hósdagur 26. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 184 - 26. september 2002
Nr. 184 - 26. september 2002
17
kyndu, tey eru jú hinkynd
og vilja altið gifta seg. Tey
vilja ikki gevast við at gifta
seg, tí at samkynd vilja
giftast. At samkynd vilja
giftast er ongin hóttan móti
tí vanliga hjúnalagnum.
Samkynt ynskja bara at
vera saman við teimum,
sum eru samkynd. Vit
ynskja heldur ikki, at fleiri
gerast samkynd, tað er móti
tí, eg gangi inn fyri, at vera
tað tú ert og einki annað,
sigur Bogi Davidsen.
– Tey hinkyndu, sum
kenna Søren og meg eru
ofta ómetaliga glað fyri
okkum og kenna ikki okk-
um sum eina hóttan móti
teimum. Eg trúgvi, at tey
hinkyndu óttast fyri hjúna-
bandinum, tí tað verður
tosað so nógv um, at alt er í
upploysningi.
Vanliga
hjúnabandið er við at loys-
ast upp, og tað er ein heilt
annar trupulleiki. Fyrr var
føroyska samfelagið meira
bundið kristiliga at eindar-
mentanini í kirkjuni. Nú
eru fleiri kirkjur og sektir
og ikki kristiligar sektir og
fólk, sum ikki eru trúgv-
andi. Samfelagið er meira
sekulariserað.
– Tað vit samkyndu
ynskja við skrásetta parlag-
num er, at tey juridisku
viðurskiftini eru í lagi. Vit
vilja bara hava somu rætt-
indi sum hini fólkini í sam-
felagnum. Tað eru tvær
grundir til at fólk giftast.
Onnur er at fólk eru góð við
hvørt annað. Hin orsøkin
er, at um ein verður skildur
ella doyr, so er tað juridiska
í lagi.
Kirkjan ikki búgvin
– Í einum kirkjuligum
hjúnabandi skal man eisini
hava vælsignilsi. Tá vit
ynskja skrásett parlag í
Føroyum, so er hetta ynskið
ikki við. Hetta kemst av, at
kirkjan enn ikki er búgvin
til
slíkt
stig.
Summir
prestar geva vælsignilsi,
men vilja ikki gifta fólk. At
prestar geva vælsignilsi
verður brúkt nógvastaðni,
bæði í Noregi. Svøríki og
Danmark.
Fyrsta stigið má vera í
einum
demokratiskum
samfelagi við trúarfrælsi, at
vit hava trúarfrælsi, og at
allir borgarar hava somu
rættindi og skyldur sum
onnur óansæð trúgv ella ei.
Skyldurnar hjá teimum
samkyndu eru tær somu
sum hjá hinkyndum, men
rættindini eru ikki tey
somu.
– Tekur tú mannarættar-
lógina, so nevnir hon tíði-
liga bæði hjá ST, í nýggju
mannarættindalógini
hjá
ES og í nýggju grundlógini
í Suðurafrika og í Írlandi, at
tað skal ikki gerast mis-
munur, millum kyn, millum
fólkasløg, politiska áskoð-
an, átrúnað og kynsliga
ábending.
– Orðini kynslig ábend-
ing er knúturin heima í
Føroyum. Tað má standa í
okkara lóg, tí um vit ikki
tora at nevna tað, so eru tey
samkyndu ikki eins væl
vard sum hinir minnilutar-
nir í samfelagnum. Vit sam-
kyndu eru ein minniluti, vit
hava somu rættindi at blíva
nevnd sum aðrir minnilutar,
eitt nú tey við ørvísi húða-
liti og tey sum hoyra til
fundamentalistiskar sektir
ella trúarbólkar. Í 1988
reyk landstýrið uppá, at tað
ikki var loyvt at gera mun á
manni og kvinnu og sam-
kyndum. Tað var bara
Karin Kjølbro, sum tordi at
atkvøða fyri. Hinir í løg-
tinginum tordu ikki. Hetta
er tíbetur broytt í dag, nú er
ikki loyvt at gera mun á
manni og kvinnu, hóast tú
saktans kann finna grund-
arlag í bíbliuni fyri muni
millum kynini. Tey sam-
kyndu eru ikki gloymd av
politikkarunum,
men
goymd burtur, tí polittikk-
ararnir ikki tora at gera
nakað við trupulleikan.
