hósdagur 26. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 184 - 26. september 2002
Nr. 184 - 26. september 2002
5
Hotel Tórshavn er í
so ringum standi, at
tað er stór skomm, at
føroyskir myndug-
leikar ikki hava okk-
urt frægari at bjóða
teimum, sum gerast
so sjúk, at tey noyðast
av landinum, halda
sjúklingar og avvarð-
andi
HOTEL TÓRSHAVN
Áki Bertholdsen
Bygningurin, sum føroyska
sjúklingahotellið í Keyp-
mannahavn er í, skuldi
ongantíð verið leigaður til
sjúklingahotel.
Tað eru bæði sjúklingar,
sum verða sendir til Keyp-
mannahavar at fáa viðgerð,
og teirra avvarðandi, púra
samd um.
Síðani umstøðurnar á
føroyska sjúklingahotellin-
um
í
Keypmannahavn
komu til almenna umrøðu í
kjalarvørrinum á legion-
ellabakteriunum í vatnin-
um, hevur eitt ótal av sjúkl-
ingum, avvarðandi vent sær
til blaðið at siga sína ónøgd
um hotellið.
Tey, vit hava tosað við,
eru yvirhøvur fólk, sum
hava verið bæði mangar og
langar ferðir á sjúkraferð-
um í Keypmannahavn, har
tey hava gist á Hotel Tórs-
havn.
Og tey allarflestu, vit
hava tosað við, hava eina
og somu hugsan um Hotel
Tórshavn.
Og tey eru púra samd um
at tað var eitt stórt mistak at
leiga hetta húsið til sjúkl-
ingahotell, tí tað er full-
komiliga óbrúkligt til enda-
máli.
Talan er bæði um, at høl-
ini liggja illa fyri og at inn-
rættingin ikki er nóg góð,
og so tað, at bygningurin er
í ringum standi.
Umstøðurnar á hotellin-
um eru so vánaligar, at tað
kemur fyri, at sjúklingar
sum hava umstøður til tess,
heldur finna sær aðra gist-
ing í Keypmannahavn, hel-
dur enn at fara á hotellið, tí
tey stúra fyri, at sjúkan fer
at versna av at vera á hotell-
inum, tí har er bæði svamp-
ur og nú eisini, legionella.
Tað er eisini komið fyri,
at læknar á Ríkissjúkrahús-
inum beinleiðis hava mælt
fólki, við veikari immun-
verju, frá at gista á hotellin-
um.
Vit vita eisini, at fólk
hava vent sær til føroyskar
myndugleikar
og
hava
greitt frá støðuni, eisini
skrivliga, so tey, sum vara
av, vita fullvæl, hvussu statt
er.
Sjúklingar og avvarðandi
vita, at sagt hevur verið, at
nógvir av hesum trupulleik-
um verða viðgjørdur í sam-
ráð við felagið, sum eigur
húsið.
Men tað er eitt stórt felag
og tað vísir seg at ganga
ómetaliga seint at viðgera
tey ymsu málini.
– Vit ivast ikki í, at tað
verður arbeitt við málinum,
men tá ið vit eru á hotellin-
um, tykist kortini ikki sum
um at nøkur framstig av
týdningi eru at hóma kort-
ini.
Annars siga tey, at í fyrst-
uni tóktist tað vera eitt stórt
framstig, at flyta í hetta
hotellið, men tað var rætti-
liga skjótt, at glansurin fór
av hotellinum, tá ið tey
ymisku brekini fóru at vísa
seg.
Og sjúklingar eru eisini
sannnførd um, at skal nak-
að gerast fyri at bøta um
viðurskiftini, má tað verða
myndugleikarnir, sum gera
tað.
Onkur hevur róð fram-
undir, at sjúklingar og
avvarðandi eiga at gera
meiri vart við seg, eitt nú
við at stovna eitt sjúklinga-
felag fyri tey, sum brúka
Hotellið.
