hósdagur 26. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 184 - 26. september 2002
Nr. 184 - 26. september 2002
3
Samanleggingin við
Tórshavnar Komm-
unu og nógva set-
húsabyggingin í Hoy-
víkshaganum elvdi
til, at skúlabarnatalið
vaks nótg skjótari
enn væntað
SKÚLI
Eirikur Lindenskov
Í hesum døgum eru 25 ár
síðani, at skúlin í Hoyvík
varð tikin í nýtslu. Tá vóru
77 næmingar og seks lærar-
ar á skúlanum.
Upprunaliga var skúlin
bara ætlaður til sjey flokk-
ar. Men nógv vatn er
runnið hesi seinastu 25
árini, og so hvørt sum
íbúgvatalið í Hoyvík er
vaksið, er næmingatalið
eisini fleirfaldað í skúla-
num – skúlabarnatalið vaks
nógv skjótari enn væntað.
Í 1992 var skúlin útbygd-
ur til tað dupulta, men
næmingatalið bara vaks ár
um ár.
Við skúlaársbyrjan í ár
eru tríggjar skúlastovur
komnar afturaat – og ein
ítóttarhøll, nevnd Hoyvíks-
høllin.
Nú eru 17 vanligar skúla-
stovur og 19 flokkar í
skúlanum. Næmingatalið
er 439, og lærararnir eru 30
í tali.
25 ára dagurin hjá Hoy-
víkar Skúla verður hildin í
morgin,
fríggjadagin.
Fyrrapartin verður serstak-
ur skúladagur saman við
næmingunum við ymiskum
tiltøkum. Seinnapartin kl
14 – 16 er skúlin opin fyri
vitjandi.
Skúlin í Hoyvík 25 ár
Rullubretti á alfaravegi sera vandamikil
Tað snýr seg bara um
tíð, nær okkurt barn
á rullubretti endar
undir onkrum bili,
sigur Ferðslutrygd
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
Seinnu árini hevur tað
vundið meira og meira upp
á seg, at børn aka á rulli-
bretti (skateboard) úti á
vegnum, har bilar koyra.
Mangur bilførari man hava
fingið skelk, tá ið hann
næstan hevur koyrt á barn,
sum liggjandi á búkinum á
rullibretti er komið við fúk-
andi ferð millum bilar –
ella undan húsum á alfarar-
vegi. Eitt er at tey illa síggj-
ast í dagslýsi, tí at tey eru
so lágt, annað er tey á
kvøldi eru myrk og eru als
ikki at síggja.
– Orsøkin til at hesin
spurningur verður reistur
nú, er ikki at trupulleikin er
uppstaðin í dag. Men á
skrivstovuna hjá okkum
kom í dag skelkaður bilfør-
ari, sum heitti á okkum um
at gera okkurt við hetta
vandamál. Hesin vil fegin
siga frá síni skelkandi upp-
living í teirri vón, at skilið
verður betri, sigur Jón
Kragesteen,
leiðari
á
Ferðslutrygd
Hann sigur, at tey kunnu
ikki annað enn taka fult
undir við hesum og í roynd
og veru er spurningurin
bara um tíð, nær onkur
liggur undir einum bili.
Hernaðarlig tvíkilja
Ein hernaðarmálað
tvíkilja lá við bryggju
í Havn um dagarnar.
Talan er um norskt
far, sum hevur verið
framsýningartúr í
Amerika
VITJAN
Norska
hernaðartvíkilja
Skjold kom á Havnina týs-
kvøldið á veg úr Amerika
aftur til Noregs.
Hetta er aðru ferð í um-
leið eitt hálvt ár, at hendan
ser skjóttgangandi tvíkiljan
er á Havnini.
Fyrru ferð var, tá hon á
veg til Amerika á framsýn-
ingartúr legði at her og varð
liggjandi nakrar dagar.
Hesaferð skal hetta sjáld-
sama farið liggja í tvey
samdøgur, vita tey at siga
frá á havnarskrivstovuni í
Havn.
Skjold kom úr Vest-
mannaoyggjum, har hann
var inni eftir fyrst at hava
vitjað í Reykjavík ávegis úr
USA.
ej
Norsk herflotavitjan á Havnini um dagarnar
Mynd: Jens Kristian Vang
NÝBYGGING
Ingrid Bjarnastein
Mikudagin læt nýggi part-
urin í SMS í Havn upp
aftur. Hetta er ein liður í
størri útbygging, sum SMS
hevur verið í holt við sein-
astu mánaðarnar.
Handlarnir Skálkur og
Klivin hava í seinastuni
húsast á torginum í SMS,
men í gjár kundu teir lata
uppaftur í snotiligum og
hugnaligum nýggjum um-
hvørvi.
Mango hevur verið aftur-
latið síðani ólavsøku, og
eisini kundu tey lata upp-
aftur í snotiligum búna.
Ein nýggjur handil er
komin í norðara endanum
av SMS, og er tað ítróttar-
handilin Sportsmaster.
WC-ini eru flutt, og eru
tey eisini spildurnýggj.
Elektriskar hurðar eru nú
komnar í norðara enda, og
noyðist tú upp á, fyri at
sleppa inn í handlarnar. Og
sum nakað heilt nýtt, er
eisini ein lyfta, so tey í
koyristóli eisini sleppa í
Klivan, Mango, Sports-
master og Skálk at keypa.
Ikki er alt rættiliga liðugt
enn. Nakað av máliarbeiði
vantar í enn, men longu nú
sær alt snotuligt og nýtt út.
Nýggi
parturin
av SMS
latin upp
Norðari endi av SMS lat
uppaftur í gjár
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2
Støðleiðari til Shell í Klaksvík
Í sambandi við at P/F Føroya Shell yvirtekur Shell Quick Service frá Dáva Joensen og at
avgreiðsluskrivstovan í Norðoyggjum samstundis verður flutt av Grótrætt inn á støðina,
verður við hesum søkt eftir leiðara.
Starvið:
Vit kunnu bjóða eitt sera spennandi starv, sum bæði fevnir um dagligu leiðsluna av Shell-
støðini, av øllum søluarbeiðinum, rakstrinum og av umsiting okkara í Norðoyggjum.
Samstundis umfatar starvið eisini ábyrgdina av gomsluni á Grótrætt.
Eginleikar:
Vit ímynda okkum at umsøkjarin
v hevur góð leiðsluevni
v er ein góður seljari
v er íðin og ágrýtin
v dugir at arbeiða sjálvstøðugt
v er miðvísur og framsøkin
v hevur staðkunnleika
v er fjølbroyttur og smidligur
v hevur ordanssans
v er dugnaligur í samstarvi við viðskiftafólk og starvsfelagar
v tekur undir við handilsmeginreglunum hjá Shell (sí www.shell.fo)
Løn:
Vit bjóða eina góða løn við eftirlønarskipan, ið verður ásett í samsvari við útbúgving og
royndir.
Umsóknir:
Áhugað kunnu senda umsókn við neyðugum skjølum og merkt ”Leiðari Klaksvík” til P/F
Føroya Shell, Viðarnes, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 30. sept. 2002. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði. Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum kunnu setast til Erling í Liða, sølu-
og marknaðarleiðara ella Hákun Djurhuus, stjóra á telefon 347400.
P/F Føroya Shell hevur deildir í Klaksvík, Suðuroy, Eysturoy og Tórhavn. Tað eru 10 Shell-støðir kring landið og
uml. 100 fólk starvast hjá Shell í Føroyum. Shell eigur og rekur eisini tangabátin ”MAGN”. Árliga umsetur Shell
fyri uml. 400-500 mio.kr. Virksemið hjá Shell í Føroyum hevur síðani 1973 verið í føroyskum partafelag, sum er
ein partur av Royal Dutch Shell.
www.shell.fo
team 85 • 358000