hósdagur 2. august 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f in
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl .
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Gloymdi túr-
arnar niður í
kolkjallaran
SEINASTA tingsetan í hes-
um valskaiðnum er byrjað.
TINGFUNDUR var so aftur
týsdagin. Á tí fundinum
vórðu tær ymisku ting-
nevndirnar valdar. Eisini
valdi tingið tey føroysku
umboðini í norðurlanda-
ráðið. Fyri fjórðu ferð í hes-
um valskeiðnum var ein
partur av sambandsflokki-
num við til at velja tjóð-
veldismannin Erlend Pat-
ursson til lim í norður-
landaráðnum.
TÁ HETTA landsstýri var
skipað fyri nærum fýra ár-
um síðani, søgdu báðir
sambandsmenninir í lands-
stýrinum frå, at teir ikkj
søgdu tingsessirnar frá
sær beinan vegin. Í hesum
sambandi segði løgmaður í
januar 1981, at varamenni-
nir hjá Eilif Samuelsen og
honum skuldu sleppa inn í
góðari tíð áðrenn valið, so-
leiðis at teir fingu rímiliga
høvi til at markera seg.
Hesir siuppu so inn á ting
fyrradagin. Samstundis
hava vit fingið upplýst at
restin av ólavsgdkusetuni
verður frá 21. til 30. august.
Hetta var so tíðin vara-
menninir hjá Paula og Eilif
fingu at markera seg í.
Í SKJÓTT fýra ár hava
varamenninir hjá sam-
bandsmonnunum í lands-
stýrinum bíða eftir at teir
skuldu taka sæti á tingi.
Alla hesa tíð hava sam-
bandsumboðini í lands-
stýrinum sitið við tveimum
lónum. Annar hevur sitið
við løgmanslønini og eini
tingmannalgn. Hin hevur
sitid við eini landsstýris-
mannaløn og eini ting-
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
oddagrein
mannaløn. Um tað nú vóru
javnadarmenn, ið høvdu
borid seg soleidis at, so
skuldu tit sæd greinar og
lesarabrøv i Dimmalætt-
ing. Men hvi hava teir båd-
ir sitid å tingsessunum alla
hesa tíð? Tað finnast bara
tvær møguligar frágreið-
ingar. Annaðhvort hava
teir gjørt tað av figgjarlig-
um orsøkum ella hava teir
ikki mett varamenninar
nóg góðar.
ANNARS VAR henda løg-
mansrødan onki øØdrvisi
enn hinar. Har var tann
sami speirekandi tónin.
Hitt sama lyndi til at arga.
Og niðurlagi: Góða
mamma, tað var ikki eg...,
var í gðrum hvørjum broti.
Hinir fingu skuldina fyri
tað ringa. Undanfarna
samgonga hevði stóra
skuld í tí ringa. Hinir sam-
gonguflokkarnir høvdu eis-
ini nógva skuld. Og and-
stødan á tingi hevði eisini
ein part av skuldini.
Í ENDANUM á røduni sam-
anbar løgmaður hesi fýra
árini við ein skipstúr. Hann
tosaði um yvirmenninar á
brúnni. Um teir á dekki-
num og teir niðriundir.
Men her gloymdi løgmad-
ur at nevna teir, sum av og
å smoygdu sær nidur av
brúnni og av dekkinum
nidur i hin myrka kolkjall-
aran.
TAÐ VAR har niðri at hesin
tårurin setti øll met. Tad
var har niðri at lagkøku-
stykki hjá teimum fáu varð
vaksið í ríkiligan mun. Tað
var har niðri tær almennu
ognirnar, teir almennu
pengarnir, tey almennu
veðhaldini og tey almennu
størvini vórðu latin vinum
og kenningum.
Nr. 89 — 2. august 1984
Borgarligur
rættvisispolitikkur
Er partíkortið í lagi so eru stervini trygg og milliónirnar rulla
eftir vild
At sterv verða sett eftir
politiskum liti, tað sigur
borgmeistarin í Klaksvík,
Jógvan við Keldu, í stórari
samreðu á forsíðuni í Dag-
blaðnum tann 20. juli
(Lesið forsíðina).
Hvat sigur Óli Breck-
mann til hesa avdúkanina
av borgarliga politikk-
inum, hvat sigur Óli til at
hini, sum hava eina aðra
hugsan, verða skrásett og
knektaði, og hetta av um-
boðum fólkafloksins.
Avdúkanin kemur ikki
frá nekrum vinstra-
vendum ervitisknokki,
men frá sjálvum borg-
meistaranum, fólkafloks-
manninum Jógvan við
Keldu úr Klaksvík. — Og
hann harmast.
Tað er tíverri eingin
loyna, at Feroya Lands-
stýri, tað borgarliga, ikki
viðger øll lika. Tað kundi
eg sagt við Jógvan við
Keldu fyri langari tíð síð-
ani, men betri er, at hann
finnur út av hesum sjálv-
ur, sum hann eisini hevur.
Tað verður hugt eftir
partíkortinum, eftir polit-
iskum liti 1 sambands- og
fólkaflokkur teir stóru og
ein lítlan til sjálvstýris-
flokkin. Tann politiski lut-
urin er avgerandi, ikki
prógv ella útbúgving,
hetta sigur borgmeistarin
í Klaksvík, og hetta er
sannleikin.
Hann sigur víðari, at tað
harmar hann, at slíkt kann
henda, tí aftaná at hava
tosað við partamenn sínar
í Landsstýrinum, Páll
Vang og Annfinn Kalls-
berg, vóru teir samdir við
Jógvan, at seta sum inn-
stillað var úr Klaksvík.
Men teir broyta steðu og
gera tað, sum vit hava
skuldsett aðrar fyri; hvar
er nú trúverdigheitin, spyr
Jógvan við Keldu, borg-
meistari í Klaksvík.
