Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 tíðindablaðið Nr. 90 — 4. august 1984 FE IM Sámal Johansen og konan vóru í 1969 eina ferð í Noregi. Vit fara her í nøkr- um Sosialum at hava fråsøgn frå ferd- ini, sum bæði lýsir landið, fólkið og søguna Ur Oslo til Oslo Eg havi kallað hetta, sum eg her havi skrivað, »Ur Oslo til Oslo«. Tað -er sjálvsagt mong — eisini her á landi — sum hava farið hesa leið. Hjá teimum verður ikki stórvegis nýtt at frætta úr hesi frásegn, men fleiri munnu tey vera, ið ikki hava ferðast henda vegin, hesi kunnu kanska finna fragd í at lesa hetta. Á sumri nítjanhundrað og seksti níggju vóru kona min og eg stødd í Danmerk. Vit hevdu ofta talað um at fara til Noregs, og hildu tí, at tað hevði verið ein roynd at fara nú, meðan vit enn vóru so fræg, at vit orkaðu at fara, og eisini tí, at nú, meðan vit vóru stedd í Danmerk, var tað, tyktust okkum, hegligast at fara. Vit høvdu fyrst ætlað okkum at fara av stað og keypa ferðaseðlar so hvert, sum vit skuldu brúka teir og so royna at fáa innivist, sum vit best kundu, men komu so at hugsa um, at tað var ikki beint av okkum at fara soleiðis út í óvissuna, og tí gjørdu vit av at biðja eitt ferða- mannafelag leggja ferðina til rættis fyri okkum, vit biløgdu ferðaseðlar bæði við skipi og toki og innivist á hotellum. Mat og annað skuldu vit gjalda umframt. Viðvíkjandi mati og drekka, so verður tað rímiligt eitt sindur ójavnt, hvat ið brúkt verður, tað verður at rætta seg eftir tí peningi, sum fólk hevur, men tað nýtist als ikki at verða so ógvuliga dýrt. Okkara ferð var sum sagt løgd til rættis í København. Vit vóru ikki í felag við eðrum ferðafólkum. Vit hildu, at vit mundu fara at klára okkum, sjálvt um vit ongan ferða- leiðara hevdu. Við norðmenn kundu vit tala, og vildu vit hava okkurt at vita, sum hevði serliga áhuga, kundu vit keypa okkum bókling (brosjuru) og fáa tað at vita úr honum, sum vit vildu hava at vita. 15. juli fóru vit á ferðamanna- stovuna og fingu ferðaseðlarnar til skip og tok og seðlarnar til hotellini, sum vit skuldu búgva í, guldu teir |; og fóru um borð á »Kong Olav Ve. Vit hevdu ongantíð verið um borð á hesum skipi fyrr, heldur ongantíð verið um borð á so stórum skipi, vit kendu einki menniskja, men tá vit vístu fram ferðaseðlarnar, fingu vit at vita, hvenn veg vit skuldu fara, | og tá vit vóru farin tvær trappur Í niður, hver stóð so har? Jú, góða, gamla frú Lenz, sum í mong ár var við »Tjaldrinum«, tá kendu vit okkum heima, tá var alt í lagi. Frú Lenz segði okkum so, hverjum rúmi vit skuldu vera í. Vit hevdu ongantíð farið hesa leiðina fyrr og hevdu satt at siga, væntað at fáa nýtt land at síggja, men so varð ikki, tað var kavtroðið í mjerka allan vegin, so tað sást einki. Vit sótu uppi góða tíð, fingu okkum ein kopp av kaffi og fóru at leggja okkum, hugsaðu at fara tíðliga upp morgunin eftir til at síggja innsigl- ingina eftir Oslofirðinum. Vit so gjørdu, men tað segði tað sama, mjerkin var líka tjúkkur, so um sjóferðina úr København ti Oslo kunnu vit einki siga, men