leygardagur 28. juli 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Orsakað av skriving í
Sosialinum, eydnaðist
tað at fáa býráðið í talu.
Dagin eftir at fólk undir
Varða hevdu greitt frá
ótolandi viðurskiftum
teirra í Sosialinum,
samdust býráðslimir
um at steðga asfalt-
verkinum. Grótbrotið
heldur fram í meguliga
fýra ár afturat, men her
verða ábetur gjerdar,
so grótdustið ikki
kemur í bústaðarekið
undir Varða. Vert er at
viðmerkja, at eingin
verður arbeiðsleysur,
av tí at asfaltverkið
steðgar. Poul
Michelsen sigur, at teir
fáa frameftir arbeiði
hjá kommununi.
Orð og myndir:
Dagny Joensen
Hóast fólk undir Varða í
meira enn 20 ár hava
roynt at fingið býráðspol-
itikarar í talu, so eydn-
aðist tað ikki fyrr enn tey
settu seg í samband við
Sosialin!
Asfaltverkið við Oyggj-
arvegin hevur staðið sum
ein hóttan yvir umhverv-
inum har, og hevur gjert
gerandisdagin ótolandi.
Nú er tað steðgað, — og
fólk kunnu aftur draga
andan, koyra vindeyguni
upp og lata børnini fara út
at spæla
Orsekin til greinina í
hósdags Sosialinum var,
at nekur fólk ringdu til
okkara og bóðu um, at vit
avmyndaðu asfaltverkið,
sum stendur nærindis set-
húsagkinum. Aftaná
greiddu tey frá, hvussu
viðurskiftini vóru í ger-
andisdegnum, við asfalt-
royki og steindusti úr
Grótbrotinum.
Sosialurin setti
samband
seg í
við býráðsfor-
mannin, sum segði, at
fundur skuldi verða um
málið beinanvegin.
Hóast góð 20 ár, so
eydnaðist tað at fáa polit-
ikararnar at steðga asfalt-
verkinum, bert eftir
einum degi!
Aftaná fundin í tekn-
isku nevnd byrådsins, tos-
aði Sosialurin við Poul
Michelsen, býráðsfor-
mann, sum gjørdi við-
merkingar til greinina í
Sosialinum, eins og hann
segði, hverjar ætlanir by-
ráðið arbeiðir við, til tess
at fáa endurstovnað as-
faltverkið og flytan av
grótbrotinum.
Poul Michelsen situr við
skrivaraborðið í býráðn-
um. Framman fyri sær
hevur hann úrslit av eini
kanning, sum varð gjørd
fyri tveimum árum síðan.
Kanningin fevnir um
viðurskiftini í Grótbrotin-
um við Oyggjarvegin. Tað
er Colas Fyritøkan í Dan-
mark, sum hevur gjert
niðursteðu — fyri tveim-
um árum síðan! Har
stendur: Asfaltverkið er
beinleiðis skadilig fyri
heilsuna hjá fólki og eigur
at verða steðgað beinan-
vegin! Vanliga manna-
gongdin er, at slíkt verk
liggur ein kilometur frá
bustadarøki! Av ti at as-
faltverkið við Oyggjar-
vegin er so avoldað, ber
ikki til at gera ábetur.
Hertil kemur, at verkið er
so vånaligt, at tað ikki
kann framleiða asfalt við
slíkari gédsku, sum er
neyðug til ferðslu og veð-
urlagið i Føroyum!
— Hetta vistu tit fyri
tveimum årum sidan. Hvi
er einki hent i målinum?
— Tað kemst av, at bý-
ráðslimirnir ikki innan-
hýsis kundu semjast um
hverja skipan vit skuldu
nýta, viðvíkjandi virk-
seminum og endurstovnan
av asfaltverki í kommun-
uni. Figgjarliga vóru vit
tá ikki ferir fyri at gera
talan
bleiv um at stovna eitt fel-
ag, sum skuldi rekja virk-
ið burturav.
Eftir hesum. skuldi as-
faltverkið rekast sum ein
slíkar ílegur, so
sjålvstødug eind, sum
kundi framleiða asfalt til
Tórshavnar kommunu og
annars til privatfelog og
kommunur kring um land-
ið.
Henda skipan virkar á
tann hátt, at býráðið ella
kommunan eigur parta-
peningin. stovnar eitt 6-
heft felag, sum keypir am-
boðini. So kundi felagið
valt eina nevnd, sum setti
arbeiðsfólkið.
