hósdagur 2. august 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Legdu teir knørr
við knarraborð
tíðindablaðið
Tað tykist sum at segurnar um teir
norsku kongarnar enn eru livandi
millum feroyingar. Men ikki er tað
so legið kortini, tá ið vit hugsa um,
at vit eru »av norskari rot« og at vit
leingi vóru undir norsku krúnini.
»Mangur tekur til Olav kong men
hevur ikki sæð hann« verður sagt
um ein av teim norsku kongunum.
Somu orðini kundu við vissum rætti
eisini verið søgd um ein annan
norskan kong — ein okkum meira
viðkomandi, um vit so kunnu siga —
nevniliga Sverra kong.
Hesin stubbi skal ikki uppfatast
sum nakað seguliga prógvað, uttan
tankar og leys hugskot, sum til-
vildarliga sveima gjøgnum heilan,
og sum hugin í hesum degum er
fagnaður av. Eg havi roynt at
kveistra henda tankan burtur, tí
hetta er evni fyri søgumenn og ikki
leikfólk. Fekk kortini ikki frið fyri
tankanum, ti havi eg roynt at fest
nakrar hendingar úr Sverris sogu og
eitthvert í sambandi við hana niður
á blað.
Sverrus rex magnus, ferus ut leo,
mitis ut agnus, t.e. Sverri kongur
Magnus (stóri) grimmur sum ljónið,
góður sum lambið. Hetta er innskrift
á innsigli Sverra kongs. Hetta er
stutt sagt um Sverra, men bein-
rakið.
Nógv er sagt og skrivað um
Sverra kong. Í summar er mangt og
hvat komið fram í blødunum um
henda merkismann, sum feroyingar
eisini kanna sær part av — ikki av
órættum. nú hann í summar fyri 800
árum síðan gjerdist kongur í Noregi
— einakongur.
Drúgv gjørdist honum leiðin frá ti
hann sum smádrongur og síðan sum
ungur maður tráddi tær grasgrónu
gøturnar í Kirkjubø — frá Sverris
holu oman í prestaskúlan — til hann
sum 33 ára gamal gjordist Noregs
kongur í 1184, tá ið hann hevði
vunnið á Magnusi kongi Erlingssyni
við Fimreite.
Tá ið Førovinga sega verður hildin
uttanfyri. kunnu vit siga, at segan
um Sverra kong, Sverris sega. fer at
vera ein av teim fáu midaldarsøgun-
um — sagaunum — sum nevna
Feroyar og sum fara fram í
Føroyum. Just ti er Sverris sega
áhugaverdari enn aðrar søgur frá
miðeld. Feroyar verða ikki bert
nevndar men eru eisini leikpallur á
teim fyrstu síðunum í Sverris søgu.
Feroyar verða nevndar í fyrsta
setningi í Sverris sogu. Har stendur,
at Rói var biskupur í Feroyum tá,
t.e. tá Sverris soga byrjar. Men ikki
verður nógv sagt um Feroyar, í
byrjan sæst navnið av og á í
sambandi við fyrstu ár Sverra. Men
seinni skal tað vísa seg, at hann
javnan tekur til Foroyanavnið, sum
hann kallar tey ytstu sker, har hann
ag
FARVE
er uppvaksin — uppfostraður.
Av eðrum Feroyum viðvíkjandi
verður sagt, at Sverri fimm ára
gamal fer úr Noregi vestur til Foroya
og veksur upp hjá Róa biskupi, sum
hevði hann til fosturs. Biskupur
setti hann til bókina og gav honum
vígslur, so hann varð prestvigdur.
Men hugurin stóð ikki til presta-
gerningin — hann var ikki borin til
andaligan gerning men til verðsligan
hevding. hann var borin til Noregs
krúnu.
Sagt verður, at Sverri skal vera
sonur Unas kambara. móðirin,
Gunnhildur var norsk. Hon ger eina
ferð suður til Róms. og framman fyri
skriftafaðiri sínum sigur hon, at hon
eigur son, sum hevði annan faðir enn
tann, hon higartil hevði sagt. Síðan
kemur hon heim aftur til Foroya og
sigur Sverra sum er, at hann er
kongssonur, sonur Sigurðar Muns.
Og sum kongssonur hevur hann rætt
til at gerast kongur í Noregi. Og tað
er henda torgongda leið Sverra, sum
Sverris sega í høvudsheitum snýr
seg um — leiðin úr Kirkjube til
kongsstólin í Noregi.
Um hetta mundið sita við ræði í
Noregi Erlingur jallur og sonur
hansara Magnus, sum ikki hevði
fullan rætt at vera kongur av tí at
pápin ikki var kongur men jallur —
móðirin var tó av konga kyni.
Miklar: vóru orrusturnar millum
Sy
Nr. 89 — 2. august 1984
Sverra og Erling Skakka og Mag-
nus, og ofta mundi dynja millum
Noregs høgu fjøll frå våpnum og
herrópum.
Og Sverri vann sær vald, ofta
leikaði hart á,men altíð hevði hann
vunnið, tá ið avtornaði — og her
kunnu vit við røttum siga við Guðs
hjálp — og handakraft.
Tað var veruligt borgarakriggj í
Noregi, ófriðarligar tíðir, alsamt
herjað av uppreistrarmonnum,
Baglarum, Kúvlungum o.ø. Orsøkin
er mongum ógreið, men tað tykist
sum at trúnfylgjaralógin var fløkt,
og mangur metti seg nóg góðan sum
kongsevni. Men aðaltreytin fyri at
gerast kongur var at vera av konga-
ætt, og hesa treyt leyk Sverri úr
Kirkjubø.
Sagt verður um Sverra, at annad-
hvørt elskar man hann, ella hatar
man hann. Kann ikki annað enn
halda vid Sverra, og spennandi er at
lesa um avreksverk hansara, serliga
tå ið høvudsfiggindar hansara verða
dripnir.
26 ára gamal velja Birkibeinar
hann til hevding fyri teirra illa til-
tuskaða liði, og longu tvey ár eftir
vinnur hann á Erlingi jalli Skakka á
Kálvaskinninum í 1177:
»Nu fekk Erlingur jallur eitt spjót
í seg, tað rakti um miðju. „Sera
vandamikið, harri«, var tað ein ið
helt fyri. Jallurin svaraði: »Fylg tú