Men hver er tað, sum
fær fólkafloksumboðini at
broyta steðu; er tað sterki
maðurin í Landsstýrinum,
Eilif Samuelsen, er tað
hasin Ó.B., ella kanska
Jógvan Sundstein.
Hetta, at ein av teimum
sterkastu og trúgvastu
talsmonnum fólkafloksins
í egna blaði sínum, Dag-
blaðnum, kemur við einari
slíkari avdúkan, tað sigur
ikki so lítið, tað kann ikki
fara afturvið borðinum.
Hetta avdúkar vina- og
kenningapolitikkin; tað er
ikki neyðugt við útbúgv-
ing, bert partíkortið er í
lagi.
Men hetta var tó ikki
ársins avdúking.
Hvat hevði borgmeist-
arin í Klaksvík sagt, um
vinnulívsmenn í Klaksvík
ikki hevdu fingið svar
uppá umsókn um byggjan
av trolara.
Hetta eru vinnulívs-
menn og privatir, sum fyri
mánaðum síðani sendu
bræv til Landsstýri. Svar
hava teir ikki fingið,
kanska tí teir eru av Tver-
oyri, og kanska tí tað við
partíkortinum ikki er heilt
greitt, men ímeðan rulla
milliónirnar norðan- og
vestanfyri, og tá taki eg
ikki Jatnaklett uppá tung-
una.
Men sjálvandi, partí-
kortið er í lagi og ikki at
gloyma teir rettu ráðgev-
ararnir og meðan tverá-
menn bíða eftir svari,
sjálvt við einum lands-
stýrismanni av plássinum,
so rulla milliónirnar, og
her er drepandi tegn.
Soleiðis verða vinnu-
lívsmenn á Tveroyri við-
gjørdir, teimum verður
»allernådigst« ein skitt-
fiskatrolara til umbygg-
ingar.
Legmaður bað meg um
at gníggja eyguni væl og
hyggja. Sjálvt um eg geri
tað væl og virðiliga, so
hverki síggi eg ella havi eg
merkt róman av tí, sum
floymir, har partíkortið er
í lagi.
Vinnulívsmenn á Tver-
oyri ikki virdir aftursvar.
Hvat hevði Jógvan við
Keldu sagt, um Lands-
stýrið kom til Klaksvíkar
og tók Nónhamar og lat
hann til vinnulivsfyritøku
í Tórshavn.
Uttan at bjóðað varð so
mikið, at tað dekkaði
skuldina, soleiðis at tey
sum eigarar vóru, stóðu
eftir við millióna skuld.
Einasta pláss í Feroyum,
sum hevur mist fiskifar á
slíkan hátt, er Tveroyri.
Hvat hevði Jógvan við
Keldu sagt, um Klaksvík-
ar kommuna hevði átt
skip, sum krav var um at
selja, vegna eftirstødu av
kreppuláni upp 55 túsund
krónur. Skipið selt og
pangarnir uttan orð ella
boð trektir av kommun-
unnar kontor á gjaldstov-
stovuni — alt meðan teir
við partíkortinum í lagi
kunnu keypa og selja, hó-
ast teir skylda hundraða
túsundir í ikki afturgold-
num kreppulánum. Nei, tá
er í lagi.
Tvøroyri, „Ein sosialist-
isk royndarsigling«, skriv-
adi Oli Breckmann i Dag-
blaðnum áðrenn valið
seinast.
Borgarliga alternativið,
mein kollsigling av før-
oyska samfelagnum),
hevði hósskað betur.
Milliónirnar rulla uttan
samfelagsligt fyrilit og
sambært Jógvan við
Keldu, borgmeistara í
Klaksvík, ber alt til, bert
partíkortið er í lagi.
Og hetta er borgarligur
rættvísispolitikkur.
Sverre Midjord
TAAA—A—— A —TÆ—a— |
Privatiserið Ternuna!
Nú verður so nógv skrivað
um at privatisera last-
bilarnar hjá Strandferðsl-
uni, og tað er allarhelst ti,
at nú loysir tað seg aftur
at fara at koyra rutu, ella
er tað hin hjá fólka-
flokkinum so hálovaða
privat-kommunisman,
sum skal setast í gildi?
Hann spyr sum einki veit.
Nú um dagarnar fór eg
ein túr yvir um Leirviks-
fjørd við Ternuni. Ikki eiti
á manning sum er komin
umborð. Tað sær ikki
mætari út enn at í tali er
hon ekt — fyri ikki at
renna á í Leirvík — og
eisini sær tað út til, at alt
kemur úr sama politiska
reiðri.
Nú kunnu fólk sjálvandi
gita, úr hverjum flokki
hesir koma úr. Helst gita
tey rætt, sum nevna
flokkin, sum altíð hálovar
tí almenna, Hin Feroyski
Fólkaflokkurin — radikalt
sjálvstýri (ella moderat,
sum tað nú er blivið til).
Ella er tað ikki so?
Nú er tað, at eg komi til
uppskotið. Ternan siglir
so at siga proppfull hvenn
dag og hverja week-end,
so nú gevur hon allarhelst
yvirskot, so nú er bert eitt
at gera hjá tí privat-
kommunistiska fólka-
flokkinum (við 6-tumma
slangu í Landskassanum),
og tað er at leggja upp-
skot fyri landsstýrið um
at privatisera Ternuna.
Til hvenn, ja, tað finnur
Annfinn Kallsberg kanska
út av saman við Arna
Berg og Ola Breckmann
(komandi formanni i kon-
servativa Fólkaflokkinum
— moderat samband (til
vinir og kenningar)!
Tað er at smíða meðan
jarnið er heitt!
ferðandi