– Fleiri av teimum lands-
stýrismonnum
og
løg-
tingsmonnum,
eg
havi
tosað við, siga: Bíða Bogi,
fólkið er ikki búgvið enn.
Men tað nyttar lítið at siga,
at fólkið er ikki búgvið, um
politikkararnir ikki tora at
tosa um tað. Politikkarin
torir ikki at tosa um trupul-
leikan, tí so verður hann
ikki valdur inn aftur. Tí
haldi eg tað er djarvt av
Høgna Hoydal, at hann
stendur sum ein maður, nú
løgtingið skal taka støðu til
parlagið, men vit vilja
nevnast óansæð um lands-
stýrið fellur sum tað gjørdi
í 1988, sigur Bogi David-
sen.
Bíðað í 30 ár
Hvør skal so verða fyrst
búgvin, politikkarin ella
fólkið?
– Eg veit ikki, nú havi eg
so bíðað í 30 ár og tað
gongur framá. Í 1988 var
tað bara ein, sum tordi at
atkvøða fyri, at ikki munur
varð gjørdur millum kynini,
og sum eg síggi í bløðun-
um, so eru tað nú sjey
løgtingsmenn, sum tora at
atkvøða fyri, og 11 sum enn
ikki hava tikið støðu til, at
vit samkyndu fáa eins rætt-
indi. Her er talan um fram-
stig, sjálvt um framstigið,
sætt frá okkum samkyndu,
ikki er serliga nøktandi.
Men talan er kortini um
framstig og kanska fer at
ganga enn betri í fram-
tíðini. Føroyingar síggja
meira til samkynd í dag
gjøgnum sjónvarpið, sam-
kynd eru í næstan hvørjari
sending, í filmum og tjaki
og so víðari. Føroyingar
mugu finna útav, hví teir
eru móti samkyndum. Teir
flestu føroyingar kenna
ongan samkyndan, men eru
bara í móti tí. Tey sum
kenna meg siga: »Bogi,
men tú er bara so almindi-
ligur.« Tað er ikki nokk at
siga tað, tí vit samkyndu,
vit eru so nógv onnur.
– Eg haldi, tað er nokk so
løgið, at samkynd eru ein
trupulleiki í Føroyum, tá eg
hugsi um, hvussu væl Sørin
og eg verða móttiknir
heima. Familjurnar hjá
okkum báðum hava eitt fínt
forhold og øll í míni fa-
milju halda nógv av Sørin.
Eg haldi, at í Føroyum er
tað soleiðis, at samkynd,
sum tora at viðurkenna, at
tey eru samkynd, verða
betri told, sigur hann
Ein lætti at
viðurkenna
– Í 1972 skrivaði eg eitt
longri bræv til foreldrini,
systkini og vinfólkini um,
at eg var samkyndur. Tað er
nokk tað mest týdningar-
mikla, eg havi gjørt í til-
veruni. Also doktararit-
gerðin, karrieran og allar-
fyrst læknaútbúgving vóru
týdningarmiklar.
Men
menniskjaliga sæð, so er
tað nokk tað besta eg havi
gjørt móti mær sjálvum, at
játta hvar eg hoyrdi heima
kynsliga. Við tí viðurkendi
eg meg sjálvan sum eg eri
og einki annað. Um hetta
mundi var tað nokk so nógv
frammi í tíðini at viður-
kenna seg sjálvan sum ein
er. Eg læs nógv um eksi-
stentialismu
um
hetta
mundi. Eg læs Sartre,
Camus, Kierkegaard og
aðrar.
– Moralska grundarlagið
hjá mær er gott. Eg eri up-
pvaksin við einari kristnari
siðalæru, útbúgvingarliga
er tað eisini í lagi, og eg eri
líka góður sum øll onnur.
Eg meini eisini, at øll onnur
føroysk samkynd eru tað
sama, uttan mun til út-
búgving ella hvar tey koma
frá.
Samkyndir
landsmenn
Bogi er ein miðdeplunum
fyri samkyndar føroyingar í
Danmark. Mong eru tey
sum hava torað at greitt
honum frá, hvussu tey hava
tað, júst tí hann hevur torað
at stigið fram og greitt frá
síni støðu. Hann hevur
ongantíð skammast um sína
kynsligu ábending. Hann
droymir um, at føroysk
samkynd einaferð fara at
taka seg saman í eitt felag.
