leygardagur 4. august 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 4. august 1984 tíðindablaðið B | S É | | | | i | ] Sida 7
Fridarfolk i Klaksvik:
Hvørki NATO ella
Warsjava-samgongur
eru trygd fyri fridi
I hesum døgum er fridar-
stevna i Klaksvik. Sos-
ialurin hevur i ti sambandi
fingið sendandi eina lítla
frágreiðing frá fyrireikar-
unum, sum eru ymisk
friðarfólk í Klaksvík. Tey
skriva:
Tosið um frið, vápna-
dubbing og avvápnað er
ógvuliga aktuelt. Men tað
er ymiskt, hvat áhersla
verður lagt á, tá tosað
verður um frið.
Tosar tú um frið við
friðarrerslur, so verður
sum oftast tosað um frið í
samband við Perching II
og SS 20 rakettirnar, sum
nú eru ein aktuellur vandi
fyri mannaættina. Friður
verður ofta defineraður í
samband við vápn og
våpnagoymslur, um »terr-
or balansu« og avvápnað.
Kirkjan og samkomur-
nar her heima hjå okkum
tosa serliga um frið við
seg sjálvan, frið við Guð
og frið í mannahjertum.
Kirkjan í teim miðamer-
ikonsku londunum hevur
eina víðari týðing av
orðinum, har tað eisini
verður samantvinnað við
sosialt rættvisi.
Tjernenko og Sovjet-
samveldið leggja doyin á
at vísa seg fram sum eina
friðarelskandi tjóð. Sam-
stundis um teir hava her-
tikið Tjekkoslovakiid og
Afghanistan og eru við at
gera tað sama í Póllandi,
leggja teir stóran dent á at
tosa um frið og hvussu
friðarelskandi teir eru. Á
sama hátt ger Reagan í
Hvítu Húsunum. Eisini
hann hevur stóran áhuga
fyri at føra USA fram sum
eina friðarelskandi tjóð.
Eisini í tí dagliga hoyra
vit nógv um ófrið og
harðskap, morð. sjálv-
morð, neyðtekur, álop á
sakleys menniskju eru ti-
verri eisini fyribrigdi, sum
vit hoyra alt ov ofta um.
Hesi fyribrigdi mugu eis-
ini við, tá tosað verður um
frið. Eisini hví hesi fyri-
brigdi uppstanda.
Vit, sum eru fyrireik-
arar til friðarstevnuna í
Klaksvík, tosa um frið í
víðastu merking. Tá vit
tosa um frið, so meina vit
frið vid seg sjålva/n, frið
við Guð, frið í tí dagliga
og frið í heiminum.
Vit meta ikki NATO og
Warsjava samgonguna
sum nakra trygd fyri friði.
Vit vilja hava våpnini
burtur og heldur brúka
peningin til onnur menn-
iskjanslig endamál.
Friður má ongantíð av-
markast til fráveru av
kriggi. Ti skal eisini tann
harðskapur, sum fer fram
i ti dagliga, vera ein
partur av fridarstriånum.
Vit vóna við hesi stevnu
tjak og |
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar vid, at treytin
fyri at fåa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjørnin veit, hvør hev-
ur skrivad brøvini.
at kunna vera vid til at
tryggja eina meira fridar-
liga framtíð.
Við hesum bjóða vit
klaksvíkingum og ellum
feroyingum vælkomnum á
friðarstevnuna.
Skráin fyri stevnuna er
henda:
Leygardagin 4. august
15.30 Tónleikur og annað
undirhald í Klaksvíks-
garðinum
16.00 Friðargonga úr
Klaksvíksgarðinum heim í
Vágstún, har Hans Eli
Hansen heldur reðu
19.00 Kveldseta við sjón-
leiki og upplestri í Atlant-
is Bio
21.00 Konsert í Skúla-
garðinum við luttøku av
Frændum, Kára P. og
eðrum
24.00 Miðnáttarsamkoma
á Sandinum, har Hjerdis
Klein heldur reðu
Sunnudagin 5. aug. kl. 11
Guðstænasta í Christians-
kirkjuni, har Niels Pauli
Danielsen prestur prædik-
ar.
AAA———F—F—————
Løgtingsins figgjarnevnd
og Føroya Landsstyri
sum seigpinarar
Samgongu sum oyðir lívsmeguleikarnar hjá vanliga fólkinum
hava vit ikki brúk fyri
Pengarúgvurnar fingu nú
ein góðan hjálparmann og
eygintænara afturat.
Hvat Fíggjarnevndin fyrr
hevur avrikað undir borð-
inum, má verða ein opin
spurningur, men nú eru so
myrkursins gerðir vorðnar
til dagsverk og opinlýsar.
