leygardagur 4. august 1984síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 4. august 1984
„ lt
Idet jeg raaber: med vinduet op!
mit sidste blik faar din gyldentop.
Min sjæl dig kysser, idet forbi
den flyver fri.
To gange jeg kysser din sede mund,
dit er det første med rettens grund,
det andet give du, kjære husk,
min rosenbusk.
Udsprungen faar jeg den ei at se,
ti bring min hilsen, naar det vil ske.
Og sig jeg ønsker at paa min grav
den blomstrer av.«
Her havi eg eisini hug at minna um
yrkingina hjå Chr. Matras:
Wergeland á sóttarleguni
Áleguni tú lást og lætst títt sinn
í loyndardómar lívsins skoða inn
— hver maðkur og hvert blómubros
tær vann
eitt tekin, sum Guðs dýrd til sjóndar
bar.
Men vit, sum ganga her og vita av,
at burt er mangt, sum morgunroðin
gav
— Guð gevi okkum yvirmenskan
mátt
at fagna slóknanini á tín hátt.
Systir Wergelands, Camilla Collett,
er mett at vera millum frægastu rit-
hevundar í Noregi. Hon var fyrsti
rithevundur í norðurlondum, sum av
álvara fór at stríðast fyri javn-
rættindum hjá kvinnum.
Úr Eidsvoll fóru vit norðureftir,
eystan fyri Mjesa og komu til
Morskogen. Tað er vakurt tvertur
við Mjøsa, smáar bygdir eru við
sjóvarmálan, men ongastaðni sá út
til at vera tættbygt, annars sást ikki
væl út úr tokinum, tí ferðin var stór,
og viðaveksturin byrgdi nógva-
staðni fyri útsýninum.
Vit komu til Hamar kl. 12 og til
tíðindablaðið
Lif: 48
VÍ E Lej
Lillehammer kl. 12.50. Í Hamar var
næstan eingin steðgur, men i Lille-
hammer steðgaðu vit 8 minuttir.
Har fóru vit av tokinum og keyptu
súrepli og appelsinur, men ikki
kundi farast langt, ti steðgurin var
ov stuttur. Men vit sóu tó so mikið,
at vit kundu ætla, at hetta var ein
dámligur og nossligur býur.
Tó at reglulig skipaferðsla er á
Mjesa, sóu vit henda dag ikki nógv
far á vatninum, einstakir smábátar
vóru at síggja, tað var alt.
Gudbrandsdalurin
Við Fáberg endar Mjøsa, og Gud-
brandsdalurin tekur við.
Gudbrandsdalurin er 230 km
langur, hann rekkur frá Fáberg við
Mjesa til Lesjaskog, har, sum
Romsdalur tekur við. Gjegnum
Gudbrandsdalin rennur áin Lágen,
hon tekur seg upp við Lesjaskog og
rennur allan vegin líka i Mjøsa. Í
Lágen renna fleiri stórar áir i.d.
Otta, Sjoa, Vinstra og Gausa.
Sunnanfyri, har sum Otta kemur út í
Lágen, er Gudbrandsdalurin sum ein
djúp kluft. Gudbrandsdalurin er ein
frálíka vakur dalur við vekrum,
vælrektum bóndagerðum — at vísa
seg — og góðum vældyrkaðum
lendi. I stødum t.d. við Ringebu er
dalurin breiður, men nógvastaðni er
hann trongur við brettum dalssíð-
um.
Til Ringebu komu vit kl. 13.45,
men har var eingin steðgur. Allan
vegin frá Lillehammer til Ringebu er
ófera vakurt landslag: eystanfyri
stór skóglendi, vekur málað hús og
at vísa seg góð jarðabrúk. Vestur-
síðan av dalinum er ell skógvaksin.
Vit eru nú komin í søgurikan stað.
