leygardagur 28. juli 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 87 — 28. juli 1984
»
= | -
Vidmerkingar frå Tvøroyrar
Sosialdemokratiska felag
Í Oyggjatidindi og 14.
september næstseinasta
vikuskiftið, royndi Dánjal
av Rana at bera fram ó-
sannar pástandir um
ymisk politisk viðurskifti
her á Tveroyri, og um til-
knýtið hjá Tveroyrar Sos-
ialdemokratiska Felag til
Feroya Javnaðarflokk.
Hetta var ikki óvæntandi,
ja satt at siga eru fólk
flest vorðin von við slíkt.
Men óvæntandi var hóast
alt, at úttalilsir hansara
bera sterkan dám av
frustratión. Ei undur í.
Vit vilja ikki leingja ó-
neyðugt um hetta trákjak-
aða evnið, tí vit meta, at
Dánjal av Rana og hans-
ara menn bert royna at
halda lív í hesum kjaki í
vónloysiseði. Tí bert nakr-
ar definitivar viðmerking-
ar.
1. Sambært lóg Føroya
Javnaðarfloks eru — øll
javnadarfeløg í Føroyum
limir i flokkinum. Ti er
Tvøroyrar Sosialdemokr-
atiska Felag limur.
2. Å landsfundinum i
vår var Tveroyrar Sosial--
demokratiska Felag um-
boðað og hevði atkvødu-
rætt á jøvnum feti vid
onnur feløg. Ti er Tvør--
oyrar Sosialdemokratiska:
Felag limur.
3. Tvøroyrar Sosialdem-
okratiska Felag hevur
TVPP TVFPPYRIR
CM FR, Pt
38:0 INCROYRI
FNSTRNY 24
FORÐA BANKI
SNP FEFPKR, FEL er
FERNYL SPIRIKASSI
| KVITTAN |
—
at góðskríva
Feroya Javnaðarflokk
vegna limagjald
Y MORTENSEN
|
225 TAFLA
>»
"12386 366 079 1:- £55T "4 4974 LNGE, 6 FLY
1? 284 256 N-3* 1:29 6GEn 29 FIBN” AS £.f05,5 '- FIT
.- i
goldid kr. 4.095,- i lima-
gjaldi til Føroya Javnad-
arflokk (si kopi av kvitt-
an). Ti er Tvøroyrar Sos-
ialdemokratiska Felag
limur.
Vidvikjandi uppstilling-
ini er bert stutt at siga.
Vit hava virkad fyri, at
bert ein listi verður í oynni
til legtingsvalið, og har
bæði feløgini á Tvøroyri
fáa hvert sítt valevni.
Viðvíkjandi uppstilling-
ini til komandi býráðsval
er at siga. Vit fara ikki á
lista saman við hverki
Froðbiar Sóknar Javnað-
arfelag ella Dánjal av
Rana. Vit gera sjálvandi
okkara egna lista. Vit
hava ongantíð dult, at tal-
an er um eina lokala ó-
semju — so uppgerðin
skal sjálvsagt eisini verða
lokal.
So Dánjal av Rana —
tað verður ikki spurning-
urin um at krúpa til nakr-
an kross — men spurning-
urin verður hver ið fær
krossarnar.
Tveroyrar Sosial
demokratiska Felag
v/ Jóannes Eidesgaard
fjasast uppi í politikki í 8
ár. Um so er, so hevur
byrjanin hjá honum verið
sera vánalig og onki annað
enn fjas, tí felagið var í
1953 komið á gravarbakk-
an (fundur var hildin til
endurreisan) og vinnuliga
var ikki betur statt. Tá
var munur á støduni i 1981
tá hann kom suður og
troðkaði meg úr formans-
sessinum. Felagið hevði
fáar mánaðar framman-
undan havt sítt besta val-
úrslit við 748 atkvødum,
og á vinnuliga ekinum var
ognarrætturin til fram-
leiðslutólini fyri stóran
part fólksins, sjálvt um
onnur enn fólksins valdu
umboð hava evsta valdið í
hendi. Spell at fjalsið og
ólevnaðurin frá árunum
45/53 skuldi sleppa at
gera um seg aftur, nú tá
vit lógu so væl á takinum.
Síðani 1970, tá Atli Dam
troðkaði Øregaard, sála,
úr formanssessinum, hev-
ur eisini sama fjasuta
lagið gjørt vart við seg. I
hesum tíðarskeiði er und-
irtøkan, sum flokkurin
hevði úti um landið,
minkað úr 30 niður í 22%.
Atli Dam ger gjeldur
burturúr starvi mínum
sum stjóri fyri lengjald-
stovuni, uttan at gera sær
greitt,at hann samstundis
dálkar minnið um sín egna
faðir, ti enn í dag liva á
mannamunni orðini hjá
tverámanninum, tá hann
ein dagin í januar mánaða
í 1934 metti P. M. Dam,
sála, við hesum orðunum:
»O, Dam, Dam, hetta var
ein vælgerð. at tú skaffadi
okkum lengjaldstovuna.
Nú sleppa vit frá at bidda
arbeiðsgevaran um tann
pening. ið vit hava sveitt-
að og stríðst fyri«. Fyri
teir báðar var hetta meira
enn peningur og konvol-
uttar, nevniliga frælsi at
taka imóti og ráða sjálvur
yvir síni egnu løn.