Um full semja er í
figgjarnevndini, saman
við Landsstýrinum, at
leggjast omaná, og taka
aftur tann stuðul, lutaður
er útróðrarflotanum, má
eisini verða ein opin
spurningur. Enn hevur so
eingin Piletus verið at
sæð, men helst man soli-
dariteturin vera góður, tá
tað snýr seg um, at seig-
pína hálvdeyða
stætt.
Hetta er okkum vist í
kjøti3 borið, og verður
helst serliga sjónskt, tá
tað eru veikar bleðrur,
sum fáa vald.
Til tann, sum meguliga
skuldi skotið seg innundir
krav Meginfelagsins um
»sama pris fyri somu
góðsku< er henda heilsa,
at so verður hetta brúkt
sum skálkaskjól, fyri mis-
gerðum móti útróðrar-
monnum.
Útróðrarmenn, uttan
undantak, krevja prísin á
trolveiddum fiski upp, á-
javnt við línuveiddan, tí
hetta er tað einasta, ið
samsvarar vernleikanum,
men figgjarnevndin
kravdi prisin å linufiski
niður, åjavnt við trol-
veiddan. Og hetta finnur
avgjørt onga undirtøku i
Meginfelagnum. Og ein
ryggleysur landsstýris-
maður fekk so harraboð-
ini, at bera Råfiskanevnd-
ini, frå Figgjarnevndini,
sum fyrst hevði fingið tey
frá hægri stað, og soleiðis
varð gerðin framd, at taka
prísin frá útróðrarmonn-
um, sum var teirra partur
av stuðulslógini, men
hetta er bert ein partur av
týningarpolitikkinum.
Samgonguklandur sigst
vera orsekin til, at stuð-
ulslóggávan varð modin,
áðrenn hon varð lýst. 1.
apríl skuldi hon komið í
gildi, og enn situr starvs-
fólkið á Lenjavningar-
grunninum við bert nesini
uppundan avreiðingar-
seðlunum, og roknar um-
aftur, aftur til 1. apríl.
Avleiðingar. Ongar út-
gjaldingar til útróðurin.
Niðursteðan fær illa verið
onnur, at seinkanin verður
gjørd við vilja, sum lið í
týningini.
Eina ferð áður var
steðgur í nærum hálvt ár,
tå lovaði Legmaður,
hondina á hjartað. Hetta
skal ikki koma fyri aftur.
Og nú fer at tátta í 5
mánaðir hjá onkrum.
Samgongan má rekast frá
í heyst, um hon ikki fær
skil uppá støduna beinan-
veg. Samgongur sum ger
Feroyar so óliviligar sum
meguligt, hjá tí vanliga
feroyinginum, hevur eing-
in brúk fyri.
Hvussu mangir figgjar-
nevndarlimir, ella lands-
styrismenn, høvdu vilja
bíðað 5—6 mánaðir eftir
løn síni. Og hvat um van-
ligi skattgjaldarin gjørdi
tað sama við tykkum,
sum tit nú gera við hann?
Tit grava grevina til
útróðrar- fiski- og verka-
fólk. Fallið nú ikki sjálvir í
hana í heyst, smáu erind-
asveinar.
Tann 10—7—84
Virðingarmest
Isak Matras
eee LL
Skommin
Eftir at logtingsfólk
hevdu verið í kirkju og
lýtt á danska guðstæn-
astu. vóru tey væl fyri at
rópa 9 falda hurrá fyri
útlendinga drotning. Aft-
aná róptu tey eitt heldur
jánkasligt 3 falda hurrá
fyri Føroyum. Altso, út-
lendingadrotningin er 3
ferðir so nógv verd sum
Feroyar. Sanniliga má
sigast: > Feroyar, stórt er
titt fall.«
Aftaná »løgmansrød-
una< mótmælti Karin
Kjølbro, at eitt EEC-um-
boð sat millum embætis-
menn á legtingi. Men hví
mótmæla tey sonevndu
tjóðskaparfólkini ikki, tá
drotning hjálandavaldsins
og umboðsmaður tess,
skræða seg á legtingi?
Nei, tá sita tey, sum
fyrsta floks bern, og lýða
á orð »skulastjørans«,
sum er á rundferð. Skomm
fyri tey fáu, sum enn
viðurkenna seg sum fer-
oyingar.
Tað må tí slåast fast, at
í >regionalparlamentin-
um« (løgtinginum» sita 6
»unionsflokkar« við 6 ym-
iskum gekkaskortum. Á
tann skomm.