Men hann vil ikki vera við
til at stovna eitt slíkt felag,
fyrr enn limirnir í tí tora at
stíga fram og viðurkenna
alment, at teir eru sam-
kyndir. Bogi heldur ikki at
samkynd eiga at goyma
seg, men hann skilir væl, at
føroysk samkynd eru bang-
in fyri at trína fram, hugsar
mann um, hvussu illa tey
verða told í Føroyum.
– Eg minnist, tá føroysk
samkynd møttust fyri fyrstu
ferð í Danmark fyri nøkr-
um árum síðan, eg haldi vit
vóru 19. Tað var stuttligt og
deiligt. Tey komu úr Klaks-
vík, úr Suðri, úr Sandoynni,
úr Vágum, úr Eysturoynni
o.s.v. Tey høvdu ymiskar
útbúgvingar, tey høvdu
ymiska bakgrund. Tað var
øgiliga spennandi at vera
saman og so bara tosa
føroyskt. Tað hevði eg ikki
gjørt í mong harrans ár. Eg
og Rólant Samuelsen, van-
liga kallaður Salong Ró-
lant, vóru vinmenn. Rólant
var eitt sovorið menniskja,
sum øll kendu og hann var
ikki bangin fyri at viður-
kenna sína kynsligu ábend-
ing. Hann var eitt fantast-
iskt menniskja, dugnaligur
og stuttligur. Hann var so
deiliga opin og tordi at siga
sum var. Við mínari bak-
grund í læknaliga um-
hvørvinum, havi eg verið
meira varin og kanska ov
varin. Men hóast eg ikki
havi verið so fríborin sum
eitt nú Rólant, so vil eg
hava viðurskiftini broytt í
Føroyum. Eg vil fegin vera
við til at fáa viðurskiftini
broytt, soleiðis at vit sam-
kyndu fáa tað betri í Før-
oyum, sigur hann.
Forelskilsi
Samkynd uppliva akkurát
sama forelskilsi sum hin-
kynd. Tey kunnu blíva góð
við hvønn annan og ynskja
at liva saman. Kærleiks-
kenslurnar eru akkurát tær
somu sum millum mann og
kvinnu. Eg haldi, tað ber til
at samanlíkan hjúnaband
millum samkynd við hjúna-
band millum barnleys hjún.
Tey eru jú góð við hvønn
annan og vilja ofta halda
fram við at liva saman,
sjálvt um tey ikki fáa børn.
– Summi kristin sam-
kynd ynskja eisini eina
vælsigning frá kirkjuni ella
frá tí samkomu tey hoyra
til. Í framtíðini má tað so
verða uppgávan hjá kirkju
og samkomunum at laga
tað soleiðis, at hesi eisini
kunnu fáa vælsignilsi.
Kirkjan broytist
– Tað er so nógv broytt í
samfelagnum og innan
fólkakirkjuna
seinastu
árini. Fyrr máttu kvinnur
ikki úttala seg alment í
samkomun og slett ikki
sum prestar, men í dag hava
vit kvinnuligar prestar.
Bíblian talar í móti kvinnu-
ligum prestum, men teir eru
heilt lógligir í dag, sjálvt
um onkur prestur í Føroy-
um ikki góðtekur tað enn.
Bíblian talar í móti sam-
kyndum, men fyri tað eru
samkynd ein veruleiki.
– Tey, sum eru funda-
mentalistiskt trúgvandi í
Føroyum, halda seg til
orðið í Mósubók og hjá
Paulusi og ikki til restina av
bíbliuni. Serliga hava tey
hug at gloyma Jesu orð um
næstakærleika. Jesus for-
dømir slett ikki okkum
samkyndu og minnir okk-
um á um nakar er so reinur,
at hann kann kasta fyrsta
steinin. Og hava vit ikki øll
okkurt, sum vit kundu
broytt, áðrenn vit døma
onnur?
