hósdagur 26. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 184 - 26. september 2002
Nr. 184 - 26. september 2002
11
Í hesum døgum verður dúgliga sligið á krígstrummurnar
og leiðin tykist ósvitandi at bera móti kríggj millum USA
/Bretland og Iraq. Orsøkirnar sigast vera, at Iraq hevur
hópoyðingarvápn, og at Saddam Hussein kúgar sítt egna
fólk. Eisini verður hann lagdur undir at stuðla terrorismu
og teimum, sum gjørdu seg inn á USA 11. september í
fjør.
At Saddam Hussein er ein ráður og harðrendur eina-
ræðisharri, ið kúgar sítt egna fólk er als eingin ivi um, at
hann hevur byrjað tvey kríggj er alkunnugt, og er hann
tískil ikki heimsins mest álítandi statsleiðari, men er hann
førur fyri at hótta vesturheimin ella heimsfriðin? Tað er
ein stórur spurningur, og var hann smettin betri, tá hann
var i samgongu við USA? Tað er jú ikki stórt meira enn 10
ár síðan, at Saddam var kelivætti vesturheimsins í
Miðeystri. Hann var í kríggj við erkafíggindan, ið tá var
Iran. Hann varð undirdíktur í pengum og vápnahjálp. Men
so gjørdi hann tað dáraverk at herseta Kuwait, ið var
uppaftur betri sameindi hjá USA, enn Saddam hevði
verið, og so fall hamarin. Restina av søguni kenna vit.
Spuringurin er bert, um trupulleikarnir í Miðeystri verða
loystir við at lopið verður á Iraq. Vit ivast. Eitt álop á Iraq
fer at loypa ólag á alt Miðeystur. Harnæst fer tað at seta ilt
millum kristna og muslimska heimin og at gera skilnaðin
millum hesar uppaftur størri. At fara í kríggj er altíð ein
sera álvarsom avgerð – tað kann seta alt Miðeystur í
brand. Størsti trupulleikin í Miðeystri er ikki Iraq, men
óloysta stríðið millum Ísrael og palestinensar. Fyrr enn
hetta stríð er av, verður eingin friður, uttan mun til hvat
USA annars ger við Iraq.
USA hevur sum heimsins sterkasta land stóra ábyrgd og
skyldu mótvegis heiminum. USA kann ikki loyva sær at
loysa uttanríkis- og trygdarpolitiskar spurningar bert út
frá sínum egnu áhugamálum og við hermegi. Soleiðis sum
gongdin hevur verið eru alt fleiri, ið eru farin at ivast, um
Bush er nóg búgvin at leiða eitt so stórt og sterkt land sum
USA. Málbrúk og atburður hansara týðir ikki uppá
búnaðskap og fatan av heiminum, sum hann veruliga er
samansettur, men heldur sum Bush og hansara ráðgevar
vilja síggja hann. Ráðgevarnir eru frá faðirsins tíð. Teir
tykjast ikki at kunna liva uttan fíggindar, og tí freistast
man at hugsa, at ein orsøk til krígsøsingina eru vaksandi
heimligu trupulleikarnir. Tað gongur av skriðuni við
búskapinum, prísirnir falla í keypsskálunum og mið-
skeiðisval stendur fyri durum. Veljarakanningarnar eru
ikki bjartar fyri Bush og flokk hansara, tí ræður um at
avleiða huga veljarans frá trupulleikunum á heimavølli. Tí
ber hann seg at sum ein cowboy í einum vánaligum
westernfilmi, sum Al Gore tók til. Heldur enn at elva til
krígsøsing áttu USA og Bretland at stuðla ST í
vápnaeftirlitsloysnini. Hon stendur og fellur við, at hesi
stórveldi stuðla hesi av fullum huga. Harnæst átti USA av
fullum huga at farið inn í friðartilgongdina í Palæstina.
