Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 184 - 26. september 2002 Nr. 184 - 26. september 2002 13 Føroyingar og íslendingar semjast um markið Mikudagin varð fyri- bils avtala undirskriv- að millum Føroyar og Ísland um markið millum londini. Út- gangsstøðið fyri av- taluni er miðlinjan. MARKNASEMJA Jan Müller 25. september 2002 fer at vera eins minniligur dagur í føroyskari marknasøgu sum ávikavist 22. desember í 1992 og 18. mai í 1999. Felagsnevnarin fyri hesar dagar er, at Føroyar tá undirskrivaðu týdningar- miklar avtalur við onnur lond um rættin til ráevnini í undirgrundini, fiskatil- feingi í havinum og til mark. Í gjár skrivaðu Anfinn Kallsberg, løgmaður og ís- lendski uttanríkisráðharrin Halldór Ásgrímsson, undir avtalu um marknaáseting á havleiðunum kring Ísland og Føroyar. Hetta hevur verið eitt óloyst mál síðani londini fluttu markið út á 200 fjórðingar. Avtalan er so- ljóðandi: a. Markið á havleiðunum millum Føroyar og Ís- land, har stytri enn 400 fjórðingar eru millum grundlinjur teirra, skal byggja á miðlinjuregl- una, við teimum tillag- ingum og serligu áset- ingum, ið lýstar eru nið- anfyri. b. Núverandi øki, har krøv- ini um løgdømi á havi- num umskarast, millum miðlinjurnar, ið ásettar eru frá báðum síðum, hereftir umrøtt sum »Økið«, mett at vera umleið 3.650 ferkilo- metrar til víddar, skal býtast soleiðis: Markið skal verða ásett soleiðis, at tað býtir sunnara part- in av Økinum, sunnan- fyri 63Ë 30’ N, »Undir- øki A«, javnt (50/50), og norðara partin av Øki- num, norðanfyri 63Ë 30’ N, »Undirøki B«, í lutfallinum 60 % til Ís- lands og 40 % til Før- oya. c. Hóast hetta, skal fylgj- andi galda í Undirøki A viðvíkjandi fiskiløg- dømi: 1. Føroysk og íslendsk før hava rætt at fiska í øllum Undirøki A undir teim- um reglum og forskrift- um, sum galda fyri tey í teirra egnu fiskiløgdøm- um. Tey skulu bert verða undir eftirliti og hand- hevjan frá egnum myn- dugleikum. 2. Somuleiðis kunnu fiski- rannsóknir verða gjørdar frá báðum síðum í øllum Undirøki A. Omanfyristandandi loysn er úrslit av felags royndum frá báðum síðum at røkka semju, sum endurspeglar teirra góða granna- og vinalag. Henda Váttaða Fundarfrásøgn skal vera grundarlag undir einum formligum sáttmála, ið verður gjørdur samsvarandi við teirra innanhýsis stjórn- arskipanarmannagongdir, millum Ríkisstjórn Dan- markar og Landsstýri Før- oya øðrumegin og Ríkis- stjórn Íslands hinumegin, um marknaseting á havleið- unum millum Føroya og Ís- lands. 3. Inntil formligur sáttmáli kemur í gildi, er frá- søgnin frá samráðingum í Reykjavík. 24. og 25. november 1988 galdandi í Økinum stendur í vátt- aðu fundarfrásøgnini frá fundinum í Havn í gjár millum teir báðar stjórn- arleiðararnar. Á tíðindafundi í Tinga- nesi í gjár segði íslendski uttanríkisráðharrin seg vera sera væl nøgdan við avtal- una, sum ger, at Ísland nú hevur øll síni mørk innan fyri 200 fjórðingar uppá pláss. Hóast hetta hevur tik- ið 28 ár so helt hann, at báðir partar høvdu fingið eina góða avtalu. Hann var eisini fegin um, at tað ikki hava verið stórar ósemjur í hesum økinum, meðan málið hevur verið óloyst. Hann metti avtaluna sum dømi um at grannalond hava virðing fyri hvørjum øðrum. Tað er eitt gott tekin um framtíðar viðurskiftini millum londini. Eisini An- finn Kallsberg løgmaður fegnaðist um avtaluna og helt eisini avtaluna verða eitt gott fyridømi fyri fram- tíðar samstarvi millum Ís- land og Føroyar. Við nýggju avtaluni eru greiðar reglur fyri fiski- skapi í umrødda øki og heldur løgmaður, at Føroy- ar hava fingið væl burtur úr. Hann vísir á, at hóast Føroyar í parti av økinum fáa 40% og íslendingar 60%, so gagnar avtalan før- oyskari fiskivinnu