Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 31. juli 1984 nógv fyri at rekta gomul og sjúk i Føroyum — hann sigur beint ut, at gjalda 700 kr. um dagin fyri at røkta gomul og sjúk, tað er ov nógv — so er hetta átaluvert. Vit hava hoyrt somu redd, bara frá hinum borg- arliga flokkinum, har sagt varð, at tað var nógv betri og bíligari at lata gomul og sjúk búgva á hotellun- um, tí tað var ov dýrt á Landssjúkrahúsverkin- um. Hetta er so tekkin, sum borgarligu flokkarnir á Legtingi geva teimum, sum legdu lunnarnar undir samfelagið Feroyar. Í gomlum degum var jú Trælanípan brúkt til tey, sum ikki kundu gera nakað til nyttu og nú bjóð- ar borgarligi meirilutin á Legtingi uppihald á hotell- unum og onga rekt. Við framhaldi av hesari samgongu verður ikki gomlum og sjúkum givið blítt lívskveld. Viðvíkjandi tí, sum kommunurnar gjalda, er bert at siga, at tær gjalda tað, sum álagt er teimum. Ikki verða av okkum rist- ar breiðar reimar, men ver- andi samgonga hevur sanniliga rist reimar so tað forslær — og sín góða part av hesari rokning fara suduroyingar at gjalda. Segan endurtekur seg, tað bleiv kveðið í sínari tíð. „At spara til einkjuna so fátæk hon er, men sína makt at royna tá einki ófert er. Framhaldandi fari eg at undirstrika, at tá tað viðvíkir gomlum og sjúk- um, er tað ikki spurningur um krónur ella oyru, men nú hava vit greitt svar hesum viðvíkjandi frá borgarligu samgonguni á Legtingi. Sverre Midjord Gykl og gerandisdagar i Gøtu Tað var næstseinasta undirvisingardag. Lytt var og sólin skein bæði oman og niðan — mest oman, og so miskunnar- leyst, sum var tað til eksamiulesnaða. Ringt at sita inni og lesa í slíkum veðri. Serliga vársins fruktagóðu og óróligu tíð, tá saftirnar rísa og hor- monirnar svirra, so ein verður heilt erkymlaður. Aftur eitt forsømt vár??? Sum eg gekk, sá eg nekur ungfólk koma „spákandi< rættiliga so spelkin niðan í bein, kát sum lomb, ið ikki vistu, hvørjum beini tey skuldu ganga á og ti hoppaðu á ellum og lótu við aftur- partinum í staðin. Vårfrøin skygdi og ljómaði (haldi eg, ti tað plagar hon) í eygunum á gentunum um kapp við sólstrálurnar — ella var tað umvent. Og kanska var tað hetta, kanska var tað okkurt annað. ið fekk dreingirnar til at kvetta sakleysa lívið hjá nøkrum påska- og pinsaliljum, grasi og sóljum. Vár-ov- kætið rykti eisini onkra neyðars viól upp úr lívs- neyðuga sambandinum við móður jerð. Várgleðin, ið blómurnar høvdu verið vit til at skapa, gjerdi eisini av við nakrar av teimum. Frá várinum til várið. Frá dreingjunum til genturnar. Ája, og maðkarnir vóru longu í gongd við teirra undirgravingarvirksemi. Teir tanlaðu og jaglaðu nekur eldri lívrunnin evni og nakrar nýggjar visiónir um ein skúla og hvat hann kann brúkast til. Politikararnir vildu hava eina rúgvu av stud- enta- og HFðøskúlum i Eysturoynni: Í Runavík, Getu, Kambsdali, Fugla- firði. Men bert var brúk fyri einum skúla, so har var einki fantilsi á. Hesin egiligi hugur at byggja skúlar endaði við, at eing- in skúli bleiv. Hugurin fór yvir gevind og endaði í sínum mótsetningi. Synd, tá ið so góður vilji lá aftanfyri!!! Tað kann ikki vera várið og hormonir- nar, ið hava ørkymlad pol- itikaranna annars vanlia rationella og logiska hugs- unarhått, ti alt hatta hendi í teimum døgum, tå veturin enn leikaði í. Men rumbul er komið i. Á Landsskúlafyristiting- ini vita tey ikki síni dýrastu ráð, tí langtíðar- ætlanir skulu gerast út frá grundarlagnum: at vita einki. Uttanfyri tronga portrið til næsta stigið í langa marsjinum gjøgnum skúlainstitutiónirnar stendur ungdómur við kvalifiseraðum