hósdagur 26. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 184 - 26. september 2002
Nr. 184 - 26. september 2002
9
MÓTTØKA
Vilmund Jacobsen
Í samband við, at Fiska-
marknaður Føroya hevði 10
ára stovningardag, týsdag-
in, 24. september, skipaði
felagið fyri stórari móttøku
í hølum felagsins á Toftum.
Ein hópur av fólki nýttu
høvi at støkka inn á gólvið
millum kl. 15 og 17 at
heilsa felagnum á degnum.
Starvsfólkið var í góðum
hýri at taka ímóti mongu
gestunum, ið fingu pinna-
mat, sum Verner Olsen
hevði gjørt og okkurt at
leska sær við.
Fólk høvdu høvi at síggja
Fiskamarknaðin, ið semja
er um hevur havt so ómeta-
liga stóran týdning fyri
føroyska fiskivinnu, bæði á
sjógvi og landi.
Inni á gólvinum møtti tú
fyrst og fremst starvsfólk-
unum, bæði á Toftum og
aðrastaðni, sum hava sam-
starv við Fiskamarknaðin,
tú møtti reiðarum og skipa-
eigarum, og tú møtti eisini
fiskakeyparum og seljar-
um. Umboð vóru eisini fyri
fíggingarstovnar og fyri-
tøkur, sum framleiða útgerð
til fiskivinnuna.
Móttøkan byrjaði við
hornatónleiki, ið altíð setir
ein serstakan dám á, tá ið
hann ljóðar.
Í krepputíð
Fiskamarknaður
Føroya
byrjaði sítt virksemi umleið
hálvt ár eftir, at hann var
stovnaður. Hetta var, með-
an alt tað føroyska sam-
felagið var í svárari kreppu.
Tað var heldur ikki lætt at
reka fyritøkuna tey fyrstu
árini, men seinni hevur
hetta nýskapandi fyritaks-
semi í føroyskari fiskivinnu
fótað sær og er í dag eitt
rímiliga stórt og vælvirk-
andi arbeiðspláss.
Sosialurin fer at venda
aftur til, hvønn týdning
Fiskamarknaður
Føroya
hevur havt fyri Nes komm-
unu.
Hópur av fólki heilsaði
Fiskamarknaði Føroya
Aftast frá vinstru, standandi: Høgni Hansen,
Thomas Hansen, Oskar Joensen, Kim Olsen,
Pauli Poulsen, Kaj Jacobsen, Eyðfinn Olsen,
Vinjard Joensen, John Nielsen og Kári Debes.
Fremst frá vinstru: Malan Kjærbo, Laura
Olsen, Elin Mikkelsen, Oddma Isaksen og
Oddva Kristiansdóttir.
Tey, sum vanta á myndini, eru Niclas
Davidsen og Kristian Fr. Olsen
Kristian Fr. Olsen, sum leiðir Fiskamarknaðin í Klaksvík og
John Nielsen, stjóri.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ragnar og Olaf Olsen, sonur og faðir.
Olaf er nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Niclas Davidsen, sum vegna
Fiskamarknaðin hevur
ábyrgdina av landingunum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Anfinn Olsen, reiðari á
Akrabergi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Laura Olsen við blómusamling.
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Eg eri ímóti at gera
moralskan mun á
hvali. Gera vit tað, eru
vit úti á vandasjógvi í
grundgevingum
okkara um at drepa
og gagnnýta hval,
sigur Kate Sanderson
HVALAVEIÐA
Vilmund Jacobsen
Á fundinum hjá Heimsráði
Hvalaveiðimanna, sum er í
Norðurlandahúsinum í dag
og í morgin, verður ivaleyst
eisini gjørt nakað burtur úr
spurninginum, um rætt er at
drepa springarar ella ikki.
Kate Sanderson, sum
starvast á Løgmansskriv-
stovuni, leggur dent á, at
tað eru ikki bara føroying-
ar, sum drepa og eta spring-
arar.
– Fleiri sløg eru av
springarum, og allastaðni
kring um í heiminum verð-
ur hesin hvalur dripin og
etin. Í eitt nú Taiji í Japan
fer beinleiðis veiða fram
eftir springarum, og í øðr-
um førum er hesin hvalur
ein partur av hjáveiðini hjá
fiski- og útróðrarmonnum.
Kate sigur seg ikki vita
ítøkiliga, hvussu japanesar-
ar gera í Taiji, men sigur
seg hava skilt, at springar-
arnir verða riknir inn í eina
bukt í landslagnum síðan
stongdir inni við neti.
– Eg havi skilt, at tað er
ikki altíð, at allir springar-
arnir verða dripnir í senn,
soleiðis sum vit kenna
grindadrápið í Føroyum,
men verða dripnir so við og
við.
Hon vísir tó á, at tað er
ikki ókent í Føroyum at
»goyma« grindina, til lík-
indi eru at halda henni til.
Orsøkin til, at grindin
ikki verður hildin til bein-
anvegin, kann vera myrkur
ella streymviðurskifti, sum
bíðað verður eftir.
– Jú, springarar verða
dripnir og etnir aðrastaðni í
heiminum í nógv størri
mun, enn føroyingar halda.
Fleiri strandafólk veiða
springara, og hetta er t.d.
eisini kent í Suðurameriku.
Tað, eg veit um, verður
springarin mest nýttur av
teimum, sum veiða hann og
ikki sum søluvøra.
Kate Sanderson sigur, at í
Danmark doyggja eisini
nógvar nísur í gørnunum
hjá donskum fiski- og út-
róðrarmonnum, tí torført
kann vera at halda teimum
burtur.