Men tey flestu spyrja,
hvør av sjúklingunum ella
avvarðandi hava orku til at
stríðast við myndugleik-
arnar, afturat tí at tey hava
sjúku at dragast við.
Fleiri av teimum, vit hava
tosað
við,
vilja
vera
ónevnd, so vit hava gjørt av
at lata øll vera ónevnd.
Eftir teimum samrøðum,
vit hava havt við sjúklingar
og avvarðandi, kunnu at-
finningarnar setast upp í
nøkur punkt, sum vit seta
upp niðanfyri.
1) Umstøðurnar hjá teim-
um, sum skulu vera á
Hotellinum leingi, eru ótol-
andi, tí á hotellinum eru
bara vanlig kømur. Tað
merkir, at fólk, sum eru illa
sjúk og skulu vera á hotell-
inum leingi, hava ringar
umstøður at hava av-
varðandi við. Nógv dømi
eru um at húski, einki hava
havt at búleikast í í fleiri
mánaðir, uttan eitt kamar
upp á einar 12 fermetrar –
við børnum ein part av
tíðini og tað er ómetaliga
strævið hjá røskum fólki og
tíansheldur tá ið sjúka er
uppi í og sálarliga støðan
mangan
er
ógvuliga
vánalig frammanundan.
2) Upprunaliga var ætlanin,
at tað skuldi vera nakrar
íbúðir til sjúklingar, sum
skuldu
vera
leingi
á
hotellinum. Men íbúðir eru
ongar og tað er ein stórur
bági.Høvdu fólk eina íbúð,
kundu tey havt gestir undir
virðiligum umstøðum og
tey kundu eisini matgjørt
sjálvi- so at tey fingu tann
mat, teimum dámar best og
tað hevur ikki so lítlan
týdning í eini sjúkustøðu,
ikki minst tá ið talan er um
sjúk børn.
3) Ventilatiónin virkar als
ikki, so tað er ikki livandi
um summarið fyri varma.
Men tað eru eisini dømi
um, at sigaretroykur kemur
inn á kømur og wc ígjøgn-
um ventilatiónsskipanina
og tað er ógvuliga óheppið
hjá fólki, sum ikki tola
royk- og tey eru ikki so fá,
har ávísar sjúkur gera, at
tey ikki tola royk.
4) Umframt Hotel Tórs-
havn, eru tað nógv onnur,
sum húsast í hesum sama
bygninginum. Men í gong-
ini, har lyftirnar eru, er tað
ikki hotellið, sum hevur
ábyrgdina av reingerðini.
Og har hevur reinførið ver-
ið út av lagi vánaligt.
5) Svampur er á summum
verilsum. Sagt verður, at
svampurin er púra óskaði-
ligur fyri fólk, men tað
trúgva sjúklingar og av-
varðandi ikki. Dømi eru um
fólk, sum hava niðursetta
immunverju og sum eru
blivin ógvuliga sjúk av at
hava sovið á einum av hes-
um kømurum. Tað eru eis-
ini dømi um fólk, sum eru
flutt av einum kamari við
svampi í og tað má vera
prógv fyri, at tað er ikki
heilt óskaðiligt. Tað eru
eisini dømi um, sum verða
sjúk, so skjótt tey koma inn
á onkur av hesum kømur-
um. Men so skjótt tey flyta
í onnur kømur aftur, er alt í
lagi, men koma tey inn
aftur á eitt kamar við
svampi, verður galið. Eitt
nú hava bæði sjúklingar og
avvarðandi fingið lungna-
bruna av at sova á einum av
hesum
kømurum
við
svampi. Beinanvegin tey
koma av kømurunum, liva
tey betri. Aðrastaðni, har
svampur er, verða hølini
stongd og verða ikki brúkt,
fyrrenn
trupulleikin
er
loystur.
6) Tað er í heilum, at lyft-
irnar ikki virka og at fólk
sita føst ímillum tvær
hæddir. Tað er ikki óvan-
ligt, at fólk hveppa seg við
at fara í lyftirnar, tí tey
stúra fyri at sita føst.
7) Gáttin í úthurðini er so
høg, at hon er aldeilis óegn-
að til fólk, sum sita í koyri-
stóli. Ein fjøl er gjørd, sum
kann leggjast upp eftir gátt-
ini, men tað krevur fram-
vegis at ein avvarðandi er
við, sum kann leggja skrá-
an upp eftir gáttini og so-
statt ber framvegis ikki til
hjá einum, sum situr í
koyristóli at sleppa út og
inn, uttan at fáa hjálp til
tað, men tað eru ikki øll,
sum hava fólk við sær,
heldur ikki fólk í koyri-
stóli. Nógv teirra eru eisini
von at klára seg sjálvi her
heima, so tey haav stórt for-
treð av at noyðast at biðja
onnur um hjálp-
8) Tað er onki fríøki beint
við. Sagt hevur verið, at
garðurin skuldi gerast til
grønt øki, men tað er ikki
gjørt enn. Annars liggur
økið væl fyri – hjá teimum
sum orka. Sagt hevur verið,
at tað tekur 10 minuttir at
ganga til tok, men so skal
gangast skjótt. Fólk, sum
hava tikið tíð, siga, at tað
tekur 20 minuttir at koma
yvir á Ríkissjúkrahúsið,
men tað er næstan smá-
rennandi.
9) Spælirúmið til børnini er
ikki serliga barnavinarligt
og børn trívast ikki inni har.
Avleiðingin av tí er, at børn
mangan brúka gongina til
spælipláss. Viðhvørt fáa
sjúklingar og avvarðandi
varhugan av, at hesi børn
eru í vegin, men tað er onga
aðrastaðni at vera, tí onki
øki hoyrir til hotellið og
inni á einum kamari kunnu
børnini ikki vera alla tíðina.
Tað er eisini komið fyri,
at onkur av teldunum, sum
børnini hava at spæla við,
hevur verið í ólagi í fleiri
mánaðir út í eitt.
10) Á baðiverilsunum eru
flísar á gólvinum, men ong-
in hiti er í gólvinum og tey,
sum hava roynt tað, vita,
hvussu kaldar flísar eru, tá
ið ongin varmi er í gólv-
inum.
Sostatt halda sjúklingar og
avvarðandi, at frægasta
loysnin hevði verið at
funnið heilt onnur høli til
sjúklingahotel, tí tað er so
nógv
at
gerast
við
bygningin, sum hotellið nú
er í, at tey ivast í, um tað
nakrantíð fer at eydnast at
fáa Hotellið brúkiligt, hóast
ymsar ábøtur verða gjørdar.
Tey minna eisini á, at hjá
nógvum sjúklingum og
avvarðandi, er Hotel Tórs-
havn at rokna sum teirra
heim í vikur og mánaðir
undir
umstøðum,
sum
mangan eru truplar og
tyngdar av sjúku og tí má
tað verða eitt krav, at um-
støðurnar eru virðiligar.
Sjúklingar og avvarðandi samd:
Vit mugu fáa nýtt sjúklingahotel
Her inni gisti ein sjúklingur fyri stuttum. Gólvið er brotið upp, tí arbeitt varð á kamarinum. Hotellið er í so ringum standi, at
tað einasta rætta er at flyta og at útvega føroyingum eitt annað sjúklingahotel, siga fleiri sjúklingar og avvarðandi
At stórir partar av
Føroyum hava arkt-
iskt veðurlag, er nú
vísindaliga staðfest.
Hóast vit vanliga siga,
at Føroyar liggja í
tempereraða økinum,
hava vit vitað, at
veðurlagið er kaldari
enn so, sigur
granskari
VEÐURLAGS-
KANNING
Edvard Joensen
Nú er vísindaliga staðfest,
at vit hava arktiskt veðurlag
í Føroyum. Kanningar hava
seinastu trý árini verið
gjørdar á Sornfelli, og úr-
slitið vísir greitt, at veður-
lagið har uppi er arktiskt.
