borg- arligum flokkum. Men úrslitið gjørdist vánaligt. Uttanlands- skuldin er trýfaldað. Almenna peninganýtslan á fíggjarlógini er meira enn tvífaldað. Almenna peninganýtslan á fíggjarlógini er meira enn tvífaldað. Skipailøgu- politikkurin er burtur úr vón og viti. Tey almennu veðhaldini hava ongantíð verið størri enn nú og slangurnar niður í landskassan hava heilt ókendar dimensiónir. MEN HVAT sigur gamli sjálvstýr- arin nú. Jú, allir aðrir hava skuld- ina og ábyrgdina, uttan sjálvstýr- arin sjálvur. Hinir samgongu- flokkarnir og andstøduflokkarnir hava skuldina av øllum ti, sum ikki er gingið eftir ætlan sjálvstýr- arans, meðan har tað hevur ging- ið eftir vild hevur sjálvstýrarin alla æruna einsamallur. Hetta er ein so bílig og láturlig umbering frá einum floksformanni, at tað neyvan verður nakar, ið fer at gera Hilmari Kass hetta eftir. VIÐ HESUM umberingum hjá Hil- mar Kass í huga, mugu vit koma til ta niðurstøðu, at tað als ongan tydning hevur havt, at sjålvstyr- arin slapp uppi part i eini sam- gongu. Hann kundi tað sama rópt í andstøðu hesi fýra árini eisini. Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 oddagrein Munurin er bert tann, at nakrir fáir partamenn sjálvandi ikki høvdu sitið í so fjålgum almenn- um størvum, sum teir nú sita í. Men hetta ger kanska munin hjá gamla sjálvstýraranum. TÁ VIT SIGA at umberingin hjá Hilmari Kass er bílig og låturlig, so kemst hetta av, at ongantíð áður hevur ein samgonga tryggj- að sínar samgonguflokkar so væl sum hendan. Allir flokkar í sam- gonguni hava havt høvi til at nýta eina ávísa grein 13 í samgongu- skjalinum. Við hesi grein 13 í hondini hava teir havt møguleika fyri at nokta princippiellum mál- um igjøgnum. Hvi hava sjålvstyr- isflokkurin og Hilmar Kass ikki nytt grein 13? Hví bara rópa, skrála, møsna og tvassa uppí saman? TÁ TAÐ VAR neyðugt at rópa so hart í samfull seks ár, at jørðin og fjøllini skulvu, hvørja ferð útvarp- ið var í tingsalinum, so skuldi ein rokna við, at ein hørd og føst hond legði grein 13 í samgongu- skjalinum á borðið fyri at av- marka låntøkurnar uttanlands, fyri at avmarka almennu peninga- nýtsluna, fyri at avmarka al- mennu veðhaldsskyldurnar og fyri at framt ein annan politikk í skipailøgumålum. Men hetta hev- ur ikki verið gjørt. TÍ MÁ OG skal gamli sjálvstýrarin taka ábyrgdina av tí rikna polit- ikkinum hesi fýra árini. Hann má og skal taka ábyrgdina av uttan- landsskuldini, almennu peninga- nýtsluni, almennu veðhaldsskyld- unum, skipailøgupolitikkinum 0. s. fr. Tad nyttar ikki at gnísta sum stungin grisur og so renna undan åbyrgdini. HANN MÅ OG skal eisini taka å- byrgdina av fíggjarpolitikkinum, ið sambært sjálvan Hilmar Kass liggur í knúsi á gólvinum úti í Tinganesi. Tað er ikki legið, um gamli sjálvstýrarin nú er í so trongum skóm, at tað pínir í økia- knútum, vírikum og líktornum. nr. 86 — 26. juli 1984 Løgmadur slær alt upp í glens Góða mamma tað var ikki eg, dreingirnir teir fýrdu meg Í Dimmalætting nr. 79 frá leygardegnum 14. juli á síðu 3 eru tvinnar greinar skrivaðar av landsins løg- manni P. Ellefsen. Onnur ber yvirskriftina „Vit sakna ítekiligar sam- anberingar« og hin ber yvirskriftina „Góðan morgun Sverre Midjord«. Hin seinri nevnda greinin er ein speirekan frá eðrum enda til annan. Tað vóru uttan iva fleiri, ið vænt- aðu annað av landsins leg- manni, og ásanna, at há- bærsligari boru teir seg, ið frammanundan stóðu á odda í sambandsflokkin- um, og tað serstakliga teir. ið legmanssessin prýddu. Hin greinin er sama gamla plåtan, sum kom fram fyri umleið 10 árum síðan. Henda plátan er sum vera man ógvuliga nógv spæld hesi áður- nevndu ár. Ýmsar yvir- skriftir. men sama inni- haldið. Mest hóskiliga yv- irskriftin hverja ferð hevði tí verið »G6da mamma tað var ikki eg«. Væntast kundi, at plát- an varð vend, tá ið hesin kom í samgongu: tað vóru tí helst mong. ið vóru