— Tað kann sjálvsagt sigast, at øll
stød, hvar menniskju hava livað og
virkað, eru segulig, men tað eru ikki
ell menniskju, ið hava gjert líka
nógv um seg, ella rættari, so nógv
um seg, at teir, sum hava skrivað
seguna, hava hildið, tað vera vert at
festa á blað teirra lív og virki.
Í Gudbrandsdali livdi Dala-Gud-
brandur á døgum Olavs kongs hins
heilaga. Í Heimskringlu tekur Snorri
soleiðis til um Dala-Gudbrand:
>Dala-Gudbrandur var ein maður
nevndur, hann var kongur yvir
Delum. Sigvatur skald metti hann
javnt við Erling Skjalgson í jarðar-
ognum og rikidømi, og Sigvatur
kvað soleiðis um Erling:
»Eg veit bert ein annan
Odins kappa sum teg.
Hann Dala-Gudbrandur heitur,
er hilmir mikil sum tú,
tykkum meti eg javnar
sum jefrar at jarðarognum,
hann tykkar, seg mætari metir,
ljúgva man fyri sær sjålvum«.
Frá Ringebu er ikki langt til Hund-
torp. Snorri tekur soleiðis til:
>Tá ið Gudbrandur fekk tey tíð-
indi, at Olavur kongur var komin á
Loar og noyddi menn at taka við
kristni, skar hann upp hererv og
stevndi ellum monnum í Delum til ta
bygdina, sum eitur Hundtorp, til
fundar við seg.«
Hvussu fundurin millum Ólavs
kongs og Dala-Gudbrands endaði,
fáa vit at vita hjá Snorra, og
seinasta erindi í kvæðnum um Ólav
hin heilaga og Gudbrand í Delum
ljóðar soleiðis:
»Kongurin letur kirkju byggja
har í Gudbrandsdali,
tá ið hann hevði alt Noreg kristnað
tann hin kongurin sæli«.
Vit fara longur norður gjøgnum
Gudbrandsdalin og komu til bygd-
ina Vinstra kl. 14. Frá Vinstra til
Otta er ikki stór broyting í lands-
lagnum, men dalurin verður trongri
og trongri. Til Otta komu vit kl.
14.35. Her um leið var tað, stríðið
stóð millum teir norsku bendurnar
og skotar, við Sinclair á odda, sum
vóru komnir til Noregs >for svenske
penge at stride«. Hetta hendi 26.
august 1612, og um hesa hending
hevur Edvard Storm yrkt Sinclairs-
vísuna. Edvard Storm var ættaður
úr Vågå, sum er tætt vestan fyri
Gudbrandsdalin, og hinar bygdir-
nar, Lesja og Lom, sum eru nevndar
i visuni, eru eisini har um leið. Vit
hoyra í visuni um boðini, sum
bendur sendu sínámillum:
>Bavnene lyste, og budstikken leb
fra granne til nærmeste granne...«,
og vit hoyra um:
»De bønder af Vågå, Lesja og Lom
med skarpe økser på nakke...«
Tætt við Otta er »Kringen«.
>Tæt under lide der leber en sti,
som man monne Kringen kalde.
Lágen skynder sig der forbi.
der skal fjenderne falde«.
Vit steðgaðu í Otta eitt korter og
hevdu stundir at keypa okkum ein
bita til degverða, men vit máttu
taka matin við okkum og eta hann í
tokinum.
Við Kringen stendur stytta til
minnis um Sinclairstriðið.
End knejser en støtte pá samme sted,
som Norges uvenner monne true.
Ve, hver en nordmand, som ej bliver
hed,
så tit hans øjne den skue.
Edvard Storm var, sum sagt, ættað-
ur år Vågå, men fór 1769, tjúgu ára
gamal, til Danmarkar og varð ver-
andi har alt sitt liv. Hann var fyrst
lærari og seinni stjóri við Efter-
slægtsselskabets skúla í Køben-
havn.
Úr Otta og norður til Dombás er
dalurin nógvastaðni ógvuliga trong-
ur, í stødum ikki erðvísi enn ein
kluft, har eru nógv stutt berghol.