Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. Tá tey góðu gráta og tey óndu læa Síða 6 90 — 4. august 1984 Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Torshavn tíðindablaðið | telefon 11820 Fer 6 hg Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Í GJÁR BAR dagblaðið tey tíðindi, at týska felagið TT-Line skal leiga Norrønu til sigling millum Sveríki og Týskland í vetur. EISINI VISTI blaðið at siga, at av teimum 140 fólk- unum, sum eru knýtt at skipinum í summarsigling- ini, skulu bara 10 halda fram í vetrarsiglingini. Tað vil siga, at 130 føroyingar gerast arbeiðsleysir í vetur. TAÐ ALMENNA hevur í fleiri ár sett partapening í ymisk arbeiðsskapandi til- tók. Tað almenna hevur eisini veðhildið bæði á sjógvi og landi. Endamálið hjá tí almenna við ávíkavist partapeningi og veðhald- um hevur altíð verið at skapa arbeiðspláss til før- oyingar. Í stóran mun hev- ur hetta verið gjørt við javnaðarflokkinum á odda ogundir slagorðinum: ar- beiði til allar hendur á sjógvi og landi. EFTIR AT TEIR privatu vóru givnir við ferðafólka- flutningi millum lon, metti ein partur av undanfarnu samgongu, at tað almenna átti at taka hendan táttin uppaftur, fyri harvið at skapa nøkur arbeiðspláss. Talan kundi verið um eini 100 til 200 arbeiðspláss alt árið. Men øll minnast borgarliga goragangin. Tað almenna skuldi ikki reka nakað millumlanda- skip. Almennur peningur skuldi ikki nýtast í kapping við teir privatu, 0.s. fr. EITT SKIFTI var tað líka við, at aðrar tjóðir fóru avstað við siglingini, sum føroyingar — tað almenna og dugnalig fólk á sjógvi og landi — høvdu bygt upp. Tá kom fjáltur á fólkaflokkin. (Radikalt sjálvstýri vita tit). Nú vóru góð ráð dýr. Men umsíðir bar til hjá borgarligu sam- gonguni við fólkaflokkin- um á odda. Teir fingu tvingað millumlandasigl- ingina yvir í eitt sokallað privat partafelag. MEN HETTA sokallaða pri- vata partafelag fekk eina heilt órímiliga treyt. Felag- ið skuldi ikki sigla uppá Føroyar við farmi. Tað skuldi halda seg langt burtur frá norðuratlants- havsleiðunum í vetrarhálv- árinum. Neyvan er slík treyt sett nøkrum felag í einum frælsum landi áður. Síðani setti tað almenna seg fyri 20 pst. av parta- peninginum í hesum felag. Tað almenna hevur eisini veðhildið fyri fleiri millión- um krónum. Og tann før- oyski almenningurin hevur eisini sett pening í. OG SO FINGU vit tíðindini í sjálvum Dagblaðnum. Tey føroysku arbeiðsplássini umborð á Norrønu verða nidurløgd um ein góðan mánaða. Av teimum 140 føroyingunum, sum eru knýttir at skipinum í summarsiglingini, skulu bara 10 halda fram í vetr- arsiglingini. Kunnu vit nú rokna við at skipið fær fólk aftur til summarsiglingina komandi ár? NÚ ERU TAÐ tyskarar, sum skulu sigla, meðan føroyingarnir — einir 130 í tali — skulu heim at sutta tumlarnar. Hetta var so eitt úrslit av siglingarpolitikk- inum hjá borgarligu sam- gonguni. Um nakrir løn- takarar gerast arbeiðsleys- ir, leggur fólkaflokkurin lítið lag í. Tað ber kortini til at nýta eftirnavnið »radi- kalt sjálvstýria. Eisini tá tit hava gjørt 130 føroyingar arbeiðsleysar til frama fyri at eins nógvir týskarar kunnu fáa arbeiði. SKULU VIT rópa leingi livi privata initiativið? Tað er alla átalu vert, tá formaður javnaðarfloksins kemur sær at fara í blødini við grein um egnu parta- menn sínar, ið fáa stungið í skógvarnar, at teir eru »politiskir kannustoypar- ar<, flokssvíkjarar — skittskeki — politiskur stórbrotsmaður, ið merkir statsfiggindi, og aðrar vendingar, ið ikki eiga heimarætt í Feroya Javn- aðarflokki. Tað má vera upp á sítt pláss, at A.D. fær at vita, at ein stórur partur av limum javnaðarfloksins ikki kann góðtaka, at hann sum formaður floks- ins ferir seg fram á slíkan hátt. Tá A.D. varð valdur til floksformann, var tað ikki við ti fyri eyga, at hann skuldi gerast partur av eini lokalpolitiskari ó- semju á Tveroyri, ið end- aði við, at hann setti seg á odda fyri einum felags- skapi, sum er í ferð við at tileinkisgera tað organis- atoriska stødid í flokkin- um. Tað er eingin ivi um, at A.D. eigur alla rós uppi- borna fyri tað arbeiði, hann hevur lagt í flokkin, ta tíðina hann hevur sitið sum leiðari á legtingi og í landsstýri. Men tað kann undir ongum umsteðum góðtakast, at hann slepp- ur flokkinum upp á fjall — serstakliga í einum valári — til frama fyri nakrar vinmenn á Tveroyri, har onkur hevur ilt við at skilja, at