Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 184 - 26. september 2002 Nr. 184 - 26. september 2002 7 Mentamálaráðið hevur sent út skriv, har álagt verður lærarunum, hvussu nógv skrivlig avrik næmingarnir skulu lata inn í framhalds- deildini. Lærararnir skulu halda seg til skrivið, og er tað skúlastjórin, sum hevur eftirlit við, hvørt hetta verður fylgt ella ikki. Hetta eru bæði lærarar og Lærarafelagið rúk- andi óð um FÓLKASKÚLIN Ingrid Bjarnastein Í skrivinum frá Mentamála- ráðnum til allar framhalds- deildir í landinum, verður álagt lærararunum, hvussu nógv skrivlig avrik skulu rættast í hvørjum skúlaári. Hetta er gjørt fyri at lærar- arnir skulu fáa tímaniður- skurð at rætta uppgávurnar í. – Lærararnir fáa ikki løn, men tímaniðurskurð fyri at rætta uppgávur. Hvør lærari fær niðurskurð fyri hvønn næming. Mentamálaráðið hevur nú ásett eitt tal, sum lærararnir skulu halda seg til, fyri at fáa tímaniður- skurð, og hetta halda vit er at vísa lærararunum mis- álit, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Før- oya Lærarafelag. – Um Mentamálaráðið veit um ein lærara, sum ikki lýkur sítt arbeiði til fulnar, so skulu teir venda sær beinleiðis til tann læraran, og lata vera við at niðurgera alla lærarastættina. Lærararnir hava einki í at velja, og noyðast at fylgja skrivinum frá Mentamála- ráðnum. Skúlastjórin skal halda skil á, hvørt lærararin gevur flokkunum ásetta tal- ið av uppgávum, sum Mentamálaráðið hevur ásett. – Lærarafelagið kann onki gera. Vit kunnu mót- mæla, átala og viðmerkja, og síðani kann Mentamála- ráðið rætta seg eftir okkum, um mett verður, at felagið hevur nóg góðar grundgev- ingar, men tað er verri enn so ikki altíð, at tað verður soleiðis, greiðir forkvinnan í Lærarafelagnum frá. Leggja sak Ásett er í skúlalógini frá 1979, at grundskeið og víðkað skeið skulu verða í enskum og í rokning. Men tá sparingar vórðu gjørdar, vórðu allir næmingar koyrdir á víðkað skeið, og grundskeiðið var strikað. – Mentamálaráðið ætlaði at taka rættingarniður- skurðin fyri frá lærarum hjá 8. og 9. flokki. Men tað kunnu vit als ikki. Tí tá tal- an er um víðkað skeið, so noyðast næmingarnir at byrja at skriva í 8. flokki fyri at fáa hampuligt innlit og kunning í enskum. Men hetta hevur Mentamálaráð- ið tikið burtur, tí broytingar kunnu ikki gerast mitt í ein- um skúlaári, vísir Elsa Bir- gitta Petersen á. Forkvinnan í Lærarafel- agnum sigur, at hetta er ein niðurgerðing av lærarun- um, og at hetta vísir einki annað enn misálit frá Mentamálaráðnum. – Lærarar undirvísa við støði í einum rundskrivi frá 1980, sum eitur Rundskriv um tænastutíð hjá tænastu- monnum, og soleiðis hevur verið arbeitt í meira enn 20 ár. Vit góðtaka als ikki, at rundskrivi brádliga skal hondhevast øðrvísi. Elsa Birgitta Petersen vísir á, at talan er um sið- venju, og at soleiðis hevur verið undirvíst í langa tíð. Tað ber ikki til brádliga at broyta siðvenjuna, og so als ikki, tá fyrisitingin ikki kennir mannagongdina hjá lærarunum. – Lærararnir eru ógvu- liga hugstoyttir, tí hetta er ein kompakt mistrúgv á teir. Hatta vísir bara massivt kontrol, og onki álit. Hetta ger eisini, at sálarligu arbeiðsumstøð- urnar gerast ógvuliga vána- ligar, sigur Elsa Birgitta Petersen. Eisini ger forkvinnan í Lærarafelagnum greitt, at nógvir nýggir arbeiðshættir eru komnir inn í føroysku undirvísingarskipanina, og tí ber illa til at vita, hvussu hetta skal tulkast. Til dømis ávegis skriving, sum er, at næmingarnir skriva eina uppgávu, sum lærarin fær at rætta, og síðani fær næm- ingurin hana aftur at ar- beiða víðari við. Skal hetta teljast sum ein uppgáva ella er hetta fleiri uppgávur? – Eitt slíkt skriv ger, at lærararnir miss mótið, sigur Elsa Birgitta Petersen, for- kvinna í Føroya Lærarafel- ag at enda. Lærararnir á fólka- skúlunum kring landið halda, at rætt- urin hjá lærarunum at