Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 • hósdagur • 26. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Tað gjørdist Ása Mortensen úr Havn, sum vann ferðina við landsliðnum til Týskland FÓTBÓLTSFERÐ Jáukp Mørk Í serútgávuni, Fótbóltur 2002, hevði Sosialurin saman við Atlantic Airways skipað fyri eini kapping, har tað var møguligt at vinna eina ferð til stór- dystin hjá føroyska lands- liðnum ímóti Týsklandi. Av ymsum orsøkum hevur kappingin tíverri verið seinkað nakað, men nú er so drigið, og í dag kunnu vit so boða frá, at vinnarin av ferðini er Anitha Mort- ensen, sum býr á Mikkjals- trøð í Havn. Sum kunnugt, so er tað tann 16, oktober, at dyst- urin móti Týsklandi skal spælast, og umframt Anithu verða væntandi hópur av øðrum føroyingum við. So- statt hevur Atlantic Airways selt mest sum allar sínar ferðaseðlar til dystin, um- framt at fleiri aðrir ferða- fyriskiparar skipa fyri ferðum, so tað verður helst ikki stuðul frá áskoðara- plássunum, sum føroyska landsliðið fer at sakna í Hannover. Sosialurin og Atlantic Airways vilja samstundis nýta høvið til at ynskja Anithu tillukku við vinn- inginum. Í tvey ár hevur Suður- oyar Sparikassi verið høvuðssponsorur hjá Havnar Svimjifelag, og fríggjadagin 20. september varð sponsoravtalan teirra millum endurnýggjað at galda í tvey ár afturat. SVIMJING Tíðindaskriv Havnar Svimjifelag er einasta aktiva svimjifelag í Streymoynni, so fólka- grundarlagið er stórt. Tí er tað eisini eitt stórt felag, sum nú hevur úti við 600 íðkandi limir. Virksemið hjá svimjife- lagnum er bæði at læra børn at svimja og at venja børn og ung at svimja kapp. Kappast verður serliga innanlands, men av og á verður farið uttanlands at royna seg, og onkuntíð eru útlendskir svimjarar í Føroyum og kappast. Nógv skal til Nógv orka skal til at hava so stórt virksemi, og brúk er fyri útbúnum høvuðs- venjara og kønum hjálpar- venjarum. Aðalmálið í føroyskum svimjifeløgum er tvíeggjað: vit skulu bæði hava breidd og topp í svimjiítróttinum. Í einum oyggjalandi er um- ráðandi, at øll duga at svimja, og at nógv duga væl at svimja. Tað er meir enn so komið fyri, at svimj- arar, sum hava vant í svimjifelag, hava bjargað fólki frá at drukna. Onkur heldur, at svimj- ing ikki kann vera nøkur sosial ítróttargrein. Men so er ikki. Vinarlagið millum svimjarar er av tí besta, og ítróttarandin er fyrimynd- arligur. Hans A. Djurhuus, for- maður í Havnar Svimji- felag, fegnast um, at á- byrgdarfólk í Suðuroyar Sparikassa síggja, hvussu stóran týdning ungóms- arbeiði innan ítrótt og ikki minst svimjing hevur fyri samfelagið, og tí hava valt at endurnýggja avtaluna sum høvuðssponsorur hjá Havnar Svimjifelag. Hann ivast ikki í, at hetta eisini kemur vinnulívinum til góðar í longdini. Per Jacobsen, marknað- arleiðari í Suðuroyar Spari- kassa, sigur, at Havnar Svimjifelag er eitt stórt og seriøst felag, og svimjing er ein fólkaítróttur. Tí hava vit gjørt hesa avtaluna. Havnar Svimjifelag gjørt sponsoravtalu Vinnarin funnin Seðilin hjá Anithu, sum tryggjaði henni eina ókeypis fótbóltsferð til Týsklands Avtalan er undirskrivað. Per Jacobsen og Hans A. Joensen heilsast. Aftanfyri Rókur í Jákupsstovu, venjari, saman við Jóannes á Fløtti og Elisabeth Rasmussen 21 20 Nr. 184 - 26. september 2002 Fiesta við 3 hurðum Nýggi Fiesta, ið kom á marknaðin við 5 hurð- um fyrr í ár, fæst nú eisini við 3 hurðum. Bilarnir líkjast heilt nógv, tó eru smærri designbroytingar og viðførisrúmið er nakað minni Kelda: Bil Magasinet Gomul dekk til pulvur Á árliga fundinum hjá norðurlendska dekk- felagskapinum STRO kom fram, at í Dan- mark eru teir komnir heilt langt við innsavn- ingini av gomlum dekkum, ið verða gjørd til pulvur Kelda: Motor Magasinet Honda Accord Nýggjur Honda Ac- cord til evropeiska marknaðin verður á Paris Motorshow í hes- um mánaðinum. Amerikanska útgávan av Accord er longu sýnd fram í USA. Munurin á útgávunum er bæði designið og motorarnir Kelda: Bil Magasinet Tað er altíð nakað serligt við at fáa ein nýggjan bil. Tað sum man ikki fær við í prísinum, tá man keypir ein brúktan bil, er tann heilt ser- ligi lukturin innan, sum er í øllum nýggjum bilum. Á Audi verksmiðjuni gera tey nógv burtur- úr luktinum LUKTURIN Magnus Gunnarsson Tey seta nøsina í alt - tað er ein partur av arbeiðinum hjá luktbólkinum á Audi veksmiðjuni. Tey eru alla tíðina uppá vakt, soleiðis at ongin ringur luktur sleppur framat, tað kunnu vera plastiklutir sum ofta hava ein serligan lukt, leðrið kann lukta av fiskaolju ella at gólvmátturnar lukta av leyki. Tað sama er galdandi fyri tilfar sum kann útskilja heilsuskaðilig evnir í bil- inum. Umleið 500 ymiskir komponentar í kabinuni á Audi bilunum vera kann- aðir av tí sera fíntfølandi mátitólinum, sum nøsin er. Uppgávan hjá luktbólkin- um er at syrgja fyri, at Audi bilarnir hava ein eyðkendan góðan lukt. Lukturin av nýggjum bili Endamálið við hesum krav- mikla testprogramminum er at fáa ein diskretan góð- an lukt í bilin. Allir lutirnir í einum Audi skulu hava ein góðan og neutralan lukt. Soleiðis fáa bilarnir tann eyðkenda luktin sum altíð er í nýggjum bilum, sum tey flestu seta stóran prís uppá. Møguleiki er sjálv- andi fyri at geva bilinum ein heilt ávísan lukt, sum t.d. av blómum ella líkn- andi, men tað verður ikki gjørt. Tað ber snøkt sagt ikki til at gera ein lukt sum øllum dámar. Tað sum nøkur halda vera ein góðan lukt, vilja onnur ikki vita av, sigur leiðarin í Audi luktbólkinum. So vita tað, at lukturin í einum nýggjum bili ikki altíð er ein blandingur av luktunum í tí ymiska tilfar- inum, ið bilurin er gjørdur av. Luktbólkurin hjá Audi – tey seta nøsina í alt Teir ymsu lutirnir verða kannaðir í niðursjóðingar- gløsum, sum verða hitaði upp til 80 stig Celsius Luktkvaliteturin verður kannaður áðrenn bilarnir fara av samlibandinum Heldur ikki rattið sleppur undan at verða kannað C M Y K 20