leygardagur 4. august 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 4. august 1984
Svimbul. Ilt í búkinum.
Lammilsi. Hetta vóru
sjúkueyðkennini hjá eini
týskari kvinnu, sum varð
legd inn á Suðuroyar
Sjúkrahús stutt herfyri.
Læknarnir kendu íkki
sjúkuna. Nú hava teir so
fingið nakað at ganga
eftir: vandamikið eitur frá
kræklingi.
Tað var lutvíst av tilvild,
at menn fingu illgruna til
kræklingin, sum vanliga
kann etast sum annar
fiskur og skeljafiskur.
Segan er henda: Herfyri
doyðu mest sum øll sílini
og laksurin í alihyljunum
hjá Tveroyrar Laksaaling
í Tjaldavík. Royndir
vórðu alt fyri eitt tiknar
av fiskinum og sendar til
Danmarkar. Í farnu viku
kom svarið úr Danmark:
var deyður av
fiskurin
eitrandi æti av slagn-
um Gonyaulax excavata.
Bert í ovustórum negdum
og undir åvisum umstød-
um kann hetta slag av æti
vera vandamikið. Vanliga
verður sjógvurin reyð-
brúnur á liti, tá hetta ætið
stúgvar seg saman.
Kannaði krækling
Tá var tað, at nýggi
djóralæknin, Áki Morten-
sen fór at kanna krækling
á Trongisvágsfirði, tí
hann hevði illgruna um, at
kræklingurin hevði heta
eitrandi æti í sær.
Tað er nevniliga so, at
tað er munandi lættari at
ávísa hetta eitrandi ætið í
kræklingi, tí kræklingurin
hevur æti sum feði. Hann
verður ikki sjúkur av tí,
men tað verða fólk, sum
tíðindablaðið
foto: kalmar
eta kræklingin haraftur-
ímóti
Um sama mundið
hoyrdi Áki um, at ein
kvinna varð innlegd á
sjúkrahúsið á Tvøroyri.
Eingin kendi tá sjúkuna
hon hevði. bert at hon
m.a. hevði etið krækling,
sum var tikin á Trongis-
vágsfirði. Hon hevði etið
rættiliga nógv av hesum
kræklinginum, meðan ein
føroyingur, hon hevði ver-
ið saman við, bert hevði
etið lítið.
Tá var tað, at Áki
Mortensen setti seg í sam-
band við landslæknan og
boðaði frá sinum illgruna.
Tað frættist annars nú, at
týska kvinnan er vorðin
frísk aftur. Nú bíða menn
so spentir eftir at vita, um
,
kræklingurin å Trongis-
Sida 3
vágsfirði eisimi hevur eitr-
andi æti i sær. Um so er,
og sum mangt bendir å, so
er lítið at ivast i, at týska
kvinnan varð eitrað av
kræklinginum.
„Heldur fyrivarðin enn
eftirsnardin«. Ti boðaðu
landslæknin og Heilsu-
freðiliga Starvsstovan
hósdagin frá, at vandi
kann vera á ferð, um fólk
eta krækling frá Trongis-
vágsfirði. Allir, sum selja
krækling. vera bidnir um
at lata hann til kanningar
fyrst
Óvanligt í Føroyum
Í samrødu við Sosialin
sigur Aki Mortensen, at
tað, sum hent er, er
rættiliga óvanligt her um
okkara leiðir, tó at teir
bæði í Noregi og Skot
landi hava fleiri domi um
hetta eitrandi ætið.
— Júst hetta slagið av
æti er sera eitrandi, so tað
kom eitt sindur dátt við,
tá vit fingu boðini úr Dan-
mark í farnu viku, at tað
er tann vandamikla algan
Gonyaulax excavata, sum
er funnin har suðuri.
Áki sigur víðari, at
hann hevur gjert onkra
einstaka kanning á Skála-
fjorðinum, og har funnið
smærri nøgdir, tó so litlar,
at tær eru ikki vanda-
miklar.
