leygardagur 28. juli 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 87 — 28. juli 1984 tíðindablaðið E | B É | | | | | | | Síða 9
— heuði grótbrotið als ikki verið loyvt, har tað nú stendur. Bert
er eingin ekstern umhvervislóg í Føroyum, sum setir treytir.
Betri heuði tó verið, um virkir í Foroyum kortini lagaðu seg eftir
donsku lóggávuni, so leingi sum eingin er tok í Foroyum, sigur
Eli Davidsen, Arbeiðseftirlitið. Sosialurin hevur umbiðið eina
kanning sum vísir, hvussu nóguvur larmur kemur frá Grót-
brotinum.
Eli Davidsen,
arbeidseftirlitid
Eli Davidsen, Arbeidseft-
irlitið, sigur við Sosialin,
at teir í stovninum hava
verið á Oyggjarvegnum
og kannað asfaltverkið
fyri tveimum árum síðan.
Henda kanning var bert
—
fyri arbeidsfolkid, ti vit i
Føroyum ikki hava ekst-
erna lóggeving at arbeiða
eftir. Talan var um asfalt-
arbeiðarar, sum arbeiddu í
asfaltroykinum. Teir
fingu maskur og upp-
lýsing um, hvussu teir
best kundu verja seg í ar-
beiðinum.
Hava tit ikki kannað
larmin frá grótknúsaran-
um og dustið, sum kemur
higani?
Viðvíkjandi larmi frá
virkinum, hava vit politi-
vidtøkurnar at halda okk-
um til, og hon sigur, at
larmur frá virkjum ikki
skulu tarna grannum eftir
kl. 11 á kveldi. Av tí at
eksterna lóggávan ikki er
tek í Feroyum, er eingin
sum átekur sær kanning á
hesum eki.
Eftir donsku lógini,
ru slík virkir geva
ávísan larm frá sær í ávís-
um tíðarskeiði. Á ídnaðar-
oki er ásett. at t.d.
larmurin ikki skal fara
upp um 70 db. í dag-
tímunum og ikki upp um
40 db. aftaná klokkan 11 á
kveldi.
Hvussu nógv er 70 db..
samanborið við annan
larm?
— Eitt nú ein skrivi-
maskina gevur 60 db.
Hertil skal sigast, at
markið uppeftir flytist
nógv. T.d. gevur 93 db.
dupult so nógvan larm
sum 90 db. Eitt nú um
fimm avhevdaramaskinur
eru í brúk á einum flaka-
virki, so gevur tað eisini
93 db.
Hvussu er hesin larmur,
Havnarfólk:
Fed DEG
Serlig framsyning vid gomlum havnar-
myndum verður at síggja á framsyningini.
Umframt hetta, verða eldri kend fólk úr
Havnini, sum greiða frá. Vónandi kunnu
vitjandi eisini geva sítt ískoyti, so sogan
aftanfyri myndirnar verður meira fullfiggj-
að, sigur Finnur Johansen, fyrireikari
sammett við donsk viður-
skifti?
— Um talan er um idn-
adarøki, sum liggur nær-
indis bústaðareki, so
mugu hesi ikki larma
meira enn 55 db. í tíðar-
skeiðnum frá kl. 7 á
morgni til 18.00 á kveldi.
Aftaná kl. 18 og tilkl. 11 á
kveldi, er markið 45 db.
og seinni á nátt, 40 db.
Um grótbrotið stóð í
Danmark, hvat hevði
hent?
— Tað hevði als íkki
borið til í Danmark. Tað
hevði verið ómeguligt!
sigur Eli Davidsen at enda
við Sosialin.
NB: Sosialurin hevur
biðið Arbeiðseftirlitið
kanna, hvussu nógv db.
Grótbrotið gevur frá sær.
Hetta fáa vit at vita í
komandi viku.
Á ólavseku verður forvitn-
islig framsýning í Smiðj-
uni í Lítluvík.
Framsýningin fevnir um
gamlar havnarmyndir,
sum er ogn býráðsins.
Myndirnar eru 40 í tali,
sum vanliga plaga at
hanga í Kommunuskúlan-
um og á helum býráðsins.
Tað er Finnur Johansen,
formaður mentamála-
nevnd býráðsins, sum
stendur fyri framsýning-
ini.
— Upprunaliga skuldi
onnur framsýning vera í
Smiðjuni, men tá henda
varð avlýst, bert fáar dag-
ar fyri ólavseku, hildu vit
tað vera áhugavert at
royna okkurt tiltak. Van-
liga vitja nógv fólk í
hugnaliga umhvervinum í
Smiðjuni, og tí hevði verið
spell, um húsið var aftur-
latið stevnudagarnar, sig-
ur Finnur Johansen við
Sosialin.
Ætlanin er, at eldri havn-
arfólk, sum vita nógv frá
at siga, skulu vera teimum
vitjandi til hjálpar. Tey
fara at greiða frá mynd-
unum, eins og býráðið eis-
ini vónar, at kanska onkur
vitjandi veit frá at siga
okkurt, — eitt nú eru allir
persónarnir sum eru á
myndunum, ikki kendir.
Myndirnar stava frá um-
leið aldarmótinum —
onkur eldri, onnur yngri,
men nóg mikið verður at
tosa um.
Fólkini, sum hava játtað
at verða hjálparar á fram-
sýningini er m.o.: John
Davidsen, William Heine-
sen, Karl á Tórgarði,
Ragnhild Debes, Martha
Matras, Mia Trónd, Poul
Guttesen, Gunnar Mikkel-
sen, Niclas á Dunga, Anna
Askham, Hanna á Tór-
garð og Ingvard
Jacobsen.
Finnur Johansen sigur,
at teir hava gjert eitt
spurnarblað, sum liggur
frammi í Smiðjuni, har
fólk kunnu skriva upp-
lýsingar á, eitt nú um tey
kennapersónar á myndun-
um. Um onkur vitjandi
veit frá serligum hending-
um at siga, so skal hann
skriva tað á lepan. Seinni,
tá spurnarbleðini verða
kannað, fer býráðið at seta
seg á samband við hesar
persónar.