hósdagur 2. august 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 89 — 2. august 1984
bara kongsins merki væl, mær bagir
einki«. Letu seinni koma Øssur
prestur og Helgi Torfinsson í nánd
av jallinum. Jallur hjó Øssur tvørs
yvir andlitid, so hann fekk eitt stort
og ljótt sár. Siðan setti jallur seg
niður. Magnus kongur kom yvir til
hansara og segði: >Vit hittast aftur
á fegins degi, påpi.«. Varrarnar á
jallinum rørdu seg — tå var komin
deyðastundin.
Har fell jallurin og næstan alt
herlið hansara, sum nærmast stóð.<
Tá ið nú Erlingur jallur Skakki var
vegin, skuldi verið lættari at komið
til ræðið í Noregi, men leiðin skuldi
enn gerast long, tí ikki fyrr enn í
1184 var Sverri vorðin einakong-
ur.
>Tað var á kveldi Vitusmessudag
15. juni, at bardagin millum Sverra
og Magnus kong Erlingsson var.
Tað var um sålarfalsskeid, at fólk
Magnus kongs tók at flýggja, men
ikki fyrr enn um midnáttartíma vóru
ell manndráp endað, og tå høvdu
Birkibeinar, Sverra kongs menn,
lagt øll skipini fyri akker um nátt-
ina, hevdu tjaldað yvir sær og vóru
lagstir«.
Hetta greidir Sverris søga frå um
sjålva hendingina, eftir at Magnus
kongur var lopin i havið saman við
skipsmonnum sínum, Heklungun-
um. sum teir vóru nevndir:
tíðindablaðið
Erlingur Skakki. sum tiltikin var
so víða. sum kringlan var drigin.
tá honum saman við Sverra bar
hverja ferð varð hann sligin.
Í havið levp Magnus Erlingsson
hann skuldi mót Sverra herja
og Valdimar í donsku lon
ikki var maður at verja
(I. P. Gregoriusen)
Sverri var sjálvur staddur á landi. tá
ið hann sá menn sínar noyða
Magnus kong at leypa i havið.
Sverri rør síðan út til skip sitt,
Marriusudina, gekk aftur i lyfting-
ina og skar út í Kyrie Eleison. eitt
takkarljóð aftur fyri sigurin. og
saman við honum allir menn hans-
ara.
Men teimum, sum eydnaðist at
svimja til lands, stóðu Birkibeinar
fyri i fjøruni, tá ið Heklungar royndu
at koma sær á land, ti vóru tað ikki
mangir, ið evnaðu tað. nøkrum
eydnaðist at flýggja út úr Norðfirði
Sognfirði. meðan Birkikeinar róðu i
smáum bátum á firðinum og drópu
teir. ið royndu at svimja, men nakrir
fingu tó grið.
Aftaná takkaði Sverri Guði fyri
sigurin, sum hann javnan gjørdi.
men sum hesaferð greiðari enn áður
hevði vist, at Sverri var hin útvaldi
millum kongar, sum dreymarnir
eisini hovdu borið boð um.
Hann fór til fjals
á høgan knúk.....
Ein vetrardag stutt undan jólum
varð Sverri borin í heim >Inni á
fjósi“ í Kirkjubø — sigst vera í 1151.
»So leingi neytini vóru Inni á Fjósi
bar mær væl til at hava Sverra har.
men tá neytini komu at liggja úti her
undir Skorunum. flutti eg Sverra
niðan í Skoraholuna og gav honum
av bróstum mínum morgun og
kveld<. greiðir Gunhild. móðir
Sverra frá í sjónleikinum um Sverra
kong eftir Páll N. Patursson.
Skoraholan var fyrsta heimbýli
sveinsbarnsins. Sverra. og meðan
munkar og klerkar vóru til messu.
og meðan móðirin royndi at savna
saman eður og fliður sum iskoyti til
bróstamjólkina, lá Sverri og svav sín
trygga blund í einum helli oman fyri
bygdina í Kirkjubø. Og getuna
tráddi móðirin sjónska við gongd
fyri uppfaringartid og niðurfaringar-
tíð. og soleiðis varð hon eisini
avdúkað og allur hennara loyni-
dómur viðvíkjandi føding Sverra.
