hósdagur 26. september 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 184 - 26. september 2002
Nógv lív í føroyska fótbóltinum
í Keypmannahavn
ÍF Føroyar luttekur
við trimum liðum, og
tey vinna nógv tær
flestu ferðirnar. Besta
liðið nærkast seriu
eitt, og næstbesta
liðið er, sum teir siga,
eisini hótt av uppflyt-
ing
ÚTISETAFÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Føroyski
fótbólturin
í
Keypmannahavn stórtrívst.
ÍF Føroyar luttekur við
trimum liðum í landskapp-
ingum, og sambært heima-
síðuni hjá felagnum –
fotboltur.dk – so hilnast tað
úrslitaliga væl. Besta liðið
er í seriu 2, og teir eru á
odda. Næstbesta liðið er í
seriu 3, og teir liggja eisini
til uppflyting ella, sum
heimasíðani tekur til, so er
næstbesta liðið hótt av upp-
flyting! Og tað gongst eis-
ini sera væl hjá 3. liði.
Mest sum allir, ið eru við
til at manna besta liðið,
hava fyri stuttum spælt í 1.
deild í Føroyum, og teir
flestu teirra høvdu ivaleyst
verið evni til besta liðið í
barndómsfeløgunum, um
teir nú komu aftur til Før-
oya og vandu eins nógv,
sum tað verður gjørt í før-
oysku 1. deildini.
Føroyingarnir í Keyp-
mannahavn
venja
–
í
hvussu so er teir, sum spæla
á besta liðnum – men teir
venja ikki so nógv. Heima-
vøllurin er, sum hann hevur
verið í mong ár, á Kløver-
markini, og teir venja týs-
dag og hósdag.
Tað eru fýra av 26 umfør-
um eftir at spæla í seriu 2.
Tvey lið flyta upp í næstu
røðina. Eftir at teir í heyst
hava spælt fimm dystir á
rað, uttan at teir hava tapt,
lá Føroyar undan síðsta
vikuskiftinum heilt væl fyri
at flyta upp. Teir eru fram-
vegis væl fyri, men tað er
komin meiri spenningur í,
eftir at teir sunnudagin
taptu 2–1 ímóti KFB.
Hetta liðið tykist vera
marran hjá føroyingunum í
ár. Í vár vunnu føroyingar-
nir sjey teir fyrstu dystirnar,
men so taptu teir 4–3 ímóti
KFB, eftir at Føroyar
høvdu verið frammanfyri
3–0, og í regninum og
vindinum sunnudagin var
aftur
galið.
Sambært
heimasíðuni hjá ÍF Føroy-
um kom einki mál í 1. hálv-
leiki,
tá
føroyingarnir
høvdu nógv meiri spæl og
fleiri møguleikar. Í 2. hálv-
leiki kom mótstøðuliðið
framum 2–0, áðrenn Jørgin
Meitilberg
við
stútara
minkaði um munin.
Á heimasíðuni verður
undirstrikað, at nú verður
tað neyðugt at stríðast, um
tað skal eydnast at gera
dreymin um uppflyting til
veruleika.
Sunnudagin var mann-
ingin á føroyska liðnum
henda: Sunnvard Joensen,
Herbert í Lon Jacobsen,
Kári Sigvardsen, Niclas
Niclasen, Ari Thomassen,
Hegga Samuelsen, Eyðun
Højgaard, Magni Mohr, Jan
Guttesen,
Finn
Mørk,
Høgni Hansen, Valbjørn
Jacobsen, Jørgin Meitilberg
og Eyðun Jensen.
Umframt á heimasíðuni
hjá felagnum, sum ofta
verður dagførd, ber til at
fylgja við, hvussu tað
gongst hjá besta føroyska
liðnum á hagtalssíðunum í
mánadagsútgávuni av Poli-
tiken.
Næstbesta liðið hevur í
seriu 3 vunnið fýra teir
síðstu dystirnar við mál-
muninum 24–2, og 3. liðið
hevur í seriu 4 spælt seks
dystir upp í slag uttan at
tapa.
Knípti at minnast
navn og føðingardag
Ivaleyst allir føroyingar,
sum hava roynt seg eitt
sindur í fótbólti, og sum í
útbúgvingarørindum hava
búleikast í danska høvuðs-
staðnum, munnu hava spælt
meiri og minni við ÍF Før-
oyum. Og tað renna iva-
leyst nógv hungalig og
stuttlig minni fram fyri
fyrrverandi útisetar og fót-
bóltsspælarar
í
Keyp-
mannahavn, tá teir hoyra
ella lesa um ÍF Føroyar.