Fríði Ákason
Turisma
Summarið er komið til
landa við yðjandi lívi í bo,
haga og bjørgum. Fugl-
urin hevur pisu, og sták-
ast ófert at fáa henni
nakað til matna. Blomstur
og urtir standa í besta
blóma. bLongini eru í
menning, og halda seg enn
undir móðurlið. Hetta er
tíðin, tá ferðafólk vitja
oyggjarnar og tá feroy-
ingar leita burt í onnur
lond, í báðum ferum fyri
at uppliva nakað nýtt, og
síggja annað enn tað,
gerandisdagurin hevur í
boði.
Ikki kunnu vit saman-
líkna vitjan feroyinga utt-
anlands við turismu til
Feroya, sum oftast bert
hevur fyri eyga, at gera
eina bíliga ferð kring
oyggjar okkara. Feroy-
ingar leggja — um vit eru
fáment — fitt av peningi í
eðrum londum nær og
fjar, meðan vit geva
kunstigan andadrátt til
eina turismu, sum fyri ein
stóran part onki leggur
eftir seg, men bert er til
bága fyri teir feroyingar,
sum vilja njóta summarið
heima.
Ferðafólk kom helst til
Feroya at njóta náttúruna
og tað hon hevur at bjóða
av stórleika og vakurleika
— um stórbýarmenniskju
hava ans fyri slíkum.
Teim flestu sigur um-
hvervi onki, kensluleys
sum tey eru mótvegis
náttúruni og lívi hennara.
Ferðafacilitetirnar s.s.
kampingplåss, stød, sum
tey hava fyri neydini og
ferdaleidarar hava vit ikki
at bjóða teimum. Tey
reika bert um landið uttan
mið og mál, og tey ymsu
steðini kring landið siga
teimum onki, tá tey jú
ikki kenna seguna, ið
knýtir seg til ymsu pláss-
ini.
Tey skulu vera óvanliga
væl fyrireikaði, um tey
skulu fáa fulla njóting av
ti tey síggja og skilja.
Kanska kunnu tey ymsu
minnismerkini geva teim-
um eina hóming av, hvat
rerir seg í føroyinginum i
tilknyti til havið sum livs-
grundarlag. tjóðskapar-
rerslu, bústaðar- ella nið-
ursetufólk, landnám og
litteratururum hann yvir-
hevur finst á teirra máli,
list av ymsum slag og
dygdargott handverk,
men tó er ikki trúligt, at
tey uppliva hetta, so sum
føroyingar sjálvir, ongin
er jú at seiga ferðafólk-
unum frá til fulnar, og eru
tey mest sum slept upp á
fjall hesum viðvíkjandi.
Tá hugsað verður um
tann partin av turismuni,
sum bert er komin at njóta
uttan at gjalda nakað
afturfyri, so vóru vit betur
farin hesa fyri uttan; tey
eru til ampa fyri fólk og fæ
og ørkymla umhvervið,
sum fyrst og fremst er til
okkara landsmenn at
njóta, ta stuttu summar-
tið.
Skrivað og tosað verður
um, at turistar oyðudrepa
okkum vetnini fyri síl, og
beina burt meguleikan
fyri sílafisking, sum er al-
samt fleiri føroyingum til
gleði. Eisini sigst, at tur-
istar taka fuglaegg og
erkymla fuglin við teirra
nærveru. Sjáldsamar
plantur verða eisini tiknar
í be og haga. Alt hetta
ferir til oyðing av náttúru
okkara og er hon ógvuliga
viðkvom fyri hesi oyðandi
framferð turistanna.
Tað sum vit hava fyri
neyðini er lógarreglur fyri
framferð teirra vitjandi
kring oyggjarnar. Turist-
arnir skulu vita, hvat teir
mugu og ikki. Eisini
skuldu teir verið betur
kannaðir. áðrenn teir
sleppa av landinum.
Ynskiligt hevði verið, at
fremmanda ferðingin var
meira skipað í smærri og
sterri bólkar og undir
uppsýni av einum ferða-
leiðara, og ikki sum nú at
útlendingar reika, sum
teim lystir víða um landið
bæði høgt og lágt.
Vit eiga at verja um-
hvervi og náttúru okkara,
ovseint er at fara til verka,
tá alt er oytt kring
okkum.
Skrivast og tosast kann
fyri ella ímóti turismu,
men um henni skal verða
lív lagað í framtíðini, má
hon skipast betur og stýr-
ast, sum í ellum eðrum
londum, so hon kann
verða eins stórt gagn fyri
vertsland sum vitjandi.
Heimaalskur
Bræva-
samband
Tann 16 ára gamli Ebenez-
er Degraft Saah úr afrik-
anska landinum Ghana
ynskir at koma í bræva-
samband við ein feroying
millum 15 og 30 ár.
Adressa hansara er:
Ebenezer Degraft Saah,
C/o Isaac Baidoo,
P. O. Box 55,
Anomabu, Ghana