Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 26. september 2002 15 14 Nr. 184 - 26. september 2002 SAMRØÐA Jústinus Leivsson Eidesgaard Teir hava júst somu kenslur mótvegis hvørjum øðrum, sum maður og kona hava í vanligum hjúnalagi. Teir hava eisini somu skyldur mótvegis hvørjum øðrum og mótvegis samfelagnum. Teir liva í skrásettum par- lag, ella teir liva í hjúnalagi. Tann 54 ára gamli yvir- læknin, føroyingurin Bogi Davidsen úr Havn og tann eitt sindur yngri, 45 ára gamli vesturjútlendingurin Søren Nielsen, sum er ættaður úr Nørre-Nebel norðanfyri Esbjerg. Sein- astu 18 árini hava teir kenst, liva saman og elskað hvønn annan. Teir deila borð og song og kundu ikki hugsað sær lívið øðrvísi. Í dag er leygardagur og tí halda teir til í hugnaliga summarhúsinum í Overby Lyng á tanganum út til Sjællands Odde í útnyrð- ingahorninum á Sælandi. Summarið er farið at halla, tað er heyst í luftini og trøini í skógnum, sum summarhúsið er umgyrt av, hava hug at rodna og gulna. Summarhúsið eitur Smátt- an við striku yvir á num og er eitt tekin um, at hóast Bogi hevur búð í Danmark seinastu 36 árini, so kennir hann seg framvegis sum føroying. Í gerandisdeg- num, búgva teir í Sorø. Søren arbeiðir í Danmarks Radio og Bogi er yvirlækni, ella spesialansvarlig over- læge sum tað eitur á donsk- um, í maga og tarmsjúkum á Vestursælandi. Hann er leiðari fyri tí í Vest- sjællands Amt. Bogi hevur verið ein stríðsmaður fyri at betra um korini hjá teimum sam- kyndu í mong ár. Nú eru næstan 30 ár síðan hann trein fram og viðgekk, at hann var samkyndur. – Eg var við til at stovna ráðgevingina fyri samkynd í Danmark í 1975, so eg havi verið við leingi, sigur hann. Bogi vil ikki liva í einum landi, sum ikki góðtekur, at hann er samkyndur, og at hann livir í skrásettum par- lag. Hann vil ikki liva í ein- um landi, sum ger mun á samkyndum og hinkynd- um. Tað er ein av orsøkun- um til at hann ikki býr í Føroyum. Ikki tí, starv hevði hann fingið, honum stóð í boði at gerast læknastjóri í Føroyum og hann hevði eisini kunna arbeitt sum yvirlækni í Føroyum Dømið ikki onnur Fólk í Føroyum hava ofta eina støðu móti samkynd- um út frá eini átrúnaðar- ligari sannføring, skilir tú teirra sjónarmið? – Eg veit ikki, tað kann vera torført hjá okkum at góðtaka, tí hesi fólk eru fundamentalistiskt upp- drigin. Men tey mugu síggja í eyguni, at vit sam- kyndu finnast og tey mugu ikki i gloyma, at kristna trúgvin áleggur okkum at elska næstan sum sjálvan seg. Jesus áleggur okkum ikki at døma hvønn annan, tað er bara Gud sum kann døma, og tá vit nú øll eru skapt í Guds bílæti, tá er grundarlagið fyri, at vit samkyndu kunnu vera til fullkomiliga sum hjá øllum øðrum. Tí skilji eg ikki, at fólk veruliga er kristin, um tey ikki eru før fyri ella royna at fylgja teimum kærleikaboðunum Jesus gav okkum. Um vit sam- kyndu ikki gera øðrum ónáðir, so er onki grundar- lag hjá øðrum fyri ikki at góðtaka okkum, sigur Bogi Davidsen. Bogi hevur ilt við at skilja fundamentalistisku grundgevingina í Føroyum og skilir ikki rættuliga hví tað er so umráðandi hjá fundamentalistunum at taka sær av málum, sum bara hoyra Gudi til – Um ein er kristin og tað er veruliga skeivt at vera samkyndur, so verða vit, sambart kristnu trúnni, dømd á evsta degi og so verður tað har avgerandi orðið verður sagt og ikki millum kristin livandi í dag. Tað er ikki uppgávan hjá fólkinum her at døma okk- um, sigur Bogi og stríkur tættklipta yvirskegginum við fremsta fingri. Vit sita við eitt vakurt timburborð uttan fyri summarhúsini, og Bogi prátar víðari mest sum fyri seg sjálvan eina løtu. – Her koma vit aftur til, hvør ið skal kasta fyrsta steinin. Vit mugu ansa okk- um ikki at seta okkum í Guds stað, tí tað er hann, sum er dómarin og ongin annar. – Hava kristin rætt at døma meg sum samkynd- an, so havi tey eisini rætt at døma tey sum blíva skild, og