umsóknar- blødum og bíðar eftir at sleppa innum og stríða seg víðari fram eftir smala vegnum til hægri lærdóm. Hvussu nógv, ið sleppa inn, tað veldst um veðrið og lagið. og meðan vind- urin blæsur verður grund- arlagið undir skúlanum máað burtur — planleyst og líðandi. Loysunarorðið hevur itið »fyribils«, men nú hevur »fyribils« var so leingi, at teir ikki rætti- liga kunnu brúka tað longur. Maðkarnir grava og tanla seg ótarnaðir víðari, og undirgravingarvirk- semið er ikki bert niður- brótandi, men: niðurbrót- ing til uppbygging. So hóast visiónirnar koma út aftur úr hinum endanum í lortamolum, so skuldi tað ikki verið óðamannaverk at vóna, at tær fyrr ella seinni fara at spíra aftur í onkrum liki,um kollvelt ella bara velt veråur. Og uppi yvir madkun- um hava tey gloymt alt um skúlan og eksamiu. Syngjandi fara tey eftir benum, og ljómurin, ið streymar út úr barka- kýlunum, gevur hýrinum bert ein eyka dám. Várið jarmaði sum eitt lamb og segði mææææh. ivandi, spinkult, men vónríkt. Okkurt var á veg — okkurt, ið vaks og vaks. Tann mjúki sløkti langa vetursins tunglyndi og streyk gjøgnum ljósa hárið sum við einum longum kossi av kærleika — uttan at vita av í. Tá eitt »klipp« fór haltandi eftir bønum, lótu tey seg ikki lumpa av hes- um. Litir og tónleikur, angi og rerslur, nervaimpulsir røra hjartastreingir og heila. Liggjandi í grasin- um sóu tey elefantar, summarfuglar, purlut hvít lomb so mjúk sum skýggj. reka framvið. Hetta minti um skúlan: nú var hann har, nú var hann ikki har. Alt eftir hvussu vindurin blásti. Ein surrealistiskur sjónleikur við ljósareyðum elefantum í hvervisjón. Við lærdómi er tað nak- að sum við skýggjunum: Hann vigar næstan einki, er nakað sveimandi og ii- tøkiligur, ilt er at peika beinleidis å, hvadani hann kemur og hvat verður av honum, og konkretu úr- slitini síggjast ikki fyrr- enn nakað er fráliðið, men hver dropi av kunnleika fær sterri og sterri týdn- ing í framtíðarsamfelagn- um. Um lærdómurin verður vigaður á teimum arbeiðs- megikeyparavektunum, ið viga tosk, so verður hann aloftast funnin ov lættur. Lættur er hann so at bera. Tey spákaðu sær oman aftur. Við tveimum stóru- um tyssum av blómum. Fólk, ið vóru í nánd, ógv- aðust og trúðu kanska, at tey vóru blivin kommun- istar, anarkistar ella heid- ningar. Tann tamarleysa og frítt streymandi gleðin er mistonkilig og vanda- mikil, men vindurin í hárinum lat ikki við seg koma. vindurin Petur Gokk Sjónleikurin heldur áfram Enn einaferð hevur Før- verið vitni til sjónleik samgongunar. Hesaferð er tað okkara løgmadur. ið leggur upp til sjónleikin. og sum ikki einaferð er tað fólkaflokk- urin hann fleingjur av Aftaná at hava dusað sær í skjótt 4 ár. sum um ikki val bleiv aftur. eru samgongumenn knappliga vaknaðir við kaldan dreym. Nú ræður um at finna syndabukkin, tí veljarin má fáa at vita orsekina til tað sera ván- aliga arbeiðslag. ið hevur verið innan samgonguna. Arbeiðslagið hevur ver- ið so út av lagi vånaligt, at tað er komið sum ein lætti fyri samgongumenn. hverja ferð. ið Tingid er sent heim. Veljarin er sum man. vorðin so erkyml- aður av klandrinum innan samgonguna, at hann hevur havt ilt við at finna út av. hverjir flokkar. ið eru í samgongu og hverjir flokkar eru í andstødu. Ikki hava tað verið só fá mál. har ið atkveðurnar hjá andstøduni hava verið avgerandi fyri. um málið hevur verið samtykt ella oya fólk vera ei Arbeiðslagið i løgting- inum hevur sjálvandi smittað av sær, tå ið av- gerðir skulu takast úti í Landsstýrinum Tað er neyvan nakað mál av týdningi avgreitt úti í Tinganesi, uttan