Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 87 — 28. juli 1984 | Tey kunna byrja 1. augus Sjónvarpsstjórin og lands- stýrismaðurin í sjónvarps- málum siga báðir, at tey sjey fólkini, sum eru sett í fyri- bilsstarv í Sjónvarpi Foroya kunna byrja 1. august. Ikki neyðugt at gera inn- stillingar til Landsstýrið, tí talan er ikki um fost størv Verður ein juridisk/polit- isk togtvgan um grein 2, stk. 2 í legtingslógini um siónvarp? Alt bendir á tað, eftir at fólkaflokkurin nú er farin at rumbla við fyribils- størvunum í Sjónvarpi Feroya. Nú, ein mánað eftir at almannakunngjørt bleiv, hver hevði fingið fyribils- starv í Sjónvarpinum, og fýra dagar, áðrenn hesi fólk skula byrja í hesum stervum, er málið komið fram á landsstýrisfundi og á forsíðu Dagblaðsins. Grein 2, stk. 2 í lógini sigur, at Landsstýrið setir starvsfólk sjónvarpsins eftir tilmæli fyristeðu- mansins. Hetta er eisini galdandi fyri fyribils starvsfólk, sigur Dagblað- ið, uttan tó at nevna, hvaðani blaðið hevur hesa tulking. Jógvan A. Skaale tulk- ar ikki lógina soleiðis. Hann sigur, at grein 2, stk. 2 bert er fyri fólk í festum starvi. Tað er van- ligt á almennum arbeiðs- plássum, at stovnsleiðarar seta fólk í fyribils, ella leys, sterv, uttan at hetta skal fyri Landsstýrið. Sjónvarpsstjórin sigur, at hann frá Landsstýrin- um hevur fingið at vita, at fleiri enn trý fest sterv verða ikki sett. Og hesi sterv eru sett eftir lógini. Hetta eru stervini hjá sjónvarpsstjóranum, tekniska leiðaranum og skrivstovumanninum. Kunna byrja Jógvan A. Skaale og Tor- bjørn Poulsen, landsstyr- ismadur, eru samdir um, at onki er til hindurs fyri, at tey sjey fyribils settu fólkini kunna byrja 1. august. Torbjern Poulsen hevur ikki hug at gera við- merkingar til greinina í Dagblaðnum, sum íkki hevur tosað við hann. Landsstýrismaðurin sigur, at Landsstýrið hev- ur góðtikið figgjarætlan- ina hjá Sjónvarpinum, har m.a. er roknað við átta leysum fólkum. — Heldur Sjónvarpið hesa figgjarætlan, er onki skeivt í tí, at stjórin ger avtalu við fólk um at hjálpa sær. Bert tá talan er um at seta fest, norm- erað sterv, skal tað fyri Landsstýrið, sigur Tor- bjørn Poulsen, sum ann- ars ikki vil upplýsa, hvat hendi á alndsstýrisfund- inum hósdagin, sum Dag blaðið sipar til. Nevndar- formaðurin misnegdur Annfinn Kallsberg váttar, at málið bleiv umrett á landsstýrisfundi hósdag- in. Hann sigur, at formað- urin í sjónvarpsnevndini, sum eisini er formaðurin í útvarpsnevndini, hevur gjert landsstýrið vart við, at eftir hansara meting riggar sambandið millum sjónvarpsnevndina og Sjónvarpið ikki á sama hátt sum sambandið mill- um útvarpsnevndina og Útvarpið. Eftir hesum at dema er ikki uttan grund at halda, at sjónvarps- stjórin er farin út um heimildir sínar, tá hann hevur sett tey sjey fólkini. Annfinn Kallsberg sig- ur, at landsstýrið, fyri at fáa greiðu á hesum, hevur biðið Torbjørn Poulsen koma við einari frágreið- ing um Sjónvarp Feroya. hd Til solu: Tað nýggjasta í foroyskari list Nógv spennandi er at síggja á ólavsskuframsýningini. M. a. hevur Palle Gregorius- sen, arkitektur, nakrar tekningar. Og Elinborg Litzen er aftur farin at mála oljumálningar. Hon hevur tveir á fram- sýningini Tað er ikki tí Norður- landahúsið er betur egnað enn Listaskålin, at ólav- sekuframsýningin hjá Listafelagnum aftur í ár verður í Norðurlandahús- inum. Tað er fyri at sleppa undan at taka niður festu framsýningina í Lista- skálanum. Hetta er fram- sýningin, sum skal sýna føroyska list. Serliga út- lendingar eru áhugaðir fyri hesi framsýning og tí er spell at noyðast at taka hana niður í vikur. meðan