hósdagur 2. august 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 tíðindablaðið B | S É | | | | | ] Nr. 89 — 2. august 1984
brúkarateigurin
Bann fyri selu av
sólsikkukjarnum
Frá Forbrugerrádet í Danmark hevur Brúkarafel-
agið fingið sendandi soljóðandi:
Forbrugerrádet heitir á Statens Levnedsmid-
delinstitut og biðjur um, at bann verður sett fyri
selu av sólsikkukjarnum, tí tær innihalda so nógv
cadmium, at tað kann skaða nyruni, um kjarnar-
nir verða etnir í stórum negdum í longri tíð.
Levnedsmiddelinstituttet hevur sent út eina
ávaring. og tað heldur Forbrugerrádet vera ov lit-
ið.
Tá tað verður hildið neyðugt við einum selu-
banni. so leingi so nógv cadmium er i kjarnunum,
er tað tí, at tað eru hópin av fólki, ið eta stóra
negdir av sólsikkukjarnum nærum dagliga. Her
verður m.a. hugsað um heilsukostfólk og børn,
sum ofta eta sólsikkukjarnar í staðin fyri góð-
gæti. Á henda hátt fáa tey alt ov nógv cadmium í
seg. Cadmium hoyrir til tey tungmetall, ið verða
goymd í kroppinum.
Selan av sólsikkukjarnum er eisini stór her. og
ti er tað neyðugt eisini her hjá okkum at gera vart
við vandan við at eta ov nógv av sólsikkukjarn-
um.
Sólsikkuolja
cadmium.
harafturímóti
inniheldur íkki
Blýggj í pískirisi
Frá Statens Husholdningsrád í Danmark hevur
Brúkarafelagið fingið sendandi soljóðandi:
Statens
Levnedsmiddelinstitut
hevur eftir
áheitan frá Statens Husholdningsrád kannað ym-
isk vanlig pískiris.
Tað vísti seg, at summi av hesum pískirisum
góvu so nógv blýggj frá sær, at tey kunnu vera
heilsuskaðilig at brúka.
Fyrst og fremst er talan um piskiris av merkju-
num LORA.
Hetta merkið hevur fingið loyvi at brúka eti-
kettuna: Fremstillet í samrád med Statens Hus-
holdningsrád. men hetta loyvi er tikið frá teimum,
til teir hava fingið góðskuna av piskirisunum aft-
ur í rættlag.
Hyggið tí eftir, tá tit keypa pískiris.
Latið fyribils vera við at keypa merkið LORA.
Framhald av síðu 2
ton, soleiðis at lossast
kundi liðugt og síðan sigla
til Búsumer-Werft, har
skipið var bygt. Fyribils-
umvælanin kostaði umleið
kr. 220.000, og endalig
umvælan í Búsum umleið
1,5 mill. Umvælanin í Bús-
um er tó ikki goldin vegna
tess, at mett verður, at
skaðin eigur at koma und-
ir garantiarbeiðir. Trygd
er sett fyri kostnaðinum,
og málið gongur sína
gongd.
M/S SVALBARD var
til umbyggjan í Noregi í
1983. Samstundis vóru ís-
skaðar, skipið hevði fingið
seinastu árini, afturgjerd-
ir. Hesin skaði er ikki av-
roknaður enn, umvælanin
kostaði íalt góðar kr. 4
mill.
Viðvíkjandi skaða-
gongdini annars kann sig-
ast, at broytingar serliga
hava verið viðvíkjandi
fylgjandi skadum:
Sjóskaðarnir vuksu frá
15,5% av samlaðu skaða-
bótini í 1982 til 23,1% í
1983, siglt ella rikið á land
frå 76% til 108% og
skrúvuskaðar frå 6,7 % til
7,9%. Útreiðslurnar vid-
víkjandi brunaskaðum
minkaðu frá 22,7% í 1982
til 7,7% í 1983, ásigling
skip frá 8,3% til 4,2%,
sleip og bjarging frå 7,4 %
til 3,4% og skadar vid
bryggju frå 6% til 3,7 %.
Talið á fráboðaðum
skaðum í 1983 var 936,
hetta eru 43 fleiri enn í
1982 og 74 fleiri enn í
1981. Tá má framvegis á-
sannast, at tað eftir okk-
ara metan, eru nógvir
skaðar, sum volda trygg-
ingini óneyðugar útreiðsl-
ur.
Fyri nærri at lýsa skaða-
gongdina tey seinastu
árini, skal upplýsast, at í
1978 var boðað frá skað-
um upp á kr. 39,8 mill., í
1979 upp å kr. 47,0 mill., i
1980 upp á kr. 23,5 mill., í
1981 upp á kr. 30,8 mill., í
1982 upp á kr. 40,1 mill.
