Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 1984síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður brødralag Nr. 88 x tysdagur 31. juli 1984 A Kappróðurin á ólavseku: Vestmenningur tapti bert ein róður í ár — í Vestmanna — men prógvaði á ólavsoku at eisini ber til at vinna 1000 metra teinin. Fyri avbera góða og vakra róður teirra fingu vestmenningar eisini útvarpssteypið afturat ólav- sokusteypi og FM-steypi. Manningin á Vestmenningi er Jón Nielsen, Jógvan Hansen. Jón Hendrik Davidsen, Pauli Zachariassen, Virgar Hansen, Hanus Olsen, Óla Jákup Hansen, Rodmund Andreassen, Rúni Nielsen, Hildbert Funn og Aksel Haraldsen Róðrarnir á ólavsoku vóru í flest ollum for- um bæði spennandi og javnir og i nærum ollum róðrargreinum vunnu »favorittarnir«. Dreingjaróðurin tó undantikin, tí fá vóru tey, ið høvdu mett at Blikur fór at vinna. Les á síðu 6