– Eg og Sørin hava livað í
skrásettum parlag, síðan
lógin kom í gildi í Danmark
fyri 12 árum síðan. Vit eru
báðir limir í fólkakirkjuni
og kundu fingið kirkjunnar
vælsignilsi frá onkrum
presti sum gongur inn fyri
tí. Men eg haldi, at tá eg nú
í so mong ár havi stríðst
fyri rættindunum hjá okk-
um samkyndu, so hevði eg
ikki viljað fingið kirkjunn-
ar vælsignilsi, um tað ikki
var frá einum presti, sum
veruliga meinti tað. Ikki
bara tí at honum varð hetta
álagt av lógini tildømis,
sigur Bogi
– Eg livi í einum demo-
kratiskum samfelag og tað
er álitið hjá mær , at eg
livið í einum slíkum. Okk-
ara demokratiska samfelag
byggir á kristna grundar-
lagið og mín máti at liva
upp á byggir eisini á kristna
grundarlagið og tað haldi
eg er í lagi. Fyri meg hevði
tað verið heilt rímuligt, um
eg fekk eina signing frá
kirkjuni eisini, sigur hann
Adoptera
– Eg haldi eisini, at tað
hevði verið rímuligt, at vit
samkyndu kunna adoptera
børn eins og onnur. Eg og
Sørin hava tað gott kenslu-
liga og materielt, at vit
kundu saktans átikið okk-
um av verið foreldur fyri
børn, men tað ber heldur
ikki til. Eg havi ein vin-
mann í Noreg, sum er pápi
til eitt barn hjá eini sam-
kyndari konu, og tað gong-
ur fínt. Men nú eru vit so-
mikið til árs, at vit heldur
vilja vera nakað fyri børn-
ini hjá okkara systkjum,
sigur Bogi smílandi.
– Vit samkyndu hava tað
gott í Føroyum á tann hátt,
at vit verða ikki beinleiðis
forfylgd likamliga. Men
hugsa tær støðuna hjá
ungum samkyndum heima,
sum ikki tora at fortelja
foreldrum, systkjum og
vinum, hvussu tey eru hátt-
að, av ótta fyri at tey ikki
blíva góðtikin.
Fólkaskúlin
– Eg haldi, tað liggur ein
– Eg var við til at stovna ráðgevingina fyri samkynd í Danmark í 1975, so eg havi
verið við leingi, sigur hann.
Bogi vil ikki liva í einum landi, sum ikki góðtekur, at hann er samkyndur, og at hann
livir í skrásettum parlag. Hann vil ikki liva í einum landi, sum ger mun á
samkyndum og hinkyndum. Tað er ein av orsøkunum til at hann ikki býr í Føroyum.
Ikki tí, starv hevði hann fingið, honum stóð í boði at gerast læknastjóri í Føroyum
og hann hevði eisini kunna arbeitt sum yvirlækni í Føroyum
Bogi hevur ilt við at skilja fundamentalistisku
grundgevingina í Føroyum og skilir ikki rættuliga
hví tað er so umráðandi hjá fundamentalistunum at
taka sær av málum, sum bara hoyra Gudi til
– Hava kristin rætt at døma meg sum samkyndan,
so havi tey eisini rætt at døma tey sum blíva skild,
og tey sum nokta teimum at giftast aftur, tey sum fáa
børn uttan fyri hjúnalag
Framhald av síðu 15
stór ábyrgd á fólkaskúlan-
um at kunna næmingarnar
um tað at vera samkynd.
Tað kanska sita eini tvey
ella trý í hvørjum flokki í
Føroyum, sum einaferð fara
at sanna, at tey eru sam-
kynd. Tað er ov vánaligt í
dag, at skúlin ikki hjálpir
slíkum næmingum. Eg visti
longu sum 12 ára gamal, at
eg var samkyndur. Í staðin
fyri at skapa fordómar, so
átti skúlin at undirvíst
soleiðis, at tað varð greitt
fyri næmingunum, at vit
eru ymisk og summi gerast
samkynd.
– Tað átti at verið so-
leiðis, at vit fingu eitt
skriftligt undirvísingartilfar
um samkynd í fólkaskúl-
anum soleiðis, at tað ikki
var upp til tann einstaka
læraran, um hann vildi
undirvísa í hesum ella ikki,
men
tað
skuldi
verið
tvungið.