sum heild. Bæði føroysk vinna og Uttanlandsnevndin taka undir við avtaluni sigur løgmaður. Annars gera bæði føroy- ingar og íslendingar krav upp stórar partar av økinum sunnan fyri Føroyar, tvs. Hatton og Rockalløkið. Ís- lendski uttanríkisráðharrin sigur, at avtalan millum Føroyar og Ísland kann gagna víðari gongdini í tí málinum, har tað nú skulu gerast nógvar kanningar av jarðfrøðini. Eisini Írland og Bretland gera krav uppá hesi stóru økini, tí hildið verður at olja er í undir- grundini. Anfinn Kallsberg, løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin Halldór Ásgrímsson undirskriva fyribils avtalu um markið millum londini. Avtalan verður av tekniskum orsøkum endaliga undirskrivað næsta ár. Kortið vísir nýggju marknaavtaluna millum Føroyar og Ísland Ongar ætlanir um at flyta Hotel Tórshavn í nýggj høli Landsstýrið hevur leigað hølini, sum ho- tellið er í, til, 2020 og tað kann verða dýrt at at siga sáttmálan upp, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum HOTEL TÓRSHAVN Áki Bertholdsen Tað eru ongar ætlanir um at finna nyggj høli til Hotel Tórshavn, sum er føroyska sjúklingahotellið í Keyp- mannahavn. Hetta sigur Bill Justinus- sen, landsstýrismaður í heilsumálum í einum svari til Johan Dahl, løgtings- mann. Løgtingsmaðurin hevur sett landsstýrismanninum nakrar skrivligar fyrispurn- ingar um Hotel Tórshavn og á tingfundi seinnapartin í gjár, skuldi spurningarnir svarast. Eitt nú spyr løgtingsmað- urin, hvat ítøkiligt verður gjørt fyri at tryggja, at støð- an, sum kom í viðvíkjandi legionerbakteriuni í vatn- skipanini á hotellinum, ikki endurtekur seg og um royndir verða tiknar av vatninum og, hvussu ofta. Bill Justinussen sigur, at ein orsøk til, at Embætis- læknanum fyri Keyp- mannahavnar og Frederiks- bergs kommunur og Køb- enhavns Energi hava sagt, at orsøkin til at mongdin av legionellabakterium var so stór á Hotel Tórshavn, var, at hitin á tí heita vatninum var ov lágur. Málingar vístu, at hitin í heittvatns- tangunum vóru ávíkavist 35, 52 og 58stig, Sambært Embætislækna- num nørast legionellabak- teriur best í hita, sum liggur í millum 25 og 40 stig. Ein onnur orsøk sambært em- bætislæknanum kann vera, at vatnið verður ov lítið út- skift í rørunum til køks- vaskini á kømrunum. Síðani eru stig tikin til at loysa trupulleikan og hann er nú loystur og felagði, sum eigur húsið, hevur góðtikið kravið frá hotelli- num um, at hitin ikki aftur verður settur so langt niður, at vandi fyri legionella tek- ur seg upp aftur Hereftir skal vatnið eisini kannast regluliga. Johan Dahl vildi eisini hava at vita, hvat verður gjørt við svampatrupulleik- an á hotellinum? Bill Justinussen svarar, at tað, sum higartil er gjørt, er at lappað hevur verið upp á trupulleikan. Svampurin er vaskaður burtur, og svampadrepandi evni er smurt á, har svampur hevur verið. Hann ásannar tó, at hetta er ikki nøkur varandi loysn, tí fuktur er framvegis í vegginum, sum ger, at svampurin kemur aftur. Trivnaðarmálaráðið hevur tí havt fund við felagið, sum eigur húsið og givið teimum freist til 23. sep- tember ár at koma við eini støðufrágreiðing og eini ætlan fyri, hvussu teir ætla at loysa trupulleikan við svampinum. Somuleiðis vil Johan Dahl hava at vita, um nøkur ætlan er um at bøta um um- støðurnar, sosialu støðuna og ítrivsmøguleikarnar hjá teimum, sum eru har leingi. – Ætlanin er, at framyvir skulu tey, sum eru leingi á hotellinum, hava tvey rúm at vera í, eitt rúm at sova í og eitt at vera í . Hetta eru tvey kømur við hurð ímill- um. framhald á síðu 28 UTTAN ÚR HEIMI Flestu bretsku bløðini eru á einum máli um, at tað eydnaðist ikki Tony Blair, forsætis- ráðharra at sannføra bretar um, at