so at tað hevur staðið í anda- risi. sum Legmaður tekur so rámandi til. Fyri at fáa semju ilag, hava klandursvættini so verið noydd til at tengja ymiskt uppí málini, so sum nótabátar. vara- skúlastjórar. sjónvarps- stjóran og nú til seinast — umsjónarmann til Klaks- víkar sjúkrahús Fyri eina og stjórn hevði henda steða ført tilnyval sum skjótast. Men gakk. sterri og álv- arsligari ósemjurnar hava verið. meira avgjerdir hava garparnir verið fyri at halda fram, samstundis sum teir hava fyrigyklað fyri veljaranum, at alt hevur gingið so sera væl Legmaður hevur í síni stjórnartíð skrivað nógvar greinir. ið ikki hava verið einum stjórnarleiðara verdugar. Í einari av hesum prov- okatiónsgreinum skrivar hann m.a. at áðrenn hann kom til róðrið var lítið og einki skil á heima- Síða 5 tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. fiskiskapinum. Nú høvdu teir fingið eitt ávist tam- arhald til nýtslu á land- grunninum. Mær er fortalt, at ein av bygdamonnum legmans nú í fleiri ár hevur bíðað eftir innflutningsloyvi uppá ein sterri og meira hóskandi bát, ístaðin fyri núverandi Hesin bátur troytir ikki ta føroysku landleiðina. og um innflutningsloyvi varð givið fyri annan bát, var tann gamli farin úr tí foroyska flotanum. Harra legmaður. var tað ikki náttúrligt, at hesin maður fekk inn- flutningsloyvi, ella er tað i hesum førinum sum í so mangum eðrum føri, hvor ið persónurin er, og sektin verður legd á umstød- urnar og tervin til at fáa annan bát, eg spyrji bara Frank Davidsen Harra Poul Michelsen, býráðsformaður Campingplássið yviri við Strond Á vári 1982 lýsti Tórs- havnar býráð eftir fólki. sum hevði hug at átaka sær raksturin av camp- ingplássi kommunnar yvir við Strond. Sum tú kanska minnist, so setti eg meg í samband við byrådid, bæði skriv- liga og munnliga. og varð biðin um at koma við uppskoti um. hvussu eg kundi tonkt mær plássið rikið. Eg gjørdi mær so ómak og sendi býráðnum eitt, eftir minum tykki, bæði skilagott og nýtiligt upp- skot og fekk 2 mánaðar seinni soljóðandi bræv frá býráðnum, journal nr. 34/7. 1981, dagssett 16. juni 1982: »Byrådid takkar fyri å- huga tygara í camping- plåssrakstri kommunun- nar og fyri tilbod tygara um at åtaka tygum at standa fyri hesum rakstri. Umframt Ferðamanna- stovuna vóru tygum sjálvur annar, ið gjørdu vart við, at tygum høvdu áhuga fyri at átaka tygum raksturin av camping- plássinum nú í summar. og av tí at campingplássið enn er ov lítið útbygt. og royndirnar enn eru a fáar. er avgerð tikin um at lata raksturin í ár upp í hendurnar á Ferðamanna- stovuni, ið hevur eitt ser- liga náttúrligt ynski í at fáa kunnleika um camp- ingplássrakstur, ið kann nýtast úti um bygdirnar. Við royndunum í ár vil eisini liggja betur fyri hjá kommununi at seta treytir í samband við útbjóðing av campingplássrakstrin- um í framtidini.« Hetta vóru skilagóð orð. og óivað fór okkurt at spyrjast burtur úr hesum, í minsta lagi ein frágreið- ing um tær innvunnu royndirnar, men sambært býráðsskrivaranum — nú havi eg tað bert munnliga — so er púrt einki hent. Tí var tað heldur enn ikki hugstoytandi í sendingini >Ferðafólk og fødilandid« í útvarpinum at hoyra, at býargartnarin nú á eðrum ári stendur sum dagligur leiðari av campingplássin- um. og fari eg at spyrja. um hetta er vanligur bein- politikkur, og um plássið verður rikið fyri privata ella kommunala rokning. og undir hverjum treyt- um? Nakra canossaferð ætli eg mær ikki undir, men eg vil fegin hava eitt greitt svar. At eg sendi blødunum avrit av hesum, undrar teg neyvan. Tórshavn, 22. juli 1984 Andrias Gregoriussen