Nógvu tey fyrru árini lut-
tók ÍF Føroyar í Dansk Ar-
bejder Idræt ella DAI kapp-
ingini, sum tað varð nevnt.
Fyri ikki so nógvum árum
síðani flutti føroyska fót-
bóltsfelagið úr DAI og í
økissamband undir DBU.
Tað tykist sum um – í
hvussu so er á besta liðnum
– at tað verður gjørt meiri
við skriviarbeiðið, enn tað
plagdi at verða.
Tað var so mangan, at
einir 6–8 føroyingar stóðu á
onkrum vølli í Keypmanna-
havn, og tá ásetta dystartíð-
in var komin, heittu teir á
dómaran um at fáa dystin
útsettan teir tíggju minuttir-
nar, sum tað var loyvt at
biðja um. So komu aðrir
tuskandi, og sum 1. hálv-
leikur leið varð liðið full-
mannað. Føroyingar hava
altíð havt trupult við at
rokna ferðingartíðina út, og
tað varð mangan hildið, at
tað fór at bera til at finna
fram til ferðamálið, meðan
man ferðaðist.
Skrásetingin av spælar-
unum var ikki altíð so neyv.
Tí var tað vanligt, at spæl-
ararnir undan dystarbyrjan
fingu at vita, hvørjum
navni teir spældu undir, og
so var neyðugt at skriva
navn og føðingardag í lógv-
an. Tað var komiskt, um
dómarin fann uppá at
spyrja um navn og føðing-
ardag. Spælarin noyddist at
lúra í lógvan, áðrenn hann
var førur fyri at svara fyri
seg sjálvan!
Skinnararnir
Tá tað fyri einari lítlari
fjórðingsøld síðani varð
kravt, at allir spælararnir
skuldu hava beinskinnarar,
var hetta ein stórur trupul-
leiki hjá útiseta føroyingun-
um, tí tað vóru ongantíð
allir, sum høvdu beinverjur.
Tveir hættir vórðu van-
liga nýttir at loysa tann
trupulleikan uppá. Annar
var, at tað altíð skuldi liggja
í hvussu so er eitt par av
skinnarum á síðulinjuni. Tá
dómarin legði til merkis, at
ein spælari ikki hevði
skinnarar og bað hann fara
eftir beinverjum, so var tað
ikki nakar trupulleiki. Men
so skuldi ein annar spælari
– sjálvandi uttan at dómarin
legði tað til merkis – leggja
sínar skinnarar á staðið, har
hin fyrri hevði tikið skinn-
ararnar, og soleiðis mól
myllan.
Hin mátin var, at nakrar
síður úr Politiken ella ein-
um av hinum morgunbløð-
unum, sum spælararnir
plagdu at lesa í tokinum á
veg til útidystirnar, vórðu
kroystar niður í hosurnar.
Ivaleyst
mundu
nógvir
dómarar síggja, hvussu
skilið var, men ofta lótu teir
seg ikki at uppdaga, at talan
ikki var um rættuligar
skinnarar, men heldur um
síður úr bløðunum!
Føroysku útiseta spælar-
unum í ÍF Føroyum verður
ynskt alt tað besta og ein
góðan endaspurt í lands-
kappingini. Ivaleyst spæla
teir nú undir røttum nøvn-
um og føðingardøgum og
við orduligum beinskinnar-
um niðri í hosunum!
Triathlon má bíða
FM í 1/4 Triathlon
fyri einstaklingar er
av tekniskum ávum
útsett ein mánað. FM-
Sprint fyri lið verður
sama dag
TRIATHLON
Tíðindaskriv
FM í 1/4 Triathlon sum
skuldi verða 29. september
er av tekniskum ávum út-
sett ein mánað, og Føroya
Triathlon Felag skipar tí
sunnudagin 27. oktober kl.
13.00 fyri FM í 1/4 Triath-
lon.
Kappingin fer fram í
Havn, og verður hesaferð á
sokallaða OL-teinurin, sum
er 1500 m svimjing, 40 km
súkkling og 10 km renning.