Almennu kvøldfyrilestrarnir:
Um mjadnabrek — um
Nólsoyar Páll og um
Jónas Bronck o.m.a.
Fróðskaparsetur Føroya
hevur júst givið út
skránna fyri virksemi tess
i 1984—85.
Hetta virksemið fevnir
um fyrireikandi lestur og
framhaldslestur, almenn
kvøldskeid og almennar
kvøldfyrilestrar.
Á Feroyamálsdeildini
kann takast próvnám í
norðurlendskum, serliga
foroyskum máli og bók-
mentum. Hetta er 2. ár til
exam. art.-prógv fyri tey,
ið hava lokið orógv eftir
ársnám. Byrjað verður í
september.
Nýggir næmingar verða
tiknir upp annaðhvert ár.
T.v.s. næstu ferð í 1985.
Stoðisútbúgvingin hev-
ur vanliga ikki tikið næm-
ingar hvert ár. Tað verður
so roynt fyrstu ferð nú.
Umframt næmingarnar,
sum vóru upptiknir í fjør,
verða tað í ár eisini upp-
tiknir nýggir næmingar.
Tilsamans 8 hava teknað
seg. Her verður so undir-
víst í greinunum stedd-
frødi/alisfrødi og atødd-
frødi/alisfrødi/evnafrødi.
Å Gudfrødideildini
halda næmingarnir, sum
byrjadu i 1983, fram vid
náminum i kristni/religión.
Tey almennu kveld-
skeiðini eru so gott sum
tey somu sum í fjør. Her
er føroyskt, føroyskt fyri
útlendingar, gomul skrift
og leiðbeiningar í ættar-
gransking, enskt, russ-
iskt, urtagarðsrekt og
fuglareddir.
Fróðskaparsetur Feroya
fer í næstum at hava lýs-
ingar i blødunum um lest-
urin og skeiðini í vetur.
jan
Aftur í vetur skipar
Fróðskaparsetrið fyri
vanligu fyrilestrunum
hvert hóskveld. Evnini
eru mong og fjølbroytt.
Heysthálvan
Um mjadnabrek hjá
føroyskum bernum, 2
fyrilestrar, a. Ostødug
mjødn hjá nýfeðingum
— mjedn úr lið hjá
smábernum. b. Per-
thes'sjúka. Sanna Dahl
Niclasen, fv. yvirlækni.
Feroyskar barnabók-
mentir, 1 fyrilestur,
Malan Johannesen,
cand. phil.
Nakað um Nólsoyar
Páll og Jónas Bronck,
2 fyrilestrar, John Da-
vidsen, fv. lærari.
Um fornan gróður og
fyrsta landnám í Fer-
oyum og Hetlandi, 2
fyrilestrar, Jóhannes
Jóhansen, cand. mag.
Várhálvan
Keltiska málið — ser-
liga steðan hjá skotsk-
geliskum, 2 fyrilestrar,
Tórður Jóansson, M.A.
Úr Feroya skúlasegu, 2
fyrilestrar, Rógvi
Thomsen, cand. pæd.
Kvinnuarbeiði —
kvinnukor. Nærri verð-
ur lýst seinni.
Eitt sindur um heilsu-
verkið fyrr í tíðini, 2
fyrilestrar, Hanus D.
Joensen, fv. lands-
lækni.
Úr sjónleikaseguni, 1
fyrilestur, Sverri Eg-
holm, landsbókaverð-
ur.
Táttayrking, 1 fyrilest-
ur, Eivind Weyhe,
mag. art.
Fróðskaparsetrið hev-
ur játtan til fyrilestrar
at bjóða feløgum og
stovnum uttan fyri
Havnina.
og í 1983 upp á kr. 41,2
mill. Hetta gevur ein mið-
al skaðaprosent upp á 86
fyri nevndu ár.
Endurtryggingargjøld-
ini fyri 1984 eru óbroytt,
og eru tryggingargjeldini
hjá skipum og bátum fyri
1984 ásett óbroytt, burt-
ursæð frá einstekum
hækkingum og
lækkingum. Krígstrygg-
ingargjeldini eru tó nógv
uppfarin. Orsekin til hesa
hækkan er, at endurtrygg-
ingargjeldini fyri
krígstryggingar eru nógv
uppfarin vegna ótryggu
steðuna í Persaraflógvan-
um. Skrokktryggingar-
gjeldini fyri skip hava nú
verið óbroytt síðan 1977,
og fyri útróðrarbátar og
smærri bátar eru gjeldini
lækkaði umleið 30 % sidan
1977. Orsakad av teimum
nógvu og stóru skaðunum
í januar í ár, verður helst
neyðugt við broytingum
fyri 1985.