– Vit hava leingi vitað, at
veðurlagið á føroysku fjøll-
unum er arktiskt og ikki
tempererað, sum flestu
lærubøkur annars siga,
greiðir Lis Mortesen, á
Jarðfrøðisavninum
,frá.
Men ikki fyrr enn nú er tað
staðfest við kanningum.
Jarðfrøðisavnið setti í
1999 eina veðurlagsmát-
ingarstøð upp í 726 metra
hædd á Sornfelli. Støðin
mátar veðurlagið har uppi,
so sum vindferð og ætt,
lufttrýst og hita.
Hetta er fyrstu ferð, ein
veðurmátingarstøð hevur
verið so ovalaga í Føroyum,
greiðir Lis Mortensen frá.
Tann, sum hægst hevur
verið undan hesari, var á
Norðadalsskarði. Hon stóð
í 282 metra hædd. Men tað
varð ikki hildið at vera
nøktandi til at máta veðrið
á fjøllunum ella fyri tann
skuld í landinum yvirhøvur,
tí heili 60 prosent av før-
oyska landaøkinum liggur
hægri enn so.
Tí varð støðin á Sornfelli
sett upp, og hon hevur so
givið tey úrslit, sum nú
kunnu vísast á sum prógv
fyri tí, føroyingar leingi
hava vitað. Nevniliga at vit
í grundini hava arktiskt
veðurlag so ovarlaga í
Føroyum.
Fíggingin, sum fekst til
verkætlanina, røkkur til
eini tvey ár afturat. Men á
Jarðfrøðisavninum
vóna
tey, at til ber at fáa meira
pening, soleiðis at kanning-
arnar kunnu halda fram
eina tíð enn, so neyvari tøl
verða at vísa á.
Kanningarnar
higartil
hava víst, at hitalagið er
rættiliga svingandi á fjøll-
unum. Til dømis varð
meðalhitin ár 2000 máldur
til at vera 1,7 stig fyri alt
árið á Sornfelli. Mesti hiti
var tað árið máldur til
umleið 15 stig har uppi,
meðan mátarin var niðri á
umleið 11 kuldastigum, tá
kaldast var, greiðir Lis
Mortensen frá.
Tað krevur nógva røkt at
hava eina støð standandi so
høgt. Men við ymsum
snildum er funnið fram til
eina skipan, har mátiinstru-
mentini eru goymd í eini
lítlari tunnu og síðan verða
lyft upp tvær ferðir hvønn
tíma at gera kaningarnar,
sum gerast skulu.
– Hetta hevur riggað væl,
sigur Lis Mortensen, og
hava vit fingið áhugverd
úrslit haðani.
Gjaldskipanin í
samband við ferðsl-
una í undirsjóvar-
tunlinum, tann so-
nevnda bummskip-
anin, fer ongar
bummar at hava,
sigur stjórin
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Tað verður ein bummleys
bummskipan, sum skal
krevja bummpengarnar um
Vestmannasund, sigur Dáv-
ur Reinert Hansen, stjóri í
partafelangum Vágatunlin-
um.
Tað ljóðar kanska sum
ein bummtúrur, leiðslan
hevur gjørt, tá hon hevur
biðið um tilboð upp á
gjaldskipanina. Men skip-
anin er umbiðin og farin í
framleiðslu, sigur Dávur
Reinert Hansen, Og eingin
bummur veður yvirhøvur at
lyfta upp, tá farið verður
gjøgnum tunnilin.