Uni, hennara ungdómskærleiki, sig-
ur: »Her sæst ikki spor eftir ødårum
enn skóleysum kvinnufóti, og skó-
levs var hon, tá ið hon snýkti seg
oman til húsar aftur. Holan er tann,
Síða 9
ið fjalir loyndarmál hennar. A leið
síni undan Skorunum sá eg hana
koma fyri uppfaringartið í morgun
og í nátt kom hon suðir eftir hendan
vegin. Fyri hellismunnan sigur
hann: »Er her nakar inni, so kom
fram um nakað mansevni er í tæra
Men svarið, hann fekk, var barna-
grátur. Tað var fyrsta ljóð, sum kom
um varrar Sverra fyri eðrum enn
móðrini.
Letu seinni kemur Gunnhildur i
hellið og sigur sum fyri seg sjálva, at
friskt er lotið her uppi, men hetta
verður mær strævið lív í longdini
Mær trýtur svevn og hvíld, av tí
sama tekur at minka bróstmjólk
min. Væl kunnu eður og fliður vera
góðar. men annað krevst eisini
Ofta hava vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni
Hvat hevði Sverri meira enn onnur?
„Hann var førovingur líka sum tú og
eg« (I.P.G.). men harafturat hevði
hann fingið gott í beinið heimanfrá
og tikið við góðari læru frá presta-
skúlanum í Kirkjubø. Og leið hans
ara gjøgnum lívið sum ungur lítil-
látin kirkjubomaður og til hann sum
í Noregs kongs
og tað kunnu vit
33 ára gamal sat
sæti, er ein ferð
lesa í Sverris søgu
til tign og heiður. ikki ólíkt hetjuni í
ævintýrinum. Men hann
ongantið stórlátin ella hugmóðigur
— og tað var tað. ið bjargaði honum
Guð fekk heiðurin ístaðin. Hann var
intelligentur, hugdjarvur, uppførdi
seg væl millum manna. Og tå ið
hann doyði páskaaftan 1202 verður
Sverris sega ein lýsing av Sverra
Hann var lágur av vøkstri, tættur
sterkur við breiðum og vekrum
oftast bar hann
Hann var stillfar-
andi, hugsunarsamur, væltalandi.
hann hevði klára redd og talaði
týðiliga. Hann var stásiligur at
siggja í hásæti sínum í vekrum
klæðum, hann var høgur í sæti, men
hevði stutt bein. Hann drakk ongan-
tid vitið burtur. Sverri kongur át
vanliga bara eina ferð dagliga. Hann
var varin og vinirnir vórðu væ!
valdir, hann helt orð og var trúfastur
sum trøllid, og enntá óvinir hansara
segdu. at slíkur maður sum Sverri
var ongantið áður komin til Noregs
Sverri kongur andaðist 9. mars
1202 eftir foðing Krists, Sverri hevði
tá verið kongur í 25 ár. og vóru liðin
18 ár frá ti at Magnus Erlingsson
fall.
Seinastu orð Sverra vóru: >Tá ið
eg eri farin, tá latið andlit mítt vera
bert. Tá kunnu bæði vinir og óvinir
vita, um teir kunnu síggja nakað
merki á kroppinum eftir bannið, sum
óvinir mínir hava forbannað og for-
demt meg við. Tá kann eg ikki
krógva tað longur. um eg ikki havi
havt eitt betri mål, enn teir hava
sagt.
Eg havi havt meiri mødi og ófrið
enn frið og góðar dagar. Hugsi, at eg
havi átt nógvar óvinir í tí dulda, sum
ikki hava havt dirvi at víst mær al-
sýntan figgindaskap. Guð fyrigevi
teimum øllum, og dømi hann okkara
millum í hesum vidurskiftum«.
úr vesældómi
gjørdist
andlitsdrøgum,
stuttklipt skegg
Utiseti