hósdagur 2. august 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 tíðindablaðið B | Si luri | Nr. 89 — 2. august 1984
1983
Feroysk trygging hevði í
1983 ein samlaðan
rakstrarvinning uppá 32,3 mill. kr. Vinningurin í
1982 var nakað minni, umleið 30,4 mill. kr.
Tryggingargjeldini vuksu við umleið 19,6% frá
112 mill. kr. í 1982 til 134 mill. kr. í 1983.
Skaðabeturnar vuksu við umleið 25,2% frá 61,1
mill. kr. í 1982 til 76,5 mill. kr. í 1983, soleiðis at
tekniska úrslitið vísti ein vinning uppá 24 mill. kr.
ímóti 23,9 mill. kr. í 1982.
Telini fevna um Krigstryggingina fyri føroysk
fiskifør, Føroya Sjó åtrygging, Endurtryggingar-
deildina,
Brunatrygging,
Eftirlønartryggingardeildina,
Føroya Vanlukkutrygging og
Føroya
Tryggingarsambandid Føroyar.
Roknskapirnir og årsfrå-
greiðingarnar fyri tær
ymsu deildirnar undir
>Tryggingarsambandið
Føroyar« eru júst al-
mannakunngjerdar. Tær
eru at síggja í einum snoti-
ligum riti, sum Estra í
Getu hevur prentað.
Vit hava blaðað í hesum
riti og skulu stutt tríva í
nakað av tí, sum har
stendur.
Fyri allar deildirnar var
samlaða talið á
nýteknaðuum trygging-
um 17.898 í 1983 ímóti
15.725 í 1982. Stersta
partin eigur hevuðsdeild-
in, Tryggingarsambandið
Feroyar, við tilsamans
9136 nýteknaðum trygg-
ingum. Í 1982 var talið
7303. Feroya Brunatrygg-
ing hevur eisini havt ein
stóran vekstur, 5463 í
1983 ímóti 5155 í 1982.
Hvat viðvíkir krígstrygg-
ing fyri feroysk fiskifer og
endurtryggingardeildini
eru telini fyri 1983 lægri
enn fyri 1982.
Samlaðu tryggingar-
gjeldini fyri allar deildir-
nar vuksu við umleið 22
mill. kr. til 134 mill. Hetta
er ein vekstur uppá 19,6%
í mun til 1982. Feroya
Sjóvátrygging stendur
fyri tí stersta partrinum
og eisini stersta
vekstrinum, tilsamans
góðar 57 mill. kr. ímóti 47
mill. kr. í 1982. Harnæst
Samlað rakstrarurslit fyri árið 1983
7 912 3 860 829 118 429
8 366 1 268 360 734 640
1 456 049 14 623 901 106 304
kemur Tryggingarsam-
bandið Feroyar,
hevuðsdeildin, ið stendur
fyri umleið 35 mill. kr. í
mun til 29 mill. kr. í 1982.
Um tær einsteku deildir-
nar er at siga:
Krígstrygging
Eins og í árinum síðani
1959 hava eingir skaðar
verið skrásettir í 1983
undir Krígstryggingini
fyri feroysk fiskifer.
Nettovinningurin var 1,5
mill. kr. Hetta eru umleið
200.000 kr. meira enn í
1982.
Sjóvátrygging
Tey samlaðu tryggingar-
gjeldini fyri Feroya Sjóvá-
trygging vuksu í 1983 við
10,2 mill. kr. til 57,3 mill.
kr., ein vekstur uppá
21,7%. Orsekin til henda
stóra vekstur er serliga
tann, at tryggingar-
upphæddirnar fyri nógv
skip eru settar upp, og at
nekur stór og dýr skip eru
komin aftrat.
Samlaða rakstrarúr-
slitið vísti ein vinning upp
á 14,6 mill. kr. Tá er rentu-
inntekan upp á 15,9 mill.
kr. tikin við.
Aftrat teimum 283 skip-
unum upp á tilsamans 70
0 13,56 BRT, sum vóru í
vinnu og tryggjaði við árs-
lok 1982, eru hesi komin í
1983:
Crest Island, 1599,89
BRT, kemikaliutanga-
skip, Havgul, 210,77
BRT, ídnaðartogari, Karo-
lina, 499,99 BRT, farma-
skip, Niels Pauli, 477,87
BRT, ísfiska-hekkutogari,
Norrena, 7838,69 BRT,
ferðamannaskip, Reynsa-
tindur, 3816,79 BRT,
verksmiðjutogari, Star
Viking, 823,23 BRT,
farmaskip, Vestlandia,
497,85 BRT, frystifarma-
skip, Vestprøven, 273,53,
isfiskatogari,
og hesi skip eru farin:
Fridborg, 54,31 BRT, trol-
bátur, Geyti Reyði, 255,22
BRT, isfiskatogari,
Havfrugvin, 97,41, slupp,
Heimland, 73,02, útróðrar-
båtur, Skoparin, 37,41
BRT, útróðrarbátur og
Star Sea, 392,91 BRT,
farmaskip.