Talan er um eina gjald-
skipan, har tríggir ymsir
møguleikar verða í, greiðir
stjórin fyri Vágatunnilin
frá. Ein sonevnd »abonne-
mentskipan«, har til ber
frammaundan at keypa eitt
ávíst túratal. Ein skipan,
har goldið verður við
gjaldskorti fyri hvønn túr
sær. Og so ein skipan, har
ein kann fáa eina rokning
útskrivaða á staðnum fyri
síðan at gjalda eitt nú á
posthúsi ella peningastovni.
– Tað fer ikki at bera til at
gjalda á staðnum við reið-
um peningi, sigur Dávur
Reinert Hansen.
Skipanin verður soleiðis,
at økið veður eftiransað av
upptøkutólum, soleiðis at
allir bilar og persónar, sum
ferðast um skipanina, verða
avmyndaðir.
Ferðsluljós
verða sett upp, sum leiða
ferðsluna, soleiðis a t tey,
sum ætla at gjalda fyri tann
einstaka túrin við korti,
verða leidd hagar, tað skal
gerast. Tey, sum hava
goldið frammaundan, hava
eitt frámerki í rútinum á
bilinum, sum verður avlis-
ið, og síðan verður tikið av
konto fyri tann túrin.
Hini, sum ikki hava kort,
veðra beind í eina geil, har
tey fáa útskrivaðað eina
rokning, sum so skal gjald-
ast sum skjótast.
Dávur Reinert Hansen,
sigur, at slíkar skipanir
hava fyrr verið nýttar aðra-
staðani við góðum úrslit-
um.
Umframt
sjálvvirkandi
gjaldsskipanina, verða kort-
ini eftirlitsfólk á staðnum av
og á, sum fara at taka
stakroyndir av teimum, sum
koyra um skipanina.
Eisini verður fólk støðugt
á staðnum ta fyrstu tíðina
opið er, at vegleiða tey, sum
fara at koyra, soleiðis at
ferðslan kann ganga so
smidliga sum gjørligt.
Tað er eitt norskt felag,
sum hevur fingið til upp-
gávu at gera skipanina.
Hvussu hon fer at síggja út,
er eisini nakað, hetta
felagið skal finna fram til.
Hetta felagið hevur gjørt
tær flestu skipanirnar av
slíkum slag, sum brúktar
verða í Noreg, sigur Dávur
Reinert Hansen.
Hann sigur, at skipanin
verður klár til tann 26.
november. Og loyvini at
seta hana upp í haganum,
eru fingin, sigur hann. Tey
vórðu givin, tá fyrsta
tunnilsætlanin var fyri í
áttatiárunum, og Yvirfrið-
ingarnevndin hevur góð-
kent, at tey verða flutt til
partafelagið Vágatunnilin.
Í samband við gjalds-
skipanina fer Vágatunnilin
at gera upplýsingartilfar,
sum verður almannakunn-
gjørt, nakað áðrenn tunnilin
verður latin upp, sigur
Dávur Reinert Hansen,
stjóri
í
partafelagnum
Vágatunlinum.
Arktiskt veðurlag
í Føroyum
Bummskipanin bíløgd
Gjaldskipanin í samband við
undirsjóvartunnilin er bíløgd
og verður klár til tann 26.
november, sigur stjórin fyri
tunlinum, Dávur Reinert
Hansen
Veðurlagsmátistøðin á Sornfelli er tann hægsta í
landinum. Hon hevur vísindaliga staðfest, at vit
hava arktiskt veðurlag í Føroyum
Mynd: Jarðfrøðisavnið
C
M
Y
K
5
4
Vaktarskifti
Í samband við at Ole. R. Lauritsen eftir 30 árum, fer frá
sum Bureau Veritas sýnsmaður og Tummas Eli Høj
Joensen tekur yvir sum Bureau Veritas sýnsmaður, verða
øll viðskiftafólk, fyrrverandi, verandi og komandi
bjóðaði til móttøku á Hotel Hafnia fríggjadagin 27.
september kl. 14.30 - 17.00
Ole R. Lauritsen og
Tummas Eli Høj Joensen