undivísa verður brotin í skrivinum, sum Mentamálaráðið hevur sent út FÓLKASKÚLIN Ingrid Bjarnastein Jónsvein Poulsen, lærari í rokning hjá 10. flokki í Fuglafjarðar skúla, heldur, at tað Mentamálaráðið krevur av lærarunum er púra burturvið. – 10. floksnæmingar skulu lata 30 rokniuppgáv- ur inn um árið, sum eru á stødd við eina próvtøku- uppgávu, sum teir vanliga fáa fýra tímar til at gera. Mentamálaráðið áleggur okkum, at næmingarnir skulu lata so nógvar upp- gávur inn, og tilsamans verður talan um eina upp- gávu um vikuna, sigur Jón- svein Petersen. – Foreldrafundur hevur verið her í vikuni, og for- eldrini eru eisini ónøgd við hetta. Jónsvein Poulsen vísir á, at um næmingarnir skulu fáa eitt slíkt roknisett um vikuna, og tað síðani skal rættast og gjøgnumgangast á rættan hátt, so verður ikki nógv annað gjørt í rokni- tímunum enn hesar upp- gávurnar. – Tá royndir, praktikk og verkætlanir eru tiknar burturúr, so eru ikki meira enn 30 skúlavikur eftir, og tað vil so siga, at næming- arnir fáa eina uppgávu um vikuna. Sum er nú, so fáa teir uppgávur 14. hvønn dag, og nakrir hvørja viku, men tað er verri enn so ikki líka nógv, sigur roknilær- arin. – Hetta er eisini nógv at krevja av næminginum. Lærarin kann væl rætta uppgávurnar, men tað tekur nógva tíð at skula gjøgn- umganga alt fyri at vissa seg um, at næmingarnir skilja alt. Eins og Elsa Birgitta Petersen sigur, so heldur Jónsvein Poulsen, at hetta er eitt misálit á lærarunum. – Hetta ger bara, at tað verður nógv meira arbeiðið fyris omu løn. Øtast Signar á Brúnni, lærari í føroyskum hjá 10. flokki í Fuglafjarðar skúla, er eisini bilsin um hetta skrivið. – Eg havi ilt við at skilja, hví Mentamálaráðið skal koma við einum slíkum skrivi. Eitt slíkt skriv ger bara, at skúlin verður flutt- ur nógv aftur í tíðina. Metodufrælsið hjá lærar- unum verður nógv avmark- að, tá teir fáa boð um, hvussu nógv teir skulu gera av hesum og hasum, sigur Signar á Brúnni. Føroyskt lærararin hevur ilt við at góðtaka eitt slíkt skriv, tí tað vísir seg at vera eitt eftirlit av, hvat lærar- arnir gera dag og dagliga. – Eg øtaðist tá eg sá tað, og fyri mítt viðkomandi haldi eg tað verða ótrúliga ágangandi. Eg skilji ikki, hví fyrisitingin ikki hevur settt seg í samband við Lærarafelagið áðrenn eitt slíkt skriv verður sent út, fyri at fáa innlit í málið. – Omaná tað heila er skrivið sent út eftir at ársætlanin hjá skúlunum er løgd og skúlastýrini hava góðtikið hana, sigur Signar á Brúnni, sum leggur aftur- at, at eitt slíkt skriv, hevði ikki komið út, um hann var landsstýrismaður. Elsa Birgitta Petersen, Føroya Lærarafelag: Mentamálaráðið vísir lærarum misálit Elsa Birgitta Petersen, for- kvinna í Føroya Lærarafelag sigur, at skrivi frá Mentamálaráðn- um vísir onki annað enn mis- álit á lærarunum Lærararnir øtast Olávus Jespersen, deildarstjóri fyri fólkaskúlan, sigur, at skrivið, sum Mentamálastýrið hevur sent út til framhaldsdeildirnar , er onki meira enn ein nágreinilig reglugerð um, hvat tað er kravt verður fyri, at lærarar skulu fáa tíma- niðurskurð FÓLKASKÚLIN Ingrid Bjarnastein – Hetta skrivið, sum er sent út til fólkaskúlarnar nú, er onki meira enn at hondheva eitt rundskriv frá 1982, sigur Olávus Jespersen, deildarstjóri fyri fólkaskúlan í Menta- málaráðnum. Olávus Jespersen sigur, at hetta er ein áseting, sum arbeiðsgevarin hevur gjørt fyri, at lærarar kunnu fáa tíma- niðurskurð. – Í rundskrivinum stendur greitt, at um ein lærarari regluliga rættar uppgávur uttanfyri skúla- tíð, so hevur hann rætt til tímaniðurskurð. Tað vit nú gera er, at vit krevja útført arbeiði fyri, at vit skulu gjalda tíma- niðurskurðin, sigur Olávus Jespersen. Og hetta verður gjørt við at áseta eitt uppgávu- tal á, sum lærararnir skulu rætta fyri at fáa tímaniðurskurð. – Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu hetta verður uppfatað, men