Einki annað land megnar at skapa frið uttan USA. Clinton
var komin væl á leið við eini friðarætlæn, tá Bush kom til
valdið. Bush átti at tikið henda trupulleika í álvara. Við
friði millum Ísrael og palæstinensar hevði friður fallið
yvir Miðeystur og Saddam og aðrir einaræðisharrar
høvdu hvorvið so at siga av sær sjálvum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Krígsøsing
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ingi Kirke
Hatur: Sat ein dagin og las í
sosialinum. Og har vóru
minst 3. greinar um sam-
kynd, ella sum í innihald-
inum komu inn á hetta evni.
Og tað sum eg fekk
burturúr hesum greinum
var, at trúgvandi, sum
fordøma henda livimáta,
tey »hata« tey, sum liva á
henda hátt.
Trúgvandi hatur
Eg vil tí hervið siga, at ein
trúgvandi hatar ikki menn-
iskju! Og um hann hatar
menniskju, so hevur hann
líka stórar, um ikki størri,
trupulleikar yvir fyri Gudi,
enn tey sum eru samkynd!
Meira hatur
Orsøkin til at trúgvandi
menniskju skriva um sam-
kynd og teirra livimáta er,
at tey elska! Tey elska sín
næsta. Og tað er hesin
kærleikin, sum fær tey at
skriva. Tí kærleikin vil ikki,
at nakar skal fortapast!
Trúgvandi menniskju eru
av tí sannføring, at livi-
mátin hjá samkyndum er
skeivur. Og tey, sum so
liva, fara fortapt. Og tí vil
hesin kærleikin ávara hesi
menniskju móti fortapilsin-
um.
Um so var, at trúgvandi
hataðu samkynd menn-
iskju, so var eingin orsøk til
at ávara ella at siga, at tað
er skeivt at liva upp á henda
mátan. Men nú elska vit, og
tað er tí vit ávara!
A og B
Samkyndur
livimáti
er
skeivur
sambart
Guds
Orði!
Og so lesur ein, at kirkjan
skal vælsigna samkynd
eins væl og hon signar øll
onnur. Og eisini lesur ein,
at samfelagið er demo-
kratist, bla bla bla… tað er
ikki átrúnarligt. Osf.
Men alt hetta er at fara
skeivur! Kirkjan kann signa
ein og hvønn. Men um Gud
ikki er við, hvat nyttar tá
signingin? Er kirkjan ikki
tænari Guds? Hví vilja
menniskju hava signing
kirkjunnar, tá tey ikki vilja
vita av gudsótta?
Og at taka átrúnaðin
burtur úr tí føroyska sam-
felagnum, tað veit ein og
hvør, at tað er vónleyst!
Hetta land hevur bygt á
Gud og Bíbliuna gjøgnum
mong 100 ár! Vit kalla
okkum enn fyri eina kristna
tjóð!
Og so var eitt aftart. Tað
var Høgni Hoydal, sum
skrivaði, at lógin um skrá-
sett parlag var bara til, fyri
at tryggja teimum somu
rættindi, sum øll onnur í
samfelagnum, tá tað snýr
seg um arv v.m.
Men vit vita øll, at aftan á
A, kemur B! Og vit vita
eisini øll, at um tú fyrst
gevur einum lítlafingur, so
tekur hann allan armin fyrr
ella seinni! Og menniskjan
hevur ein ótúligan hug til,
at fara longur og longur út í
synd!
Gud, hvør er tað?
Men veruleikin er tann, at
fleiri og fleiri føroyingar
gerast gudloysingar! Vit
vilja ikki hava nakran Gud!
Vit vilja vera »frí« menn-
iskju, sum eru bundin í
synd!
Bárður Nielsen
Løgtingsmaður
Nú árið er farið at líða, skal
tað aftur sparast á Lands-
sjúkrahúsinum, tí at játt-
anin ikki heldur. Leiðslan
hevur meldað út, at hetta
kemur at merkjast fyri sjúk-
lingarnar við tað, at virk-
semið verður skert, og tað
merkir, at færri sjúklingar
fara at verða viðgjørdir og
at harvið verða bíðilistarnir
enn longri.