– Eg veit um, at danir eta
nísur, sum soleiðis doyggja
í gørnunum, sigur hon.
Á vandasjógvi
Kate heldur lítið um at gera
moralskan mun á springar-
um og øðrum hvali.
– Fara føroyingar nú at
gera slíkan mun á hvalum,
eru vit úti á vandasjógvi, tí
hetta samsvarar ikki við tær
grundgevingar, vit hava fyri
at gagnnýta hval.
Eitt annað er so tað, hel-
dur hon, at vit eiga at lúka
somu krøv til dráp og gagn-
nýtslu av springarum sum
av grindahvali.
– Henda veiða skal kunna
forsvarast, bæði umsiting-
arliga og sambært djóra-
verndarlógini.
Hvalurin
skal gagnnýtast, og spring-
arar eiga at verða dripnir
líka skjótt sum grindahval-
ur.
Kate Sanderson sigur, at
eru tað hinvegin aðrar
rationellar grundir fyri at
halda aftur við veiðini, eitt
nú við atliti til stovnsmet-
ing av springarum, so er tað
ein annar spurningur, ið vit
kunnu kjakast um.
Áhugaverd skrá
Fundurin hjá Heimsráði
Hvalaveiðimanna í Norður-
landahúsinum byrjar við, at
umboðini fyri ymisku lond-
ini í stuttum fara at greiða
frá sínari veiði. Seinnapart-
in í dag verður tosað um
heilsu, og her verða fram-
løgur um dálkingarinnihald
í hvali. Eisini verður greitt
frá heilsugóðu sjófitini,
sum ikki minst er góð fyri
barnakonur.
Fríggjadagin verða tvey
høvuðsevni.
Fyrrapartin
verður tosað um millum-
landasamstarv, umsiting og
vernd av stovnum. Her
verður spurt, um tað er
gjørligt at umsita hvala-
stovnin globalt – ella, um
hann eigur at verða umsitin
regionalt.
Seinnapartin
fríggjadagin verður tosað
um millumlanda handil,
innflutning og útflutning.
Her verður eisini tosað um,
hvørt upprunafólk ikki eiga
at sleppa at selja ymiskt úr
beini frá strandaðum hval-
um. Sum er, sleppa hesi
fólk eitt nú ikki at selja
hvalabein.
Kate Sanderson verður
orðstýrari
á
fundinum
fyrrapartin fríggjadagin.
– Eg vóni, at vit á fundin-
um hjá Heimsráði Hvala-
veiðimanna fara at hoyra
nógv góð innlegg, og at
gevandi kjak verður um
ymisku spurningarnar, sum
verða frammi, sigur hon at
enda.
Springarar verða dripnir og etnir um allan heim
HVALAFUNDUR
Vilmund Jacobsen
Í dag og í morgin er
Grindamannafelagið
vertur fyri ráðstevnu í
Heimsráði Hvalaveiði-
manna (World of Wha-
lers/WCW) í Norður-
landahúsinum í Havn.
WCW er ein alheims
áhugafelagsskapur fyri
hvalaveiðifólk, sum hev-
ur til endamáls at virka
fyri og verja rætt lim-
anna til mentunarliga,
samfelagsliga og bú-
skaparliga
menning,
sum byggir á framhald-
andi burðardygga nýtslu
av havsins tilfeingi.
»Whaling
for
the
Future« er yvirskriftin
til
ráðstevnuna
um
hvalaveiði.
Ólavur Sjúrðarberg,
sum er formaður í
Grindamannafelagnum,
sigur, at einir 70 út-
lendskir luttakarar verða
við, og hesir eru úr Kan-
ada, USA, Japan, Eyst-
urkaribisku londunum,
Ný Sælandi, Grønlandi,
Noregi og Íslandi.
– Hetta er ein altjóða
pallur, sum viðger mál,
ið snúgva seg um burð-
ardygga nýtslu av havs-
ins súgdjórum. Her fáa
veiðifólk høvi at skifta
orð um síni viðurskifti
og royndir, og fyrilestrar
og kjak verða um evni,
ið hava felags áhuga og
týdning, sigur formaður-
in.
Veitsludøgurði
Í samband við ráðstevn-
una, verður í annað-
kvøld kl. 20 skipað fyri
veitsludøgurða í Mullers
Pakkhúsi.
– Tað verður at síggja
í matarskránni, at fólk
koma úr ymsum heraðs-
hornum.
Kokkar úr Føroyum,
Íslandi, Grønlandi, Jap-
an og St. Lusia í Kari-
biska havinum fara at
gera alskyns rættir úr
hvali. Hesir rættir verða
borðreiddir fyri teimum
120 innbodnu gestun-
um, ið koma til døgurð-
an, sigur Ólavur.
Hetta stóra matartiltak
verður samskipað av
kokkunum
á
Hotel
Hafnia, Guðmundi Guð-
mundsson og Kristini B.
Jacobsen.
–
Veitsludøgurðin
samantvinnar tað heim-
liga og tað fremmanda,
siðvenju og nýskapan
innan matgerð, sigur
Ólavur Sjúrðarberg.
Altjóða ráðstevna
og veitsludøgurði
– Moralskt eiga vit ikki at gera mun á springarum og
grindahvali, men vit eiga at lúka somu krøv til dráp og
gagnnýtslu, sigur Kate Sanderson.
– Føroyingar skulu ikki
halda, at tað bara eru vit,
sum drepa springarar.
Strandafólk um allan heim
drepa og eta springarar. Í
fleiri londum eru springarar
og nísur stór hjáveiða, sigur
Kate Sanderson
C
M
Y
K
9
8