Samlaði skipaflotin,
skip yvir 20 BRT, sum var
í vinnu við árslok 1983,
taldi 296 skip upp á til-
samans 80 551,90 BRT. Í
hesum telum eru tey skip,
sum ikki vóru í vinnu, ikki
tikin við.
Talið á tryggingarskjølum
TRYGGINGARSAMBANDIÐ FOROYAR
2 000 2 981 046 14 243 285
2 960 668 23 957 311 23 876 401
E ADV
TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR
FYRSTA LINSTRYRGINE
fyri båtar og skip i 1983 er
1569, og er hetta ein
vøkstur upp å 24 trygg-
ingarskjøl i mun til 1982.
I árinum 1983 varð boð-
að frá skaðum upp á kr.
41,2 mill. mótvegis kr.
40,1 mill. í 1982.
Í árinum 1983 varð full
tryggingarhædd útgoldin
fyri 5 fer, og hevur ikki
verið útgoldið fyri so nógv
for síðan í 1974. Hesi 5 fer
vóru:
M/S SKOPARIN, siglt
á Trøllhøvda 7. apríl 1983
á veg inn frá fiskiskapi
vestanfyri. Skipið lak
nógv, og boð vórðu send
eftir pumpum. Roynt varð
at tetta lekan og at sleipa
móti Miðvági. Hetta bar
ikki til, tí lekin var ov stór-
ur, og áðrenn pumpurnar
komu, sakk SKOPARIN.
M/S HAVFRUGVIN,
siglt á land á Mjóvanesi
25. juli 1983 á veg heim úr
Íslandi, tjúkt var í
mjerka. TJALDRIÐ
hálaði HAVFRUNNA av-
aftur, men skaðin vísti
seg, tá skipið varð kannað
á sleipistød, at vera so
stórur, at tað loysti seg
ikki at gera skipið aftur.
HAVFRUGVIN varð síð-
an sekt.
M/S GEYTI REYÐI,
koppaður og sokkin 3.
august 1983 á Feroya
Banka. Sambært sjófrá-
greiðingini kom skipið á
fiskileið klokkan 6 um
morgunin. Klokkan 08.45
fór skiparin niður fyri at
vekja manningina, soleiðis
at klárt kundi gerast at
kasta. Hann merkti tó, at
skipið legði seg á stýri-
borð, hann rann uppaftur
og sá, at sjógvurin longu
stóð hálvt upp á lasta-
lúkurnar, og skipið legði
seg meir og meir. Hann
var greiður yvir, at einki
var at gera, og klárt varð
gjørt at fara í gummibåt-
in. Klokkan 09.10 fóru teir
av skipinum, og vórðu
tiknir upp av HAVORN-
INI. Klokkan 10.40 sakk
GEYTI REYÐI. Veðrið
var gott, vestan umleið 6
m/sek.
M/S FR*ÐBORG,
koppað og sokkin 22. okt-
ober 1983 í Eystursjón-
um. FRÍÐBORG fór úr
Nexø á Bornholm klokkan
10.30 tann 22. oktober
1983, skuldi til fiskiskap í
eystara parti av Eystur-
sjónum. Klokkan 18.35
fekk báturin ein sjógv inn
á bagborð síðu og legði
seg á stýriborð og varð
liggjandi. Skiparin náddi
bert at geva positiónina til
SÓLVÁ, sum teir høvdu
samband við, tá teir fingu
sjógvin. Klokkan 18.40
fóru teir í gummibátin, og
klokkan 18.44 sakk
FReDBORG. Umleid ein
tíma seinri vórðu teir tikn-
ir upp av eysturtýska
farmaskipinum EILEN-
BURG, sum tók teir við til
Rostoc. Vindurin var vest-
an 12d—13 m/sek, tá skað-
in hendi.
M/B EYSTFELLIÐ,
sokkin 30. november
1983. Seksæringurin
EYSTFELLIÐ fór til út-
róðrar suður fyri
Svínoynna. Á veg innaft-
ur versnaði veðrið, hann
var ov seinur á sjóvar-
fallinum og kom í strongin
undan Stapanum. Báturin
fekk nekur stór brot, fór
tverur og fyltist. Ein mað-
ur var við, og varð hann
bjargaður av tyrluni hjá
donsku sjóverjuni.
Aðrir stórir skaðar í
1983 vóru:
M/S ÓLAVUR HALGI,
siglt á land á Heystoynni
18. januar 1983.
TJALDRIÐ håladi OLAV
HALGA av aftur. Umvæl-
anin kostaði ialt umleið kr.
1,8 mill.
m/C CAPE ISLAND,
eldur í maskinrúminum
19. juli 1983, meðan lossað
varð í Fawley. Eitt hydr-
aulikkrør gekk fyri, og
olja sprændi út yvir alt
maskinrúmið og festi í.
Maskinmanningin fekk
skjótt slekt eldin við
sløkkiutgerdini hjá skipin-
um. Skaðin varð fyribils
afturgjørdur i Southamp-
Framhald å sidu 4
8
É
|