Um hetta verður tikið
fram í Fólkaskúlanum,
kann tað so ikki fram-
skunda tilgongdina hjá
næmingum, sum kanska
eru eitt sindur til hina
síðuna, tá skúlin sigur:
»Tað er í fínasta lagi, ver tú
bara samkyndur?«
– Nei, tað rokni eg ikki
vit. Freud tosar longu í
sínum kanningum í 40
‘unum, at man er partvíst
samkyndur
og
partvíst
hinkyndur og tey flestu eru
mest hinkynd. Tað tú er
mest, tað fer tú altíð at
royna at ganga ímóti. Tað
eru nógv ung, sum hava
roynt ella hugsa um at verið
saman við báðum kynun-
um, men kensluliga so velir
mann tað mann er mest til,
tá mann blívur eldri, sigur
Bogi Davidsen
Syndari
Hevur tú ongantíð havt
moralskar trupulleikar av,
at tú er samkyndur. Hevur
tú kent teg sum ein synd-
ara?
– Nei, ikki syndara, ikki
syndara, slett ikki sum
syndara av teirri orsøk. Eg
byrjaði sum ungur at lesa
um eksistentialismuna og
sá hvussu ymisk kristin
lond fóru við sínum borgar-
um og tað sá eg einki krist-
ið í tí. Sama var, tá eg sá
stóran mismun verða gjørd-
an í ymiskum kristnum
heimum, tað sá eg heldur
einki kristið í. Eg veit
nøkulunda, hvat tað er at
vera kristin, eg komi frá
eini kristiligari familju.
Foreldrini hjá mær eru í
fólkakirkjuni og nógv í
familjuni eru knýtt til ym-
iskar sektir. Eg kenni stak
væl ta kristnu læruna.
Longu áðrenn konfirma-
tiónina var eg greiður yvir,
at eg var eitt mikið gott
menniskja, ikki betur enn
onnur, men avgjørt ikki
nakar ringur syndari.
– Tá vit kjakaðust sum
heilt ung, so hevði eg altíð
hug at verja tey samkyndu.
Eg var ikki vísur í, at eg var
samkyndur, tí eg hevði lisið
mær til, at um ein sum heilt
ungur hevði betri hug á
sama kyni, so kundi hetta
broytast, tá ein nærkaðist
teimu tríati. Tá eg kom til
Danmarkar, fann eg út av,
at tað eg hevði lisið mær til
passaði ikki heilt. Mínar
kenslur vóru soleiðis hátt-
aðar, at eg var samkyndur.
Eg hugsaði, eg skal ikki sita
og pína meg við at halda, at
eg var nakað annað, enn eg
var. Eg hugsaði, at eg kom
nógv betri frá tí við at
viðganga, at eg eri tann eg
eri, sigur Bogi.
Rólant hjálpti
– Eg hevði tey fyrstu árini í
Danmark tosað nógv við
danskar samkyndar. Tá eg
møtti Rólant, so lætti í. Tað
var so befríandi at tosa um
hetta á føroyskum. Eg
haldi, at eg var við at finna
upp á orðið samkyntur, sum
síðan er broytt til sam-
kyndur. Í Danmark kallaðu
við okkum fyri bøssar. Tað
var eitt negativt orð, og sum
ikki samkynd høvdu funnið
upp á og vit tóku tað til
okkum fyri at vísa hvørjir
vit vóru. Vit føroyingar,
sum eru samkyndir, kalla
okkum fyri geikarar. Tað er
eitt orð, sum var ógvuliga
niðursetandi, tá eg var barn.
Men fyri at vísa hvørjir vit
eru, so brúka vit hetta orðið
kortini. Tað finnast eisini
nógv onnur orð, sum eru
kynslig orð um okkum,
men tey brúki eg ikki
sjálvur, hóast eg kenni tey,
sigur hann
– Tað er hend ein broyt-
ing til tað betra fyri okkum
samkynd. Broytingar henda
líðandi, og eg eri vísur í, at
lógin verður broytt einaferð
í Føroyum, um tað verður í
mínari tíð, veit eg ikki, men
eg vóni tað.