Ålavsøkuframsyningin er. hesa tíðina eru fremmandafólk í Ti júst nógv Havn. Olavsøkuframsyningin letur upp i dag kl. 14.00. Hon er opin i dag. i morgin og månadagin og so aftur sunnudagin 5. august kl. 14.00 — 18.00. Annars er hon opin, tå Norðurlandahúsið er opið. hvenn dag í næstu viku frá kl. 10.00. Mikudagin er opið til kl. 20.00. leygardagin til kl. 16.00 og hinar dagarnar til kl. 17.00. Eins og vant eru á ólavs- økuframsyningini verk hjá kendum og ókendum listafólkum. fólkum. sum ikki enn hava sligið navn sítt fast. Onkrir útlend- ingar. sum búgva í Før- oyum í løtuni, eru við. so sum Ole Wich og Philippe Carré. Hinvegin eru onkur kend føroysk nevn ikki við. eitt nú Ingålvur av Reyni. Fridtjof Joensen og Eyvindur Mohr. Á framsýningini er eis- ini, sum ofta fyrr. arki- tekturur. Tað er modellið av —> idnadardeplinum á Sundi. sum Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen hava teknað til Hans Mortensen. I fjør vóru nógv fólk á ólavsokuframsýningini. Í hvussu so er yvir 2.000, tí 2.000 sýningarskráir vóru prentaðar og tær blivu uppi. Sýningarskráin er ann- ars eisini í ár lutaseðil. Tann. sum vinnur. kann velja sær listaverk fyri 4.000 kr. frá onkrum lut- takara á sýningini. hd . , . Listaskålin . . . . elsini opin Listaskålin hevur eis- ini opið á ólavseku. Har er opið teir báðar dagarnar og mána- dagin kl. 14,00— 18,00. Dyrandi fullir Tann, sum koyrdi ann- an bilin. var dyrandi skitfullur og tað sama kann sigast um hinar báðar í bilinum. upp- lýsti vakthavandi á politistoðini í Runavík í gjár Minst fýra fólk blivu flutt á Landssjúkra- húsið eftir eitt álvars- ligt ferðsluóhapp tíð- liga hóskveldið á vegn- um frá Skipanesi niðan á Gøtueid. Tveir persónbilar stoyttu saman. Politiið heldur, at teir triggir menninir í eðrum bil- inum helst hava verið í Leirvik og loyst út, ti bilurin var fullur av øli. Allir triggir blivu flutt- ir á Landssjúkrahúsið og tann eini bleiv inn- lagdur. Í hinum bilinum vóru tvær kvinnur og tvær gentur. Onnur gentan, 12 ára gomul, skarst illa í andlitið og bleiv hon flutt á Landssjúkrahúsið. 15 ára gamal í stolnum bili Friggjanáttina tók politiið í Havn ein 15 ára gamlan drong, sum koyrdi í einum stolnum bili. Drongurin var ikki edrúur, men hann hevði tó ikki elvt til nakran skaða við koyr- ing sínari, upplýsir politiið. Eisini politiið hevur seinastu tíðina merkt, | tíðindablaðið Sosialurin Síða 5 at ólavsekan hevur verið í nánd. Hverja nátt hava full folk verið inni at sova rúsin ut, ofta hevur verið fult hús. Teir kunna hava fyra inni í senn A ólavseku vera teir hvørjari minst 12 å vakt fyra um vikuskifti Ongin i neyd Vanliga eru teir Friggjadagin i síðstu viku fóru Tjaldrið og Mallemukken út at leita, ti ein neyðrakett var sædd yvir Nóls- oyarfirði. Tá skipini hevdu leitað í tveir tímar, bleiv alt avblást. Tað var tá greitt, at neyð- rakettin var send av landi, onkrastaðni í nánd við skipasmiðj- una. Politiið hevur ongan tikið í hesum sam- bandi. Flaghús í Íslandi Fornminnissavnið hev- ur hesa ólavsskuna eina islendska fram- sýning, Torfbærinn, frá eldaskála til bursta- bæ. Hetta er framsýning um flaghús í Íslandi, sum þjóðminjasafnið í Reykjavík hevur gjert. Framsýningin er í Norðurlandahúsinum. Annars hevur Forn- minnissavnið gjert eina framsýning í ár. Hon er um feroyskt heimavirki, men egnar seg betur at hava utt- anlands. Hon hevur júst verið í Noregi. Nakað heilt fyri seg er hesin skulptururin hjá Eli Smith. Tá tendrað verður á kassanum fer skulptúrurin at mala og spæla tónleik. Tað sæst ikki væl á myndini, men tað eru tveir gummihandskar, sum halda uppi ovasta partinum