Annars hevur vanliga
áskoðanin verið hon, at
lengjaldstovurnar = hava
lætt um arbeiðið hjá ar-
beiðsgevarunum. At Atli
Dam hevur aðra åskodan,
undrar ikki meg. Hann
hevur so við og við funnið
sær sess hinumegin borð-
ið. millum vælgeddar
bossar í nýggju yvirstætt-
ini og samstundis megnað
at leggja sjógv millum seg
og verkafólkið við tess
leiðarum. So sanniliga ein
verdug støda at vera
komin í hjá einum javnað-
arforðingi.
Viðvíkjandi løn mini
sammett vid stjórans á
Tveroyrar Flakavirki er at
siga, at len mín fyri juni
mánaða var kr. 11.265,-
ímóti flakavirkisstjórans,
ið telur fleiri og tredivu
túsund um mánaðan —
umframt kr. 108.000,- år-
liga í ferðaútreiðslum.
Brikslið um politiskar
brotsgerðir og skuldseting
um yvirtrekk fyri at vinna
atkveður taki eg lætt, tí
hetta er ein partur av fjasi
og ólevnað Atla og avdúk-
ar ringu muruna, sum i
honum er. Kortini ivist eg
i,um Atli Dam er tann
rætti maðurin at briksla
ødrum yvirtrekk. tí í
Útvarpinum nú ein dagin
varð uppaftur tikin skuld-
setingin um, at tá Atli
Dam legði frå sær sum lø-
maður. var yvirtrekkið
1/2 milliard niðan fyri
botnin í landskassanum.
Enn er figgjarætlanin
hjá Tveroyrar Býráð ikki
samtykt, av góðum
grundum, men í ti upp-
skoti. sum fyriliggur, eru
veitingarnar til teknisku
nevnd broyttar munandi:
t.d. síggja niðanfyri-
nevndu konti soleiðis út:
Byggibúning (0)
Vegabreiðkan 0
Ognarkeyp 0
Byarhegn 0
Rakstur av bili 0
og tað sum verri er, er at
idnadarkontoin, sum sein-
astu 12 árini hevur verið
1% av álíkningini (í ár 1,2
milliónir) eisini er O still-
að. Spurningurin er so
bert. um stødan er so
vánalig. at ikki eru ráð til
at nøkta hesi livsneydugu
krøv, ella talan er um eina
fellu fyri at kunna visa å
yvirtrekk. I bådum førum
er talan um óhugna av
ringasta slag.
Flokspolitiskt stríð er
ikki nakað fremmant fyri-
brigdi, heldur ikki her á
landi. Stutt áðrenn P. F.
Joensen skald doyði. yrkti
hann um royndir sínar av
sjálvstýrisrersluni í Fer-
oyum soljóðandi:
.<Hverja ferð málið í
eygsjón var, oddafiskarnir
sviktu.«
Spell at hetta eisini
skuldi verða okkum i
javnaðarflokkinum fyri.
D. av Rana
HONDA
lakærust
garanti
H
-findes ikke bedre
70 år
Í dag, 28. juli, sjálvan Olavsøkuaftan verður
ein kend Nólsoyarkona sjeyti.
Mina, sum hon verður nevnd í bygdini,
skrivast Vang Hansen, sum tey gomlu
segdu tað.
Foreldur hennara vóru Jákup Vang úr
Kálvhúsinum á Glyvrum og Inga úr Garði í
Nólsoy.
Tey fyrstu barnaárini búðu tey á Glyvrum,
men tá Mina var 5 ára gomul, fluttu tey til
Nólsoyar og hevur Mina síðani verið á oynni
at kalla alla sína tíð.
Har hevur hon tikið lut í ellum tí, sum fyri-
ferst í eini foroyskari bygd, í gerandislivinum
sum aðrar tíðir, so sum lívið hevur verið í tí
foroysku bygdini.
Á yngri árum tænti Mina eitt skifti í
Havn, hjá so mætum fólkum sum hjúnunum
Petru og Hans Andriasi, skaldi, og hjá
teimum í Stórustovu. Frá hesi tidini hevur
Mina mangt gott og minnisríkt at fortelja og
at minnast afturá.
Í 1936 giftust Mina og Erling — og síðani
var Mina húsmóðir, aldi upp bernini, 3 eru
tey í tali, men har í húsinum vóru tey ofta
fleiri enn júst húsfólkið, tí var ein hjálpandi
hond tiltrongd, so stóðu dyrnar altid opnar.
Sum sjómaður var Erling javnan burturi,
hann var stýrimaður við »JOannes Paturs-
son< í mong ár, og tá var tað ábyrgdin hjá
Minu at taka sær av ellum sum fyrifórst
heima, inni sum úti, so sum luturin hjá
mangari feroyskari húsmóður framvegis er.
Hevur Mina verið Erlingi ein góður stuðul
gjegnum árini, so hevur hon eisini sýnt sín
samfelagsáhuga og steðufesti á annan hátt.
Mina er avhaldskvinna. Hon er næstfor-
maður í ti 90 ára gamla Nólsoyar Avhalds-
felag; hon var eitt skifti formaður, og hevur
tað verið eitthvert til frama fyri Avhalds-
húsið og felagsmál, ja so hevur Mina altíð
verið tilreiðar.
Mong hava sitið væl hjá Minu og Erlingi
og senda blíðar heilsur á sjeyti ára feðingar-
degnum og ynskja teimum ein hugnaligan
dag; legið skal vera um bernini ikki ell eru
komin heim, hóast teinurin kann vera langur.
Vit ynskja Minu Hjartaliga tillukku við
teim 70.
Síða 7