leygardagur 28. juli 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið |
Utgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Landsstýrið
er mannað
við ótangum
FYRI STUTTUM bar útvarpið tey
tíðindi, at sjey fólk vóru sett í
starv hjá Sjónvarp Føroya. Beint
eftir sýndi sjónvarpið hesi sjey
andlitini á skerminum. Fólk vóru
fegin um hesi andlitini og fingu
frægari vénir um føroyska sjón-
varpið.
MEN NÚ KEMUR Dagblaðið í
gjár við heilt ødrum tíðindum.
Tey sjey fólkini eru sum kunnugt
sett í starv av sjånvarpsstjfanum.
Men hetta er ikki í tráð við lógina
um Sjónvarp Feroya, sigur Dag-
blaðið. Sambært tíðindunum í
Dagblaðnum hevur landsstýrið
gjørt av, at hesi sjey fólkini ikki
skulu koma í starv 1. august sum
ætlað.
SÍÐANI VÍSIR blaðið til lógina,
sum sigur, at størvini skulu setast
av landsstýrinum eftir at sjón-
varpsstjórin hevur innstillað. Um
nakað tílíkt stendur í lógini, so er
lógin heilt við síðina av. Heldur
enn at forða fyri at tey sjey koma
í starv 1. august, átti landsstýrið
longu m5anadagin at lagt upp-
skot fyri tingid, um at broyta lég-
ina um Sjónvarp Føroya. Sjálv-
andi skal sjónvarpsstjórin ella
hann og sjónvarpsnevndin í
felgag seta størvini.
VIT KUNNU taka øll framkomin
lond við demokratiskum stýris-
lag. men hetta er helst eindømi,
at ein landsstjórn skal seta vanlig
starvsfólk á almennum stovni. Vit
eiga at broyta lógina, áðrenn
hetta frættist út um landamerk.
Tær størru kommunurnar i Før-
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Argjavegur 26
telefon 11820
oyum eru komnar nógv longri
enn so. Tær hava starvsfólka-
reglugerðir, sum siga, at tey
hægri størvini tey leiðandi
størvini = verða sett av bý- ella
bygdarráðnum. Hini størvini á
deildunum verða sett av avvar-
andi nevnd eftir tilmæli frá deild-
arleiðarunum.
HETTA ER galdandi hjá teimum
størru kommununum í landinum.
Og so skal landsstjórnin sita og
seta vanlig starvsfólk á almenn-
um stovni. Hetta er óhoyrt.
Landsstjórnin skuldi havt nógv
onnur og nógv størri mál at tikið
sær av. Ella liggur nakað ávíst aft-
an fyri, tá samgonguflokkarnir á
tingi gjørdu lógina um almenna
sjónvarpið? Vildu teir ráðandi
tryggja sær ávirkan á, hver kom á
hendan stovn at arbeiða ?
SKULU TEY, sum verða sett í
starv á almenna sjónvarpinum
hava góðkenning norðan av Við-
areiði, av Másheygnum í Klaks-
vík, av Sevmýri á Tvøroyri og av
Traðarvegnum í Havn, so var
betri fyri okkum føroyingar, at vit
onki alment sjónvarp høvdu.
FYRI FÁUM degum síðani var
grein í Dimmalætting frá lands-
stýrismanninum í mentamálum. Í
yvirskriftini varð sagt, at løgmad-
ur var ein ótangi. Tí kunnu vit væl
taka undir við, men vit mugu tí-
verri ásanna, at løgmadur ikki er
einsamallur um at bera hetta
heiti. Okkara landsstýri er mann-
að við ótangum.
Løgmadur sigur ósatt
Henda yvirskrift stóð á forsíðuni á samgongublaðið løgmans
Dagblaðnum 20/7-84
At Dagblaðið sigur, at løg- andi
maður ikki ber sonn boð,
samgonga er, og
teirri fløkju, sum hon utt-
lagi.
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
tey við partíkortinum í
sigur mær ikki so nógv, tí
álvaratos, hver sigur satt,
tað er ilt at finna út av, tí
nú stundar ímóti heystar-
tíð og allir royna sum best
at sleppa sær burturúr
hasum hurlivasa, sum ver-
an iva leggur eftir seg.
