týsdagur 7. august 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið '
Utgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
*
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Stikk
mótsatt
UM 14 dagar fer løgtingiå
at viðgera løgmansrøduna
á Olavsøku. Tá verður høvi
til at hoyra, hvat andstødu-
flokkarnir hava at við-
merkja til rødu løgmans,
sum hesuferð í hvussu er
kann verða mett sum met í
síðutali, uttan at vit tó
hava sagt nakað um dygd-
ina í hesum stóra taluvavi.
TÍ royndirnar higartil hava
víst, at ófara stór nøgd av
orðum er eyðkent fyri sit-
andi landsstýri, meðan
innihaldið, tá skrædlað er
inn at kjarnuni, ikki hevur
hildnast nakað til muns.
UMFRAMT at vit í hesi
róðu síggja síðu upp og
síðu niður við reksan av tí,
sum framt er í einum 4 ára
landsstýrisskeiði, er lítið
annað at finna, enn tann
vanliga speisglósan eftir tí
sum frammanundan var og
ikki, við sama undirtóna av
v>góða mamma tað var ikki
eg“.
VIT kundu neldur hugsa
okkum at fingið nakað væl
meiri at vita um, hvussu
útlitini = hjá føroyingum
munnu fara at vera fram-
yvir. Legmaður leggur
dent á, at vit eiga at
tryggja okkum so góðar
veidimøguleikar aðrastað-
ir, sum gjørligt.
HETTA kunnu vit vera full-
samdir i, men vit ivast
stórliga í, um hann livir
upp til hesa ásannan, tí tað
tykir ikki mætari enn, hann
nú rættiliga er farin eisini
at brúka »vina- og kenn-
oddagrein
ingapolitikkin« í útlodding
av veiðiloyvum, eisini á
veiðiloyvum, sum saktans
ikki eru tey allarbestu hjá
føroyingum, tá farast skal
aftur til samráðingarborðið
fyri komandi ár.
VIT fáa eina sermerkta val-
propagandu serveraða á
ólavsgku, sum meira við-
ger andstøduna og tað,
sum í grundini var lagt úr
lagdi av undanfarnu lands-
stýrum, meðan lítið og
einki av ígrípiligum er at
finna í taluni.
EIN ovurvaksin talufloym-
ur, sum eru orð uttan
enda, uttan tað stóra inni-
haldið.
HETTA sum merkt hevur
samgonguna hesi árini —
og sum fekk ráðgevandi
nevnd ríkismyndugleik-
anna herfyri at fella dómin
yvir fíggjarliga skilaloysið,
ið hevði ført okkum út i
eina skuld, sum er rekord í
Europa, men sum væl
kann standa seg í met við
latínamerikonsku londini,
sum eru niðurundirkomin í
uttanlandsskuldum.
NÚ at rósa sær av, at
gamlar skuldir eru goldnar
— og at tað er náttúrligt at
taka nýggj lán, trífaldar
ferðir stórri enn tey vóru,
tá hetta landsstýrið tók
við, er einki annað enn ein
vánalig umbering fyri at
hava ført ein politikk, sum
hevur verið stikk ímóti tí,
sum sitandi løgmaður fór
til val uppá.
» Li
RN cgSialurin
rr
Suduroyar sjukrahus
verdur ikki utbygt
Hetta sigur Eilif Samuel-
sen í viðmerking til tað. eg
segði um møguleikarnar í
samband vid utbygging-
ina av sjúkrahúsinum og
samstundis at gera nakað
við røktarheimid.
Tær ætlanir, sum eru
framlagdar fyri einari út-
bygging av Suðuroyar
sjúkrahúsi. eru ikki sterri
enn so. at tær beta um
sjúkrahúsið soleiðis. at
tað verður ført fyri at
nøkta ta uppgávu. sum
eitt sjúkrahús eigur at
hava. og at geva starvs-
fólkinum umsteður til at
rokta tey sjúku til lítar.
Sum nú er. eru viður-
skiftini verri enn vánalig.
Og við verandi mogu-
leikum fyri at rekta sína
uppgávu. verður um einki
hendur. ikki møguligt at
halda uppá góðar læknar
Uppskotið. sum fyri-
liggur og hevur verið í
Tveroyrar Býráð. er góð-
kent. men sum vanligt. tá
tað er nakað sum viðvíkir
Suðuroy og serliga um tað
er á Tvøroyri, so er Eilif
Samuelsen sum stungin
grísur. og sigur lands-
stýrismaðurin og tilstund-
andi legmansevni sam-
bandsfloksins: „Eingin
útbygging av sjúkrahús-
verkinum í Suðuroy. nú
skal sparast«.