sera spent eftir at hoyra, hvat ið var á hinari síðuni, tá ið hesin kom í løgmanssess- in. men songurin er hin sami. Í greinini roynir leg- maður at vísa á triggjar samfelags-inntøkumøgu- leikar. sum sambands- flokkurin hevur bjargað. Hesir eru fjarfiskiskap- urin. heimafiskiskapurin. og stuðulin frá danska statinum Sum vera man fáa sam- gongupartnarnir ein framman á, og sagt verður millum annað, »Øll minn- ast vit politisku krepp- urnar seinastu 4 árini. Allar snúðu seg um. at samgonguflokkar okkara saman við andsteðuni kravdu størri útreiðslur, meðan sambandsflokkurin royndi at halda aftur«. Hetta eru júst somu orð- ini. sum formaðurin í sjálvstýrisflokkinum er vanur at føra fram. Hetta sýnir, at allir samgongu- ARR SÍK SKEER RERKKRI PN 90 AI TRAV RL" flokkarnir = nú „Kæra hatt.« I greinini verdur sagt um heimafiskiskapin: »Heimafiskiskapinum var lítið og einki skil á áðrenn 1981, tær sokall- aðu heildarloysnirnar dugdu lítið og einki«. Í Dimmalætting nr. 37 frá 27. mars 1984, har for- maðurin í fiskivinnu- nevndini Jógvan I. Olsen viðger tað, sum henda samgongan festi í sam- gonguskjalið í samband við fiskivinnumál, sigur hesin millum annað um áðurnevndu viðurskifti. „Men so kemur nakað ógvuliga áhugavert. Studningsskipanin til fiskivinnuna og lógin um ráfiskagrunnin skulu end- urskoðast og gerast ein- faldari. Hvussu hevur gingist her, spyr Jógvan Olsen. Tann øvugta vegin má svarið verða. Endur- skoðan hevur eingin verið, bert lappariir, og stuðuls- skipanin er meiri flokt enn nakrantíð."Hann sigur eis- ini: >Í tråd við tað, fiski- frødingar bera fram, hava vit ikki útnyttað okkara stovnar av hýsu, toski og upsa skynsamt<. Tað eru helst fleiri, ið hava sterri álit á formanninum í fiski- vinnunevndini enn á land- sins løgmanni, serstakliga tå ið fiskivinnumål er um at tala, ti hesin heldur seg til veruleikan. Síðan er tað gamla jabbid, um at javnaðar- flokkurin gongur inn fyri blokkstudningi. Hetta er ein reingjan av veruleik- anum. Í 1977 varð ein nevnd sett av uttanríkis- ráðnum til at gera upp- skot um endurskoðan av ríkisstudninginum, við tí fyri eyga, at gera henda einfaldari. Í nevndini vóru Skak Nielsen, Leif Groth, Johan Djurhuus og Einar Kallsberg? hinir fyrst nevndu valdir av stats- ministeriinum, og hinir av Feroya landsstýri. Nevn- din legði fram álit í 1979 í bóklingi. Har stendur á fyrstu síðu. »Udvaiget fik til opgave at undersøge behovet for en tilskudsreform, herun- Miele Miele Miele Miele Miele Vaskimaskinur sum kunnu vinda við Telefon 14949 Á Hálsi - 3800 Tórshavn der påpege eventuelle mangler ved det nuvær- ende system for over- førsler av midler fra staten til Færøerne indenfor de enkelte udgiftsomráder, at foreslå ændringer i til- skuldsystemet og herun- der overveje, hvor vidt generelle tilskud indenfor de enkelte områder med fordel vil kunne erstatte det nuværende tilskuds- system. Idet det forud- sættes, at der ikke sker væsentlige ændringer af statens totale udgifter til Færøerne og at overveje, hvorledes evertuelle til- skud vil kunne reguleres«. Við at lesa áðurnevnda álit. gerst ein skjótt var- ugur við, at her er ikki talan um veruliga blokk- studning, men eitt upp- skot um eina lagaligari tilskotsskipan, sum skuldi regulerast eftir prishækk- anini. Sjálvandi vildi javnaðarflokkurin ganga uttanríkisráðnum á meti um at samráðast útfrá áð- urnevnda áliti — okkum til fyrimunar, um rætt varð atborið. Eftir øllum at dema hevur hetta landsstýrið einki vilja gjørt við hesi viðurskifti uttan at hava hugsað um avleiðingarnar. Ti ásann- ast má, sum veruleiki, at undanfarin landsstýri vóru fer fyri at samráða seg fram til 25% í studn- ingi til havnagerðir, með- an hesir einans vóru ferir fyri at samráða seg til 10%. Hetta skal uttan iva eisini skyldast upp á und- anfarnu samgøngu. Dreingirnir teir fýrdu ' meg! Jørgen Thomsen S0Sialurin telf. 11820