tey sum nokta teimum at giftast aftur, tey sum fáa børn uttan fyri hjúnalag og so víðari. Hvør man ikki hava okkurt líkið í lastini. Vit eru komin burtur frá miðøldini, har fólk vórðu dripin og forfylgd sum eitt nú í Iran í dag. Vit hava fingið eitt demokratiskt rættarsamfelag við talu- skrivi-hugsunnar og trúar- frælsi, sum tryggjar minni- lutum, sum eisini tryggjar samkyndum í hinum Norð- anlondunum og sum eisini tryggjar átrúnaðarligum føroyskum fundamental- istiskum minnilutum, sigur hann hugsunnarsamur Nú mugu vit tora Í 1995 tosaði Dagny Joen- sen, journalistur, sum tá arbeiddi á Sosialinum, við Boga Davidsen, har hann, djarvur sum hann er, greiddi frá sínum lívi sum samkyndur. – Orsøkin til at eg enn einaferð traðki fram er, at tað sum eg sigi kann brúk- ast í kjakinum heima í Føroyum. Soleiðis at teir ymisku flokkarnir sjálvir kunnu koma við einum svari upp á, hvussu vit kunnu loysa trupulleikan at fáa løgfrøðisligu viður- skiftini í rættlag hjá sam- kyndum, sum liva fast saman. Fyri einum tíggju árum síðan skrivaði eg til teir ymisku flokkarnar um hetta, og teir ikki hava svarað enn. Nú kjakið er frammi um eina nýggja familjulóg, so hevði tað verið mikið rímuligt, at tað fólkið, sum er yngri enn eg og sum sita í løgtinginum, at tey tordu at taka málið upp og gera greitt, hvat hvør flokkur ella tinglimur meina um hetta og ikki goyma tað burtur, sigur hann. – Tá tað nú er soleiðis at bæði Danmark, Svøríki, Noreg, Ísland, Grønland og ES samlað ganga inn fyri at samkynd ikki skulu vera fyri mismuni, so eru bara Føroyar eftir í tí mentaða evropeiska kristna heim- inum, sum ikki hevur góð- tikið okkum. – Føroyingar mugu kenna seg eitt sindur einsa- mallar eftirhondini, at bert nøkur fá fundamentalistisk fólk í Føroyum skulu sleppa at ráða á hesum økinum og uttan avgerð í politiska løgtinginum. Størsti parturin av føroy- ingum vilja fegin geva okkum samkyndu somu rættindi sum onnur, um hetta ikki var vorðið øst upp at av nøkrum fáum uppgjørdum fundamental- istum. – Tað er eisini týðuligt at politisku fundamentalist- arnir hava eitt sikti við at øsa fólk upp móti okkum. Tað gevur teimum nakrar eyka atkvøður og teir hava ikki ov nógvar framman undan. Tí hevði tað verið gott, at politikkarar tordu at standa fram og sagt við fundamentalistarnar. »Vita tit hvat. Nú vilja vit ikki vera við til hetta møsnið hjá tykkum meira« Hóttan móti hjúnalagnum Ein vanlig fatan í Føroyum er, at skrásett parlag er ein hóttan móti hjúnalagnum. Hjúnalagið sum institutión hvørvur, um fólk av sama kyni kunnu giftast? – Tvørtur í móti. Tey hin- Tann óseki kasti fyrsta steinin Nær dømdi Jesus tey samkyndu? Fundamentalistiski minnilutin heima í Føroyum setir seg í Guds stað og tekur sær rætt til at døma tey samkyndu, nakað sum sjálvt ikki Menniskjasonurin tordi. 54 ára gamli samkyndi føroyski yvirlæknin, Bogi Dánjalsson Davidsen, hevur seinastu mongu árini livað í skrásettum parlag saman við Søren Kjær Nielsen. Teir búgva í Danmark. Hann kennir seg ikki sørt stoyttan av tí harða ágangi, sum er í Føroyum móti skrásettum parlag. Sosialurin hitti hann seinasta leygardag í summarhúsinum »Smáttan« hjá teimum báðum í Overby Lyng við Sjællands Odde. – Eg havi ongantíð kent meg sum syndara, tí eg eri samkyndur, sigur hann. Framhald á síðu 16 – Eg og Sørin hava livað í skrásettum parlag, síðan lógin kom í gildi í Danmark fyri 12 árum síðan. Vit eru báðir limir í fólkakirkjuni og kundu fingið kirkjunnar vælsignilsi frá onkrum presti sum gongur inn fyri tí. Men eg haldi, at tá eg nú í so mong ár havi stríðst fyri rættindunum hjá okkum samkyndu, so hevði eg ikki viljað fingið kirkjunnar vælsignilsi, um tað ikki var frá einum presti, sum veruliga meinti tað. Ikki bara tí at honum varð hetta álagt av lógini tildømis, sigur Bogi Davidsen Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard C M Y K 14