Verutryggingin hevur
gingið hampiligt í 1983.
Tryggingarupphæddirnar
fyri avskipingarnar hava
verið vaksandi, og nú eru
ofta avskipingar við virð-
um um kr. 40 mill.
Sum nevnt hevur verið í
undanfarnum frágreið-
ingum, var ein nýggjur
bólkur av tryggingum
skipaður í 1980 — trygg-
ing av alistødum. Tá byrj-
að varð i 1980, vóru tríggj-
ar steðir tryggjaðar, í
1983 vóru 25 alisteðir
tryggjaðar vid einum
samlaðum tryggingarvirði
upp á umleið kr. 34,6 mill.
Arbeitt verður framvegis
við at fáa best megulig
endurtryggingarviður-
skifti.
Endurtryggingar-
deildin
Samlaða rakstrarúrslitið
vísti ein nettovinning upp
á kr. 106.304,00 móti kr.
795.813,78 í 1982.
Tær flestu tryggingar-
nar i hesi deild eru yvir-
tiknar endurtryggingar
viðvíkjandi brunatrygg-
ingum og sjóvátrygg-
ingum.
Eftirlønar-
tryggingardeildin
Rakstrarúrslitið visti fyri
1983 ein vinning upp á kr.
621.319,00 ímóti kr.
592.995,00 í 1982.
Eftir at Feroya
Lívstrygging fekk einkar-
rætt til at tekna eftirlønar-
tryggingar, hevur eingin
tilgongd verið av
nýggjum tryggingum, og
rakstrarúrslitið verður tí
bert ávirkað av rentuinn-
tøkum og eftirlenarút-
gjaldinum.
Tryggingar-
sambandið Feroyar
(hevuðsdeildin)
Rakstrarúrslitið vísti fyri
1983 ein vinning upp á kr.
323.722,62 ímóti kr.
123.963,72 fyri 1982, og er
úrslitið fyri 1983 sostatt
munandi betri enn fyri
1982.
Tað vóru í 1983 útskriv-
aði 8480 skjol fyri akfars-
tryggingar ímóti 6685 í
1982. Fyri aurar tryggig-
ar, serliga virkis- og hús-
fólksábyrgdartryggingar,
vóru útskrivaði 722 skjal í
1983 ímóti 618 í 1982.
Tey samlaðu trygging-
argjødini vuksu í 1983 við
umleið 5,9 mill. kr. til 34,9
mill., ein vekstur upp á
umleið 20,2 %. Tann saml-
aða skaðabótin var kr.
29,9 mill., ein vekstur upp
á umleið 23,5% í mun til
1982.
Talið á fráboðaðum
skaðum í 1983 var 3213;
av hesum vóru 3020 ak-
farskaðar; í 1982 var talið
á akfarsskaðum 2618.
Rakstrarúrslitið fyri ak-
farstryggingar vísti aftur
í ár eitt hall. Hesar trygg-
ingar hava nú í fleiri ár
víst hall. Tað eru serliga
skaðabeturnar fyri
ábyrgdarskaðar, sum eru í
vekstri. Nevndin sam-
tykti tí at hækka gjeldini
fyri åbyrgdartryggingar
fyri akfer við 15% frá 1.
januar 1984 at rokna, og
eftir at vanliga prístals-
viðgerðin upp á 75% av
prístalshækkingini var
gjørd.
Brunatrygging
Samladi rakstrarvinning-
urin hjå Føroya Bruna-
trygging var í 1983 umleið
12,5 mill. kr. í mun til 11,1
+ idrsdk,
mill. kr. i 1982. Tå var
rakstrarvinningurin = áðr-
enn rentur 6,7 mill. kr.
Skaðabeturnar hava verið
7,4 mill. kr., meðan trygg-
ingargjeldini hava verið
26,1 mill. kr.
Vanlukkutrygging
Samlaði rakstrar-
vinningurin hjá Feroya
Vanlukkutrygging S/F
var í 1983 umleið 2,6 mill.
kr. ímóti 2,5 mill. kr. í
1982.
Í umboðsmannaráðnum
í Tryggingarsambandið
Feroyar< sita: Demmus
Hentze, Erlendur Paturs-
son, Anna Berg, Gutti
Petersen, Torfinn Smith,
Jógvan Olsen og Sofus
Sivertsen.
Í nevndini eru: Agnar
Nielsen, Jógvan Durhuus,
Leif Waagstein, Tórolvur
Olsen og Hilmar Kass.
Stjóri er Marius
Thomassen.
jan
RAÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD i