hósdagur 9. august 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 92 — 9. august 1984 m.
Eingin virðing
fakfelagnum
— Hetta er bert dropin,
sum hevur fingið bikarið
at flotna, sigur Magnus
Jergensen, formaður í
Postfelagnum, í sam-
band við at starvsfólkið á
Postverkinum framdi ar-
beiðssteðg í 24 tímar, —
Hetta er bert ein hend-
ing, har leiðslan á Post-
verkinum og Landsstýrið,
ikki hava givið felagslóg-
um okkara ans!
Postfelagið er eitt fakfel-
ag, og sum soleiðis vilja
vit sjálvsagt verja felag-
sins lógargreinir. Hetta
kenna vit til fulnar, hevur
verið gjørt til einkis. Post-
felagið telur 310 limir i
letuni, og er eitt fakfelag.
Okkara uppgáva er at til-
góðasíggja viðurskiftini
hjá starvsfólkunum á
stovninum.
— Hóast hetta, so hava
vit nógv dømi til at taka,
har felagið ikki hevur
verið spurt eftir, sigur
Magnus Jergensen.
Hvat fekk bikarid at
flotna?
— Tað kundi verið ym-
iskt at trivið í, men eitt nú
sendi Landsstýrið skriv til
allar stovnar, at mána-
dagurin 30. juli skuldi
verða hálvur frídagur.
Hóast hetta, so sendi
postverkstjórin mótskriv,
har hann kravdi, at trý
fólk skuldu meta til ar-
beiðis kl. fimm á morgni
henda dagin. Postfelagið
sendi síðan skriv til leiðsl-
una, og gjørdi vart vid, at
tað virdi skrivið frá
Landsstýrinum, og at
eingin starvsmaður fór til
arbeiðis!
— Vit hoyrdu einki aft-
ur frá postverkstjóranum,
og ti hildu vit, at hetta
málið var í lagi.
Magnus Jergensen
skuldi eftir ætlan verið á
álitismannaskeið í gjár.
Hann bað um tænastu-
mannafri í hesum viðfangi
fyri dagin, men fekk boð
frá postverkstjóranum, at
loyvi ikki kundi gevast,
uttan so at skrivið frá 30.
juli varð tikið aftur!
Hetta førdi við sær, at
umboð fyri Postfelagið
bað um fund við Paula
Elelfsen, legmann, har
felagið kravdi eitt svar frá
Landsstýrinum, áðrenn
kl. 17.00 mánadagin.
Pauli Ellefsen segði við
umboðini fyri Postfelagið,
at hann kendi seg rætti-
liga einsamallan í Tinga-
nesi, tí embætismenn
hansara hevdu summar-
fri, og at hann ikki kendi
málið so væl, at hann
einsamallur kundi taka
avgerð um, hvat skuldi
henda. Hetta svar tók
Postfelagið til eftirtektar,
og lýsti arbeiðssteðg í 24
timar, — frá á midnátt i
gjár
Annað fyribrigdið er
starvssetanarviðurskifti á
Postverkinum, har fólk
við postalari vitan, sum
hava arbeitt innan stovnin
ikki fáa næmingapláss.
Hóast nóg mikið fólk er
til at taka á Postverk-
inum, so tekur leiðslan á
Postverkinum næmingar
inn av getuni, sum ikki
hava somu fyrimunir, sum
tey, ið arbeiða á stovn-
inum.
Í grein 3 í sáttmálanum
stendur, at Postfelagið
skal takast við í ráðum, tá
næmingar skulu niður á
P&T í Danmark at ganga í
skúla, og at hetta skal fyri
á starvssetanarráðnum.
Kortini verður henda
grein ikki fylgd. Fólk
verða send í skúla og fáa
pláss uttan at vit verða
spurdir, sigur Magnus
Jergensen.
Pauli Ellefsen, løgmad-
ur, sigur annars við Sos-
ialin, at talan er um log-
frødisligar spurningar,
sum skulu greinast sund-
Magnus Jørgensen, for-
maður i Postfelagnum: —
Leidslan hevur i fleiri før-
um beinleidis gingid utt-
anum felagslógir okkara.
Tá talan er um eitt fakfel-
ag, vilja vit ikki góðtaka
slíka framferð.
ur, áðrenn Postfelagið
kann fáa svar. Hann sigur
eisini: er talan um óreglu-
ligan framferðarhátt, so
verður málið tikið til eftir-
tektar og rættað!
Dagny
Arbeiðssteðgurin á Post-
verkinum er galdandi fyri
øll posthus í Feroyum. Tá
blaðið fór til prentingar,
var ætlanin at arbeiðið
skuldi liggja stilt í dag og
fram til miðnátt. Myndin
er tikin mikudagin, tá ar-
beitt varð sum vanligt á
Posthúsinum í Havn.
VU :010,4
JGWJBY :010,4
Síða 3
Skeið um
evni og tilfar
Arbeiðseftirlitið hevur
fyrr i blødunum um-
talað kunngerðina um
„Evni og tilfar« frá 25.
august 1983.
Fyrr i summar
hovdu vit fyrilestrar.
bæði her í okkara egnu
holum og á Lands-
sjúkrahúsinum um
m.a. merking og hand-
faring av teimum
vandamiklu evnum.
Fyrilestrarnir fingu
góða undirtoku bæði
av tólki frá Tekniska
Skúla. reingeringsfólki
og idnadarfolki annars.
Sambært omanfyri
nevndu kunngerð er
tað eisini lógarásett. at
all sum fáast við hesi
skaðiligu evnir. so sum
EPOXY- og POLY-
RETHAN-evnir. skulu
hava eina åvisa út-
búgving í at handfara
evnini. fyri at komast
kann undan heilsu-
skaðiligum árini.
Arbeiðseftirlitið
skipar tí fyri skeiðum
hesum viðvíkjandi í
tíðarskeiðnum 27. —
31. august 1984 — sí
lýsing aðrastaðni í
blaðnum.
Skeiðini eru tillagaði
okkara viðurskifti og
verða tey tilrættalogd
sum l-dags skeið
Ætlanin er at halda
skeiðini har flestu lut-
takararnir eru, tó so-
leiðis at tað minst
verða 18 luttakarar á
hverjum holdi. A
henda hátt kann spar-
ast bæði tid og pen-
ingur
Tað verður tí neyð-
ugt at fáa tilmelding-
arnar inn so skjott sum
gjørligt. og í seinasta
lagi áðrenn 17 august,
soleiðis at skeiðini
kunna leggjast tilrætt-
is á besta hátt
Skeiðini eru roknað
eins væl fyri arbeiðs-
leiðarar sum arbeiðar-
ar
Nevnast kann. at
EPOXY- og POLY-
URETHAN-evnir
verða nógv brúkt av
fólki á t.d. skipasmidj-
um. bilverkstoðum
(autolakering), fram-
leiðarum av skeltum.
plastpakkitilfari, iso-
leringsskúmi, termo-
rútum v.m., av mál-
arum, tannsmiðjum.
av fólki á grafiskum-
og kemiskum virkjum
o.fl.ø.
Sum tad sæst, er tad
eitt stórt tal av okkara
arbeiðandi fólki. sum
koma í samband við
hesi evni. Tað er ti
ógvuliga umráðandi. at
hesi fólk fáa ta neyð-
ugu frálæru í at hand-
fara evnini á rætta
hátt
Arbeiðseftirlitið