Fast stendur, at ongan-
tíð í Føroya søgu hava pol-
itiskir flokkar dugad at
fingið so væl burturúr fyri
seg og síni. Persónligu val-
demi eru fóðrað, serliga
Vit hoyrdu samreðu við
Legmann, leiðara
sambandsfloksins, har
hann bart út segði, at
hann mátti sanna orð Atla
Dams, tí fólkaflokkurin
var ikki at hava við at
gea; tað var ógjerligt at
arbeiða saman við hesum
flokki, segði Legmaður.
Aftaná hann kom so
Jógvan Sundstein og
hann segði tað sama, bert
tann øvugta vegin. Her
var tað sambandsflokkur-
in, sum stóð fyri skotum,
men tekur hann aftur í aft-
ur, at tað er ikki heilt ó-
gjørligt, at somu flokkar
finna saman aftur eftir
valið í hesyt.
Til seinast hevur
Útvarpið samreðu við um-
boð fyri sjálvstýrisflokk-
in, Hilmar Kass, og hetta
vigar nakað.
Hvat sigur so Hilmar.
Jú, at tað fer ein ólóglig
prioritering fram í Tinga-
nesi. Teir kunnu ikki vera
við longur; milliónirnar
rulla og vildi hann greina
hetta nærri, tá hann hevði
kannað málið.
Yvirlýsing í Utvarpin-
um frá Landsstýrinum:
Eitt einmælt Landsstýri
kevur Hilmar Kass at
geva frágreiðing um, hvat
hann meinar við úttalilsi
síni.
Hilmar Kass stendur so
skúlarætt fyri Paula
løgmanni og tekur aftur
alt sum sagt var. Hana
var tíanverri misskiltur,
men tó so, tekur Hilmar
aftur í aftur og sigur, at
tað verður ólógliga goldin
studningur til Hvalbiar
fyri fiskalanding á Tver-
oyri, hetta var so tað, sum
kom burtur úr hesum.
Enn einaferð leyp Hilm-
ar Kass borg og eftir
stendur løgmadur sum
tann stóri vinnarin; hann
setti ikki bara hinar sam-
gongufelagarnar skák —
hann sett teir eisini mát.
Tí sannast má, at um
einasta óregluligheit, sum
er farin fram bevist ella ó-
bevíst, er nakrar túsund
krónur til P/F Fisk í
Nr. 87 — 28. juli 1984
Hvalba, so stendur væl til,
og so kunnu tit ekkaleysir
halda áfram fýra ár aftur-
at.
Men hver sigur sann-
leikan; sambært Dagblað-
ið tann 20/7 1984 ger log-
maður tað ikki.
Hverjir eru so undan-
stekkingarnir; eru teir
Jógvan Sundstein, og
fólkaflokkurin, sum
sambært legmann gongur
í bólkum ella eru tað Hilm-
ar Kass og sjálvstýris-
flokkurin.
Tað er torfert at greiða
hesa fløkju, tí her er
hverki hevd ella hali.
Tó meti eg framvegis, at
tað sum Hilmar Kass sig-
ur og ferir fram er frægast
eftirfarandi.
Sverre Midjordd
mr
Hverja ferð málið í eygsjón var,
oddafiskarnir sviktu
Ikki kann sigast at eg
gjørdist bilsin, tá eg sein-
asta vikuskifti las megnar
greinina hjá Atla Dam í
Sosialinum og 14. Sept-
ember. Tað er bert 1/2 ár
síðan sami maður sendi
200 brev út her á Tveroyri
við sama forkunnuga inni-
haldi. Hetta hendi aftaná
at hann hevði tapt eina
atkveðugreiðslu á stjórn-
arfundi í Froðbiar Sóknar
Javnaðarfelag. 5 av 7
stjórnarlimum vóru so
frekir at misbrúka fólka-
ræði og atkveða sambært
sína egnu sannfering og
hetta gjerdist hesum
»støra« førara ovboðið. Í
sansaleysari eði settist
hann at skriva ellum lim-
um felagsins bræv, sum
fylti heilar 6 síður í a4
stedd. Hver regla reyk av
hatri og mannajagstran.
og hetta valarit »konklud-
eradi« við at hann lýsti til
stórfund í felagnum til
tess at koyra undirritaða
burtur úr Tveroyrara By-
ráð og sum punkt 2 lýsti
hann til uppstilling til
løgtings og byrådsval, tí
nú skuldi slagið vinnast
einaferð með alla. Teir 5
stjórnarlimirnir og við-
haldsfólk teirra skuldu fáa
at kenna. hvat tað kostar
at siga >roma midt imod<.