Í dag hevur kommunan
ein umvælingarbólk og ein
áleggingarbólk innan as-
faltvirkið. sum átekur sær
arbeiðið. Vansin við ein-
um felag er, at tá verða
fólkini arbeiðsleys ein part
av árinum. Í núverandi
stødu, er asfaltbólkurin í
kavarudding tann part av
árinum, tá asfaltarbeiðið
liggur stilt.
Tá tit eru vitandi um
skaðiliga árinið av asfalt-
verkinum við Oyggjar-
vegin og kortini einki er
hent. Hví?
— Ti semja um skip-
anina ikki er fingin í lag,
og ti talan er um priorit-
ering av ymsu málunum.
Grótvirkið skal fram-
eftir virka. Verður nakað
gjørt fyri at beta um grót-
dustið, sum legst undir
Varða?
— Av ti at tað er 6-
møguligt at steðga grót-
virkinum. so verður fyri-
bils gjørt ein iløga til dys-
ur, sum spræna vatn, tå
skervurin verður knústur.
Hetta bindur dustið, so
tað ikki fer víðari.
Á fundinum hósdagin
samdust býráðslimirnir
um at finna eina loysn, so
grótbrotið eisini kundi
flytast.
Hvussu langa tíð vænta
tit tað tekur?
— Tað er ein sann-
roynd, at tað tekur
drúgva tíð at fáa nýtt
grótbrot endurstovnað, —
eitt nú at fáa góðkent hvar
tað skal standa og fyri at
gera iløgur, sum verða
serliga stórar. Eg meti
sjálvur, at tað veruligt
verður talan um eitt fýra
ára skeið, til hetta er
greitt, sigur Poul Michel-
sen.
Poul Michelsen,
.. býráðsformaður
Hetta er myndin, sum
vísti góðveðursdagin,
tá bústaðarokið una.r
Varða lá fjalt í asfalt-
royki og grótdusti. Nú
er asfaltverkið steðgað,
men enn noyðast fólkini
at berjast við grótdust
og larm frá grótbroti-
num. Abetur verða
gjørdar, so Grótbrotið
kann nýtastíeitt fýra
ára skeið afturat
Frá heilsuligu steðuni:
Nr. 87 — 28. juli 1984
Ein nýtist ikki at vera lækni
— fyri at progva, at grótbrotið er ein vandi
fyri bústaðarfólkið
Høgni Debes Joensen,
landslækni, sigur vid Sos-
ialin, at eingin kæra er
komin i Heilsunevndina,
— i hvussu so er sidan
1981, tå hann tók við
starvinum.
Hann er tó vitandi um,
at málið hevur verið við-
gjørt í 70unum. Tað var
ikki møguligt fyri Sosialin
at skaffa upplýsing um
hetta. Høgni Debes Joen-
sen heldur, at tað er rætt
og rimiligt, at asfaltverkið
varð staðgað.
Hegni D. Joensen,
landslækni
Er grótdust ikki eisini
skaðiligt fyri heilsuna?
— Tað er greitt, at tað
ikki er uttan vanda fyri
heilsuna, men tó hava
kanningar víst, at eitt nú
kisilsýra, sum gevur
lungasjúkuna silicosa,
ikki er í grótinum í Fer-
oyum.
Jón á Steig, yvirlækni
og serkenur í lungasjúk-
um sigur:
— Hóast lungasjúkan
silicosa ikki kemur upp á
tal viðvíkjandi árini av
grótbrotinum við Oyggj-
arvegin, so kann tað ikki
sigast annað enn, at tað er
óheppið, at tað stendur so
nær bústaðareki. — Eitt
er í hvussu so er vist, at
fólk sum hava veik lung-
ur, eitt nú astma og
bronkitissjúklingar, av-
gjørt ikki hava gott av at
anda steindust í seg.
Sama er galdandi fyri
smábern, sum hava veik-
ari lungur enn vaksin fólk.
Kanningar hava víst, at
býarfólk, sum eisini fáa
aðra dálking í seg, eru
meira útsett fyri lunga-
sjúkum, enn eitt nú
- bygdafólk.
Er tað rætt, at grót-
brotið heldur fram?
— Tað haldi eg ikki, ein
nýtist at vera lækni fyri at
nokta. Bert eftir greinini,
sum fólk greiddu frá í
Sosialinum, vita vit, at
tað eigur at vera ein
ovbyrjan fyri andadráttin
hjá fólkum, sum búgva
undir Varða.
Er tað ein bati, um vatn-
dysur verða settar á Grót-
verkið?
— Tað er í hvussu so er
ein bati, í mun til tað sum
hevur verið frammanund-
an, sigur Jón á Steig,
yvirlækni við Sosialin.
Jón á Steig,
yvirlækni
a —
F A|