Um orsøkina til tað eitr-
andi ætið sigur Áki Mort-
ensen, at tað enn er ilt at
siga nakað við vissu.
Norðmenn, sum eisini
hava havt trupulleikar av
hesum, hava ein ávísan
granskara, sum burturav
kannar hetta fyribrigdið.
Enn er hann ikki komin til
nakra endaliga niður-
stødu
Samanhópingin av æt-
inum kann hava við tað
góða veðrið at gera. Tað
hevur verið stilli, sera
ljóst og væl av hita í
sjónum. Alt hetta kann
saman við eðrum vera
orsekin til, at æti nerist
óvanliga nógv og hópar
seg saman inni á einum
firði.
Brún suppa
Tað var herfyri, at menn á
Tveroyri vórðu varugir
vid, at fjørdurin meira var
at líkna við eina reyð-
brúna suppu. Seinni hendi
vanlukkan í Tjaldavík og
óhappið við teirri týsku
kvinnuni
Annars vita menn um
líknandi fyribrigdi í Før-
oyum fyrr. Sagt verður, at
Funningsfjørdur i 30-ár-
unum var brúnur og reyð-
ur á liti, og at allur fiskur
har doyði.
— Hetta kann hava
verið sama eitrandi æti,
sum í hinum »plankton
bloom«, ið hevur verið or-
sekin. Skotar, sum hava
verið fyri líknandi óhapp-
um, siga, at tað ganga
oftani 50 til 60 ár millum
hesi fyribrigdi. Tað kann
so væl samsvara vid, at
tað nú eru umleið 55 ár
síðani hendingina í Funn
ingsfirði, sigur Aki Mort
ensen
jan
Giftige alger — hele kysten
er fareomráde
Da dinoflageiiatet Gyrod
nium aureolum la to opp
drettsaniegg øde Nord
Norge tidligere i år, ble det
slått alarm fordi man ikke
visste at denne algen var
kommet til vår nordligste
landsde Undersøkelser
viser at også Gonyaulax
excavata nå finnes over he-
le landet. Dette dinofia
gellatet produserer den
tarlige nervegifta PSP. Selv
små doser PSP kan være
dødelige. Tidligere het det
at get var mulig å opg
om et område var blitt for
gifiei ved mislarging av
sjeen etc. Forgifininger de
siste årene har vist at dette
ikke stemmer. Sjøen blir
ikke nødvendigvis target
av algene. i tillegg vet vi ná
at skjeli kan ha høye kon
setrasjoner av PSP selv om
området har lav torurens
ningsgrad
mhet på grun av
DION sm ofte har meder
fskesar
De mange mofagelalene Annes
mudernd ske dare + semræe 85
skal være mulig Á sele mang KONNI
ak SÍK af Diåskgøllorgiiring se
lorekomme | amba
andssvøn Undersøkelser viser 2! 0% Gonyaulax excavata
ske Onofagesater også er regulære
komponere: art plarkon som fr
yt av
mes | Sognefjorden | Norges længste — langs MOrskøkysten
matsket ressursene
har vært We
Bord or en ny nænng | emmng som MOLI 3) andre auroperske kystomvå
hæisi ser at horder or «ren» lor gige Ð/ Sølv om lorholdene skulle kigge vel | STODrOduserende alger finnes | VU
ger LJA79 de melom 40 70 ene langs vår lange kysi Denne —Kølge konsentrasoner Man har lenge
pe forgiftet ar "hp = SMuasjonen er ná | lerð Med Á forand. — OG af Jet målte store KONSANINAND
res efterhvert som føre søfter + gang — "2! OG OO 3) før SkjeN
Proucenrum meumum er synderen Med Gyung av både musinger og — Sumulerte okse: sike mengder af
Búskaióyname håper ná på a det Diåskel El potensæn problem for den. — Jet kunne være fare or lr