Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið OLAVSØKAN '84 So er ólavsekan farin aftur um bak, og fólk byrja so smátt at finna gerandis- dagin aftur. Ítróttarkappingar hava verið, — summi taptu, onnur vunnu, men kortini, so gekk alt av besta slag. Tivoli, ballónir fyri 30 krónur og smábern og vaksin fólk í getunum, at kalla alt samdøgrid. Hetta kom einamest av, at veðr- ið var so vælsignað, sum tað í hvussu so er ikki hevur verið í fleiri ár. Hóast góðveðrið, so sýntist tað ikki sum fólka- vitjanin var so nógv, sum hon plagar. Onkur vil vera vid, at fólk eru setst aftur, tí dansurin endaði so tíð- liga 6lavsøkuaftan. Á Pol- itigarðinum sigur vakt- havandi, at ólavsskan hjá teimum hevur verið friðar- lig, og tó at heili 39 persónar svóvu rúsin út á steðini. so var tað ikki torferari enn áður, at hýsa hesum serligu gestum. Nr. 88 — 31. juli 1984 Orð og Myndir Jan og Dagny Spurdur, um teir hildu minni fólk vitjaðu á ólav- søku i år, í mun til í fjør, so visti vakthavandi tad ikki. Hann hevði verið í vakt í 20 tímar, so hann hevði ikki orku at fara í býin, tá arbeiðið var av. Hann upplýsir annars, at 14 politistar vóru í ar- beiði, — í 18 og 20 tímar, stevnudagarnar. Annars er eins og alt loyvt á ólavseku, og fólk taka sær av lettum, men kortini, so er tað heldur ikki á ólavseku loyvt at koyra við kenning. Tað hava fýra fólk roynt, og helst er koyrikortið farið við ólavsekuni. Tá blaðið mánadag seinnapart fór til prent- ingar. var hópin av fólki í gøtunum. Sosialurin var á ólav søku við myndatólinum. Hesar myndirnar vóru tiknar stevnudagarnar.