tað er neyðugt at leypa á Irak IRAK-KREPPAN Árni Joensen Týsdagin royndi Tony Blair at sannføra bretsku polit- ikararnar og bretska fólkið um, at Irak hevur hópoyð- ingarvápn, og at landsins forseti, Saddam Hussein, er til reiðar at nýta tey. Blair royndi eisini at sannføra bretar um, at tað er neyðugt við einum hernaðarátaki ímóti Irak. Grundarlagið undir røðuni hjá forsætis- ráðharranum var ein frá- greiðing um hóttanina úr Irak. Men bretsku bløðini eru ikki sannførd. Financial Times skrivar, at ongar sannførandi grundgevingar vóru í frá- greiðingini, sum rættvís- gera eitt álop á Irak. Blaðið heldur, at í besta fall kann ST nýta frágreiðingina sum grundgeving fyri at herða tiltøkini ímóti stýrinum í Bagdad. The Independent ivast ikki í, at irakar eru førir fyri at gera hópoyðingarvápn, men blaðið sigur seg ikki hava fingið eina einastu ábending um, at Irak ætlar at nýta hesi vápnini ímóti Vesturheiminum ella hans- ara sameindu. - Uttan slíkar ábendingar ella slík prógv er einki grundarlag fyri einum hernaðarligum átaki ímóti Irak, og hetta var veikleikin í frágreiðingini hjá Blair, skrivar The Independent. Daily Mirror heldur, at fleiri tiltøk kunnu setast í verk og eiga at verða roynd, áðrenn bretar og aðrir fara at tosa um bumbuálop og at senda hermenn til Irak. Tað konservativa Daily Mail heldur harafturímóti, at frágreiðingin hjá for- sætisráðharranum var sannførandi, men blaðið heldur, at forsætisráðharrin átti at lagt størri dent á innanríkispolitikkin. Eitt annað av teimum konserva- tivu bløðunum, Daily Tele- graph, vísir á, at frágreið- ingin hjá Blair snúði seg meiri um avvápnað enn um yvirgang. Blaðið heldur tað vera løgið, at menn gera so nógv burtur úr Irak og vísir á, at tann spenta støðan millum India og Pakistan er ein nógv størri hóttan. Einasta blaðið, sum bein- leiðis tekur undir við Blair, er tað høgravenda Sun. Blaðið sigur seg taka undir við Bush og Blair og álops- ætlan teirra og heldur, at tað kann taka alt ov drúgva tíð at bíða eftir, at ST og altjóða samfelagið taka støðu í Irak-málinum. Kinesarar keypa fisk úr Noregi, hagreiða hann og senda hann aftur á evropeiska marknaðin FISKIVINNU- TRUPULLEIKAR Árni Joensen Tað lága lønarlagið í Kina er vorðið ein álvarssom hóttan fyri norsku flaka- virkini. Seinastu árini hava kines- arar keypt heilfrystan tosk úr Noregi til virkingar, og í ár hevur hesin handil rætti- liga vundið upp á seg. Síðani á nýggjárinum hava kinesarar keypt fimm ferðir so nógvan frystan tosk úr Noregi sum í sama tíðar- skeiði í fjør. Kinesarar skera fiskin og senda síðani flakið á evropeiska marknaðin, og hesin handil er nú vorðin ein verulig hóttan fyri norsku flakavinnuna. Or- søkin er tann lága lønin í Kina, sum ger, at eitt kilo av kinesiskum flaki er umleið fimm krónur bí- ligari enn eitt kilo av norskum flaki, hóast talan er um sama fisk. Hesin stóri prísmunurin ger, at norska flakið hevur ongan møguleika at kapp- ast við tað kinesiska, og hetta hevur havt við sær, at higartil í ár eru 20 norsk flakavirkir farin á húsa- gang. Hildið verður, at skulu norsku virkini gera sær vónir um at standa seg í kappingini, noyðast tey at leggja seg eftir betri góðsku. Tað heldur í hvussu er ein amerikanskur dómari DEYÐAREVSING Árni Joensen Hetta er aðru ferð í ár, at ein amerikanskur dómari er komin til ta niðurstøðu, at deyðarevsing stríðir ímóti landsins grundlóg. William Sessions, sum er dómari í statinum Vermont, segði í einum úrskurði týsdagin, at lógin frá 1994 um deyðarevsing er ikki í samsvari við amerikansku grundlógina, tí lógin tekur ávís grundlógartryggjaði rættindi frá teimum, sum verða ákærd fyri morð. Úrskurðurin hjá William Sessions, dómara