Svomið verður í Svimji-
høllini í Gundadali. Liðug-
ur at svimja skal íðkarin
skunda sær út á súkkluna,
og verður súkklað til Kald-
baks, inn aftur í Kaldbaks-
botn, út til Kaldbaks enn
einaferð, og so aftur til
Havnar, til rundkoyringina
á Norðara Ringvegi, og so
oman til Skógrøkt Land-
sins, har skift verður til
renning.
Renningin verður tvær
ferðir frá Skógrøkt Land-
sins, til Føroya Sparikassa
Yviri við Strond og aftur til
Skógrøkt Landsins, har
málið er.
Fyri at økja um áhugan
fyri hesi ítróttagrein, nú
stundar til Oyggjaleikir,
bjóðar FTF stovnum og fel-
øgum at senda bestu ítrótta-
fólk síni til kappingina.
Fyri ikki heilt at ræða
fólk, er avgjørt at stovnar
og fyritøkur kunnu vera við
sum lið t.v.s. at ein svimj-
ari, ein súkklari og ein
rennari sláa seg saman og
umboða fyritøkuna.
Best er sjálvandi um allir
íðkararnir eru frá somu
fyritøku, men hetta er eing-
in treyt.
Um ikki ber til at finna
eina hóskandi súkklu, so
ringið, og FTF finnur eina.
Kappast verður soleiðis í
lið-sprint: 750 m svimjing,
20 km súkkling, 5 km renn-
ing
Fyrst verður svomið í
Svimjihøllini í Gundadali,
síðani út á súkkluna, og
verður súkklað frá Svimji-
høllini til rundkoyringina
við Skansan og aftur til
r u n d k o y r i n g i n a
R.C.Effersøesgøta/Norðari
Ringvegur 3 ferðir, og so
oman til Skógrøkt Land-
sins.
Her verður skift til renn-
ing, og runnið verður frá
Skógrøkt Landsins niðan
eftir Hvítanesvegnum til
høgru eftir Skraddaragøtu,
inn á gøtuna kring Skóg-
røktina og aftur til málið
við Skógrøkt Landsins.
Runnið verður 6 ferðir
runt.
Nú kappingin verður so
seint á árinum, er umráð-
andi at íðkararnir eru væl
klæddir, tí er veðrið ikki til
vildar, kann túrurin gerast
møðsamur og ógvuliga
kaldur, so best er at binda
um heilan fingur.
Nógvur turbolensur er í Vejle
Áskoðararnir eru alt
annað enn væl nøgdir
við, at leiðslan í felag-
num ætlar at leggja
besta fótbóltsliðið
saman við grannun-
um í Horsens
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Í gjárkvøldið fóru Christian
Høgni Jacobsen og liðfel-
agarnir hjá honum á 1.
deildarliðnum í Vejle á
heimavøllin í Nørreskógi-
num. Setningurin, sum
skuldi greiðast, var upp-
gáva í fjórða uimfari í
DONG Cup, sum danska
steypakappingin
verður
nevnd. Mótstøðuliðið var
HFK
Sønderjylland.
Hvussu
tað
gekk
hjá
Christian Høgna og teim-
um í tí dystinum venda vit
aftur til í morgin.
Men eitt er fótbóltsspæl-
ið í Vejle. Nakað annað er
fótbóltspolitiska
stríðið,
sum hevur verið uppi í
fleiri ár, og sum aftur nú
stendur í ljósum loga.
Áður hevur verið tosað
um – og nógv hava verið
ímóti tí – at Vejle á elitu-
støði skuldi leggjast saman
við Kolding og Fredericia,
og at tríkantsøkið harvið
skuldi hava betri fyritreytir
at profilera seg á hægsta
støði. Men tað gekk ikki.
Kenslurnar hjá teimum,
sum stuðla og hyggja at,
vildu ikki sum tey, ið á
rokniarkinum sóu reyðu
tølini á botnlinjuni, og so
datt royndin niðurfyri.
Nú er eldur komin í aftur,
tí tað er vorðið alment, at
nevndin í Vejle aftur arb-
eiðir við ætlanum um sam-
anleggin. Hesa ferð hava
teir vent sær burtur frá trí-
kantinum. Ístaðin ætla teir
at legga saman við grann-
unum fyri norðan. Horsens
hevur eisini lið í næstbestu
deildini. Hvørki felagið
verður mett sjálvt at vera
ført fyri at fáa fíggjarligt
grundarlag til vega fyri lið-
ið í superliguni – tað verður
roknað við, at 13-14 milli-
ónir suklu fáast til vega –
men tey, sum eru fyri ætl-
anunum, rokna við, at um
1. deildarliðini verða løgd
saman, so fer tað at bera til.