Sosialministari okkara
skal spara uppá gomul og
sjúk. hetta mugu allir
suðurovingar leggja sær
væl í geyma. og vit mugu
ger okkum greitt, at av
framhaldi av verandi sam-
gongu. verða avleiðingar-
nar tær. at sjúkrahús-
verkið í Suðuroy verður
hildið á verandi stødi, og
tað vil siga, verður av-
toftað.
Í Dagblaðnum síðu 13.
gera nakrir ken:
fólkafloksmenn sínar við-
merkingar. men við teim-
um royndum, sum borg-
meistarin í Klaksvík hev-
ur havt av orðhildni
partamanna í einum eðr-
um sjúkrahúsmáli, so er
tað greitt bæði fyri meg
og Jógvan við Keldu, at
við verandi samgongu
verður eingin útbygging
av sjúkrahúsinum i
Klaksvík og i Suðuroy —
men ein avtoftan.
Eingin útbygging av
sjúkrahúsverkinum uttan
fyri Tórshavn. tá skal
sparast. Semulig lækna-
viðurskifti og góð sjúkra-
húsviðurskifti í útjaðar-
anum hava ongan týdn-
ing.
23. februar Í 434
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Og við orðunum >nú
skal = sparast<, verður
sjúkrahúsverkið sentralis-
erað. Um hetta stendur
eisini valið til heystar.
Avgerðin í hesum, fyri
suðuroyingar lívsneyðuga
málið, liggur í dag í
hondum landsstýrisins.,
men tað verða tit sjálvir
suduroyingar, sum avgera
útbygging og trygg kor.
ella sparing og avtoftan.
Spurningurin um trygg
læknaviðurskifti liggja í
dag í hondunum á tykkum
suduroyingum.
Avgerðin er tykkara.
Sverre Midjord
AU
Rusksteðin við Air!
Ein demokratiskur
rættur at savna
undirskriftir
Rættleiðing til Jóannes
hjá Lenu. bygdarráðs-
formann í Hvalvíkar
kommunu.
Í grein um rusksteð-
ina við Áir (í Dimma-
lætting) seinasta hósdag
kemur bygdarráðsfor-
maðurin við fleiri skeiv-
um upplýsingum og per-
sónligum ålopum móti
undirritaða. Eg skal bert
tríva í tey grovastu 6-
sannindini.
1. Tað hevur eingin
fremmandur maður
savnað undirskriftir í
Hvalvík og Streymnesi.
Eg havi búð í Hvalvík 20
tey fyrstu árini av lívi
mínum. At eg í letuni
gangi í skúla í Keyp-
mannahavn, er ikki eðr-
vísi enn tað nógvir aðrir
føroyingar gera.
2. Undirritaði hevur
ikki byrjað nakra inn-
savning, og tað eru ikki
bert ein, men sjey kvinn-
ur og menn, sum hava
innsavnað undirskriftir
fyriuttan undirritaða.
3. Ongin er hóttur til
at skriva undir. Vit hava
upplýst um ymiskar
heilsuvandar í samband
við brennisteðina. Hesir
eru sakliga grundaðir í
tilfari bæði frá lands-
lækna, yvirheilsunevnd
og teimum seinastu
kanningunum útgivnar í
vísindaligum tíðarritum.
At heilsuvandi
stendst av brennisteð-
um, er ein veruleiki, sum
ikki slepst uttanum.
Hverjar upplýsingar
hevur bygdarráðsfor-
maðurin givið bygdar-
fólkinum um heilsu-
vandan?
Jóannes Olsen skriv-
ar, at fólk eru nærum,
mestsum og nærmast
hótt til at skriva undir.
At nýta óbeinleiðis
vendingar sum hesar, er
hin grovasti måtin at
illgita og spilla fólk út.
Orsekin er, at man ikki
fær reinsað seg við at
stevna fyri ærumeiðing.
Nei, tað er eingin,
hverki nærmast, nærum
ella mestsum hóttur til
at skriva undir.
Ein > undirskiftainn-
savning sum tann
nevnda, er ein demokr-
atiskur rættur hjå borg-
arunum. > Bygdarrådid
hevur sjålvt i lysing 30.
april biðið um møgulig
mótmæli. Eg hevði ti
ikki væntad so ósem-
iligan atburð frá bygdar-
ráðsformanninum, at
hann fór at sleingja um
seg við illgitingum, tá
tað gjørdist greitt, at úr-
slitið ikki var honum til
vildar.
Kári Petersen