Ikki kann pennur mín
lýsa tann óhugna. ið
kendist. tá eg bleiv vistur,
av Atla Dam. at taka sæti
í sessi hins ákærda. Eg
helt fast um kommunu-
lógina í hond míni. undir-
skrivað av Atla P. Dam,
løgmanni. Sambært henni
eri eg valdur at sita í
Tveroyrar Býráð fram til
4. december 1984. og
sostatt hevði úrslitið av
atkvødugreidsluni ongan
týdning. Eg lat bert
standa til, hamaðist kort-
ini yvir at 170 fólk, hetta
vetrarkveld. vórðu noydd
heiman. at taka stødu til
býttastu fundarskrá, sum
hevur staðið á prenti — tí
170 av 1500 veljarum
kunnu ikki, i urtid, koma
saman at halda byrådsval.
Úrslitið av atkveðu-
greiðsluni var 83—83.
hetta gleddi meg stórliga.
og eg var vísur í, at henda
demokratiska avgerð bleiv
fatað sum greið tala um
frið og semju og stað-
festing um rætt hins ein-
staka at fylgja síni egnu
sannfering.
Men heldur ikki hesa
demokratisku avgerð vildi
Atli Dam akta. Hann vildi
heldur ikki hoyra tær
mongu reddir, sum á
fundinum hevdu mælt til
frið og semju. Vildi heldur
ikki læna oyra ella eygu til
brev og áheitan frá frem-
stu fólkum innan javnað-
arflokkin og arbeiðara-
rersluna um frið og semju.
Madurin, sum fólk høvdu
sæð fram til sum tann, ið
kundi skapa semju, hevði
alla tíðina havt ilt í huga.
Í blaðgreinini verði eg
skuldsettur fyri at hava
roynt at ogna mær virðir
hjá kommununi at ríka
meg sjálvan við. Sann-
leikin er tverturímóti, at
tað vita tvøråfolk og eisini
havnarmaðurin Atli Dam.
Um ikki fyrr, so á 83—83
fundinum, fekk hann
sannleikan um hetta at
vita. Misgerð min í hesum
máli er, at eg ráddi bý-
ráðnum frá at keypa
nevndu ogn, tí stersti
parturin av henni liggur á
láglendi og loysir sostatt
ongar byggitrupulleikar.
Ongin, sum hevur minsta
skil uppá umhvervis- og
byggipolitikk, gongur inn
fyri at leggja dalarnar i
Føroyum út til byggiøki.
Men sjón gongur fyri
søgn at aðrir ríka seg upp
av ogn kommununar
kring skúlan í Trongis-
vági. Alt, sum nýtiligt er
til byggilendi, er givið út
til teir, ið áttu húsa-
grundir frammanundan.
Kommunan hevur fingið
kr. 18.00 fyri hvenn m' og
sama jerðin verður seld
aftur so hvert fyri ein pris,
ið liggur frá kr. 100,- og
meira pr. m*.
Har fór byggilendið,
meðan umsóknirnar frá
teimum ognarleysu um
byggiøki framvegis liggja
og hálsfevnast í einari
víðagitnari = skriviborðs-
skuffu.
Onnur msigerðin var, at
eg fekk forðað fyri, at
nakrir ávísir persónarvinir
hjá Atla Dam sluppu at
gera sær rættiliga dælt
burtur úr ognarkeypinum.
Tað ber væl til at seta
mynd av hesum tilætlaða
»kvettinum« í bleðini!
Annars meira um hetta í
næsta umfari.
Annars er at siga at Atli
Dam veit at mær og min-
um tørvar ikki jørå. Vit
eiga ein eftir føroyskum
vidurskiftum stóran
bóndagarð, ið fevnir um
1/4 million m* innan-
garðs, so væl ber til at
ríka seg upp av jarðar-
spekulatión, men hetta
hevur ongan áhuga. Vit
nýta hvenn snekil til
framleiðslu av mólk og
kjøti. burtursæð frá 2
trædum, sum vit hava
latið Tveroyrar Kommunu
til nýtslu í samband við
burturbeinan av húsaav-
falli og aðrari renovatión.
Atli Dam skrivar, at tá
eg kom í stjórn Froðbiar
Sóknar Javnaðarfelags í
1953, hevði hann longu