fiskaselupolit- ikkur og javnaðarpolitikk- ur eru óforeiniligir. Tað er einki dulsmál, at undirritaði hevur verið millum tey javnaðarfólk- ini, ið hava mett tað vera rætt, at javnaðarflokkurin ansar sera væl eftir hvat umboð floksins á Tveroyri takast við politiskt, tí Tveroyri — har javnaðar- flokkurin hevur stóran meiriluta av veljarunum aftan fyri seg — vil altíð standa sum demi um, hvussu javnaðarpolitikk- ur virkar í praksis. Men tá slík ynski hava verið borin upp á mál, hevur tað verið við tí fyri eyga, at flokkurin við- gjørdi støduna objektivt. Burtursæð frá eini lands- fundarsamtykt á vári 1980, ið heitir á floks- nevndina um at taka upp samráðingar við partarnar á Tveroyri, hevur al- menna steðan í flokkinum verið, at Tverámenn loysa sínar lokalpolitisku ó- semjur sjálvir. Hesa steðu hevur floks- formaðurin eisini havt inntil fyri tveimum árum síðani, tá hann uttan orð ella boð, kom suður og koyri fyrrverandi politiska vinmann og ráðgeva sín frá sum formann í javn- aðarfelagnum. Eins og eðrum javnaðarfólkum, tykist hetta vera sera bonskligt, serliga tá hugs- að verður um, at A.D. segði seg vera komnan suður at loysa trupulleik- arnar, ið valdaðu millum býráðsumboð floksins. Longu tá mettu fólk, at formaðurin hevði valt síðu, og siktið var at fáa tey, ið ikki passaðu inn í »systemiå« útihýst. At formaðurin í flokk- inum setti seg á odda fyri eini lokalpolitiskari >frak- tion« má metast sum stersta mistak A.D. hagar til dags hevur gjørt sum floksformaður, ti uppgåv- an hjå honum sum slikur er at savna tær ymsu áskoðanirnar í flokkinum og ikki tað mótsetta. Skal javnaðarflokkurin = hava eitt val í heyst, sum fólk kunnu verða nøgd við, so eigur Atli Dam: 1. At gevast við at lata »sosialdemokratarnar« nýta hann sum gísla yvir fyri flokkinum. 2. At fara aftur til ar- beiðis á sama hugsjón- arstødi sum hann virkaði á áðrenn hansara vinmenn á Tveroyri fingu spunnið hann í ta fløkju, hann og flokkurin annars nú er komin í. Tá fyrst kann Atli Dam aftur standa sum miðdepil í flokkinum, og sum tann persónur, Feroya Javnað- arflokkur kann vera stolt- ur av enn einaferð at bjóða fram sum løgmansevni til einar komandi landsstyr- issamrådingar. Um ikki, so kunnu vit ikki vænta aftur at koma burtur úr støduni »tå tey góðu gráta, og tey óndu læa«. At enda fari eg at minna á, at tað ikki er nóg mikið bert at hava góðar her- førarar — soldåtar skulu eisini til. Við javnadarkvødu Marner Lisberg formaður F.S.J. AA—A—A——TÆEÆtllss Sosiala rættferðin — ella valfóður sambandsfloksins Soleiðis kallast oddagrein í Dimmalætting fyri 12. juli 1984 og viðger hon arbeiðaraviðurskifti, a-- beiðsloysisstudning. Tað er rætt, sum sagt verður, at sambands- flokkurin í andsteðu setti eina áheitan fram um ein form fyri arbeiðsloysis- studning. Hetta vann ikki semdir, men tað sum Dimmalætting gloymir, og tað uttan iva við vilja, er, at uppskot sambands- floksins var so vånaligt, at tann táverandi sam- gonga ikki kundi taka undir við tí, og vánaligt er tað, tí nú aftaná fýra ár við ábyrgd, er tað ikki komið fram aftur, og heldur einki annað av sama slag er komið frá hesum flokki, sum nú um- situr bæði sosial- og ar- beiðaramál. Uppskotið, sett fram í andsteðutíð teirra, var, sum mangt annað frá hasari síðuni, bert and- steðufóður, »Skuldi ikki takast fyri fult«. Hetta hevur i veruleik- anum ikki sambandsfloks- ins áhuga, ti meðan teir í landsstýrinum umsita sosial- og arbeiðaramál, er skattatrýstið á arbeiðara- stættina og pensionistar- nar ekt. Pensionistarnir, sum undir fyrru sam- gongu vóru skattafríir, verða nú brandskattaðir. Øll almenn gjøld eru hækkað. Telefongjaldið munandi, uppskot sam- bandsfloksins í ansteðu, um at pensionistar skuldi hava frítt felagsgjald var framaftursett av mær, og nú meguleiki var at fremja tað, hvat gjerdi sam- bandsflokkurin, hann sum er so sosialur. Hann feldi uppskotið um frítt felaga- gjald fyri pensionistar. í hinum norðanlondum gjalda pensionistar 50 % í útvarps- og sjónvarps- gjaldi, í Íslandi einki. Hjá okkum verður goldið 100%. Hesi dømi visa tydiliga, at fyri sambandsflokkin eru arbeidaramål og sos- ialar veitingar, bert val- f6dur. Aftanå fyra år vid å- byrgd, ber ikki til at skúgva ábyrgdina frå sær. Sannast må, at sosiala vælferdin fyri sambands- flokkin bert var valfóður og hetta sanna teir sjálvir. Tað eru Guðs bern, sum batna. Sverre Midjord