hetta er als ikki ein mis- álitisváttan frá okkara síðu, slær Olávus Jesper- sen fast. – Men hví hetta 20 ára gamla skrivið ikki verður hondhevað fyrr enn nú, dugi eg als ikki at siga, sigur Olávus Jespersen at enda. Krevja útført arbeiði fyri niðurskurð 1. juli næsta ár skal eldraøkið eftir ætlan leggjast út til komm- unurnar at umsita, at tá skal innihaldið í álitinum vera komið upp á pláss, sigur Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður í almannamálum. Á fíggjarlógini fyri næsta ár eru 20 milliónir krónur settar av til íløgur á eldraøkinum, og landsstýrismaðurin væntar, at komm- unurnar fara at nýta tað sama ELDRAØKIÐ Jón Brian Hvidtfeldt Landsstýrismaðurin í al- mannamálum, Páll á Reynatúgvu, tekur væl ímóti álitinum um eldra- økið – eitt álit, sum hevur verið á veg í skjótt tvey ár. Álitið skal vera grundarlag undir samráðingunum við kommunurnar, sum eftir ætlan skulu enda við, at alt eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita, tá næsta ár er hálvrunnið. Tað er í samsvar við álitið um uppgávubýtið millum land og kommunur, sum ein ar- beiðsbólkur lat úr hondum í fjør. Nógvir spurningar eru tó framvegis ósvaraðir. Mill- um annað, hvør skal gjalda hvat, tá eldraøkið verður lagt út, skulu kommunurnar fáa nakað endurgjald fyri hetta, og hvussu skal tað fremjast. Og hvussu skulu broytingarnar samantvinn- ast við tær skipanir, sum longu nú eru galdandi á økinum. – Eg havi álit á, at komm- unurnar megna at røkja eldraøkið, og eg vænti eis- ini, at vit finna semju um at broyta verandi skipan, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann ásannar, at bráðfeingis tørvurin á búplássum er stórur, men vísir á, at eldra- økið hevur verið eitt for- sømt øki í fleiri ár. Í uppskotinum til fíggjar- lóg fyri næsta ár eru játtað- ar 20 milliónir krónur til íløgur til eldraøkið. Hóast allir flokkar undan løg- tingsvalinum tosaðu um, at eldraøkið skuldi raðfestast høgt, so er landsstýrismað- urin nøgdur við hesa játtan. Páll á Reynatúgvu vísir á, at peningurin verður latin eftir lyklinum, har land og kommunur býta kostnaðin av at byggja røktarheims- pláss ímillum sín. Hann væntar, at kommunurnar fara at seta tað sama av til íløgur í røktarheimspláss, so samlaðu íløgurnar til hetta økið verða 40 milli- ónir krónur næsta ár. – Eg meti heilt greitt, at initiativið má koma frá kommununum. Tað eigur at vera soleiðis, at kommun- urnar taka stig til bygging, og so rindar landið helvtina av tí, sum íløgan í røktar- heimið kostar, sigur Páll á Reynatúgvu. Á fíggjarlóg- ini í ár eru játtaðar 10 milli- ónir krónur til íløgur í eldraøkið, men bara lítil partur av játtani er brúkt. Páll á Reynatúgvu væntar ikki, at sama fer at gera seg galdandi næsta ár. – Vit hava í dag ein akutt- an tørv á røktarheimspláss- um, og tí vænti eg, at tað fer at henda nakað næsta ár, sigur Páll á Reynatúgvu. Neyðugt er at gera íløgur fyri 114 milli- ónir, og rakstrar- útreiðslurnar mugu økjast við 112 milli- ónum krónum um árið, skal bráðfeingis- tørvurin á eldra- økinum nøktast. Tað er niðurstøðan í álitinum um eldra- økið, sum Páll á Reynatúgvu, lands- stýrismaður í al- mannamálum, fekk handað mikudagin. Álitið leggur upp til, at kommunurnar skulu umsita alt eldraøkið ELDRAØKIÐ Jón Brian Hvidtfeldt Mikudagin fekk Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður í almannamálum, handað álitið um eldraøkið. Álitið er ein lýsing og ein meting av eldraøkinum og hvussu økið skal skipast í framtíðini. Eisini eru tilráð- ingar um dagføringar av eldraøkinum, umframt at álitið viðger framtíðar upp- gávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunu. Ein arbeiðsbólkur, um- boðandi Landsfelag pen- sjónistanna, Heimarøktina og Serforsorgina, Heima- hjálparafelag Føroya, Ráð- ið fyri Røktar- og ellis- heimsleiðarar, kommunu- feløgini, Almanna- og Heilsumálastýrið