Vit goyma
trupulleikar
– Føroyingar hava lyndið til
at goyma trupulleikar í
Danmark og so halda alt
standa væl til. Nógv sam-
kynd velja at búgva í Dan-
mark, tí tey kenna seg ikki
væl í Føroyum. Hvør minn-
ist ikki hvussu sálarliga
sjúk vóru burturflutt av
landinum til Danmarkar í
seinastu øld. Fyrst í seksti
árinum komu hesi aftur og í
dag hava vit eina vælvirk-
andi skipan innan psykiatri
í Føroyum og tey veiku og
brekaðu hava tað gott og
liva undir mannsømiligum
viðurskiftum.
– Vit hava lyndið til at
gloyma landsmenn, sum
ikki passa heilt inn í mynd-
ina. Hygg bara eftir teim-
um, sum bróta lógina. Tey
sum verða dømd og fáa
harðari revsing enn tríggjar
mánaðar. Tey verða ofta
flutt til fongsul í Danmark.
Er nakað tilboð til tey
aftaná lokna revsing heima
í Føroyum, og fáa tey nakra
hjálp. Um hesi koma heim
aftur ella ikki aftan á at
revsingin er sitin, so tykist
tað, sum tað er líka mikið
fyri føroyska samfelagið.
Tey, sum eru send av land-
inum, vilja altíð sleppa
heim aftur. Eg minnist ein
føroying, sum var dømdur
trý ára fongsul. Hann
ynskti altíð at koma heim
aftur og tað sama var við
konuni, men hann tordi
ikki. Tey lósu føroysku
bløðini, lýsingarnar og
hugdu í telefonbókina, bara
fyri at síggja nøvnini á fólki
tey kendu á skrift. Tey
fluttu ongantíð heim aftur.
Hevur ein havt tað gott í
Føroyum, so vil ein altíð
heim aftur, uttan mun til
hvat ein hevur gjørt.
Einsamallir í Føroyum
– Ein onnur tungtvigandi
orsøk til at føroyskir sam-
kynd búgva í Danmark er,
at teir eru so einsamøll í
Føroyum. Tað finnast fleiri
samkynd í stórum býum,
sum eitt nú Keypmanna-
havn. Skal tú hava vinfólk,
sum eru samkynd, so má tú
fara har tey eru. Tá eg kom
til Danmarkar og fann fe-
lagið fyri samkynd, so var
tað ein deilig kensla, tí eg
hevði sjálvur allar fordóm-
arnar í heysinum. Tað at
møta einum hópi at fólki,
sum í mínum eygum vóru
heilt almindilig, tað var
deiligt, sigur hann
– Ein orsøk til, at eg ikki
flutti heim aftur var, at eg
møtti Søren. Um eg og
Søren skuldu flutt til Fø-
royar, so hava vit knappliga
ongar samkyndar at tosa
við. Tað vil siga, at vit alla
tíðina skulu ansa okkum, tá
vit siga okkurt, soleiðis at
vit ikki stoyta nakran. Í dag,
tá vit eru saman við sam-
kyndum vinfólki, so práta
vit bara, vit kunnu gera grin
við okkum sjálvum. Í Før-
oyum hoyrir tú ofta, vit
vilja ikki hoyra um tykkara
kynslív, vit tosa ikki bara
um kynslívið, vit tosa um
so nógv annað, men tað
kann ikki umgangast, at vit
tosa kjerligt um hvønn
annan, eins og hjún og
onnur pør tosa kjerligt um
hvønn annan, og hetta tola
nógv fólk ikki at hoyra,
sigur Bogi Davidsen.
– Tað vit samkyndu ynskja við skrásetta parlagnum
er, at tey juridisku viðurskiftini eru í lagi. Vit vilja
bara hava somu rættindi sum hini fólkini í sam-
felagnum. Tað eru tvær grundir til at fólk giftast.
Onnur er at fólk eru góð við hvørt annað. Hin
orsøkin er, at um ein verður skildur ella doyr, so er
tað juridiska í lagi.
– Moralska grundarlagið hjá mær er gott. Eg eri
uppvaksin við einari kristnari siðalæru, útbúgv-
ingarliga er tað eisini í lagi, og eg eri líka góður
sum øll onnur. Eg meini eisini, at øll onnur føroysk
samkynd eru tað sama, uttan mun til útbúgving ella
hvar tey koma frá.
Bogi aftast og Søren fremst avmyndaðir í summarhúsinum seinasta leygardag
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
17
16