hósdagur 26. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 184 - 26. september 2002
Nr. 184 • hósdagur • 26. september 2002 • 76. árg.
Mest seldi persón-
bilur í Evropa í 2001,
Peugeot 206, er nú
komin sum station-
vognur.
Síðan núverandi 206-
serian kom á markn-
aðin í 1998, eru teir
seldir í meira enn 2,5
mill. eindum. Peugeot
206 SW er longri og
rúmligari enn
hatchback útgávan.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tá Peugeot 206 kom í
nýggjari útgávu í 1998,
bleiv hann ein "succes",
ikki minst tí hann hevði so
smart og "frekt" design. Í
2000 kom so 206 CC, ið
bæði er Coupé og Cabrio-
let. Nú er so stationvogn-
urin 206 SW komin á
marknaðin. Bilurin verður
gjørdur á ensku Ryton
bilverksmiðjuni, ið er kend
fyri at gera bilar í gjøgnum-
førdum kvaliteti. Umframt
at bilurin ber vektina væl,
hevur hann stramman und-
irvogn og sportligar koyri-
eginleikar. Viðførisrúmið er
313 litrar, við baksetrunum
niðri verða 1136 litrar til
viðførið.
40 prosent sum
stationvognar
Fimm motorar eru at velja
ímillum, 3 bensin og 2 dies-
el. Teir eru 1.4 litur bensin
við 70 hk, 1,6 litur bensin
við 110 hk og 2,0 GTI við
138 hk. Dieselmotorarnir
eru 1,4 HDI við 75 hk og
2,0 HDI við 90 hk. Bilurin
hevur alla nútímans útgerð
og
trygdarúrgerð
sum
standard. Rúturin í baklúk-
uni kann latast upp fyri seg.
Hetta er ein praktisk loysn,
sum vit hava sæð í øðrum
nýggjum bilum. Við at seta
seg inn í bilin merkist tað
beinanvegin at 206 SW er
ein rúmligur bilur. Serliga
er gott pláss uppeftir, bæði
framman og aftan.
Í Fraklandi og Danmark
verður roknað við at umleið
40 prosent av 206-seriuni
verða seldir sum station-
vognar.
206 SW – smartur station-
vognur frá Peugeot
Peugeot 206 SW 1.6 S16
Motorurin
1,6 litur 4 syl. besin 110 hk
0-100 km/t
11,3 sek.
Bensinnýtsla
14,9 km/l
Dekkstødd
195/55-15
Stødd og vekt
Longd
402,8 cm
Breidd
165,2 cm
Hædd
146,0 cm
Eginvekt
1075 kg
Totalvekt
1575 kg
Viðførisrúm
313 / 1136 litrar
Prísur
Kr. 165.000,-
Søluumboð
P/f Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel.345400
Peugeot 206 SW er ein smartur stationvognur við sportligum koyrieginleikum
Rúturin í baklúkuni kann
latast upp fyri seg sjálvan.
Ein praktisk loysn sum fleiri
stationvognar eru farnir at
brúka. Jan Hentze, Peugeot-
sølumaður, sýnir her bilin
fram
206 SW innan.
Her við eykaútgerð
C
M
Y
K
19
18