Fyri samfelagið merkir
hetta, at sjúk fólk, ið kundu
fingið viðgerð og farið aft-
ur á arbeiðsmarknaðin, í-
staðin verða sjúkrameldað
longri enn neyðugt og
hervið økjast útreiðslurnar
hjá almannastovuni til dag-
pening. Orsakað av spar-
ingum eru nakrar deildir
stongdar partar av árinum
og her eru dømir um, at
viðgerðir eru útsettar, ið
viðføra, at sjúklingar ganga
sjúkrameldaðir fleiri mán-
aðar longri enn neyðugt.
Hetta er tað, vit í dag
hava at bjóða okkara borg-
arum, tí at játtanin hjá
sjúkrahúsinum skal hald-
ast, men tað at vit brúka
peningin til sjúkradag-
pening ístaðin, verður tað
góðtikið.
Men álvaratos, um sjúk-
lingarnir ikki fáa neyðugu
viðgerðina nú, so koma teir
aftur seinni, eftir at hava
gingið sjúkir óneyðuga
leingi, so her má sigast, at
fyri
samfelagið
verður
spart eftir reyv.
Vit mugu finna eina
virðiliga loysn fyri allar
partar, tí hetta er ikki tað,
vit kunnu bjóða borgarun-
um í einum vælferðasam-
felag, ið vit vilja verða ein
partur av.
Skrásett parlag?
Sparingar á Landssjúkrahúsinum -
eykaútreiðslur fyri samfelagið
Skótahjálpin 2002
Hvørt ár ganga skótar
runt til hús í Føroy-
um og bjóða seg til at
gera eitt hvørt fyri
fólk, sum tey so fáa
ein samsýning aftur-
fyri. Peningurin, sum
kemur inn frá Skóta-
hjálpini fer til góðger-
andi endamál
SKÓTAHJÁLP
Solby A. Eliasen
Skótahjálpin í ár byrjaði
seinasta leygardag og endar
nú leygardagin. Skótarnir
ganga runt og bjóða seg til
at hjálpa fólki við einum og
hvørjum. Tað kann vera alt
frá at rudda tún til at gera
ørindir.
Skótarnir hava eitt kort
við sær, tá tey ganga runt,
sum fólk kunnu skriva á,
hvat skótin hevur gjørt og
samsýningina.
Tað er nevndin fyri
Skótahjálpini, sum avger,
hvar peningurin skal fara. Í
henni sita tvey umboð fyri
KFUM skótarnar, tvey fyri
KFUK skótarnar, tvey fyri
Skótasamskipan Føroya og
tvey umboð fyri Frelsens
Hær.
Vanligt er, at peningurin,
sum kemur inn verður býtt-
ur sundur í tvey. Annar
parturin fer til eina før-
oyska verkætlan, og hin fer
til eina útlendska verkætl-
an.
Í ár verður tað leikahug-
skotsavnið á Sernámsdepli-
num, sum fær tann før-
oyska partin, meðan hin
parturin fer til eitt dagsent-
ur fyri gøtubørn í Kiev í
Ukraina.
Símun Michael Sørensen
frá nevndini fyri Skóta-
hjálpini sigur, at í fjør
komu 110.000 krónur inn.
Tá fóru 40.000 krónur til
føroyskar ljóðbøkur, og
aðrar 40.000 krónur til eitt
barnaheim hjá Frelsens
Hær. Restin varð so sett í
grunn.
Hann sigur eisini, at til ta
útlendsku
verkætlanina
royna tey at leggja seg eftir,
at tað er ein føroyskur mót-
takari, sum syrgir fyri, at
peningurin kemur upp á
pláss.
- Tað gera vit, tí tað kann
vera so skjótt, at um vit lata
peningin fara til eitt hvørt
útlendskt við ókendum
móttakara, at peningurin so
bert endar í eini stórari
pulju. Og tað vilja vit ikki,
sigur Símun Michael Sør-
ensen.