fær onga ávirkan á mannagongdina í teimum statunum í USA, sum loyva deyðarevsing, men úrskurðurin verður kortini mettur sum ein sigur hjá teimum felags- skapunum í USA, sum stríðast fyri at fáa deyða- revsing setta úr gildi. Enn er einki komið burt- ur úr samráðingunum um at skipa samgongu aftan á svenska valið. Sosialdemokratarnir og Vinstriflokkurin eru samdir um at halda fram, men teimum báðum tørv- ar stuðul frá Umhvørv- isflokkinum fyri at hava meiriluta í ríkisdegnum. Í seinasta valskeiði stuðl- aði Umhvørvisflokkurin stjórnina, men enn hevur hann ikki gjørt av, um hann er sinnaður at halda fram við tí. Leiðslan í Umhvørvis- flokkinum hevur kortini gjørt greitt, at hon vil heldur stuðla eina sosial- demokratiska stjórn enn eina borgarliga, men flokkurin vil hava sess í stjórnini fyri á tann hátt at fáa størri ávirkan á politikkin. Hesum kravi hevur Gøran Persson, forsætisráðharri víst frá aftur, og eygleiðarar í Stockholm halda ikki, at hann kann broyta støðu í hesum máli. Eingin samgonga enn Skipasmiðjurnar hjá norska ríkmanninum Kjell Inge Røkke hava so lítið at gera, at vandi er fyri, at fleiri hundrað fólk verða koyrd til hús í næstum. Á Rosenberg-skipa- smiðjuni í Stavanger hava 40 fólk fingið sekkin, men fakfeløgini vænta, at talið fer at koma upp á umleið 300, tá av tornar. Á einari aðrari skipasmiðju, Kværner Egersund, verða 200 fólk væntandi uppsøgd um ársskiftið, men talið kann lættliga koma upp á 400. Á Aker Stord er støðan tann sama. Har vænta tey, at umleið 250 noyðast til hús. Blaðið Dagens Nær- ingsliv skrivar, at skipa- smiðjurnar eru í ógvuliga harðari kapping, og kem- ur einki munagott burtur úr, verða ætlandi umleið 1.000 fólk á skipasmiðj- unum hjá Kjell Inge Røkke koyrd til hús teir næstu mánaðarnar. Nógvar uppsagnir Fólk hjá felagsskapinum Memorial hava funnið eina ovurstóra hópgrøv nakað eystan fyri St. Pætursborg í Russlandi. Talan er um eina hóp- grøv frá Stalin-tíðini í tríatiárunum, og hildið verður, at umleið 30.000 lík eru í grøvini. Ein talsmaður hjá Me- morial sigur, at hóp- grøvin er býtt sundur í umleið 50 smærri gravir, og at fleiri hundrað lík eru í hvørjari. Higartil hava teir tikið umleið 20 lík upp úr einari grøv. Tað vísti seg, at fólkini vóru deyð av nakkaskoti. Síðani Sovjetsamveld- ið datt sundur í 1991, hava Memorial og aðrir felagsskapir avdúkað fleiri hópgravir ymsa- staðni í Russlandi, men eingin teirra hevur verið so stór sum tann eystan fyri St. Pætursborg. Hig- artil hava russisku mynd- ugleikarnir hava ikki víst avdúkingunum stórvegis ans. Funnu hópgrøv Danski arbeiðaramála- ráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, ið verður hildin at vera næsti ráð- gevi hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráð- harra, sigur nú, at danir kunnu vænta sær skatta- lætta í 2004. Higartil hava donsku ráðharrarnir og serliga teir hjá Vinstra verið ógvuliga varnir, tá tosað hevur verið um skatta- lætta, og forsætisráð- harrin hevur ferð eftir ferð endurtikið, at talan verður ikki um at lækka skattin, fyrr enn ríkis- kassin hevur ráð til tess. Claus Hjort Frederik- sen segði týsdagin, at stjórnin fer at gera tað, sum gerast kann, fyri at seta skattin niður, og hann legði afturat, at við verandi útlitum lækkar persónsskatturin 1. jan- uar í 2004. Lovar skattalætta Deyðarevsing stríðir ímóti amerikansku grundlógini Kinesarar taka beinini undan norskum fiskavirkjum Blair sannførdi ikki bretar Tað eydnaðist ikki Tony Blair, forsætisráðharra at sannføra bretar um, at tað er rætt at leypa á Irak. Undir orðaskiftinum sást eisini týðiliga, at fleiri av floksfeløgum forsætisráðharrans eru ímóti álopsætlanini Mynd: Reuters C M Y K 13 12