og Løg- mansskrivstovuna, hevur arbeitt við álitinum síðan oktober 2000. Formaður í bólkinum hevur verið Jákup H. Foldbo, leiðari fyri Heimarøktina og Ser- forsorgina. Niðurstøðan í álitinum er, at samanumtikið er støð- an á eldraøkinum ikki nøkt- andi. Eisini verður víst á, at við broytingunum í fólka- samansetingini, har tey eldru gerast ein lutfalsliga størri partur av samlaða fólkatalinum, kann tað ger- ast sera trupult at koma burturúr verandi støðu, um ikki okkurt munagott verð- ur gjørt. Bara pláss til helvtina Í álitinum sæst, at tørvurin er serliga stórur á røktar- heimsplássum og búpláss- um til minnisveik. Tølini vísa, at pláss er bara fyri helvtini av teimum, sum hava bráðfeingis tørv at sleppa á hesi heim. Og av somu orsøk eru eldrasam- býlini, sum annars eru ætl- aði til fólk, sum eru partvís sjálvhjálpin og ikki hava tørv á hjálp alt samdøgrið, í fleiri førum vorðin smá røktarheim. Fyri alt landið vísa tølini, at tørvur er á 122 røktar- heimsplássum og 119 plássum til minnisveik, ella tilsamans 241 búplássum. Sum eina loysn at nøkta stóra bráðfeingis tørvin á hesum øki, sum verður mett at verða tað tyngsta og mest átrokandi, leggur álit- ið upp til, at sambýlini verða dagførd, so tey lúka treytirnar at virka sum røktarheim. Víst verður á, at á henda hátt ber til at minka tørvin við 127 pláss- um, so írestandi tørvurin til at byggja nýggj røktar- heimspláss minkar niður í 114 pláss. Skulu sambýlisplássini dagførast, so merkir tað, at kostnaðurin av rakstrinum fer at økjast úr sløkum 88 milliónum upp í 200 milli- ónir krónur um árið. Fyri at nøkta írestandi bráðfeingis tørvin uppá 114 pláss verð- ur neyðugt at gera íløgur fyri 114 milliónir krónur í røktarheim. Harumframt eigur at havast í huga, vísir eldraálitið á, at tá sambýlis- plássini verða nýtt til at nøkta tørvin á røktarheims- plássum og búplássum til minnisveik, økist bólkurin av fólki við sambýlispláss- um tilsvarandi. Tørvskann- ingin, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, vísir, at 202 fólk, við minni røktartørvi, hava tørv á sambýlisplássi. Kanningin av tørvinum á eldraøkinum er gjørd av fakfólki innan Heimarøkt- ina og røtktarheimsøkið, sum hava mett um tørvin hjá 1700 brúkarum, ið antin fáa røktar- og umsorganar- tænastur, ella standa á bíði- lista til tænastur. Ein uppgáva hjá kommununum Álitið um eldraøkið leggur upp til eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunurnar, har alt eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita. Eisini verður mælt til, at eldraøkið verður býtt upp í tvørkommunalar eindir, sum kommunurnar røkja í felag. Í álitinum verður ar- beitt við seks ymiskum økjum: eitt øki fevnir um Suðurstreymoy undantikið Kollafjørð, eitt økið fevnir um Vágar, Norðurstreymoy, og Norðureysturoy, restina av Eysturoynni er í einum øki fyri seg, Norðoyggjar eru eitt øki, og Sandoyggin og Suðuroyggin eru hvør sítt øki. Men arbeiðsbólk- urin tekur tó ikki støðu til, hvussu kommunurnar í framtíðini eiga at verða skipaðar á hesum øki. Í álitinum stendur, at fyri- munirnir við at leggja al- samt fleiri øki út til komm- unurnar at umsita og reka, eru fyrst og fremst grund- aðir á hugtakið um nær- leika. Víst verður á, at fyri borgaran merkir hetta, at tænasturnar verða veittar so nær honum sum gjørligt, umframt at politiski myndugleikin er tættari. Víðari stendur, at megin- reglan er, at kommunurnar skulu bera fíggjarliga kostnaðin av eldraøkinum. Bráðfeingis tørvur á 241 búplássum til eldri Álitið grundarlag undir samráðingum við kommunurnar Mikudagin fekk Páll á Reynatúgvu handað álit um eldraøkið. Formaðurin í arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað álitið, Jákup H. Foldbo, leiðari fyri Heimarøktina & Serforsorgina, handaði landsstýrismanninum í almannamálum álitið Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6