Í Kiev hava tey so fingið
fatur á eini kvinnu, sum
eitur Jórun Fonsdal. Hon er
send til Kiev at arbeiða av
Heimamissiónini.
Hann dugir ikki at siga
heilt greitt, hvussu Skóta-
hjálpin verður móttikin í
dag. Men peningurin talar
kanska fyri seg. Hann held-
ur tó, at boðskapurin um
hjálp ikki verður nóg væl
seldur.
- Um hann hevði verið
tað, so kundi roknast við, at
undirtøkan fyri hjálpini
hevði verið uppaftur betri,
heldur
Símin
Michael
Sørensen.
Teir eldru gulu skót-
arnir í Klaksvík
skipa fyri loppu-
marknað leygardag-
in í sambandi við, at
Skótahjálpin endar
tann dagin
SKÓTAHJÁLP
Solby A. Eliasen
Gunhild Dahl Niclasen er
ein av rovarunum hjá
Skótaliðinum
Nólsoyar
Páls, sum skipar fyri
loppumarknaðinum. Hon
sigur, at tey hava nú í nøk-
ur ár skipað fyri tiltøkum
heldur enn at ganga hús úr
húsi.
- Vit tíma ikki so væl at
ganga runt longur, tað
kunnu tey yngru heldur
gera. So hava vit valt held-
ur at skipa fyri onkrum til-
taki. Vit hava vanliga havt
køkutombola og so bil-
vask. Men í ár verður tað
so
loppumarknaður,
greiðir hon frá.
Hon sigur, at tað sum
heild hevur verið tikið væl
undir við teirra tiltøkum
undanfarin ár. Hóast veðr-
ið so avgjørt ikki altíð
hevur verið við teimum.
- Tað eina árið noyddust
vit at avlýsa, tí tað var
stormur úti, so hugsingur
var ikki um at vaska nakr-
an bil, sigur Gunhild.
Men í ár verður veðrið
so ikki nakar trupulleiki, tí
loppumarknaðurin verður
inni
í
skótahúsinum,
Uppistova, leygardagin.
Tað verða einans lutir og
ikki klæðir á loppumarkn-
aðinum, og Gunhild sigur,
at um fólk hava lutir at
lata, so kunnu tey koma í
Uppistovu við teimum
fríggjakvøldið
millum
klokkan 19 og 21.
Loppumarknaðurin
verður frá 10 til 14 leygar-
dagin.
Tann útlendska verk-
ætlanin, sum fær
pening frá Skóta-
hjálpini í ár, er eitt
dagsentur fyri gøtu-
børn í Kiev
SKÓTAHJÁLP
Solby A. Eliasen
Sosialurin hevur tosað við
Jóannes Fonsdal úr Vest-
manna. Dóttir hansara
Jórun Fonsdal er stødd í
Kiev.
Hann greiðir frá, at tað
er eitt sentur har millum
fýra og seks børn koma
antin hvønn ella annan-
hvønn dag.
Hetta eru børn hvørs
foreldur
av
ymiskum
orsøkum ikki hava um-
støður til at hava tey
heima, so tey fara kanska
bert til hús at sova og
ganga so og reika í gøtun-
um allan dagin. Ofta eru
foreldrini misnýtarar av
ymsum slag, og ofta er tað
talan um einligar mammur
eisini, sum ikki hava um-
støður til at hava teirra
barn heima um dagin.
Jóannes veit at siga frá
dóttrini, at í Kiev er tað
sanniliga ikki sum her í
Føroyum. Tað vil siga, at
um eitt barn ikki er í
skúla, so eru tað ongir
myndugleikar, sum taka
sær av tí. Og tískil kann
eitt barn saktans ganga og
mala og ongantíð koma í
skúla.
Á dagsentrinum royna
tey at geva børnunum ein
hugnaligan og so heimlig-
an dag sum møguligt. Tað
eru ofta tey somu børnini,
sum koma aftur hvønn
dag.