veðrið var av tí besta — tað var mjørkin. I Oslo vóru vit til ásetta tíð kl. 8, og vit legdu at á Vippetangen. Har vóru bussar, sum skuldu flyta ferðafólkið til ymisk stød. Vit fóru í bussi til Østbanegården, haðani skuldu vit fara kl. tíggju minuttir yvir tíggju. Á jarnbreytarsteðini fingu vit okkum drekka, og eg keypti mær eitt kort yvir Suðurnoregi: Cappel- ens kort II >Ser Norge fra Lindesnes til Mo í Rana<. Hetta kort hevði eg opið alla tíðina og strikaði inn á tað alla ferðina í Noregi og gjerdi við- merkingar og har, stundir vóru til at gera viðmerkimg=. men tað skal sigast, at líkindi til at gera stórvegis viðmerkingar ikki eru tær bestu í toki við nógvari ferð, ristingarnar gera tað torført at festa orð á blað, og so byrgdi viðaveksturin nógva- staðni fyri útsýninum, so i stødum sást lítið og einki. Ferðin til Trondheims Vit fóru, sum sagt, úr Oslo kl. tiggju minuttir yvir tíggju og komu til Lilíestrom kl. 10.30, men steðgurin var næstan eingin, so vit sóu ikki —— á mr fo at = TiL ANDALSNES TILTRONDKHEIM | M FORTUNA NI | XR } i 07M. ” A : % - NASJONALPARK : 2lG Mm : um - HØGRONDEN &% tan: 8 Á #/ Å i p 4 De, HØVRINGEN É . . SEL £ 3 VAGAVATN — — Ronpvasseu Á pu: = 2 þó i 6 MYSUSÆTER 06 S9Ð.RANGER NN OTTA } OVER GROTLI = } () FURUSJØEN TIL OSLO 1 OvER L LLE HAMMER stórvegis av bynum, men av ti, vit su, hildu vit Lillestrøm vera ein hugnaligan, litlan bý. Kl. 11.08 komu vit til Eidsvoll. Eidsvoll er við suðurendan á Mjøsa, størsta vatn í Noregi. Hetta langa og í staðum heilt smala vatn er o.u. 360 km?, tað røkkur lika frá Eidsvoll norður til Fåberg og Gudbrandsdalin. Flest lond munnu hava eitt ella annað stað, sum er serliga dyrabart hjá fólkinum. Millum onnur steð hava norðmenn Eidsvoll, sum er serliga heilagt og dýrabart hjá teimum. Her í Eidsvoll hittust umboðsmenn fyri teir ymisku stætt- irnar í Noregi 10. apríl 1814, og her varð Noregs grundlóg dagfest 17. mai 1814. Her í prestagarðinum í Eidsvoll vuksu upp systkini Henrik Wergeland og systirin Camilla Coll- ett. Skaldið og fólkaferarin Henrik Wergeland var feddur í Kristians- sand 17. juni 1808, men í 1816 varð faðirin prestur í Eidsvoll. Neyvan man nakar norðmaður hava fingið harðari mótsteðu av landsmonnum enn Henrik Wergeland, men hann mundi helst eisini vera heldur harð- rendur. Og tað vóru ikki hissini menn, sum vóru oddamenn í and- støduni móti Wergeland. Tað vóru m.a. skaldið J. S. Welhaven og professari Peter Jonas Collett, ið var giftur við systur Wergelands, Cam- illu. Men Wergeland fekk at kenna, áðrenn hann doyði, hvat tað norska fólkið helt um hann, tí tá hann lá fyri deyðanum í Kristiania, bert trítisjey ára gamal, gingu í fleiri dagar ung og gomul, rík og fátæk til hús hansara at síggja hann seinastu ferð, og mammurnar lyftu smábern síni upp, so at tey kundu fáa at síggja tað doyggjandi skaldið. Fáar dagar áðrenn Henrik Werge- land doyði, yrkti hann: >Til min Gyldenlak< Gyldenlak, fer du din glans har tabt, da er jeg det, hvorav alt er skabt, ja, før du mister din krones guld, da er jeg muld.