Ætlanirnar eru sum at
rætta hundi brand. Á
heimasíðuni hjá Vejle við-
haldsfólkunum eru tey ikki
blíð. Tað er væl skiljandi, tá
ætlanirnar verða fataðar,
sum um tað í Føroyum
høvdu verið B36 og HB,
sum skuldu leggja saman!
Býráðsformaðurin
í
Vejle, hann eitur Flemming
Christensen og er úr SF,
sigur í Vejle Amts Folke-
blad, sum er eitt slag av
Norðlýsi, at ætlanirnar lut-
ka av panikki stutt undan
afturlatingartíð. Vejle hevur
í løtuni ongan høvuðsstuð-
ul, ongan stjóra og ongan
sponsorseljara, og nevndar-
formaðurin hevur boðað
frá, at hann ætlar sær ikki at
taka við afturvali.
Men í Vejle nevndini
standa teir við sínar ætlanir.
Teir duga ikki at ímynda
sær aðra loysn fyri at koma
aftur í superliguna, enn at
leggja saman við grannun-
um. Spurningurin er so, um
arbeiðsgevarinhjá Christian
Høgna Jacobsen fer at vera
til í bestu ella næsbestu
donsku fótbóltsdeildini um
eitt ár.
C
M
Y
K
22
Nr. 184 - 26. september 2002
23
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 219,
Sp/f 18. november 1973, 100
Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Frands
Hyne Gregoriussen, í Víka,
100 Tórshavn (formaður)
Innkomin í nevndina sum
formaður: Aksel Berg,
Hetlandsvegur 16, 100
Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 24.
september 2002
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2586,
Sp/f Henrik Solberg, 825
Froðba.
Viðtøkur broyttar:
01.03.2002.
Nýtt navn: Sp/f Solberg
Nýggj adressa: 826
Trongisvágur.
Skráseting Føroya tann 24.
september 2002
Kristin Balle
_______________________
Avloysarar
Á Føroya landsbókasavni eru hesi avloysarastørv
leys at seta:
Bókavørður
Fyri bókavørð í farloyvi verður søkt eftir fólki at byrja
1. november ella skjótast gjørligt. Til starvið krevst
útbúgving sum bókavørður.
Fólk við royndum í bókasavnsarbeiði hava fyrimun.
Tann, ið settur verður, skal arbeiða við skrásetingar-
uppgávum og annars taka lut í øllum vanligum
bókavarðaarbeiði.
Starvið verður lønt í bólki VI sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Setanartíðarskeiðið er eitt ár.
Bókasavnshjálpari
Fyri bókasavnshjálpara í farloyvi verður søkt eftir
fólki at byrja í bókabindingini 18. november 2002
ella skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávan fevnir um
innbinding, plasting og klárgerð annars av bókum
til bókasøvnini.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Setanarskeiðið er 24 vikur.
Umsóknir við próvskjølum verða at senda Føroya
landsbókasavni í seinasta lagi 19. oktober.
23. september 2002
Føroya Landsbókasavn
J. C. Svabosgøta 16
Box 61 · 110 Tórshavn
Tlf. 31 16 26 · www.flb.fo
STÓRFINGIN MØTIR
Verða í ítróttarhøllini í Runavík
Hóskvøldið
26. sept. kl. 20.00
Fríggjakvøldið 27. sept. kl. 20.00
Kom og lurta eftirhesum manni, sum
stendur fyri eini evangeliskari
hússamkomu í Kina, ið telur meir enn
70 milliónir.
Kom og hoyr hvussu hesin maður
hevur verið píndur, forfylgdur og sitið
í fongsli fyri sína trúgv. Hóast alt
hetta hevur Guð virkað í honum bæði
undur og tekin.
Kom og uppliva hvat Harrin ger runt
allan heimin, har menniskju verða
frelst, grødd og sett í frølsi.
Jesus kann møta tær - Verð tú hjartaliga vælkomin á møti
Bróðir Yun, ella tann Himmalski
maðurin sum hann eisini
verður kallaður
Samkoman Keldan Skálafirði & Meinigheitin í Hoyvík
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
-tað loysir seg
23