Har fáa tey mat, tey
hava møguleika til at fara í
bað og at fáa klæðini
vaskaði. Tað verður eisini
spælt við børnini á sentri-
num.
Sjálvandi verður tað eis-
ini roynt at fáa børnini í
skúla.
Jóannes sigur, at eftir
sum hann skilir á dóttrini,
so eru ongir myndugleik-
ar, sum hava eyguni eftir
børnunum, og tí ganga tey
og mala fyri vág og vind.
Hann er ikki greiður yvir,
um tað er undirvísingar-
skylda í Ukraina, men eitt
er vist, og tað er, at um eitt
barn dettur niður ímillum
og onga skúlagongd fær,
so er ongin myndugleiki,
sum tekur sær av tí.
Jórun Fonsdal er send út
av Heimamissiónini til
dagsentrið í Kiev. Um-
framt hana er eisini ein
annar har á dagsentrinum.
Hann er ættaður úr Kirgi-
stan. Tey lesa Bíbliusøgur
við børnunum akkurát
líka sum tað verður gjørt
her í Føroyum. Tað er líka
sum tann andaliga síðan
av hesum arbeiðinum hjá
teimum í Kiev.
Tann føroyska verk-
ætlanin, sum fær
pengar frá Skóta-
hjálpini, er leika-
hugskotsavnið hjá
Sernámsdeplinum
SKÓTAHJÁLP
Solby A. Eliasen
Jórun Ellefsen, serlærari á
Sernámsdeplinum sigur,
at leikahugskotsavnið er
eitt stað, har møguleiki er
at læna leikur til menning-
artarnaði børn og børn við
serligum tørvi.
Foreldur, stuðlar og
onnur
fakfólk
kunnu
koma til depilin og síggja
og royna ymsar leikur, fyri
at vita, um tað er tað rætta
til teirra barn.
Eisini hava tey á Ser-
námsdeplinum roynt at
savna lesi tilfar saman,
sum tey so kunnu vísa á.
Hetta tilfar er alt eitthvørt,
sum hevur við sernámsøk-
ið at gera.
Tað eru tvær, sum taka
sær av hesum. Jórun
Ellefsen, serlærari og Au-
gusta Mikkelsen, fysio-
terapeutur.
Jórun sigur, at leikahug-
skotsavnið snýr seg í
stuttum um hjálpiamboð
til spæl ella skriving og
annað tílíkt. Eisini hava
tey tekniska útgerð. Til
dømis um tað er so at eitt
barn ikki kann nýta eina
teldu uttan eina ávísa kon-
takt, so hevur leikahug-
skotsavnið eisini tað. Men
tað verður ikki lænt út, tí
tað er sera kostnaðarmikil
útgerð. Men her hava for-
eldur og onnur møguleika
til at royna tað, so kunna
tey finna útav, um tað er
tað rætta.
Loppumarknað ístaðin fyri Skótahjálp
Dagsentur fyri gøtubørn í Kiev
Leikahugskotsavnið í Sernámsdeplinum
Tvær barnastjørnur í
Mentunarhúsinum í Fuglafirði
Leygarkvøldið klokk-
an átta verður kon-
sert við Brandi Enni
og íslendsku Johanne
Gúðrum í mentanar-
húsinum í Fuglafirði.
Tey fara at framføra
sangir hvør í sínum
lagi umframt, at tey
eisini fara at syngja
saman
KONSERT
Solby A. Eliasen
Johanne Gúðrum, sum er
tólv ára gomul, er líka kend
í Íslandi, sum Brandur er í
Føroyum. Hon hevur givið
fleiri fløgur út í Íslandi.
Brandur hevur verið í Ís-
landi fleiri ferðir og nú fáa
føroyingar høvi til at síggja
og hoyra hann og Johanne á
palli í Fuglafirði leygar-
kvøldið.
C
M
Y
K
11
10