hósdagur 9. august 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S
íða 4
tíðindablaðið
Útgevari: p/f in
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
tíðindablaðið
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
TÝSDAGIN NÝTIR Dimma-
lætting risastórar stavir, tá
hon endurgevur brot burt-
ur úr ólavsgkurgðuni hjá
løgmanni. Trivnaðurin í
Føroyum hevur ongantíð
verið betri enn nú. Hetta
fær Dimmalætting burtur
úr løgmanni og hetta fær
løgmaður burtur úr stød-
uni í landinum.
MEN SAMSTUNDIS er før-
oyska pressan á tremur við
énøgd. T.d. kunnu vit
nevna, at Meginfelag Út-
róðramanna nú um dagar-
nar ger vart við, at útróðr-
armenn onki oyra hava
fingið úr lønjavningar-
grunninum síðani eina ferð
áðrenn 1. apríl. T.v.s. í
meira enn fýra mánaðar.
Sama felag ger eisini vart
við, at eldri menn, ið fáa
fólkapensión, og sum egna
onkran stamp av og á, ikki
kunnu luttaka í hesum ar-
beiði longur, og orsøkin er
tann, at samtíðarskatta-
skipanin tekur helmingin
av egningarlønini frá teim-
um.
EISINI HOYRA vit at av-
reiðingarprísurin má lækka
nú beinanvegin. Hetta
kemst av, at hóast bert ein
triðingur av fíggjarárinum
er farin aftur um, so er
ráfiskagrunnurin meira
enn hálvtómur longu nú.
Her er vert at minnast, at
løgmaður i ólavsgkurgðu
síni segði, at allir grunnar
vóru á tremur og at sam-
tíðarskattaskipanin virkar
ógvuliga væl og nógv bet-
ur enn nakar hevði roknað
við. Tíðindini teir seinastu
dagarnar benda á, at
grunnarnir og samtíðar-
skattaskipanin hjá leg-
manni, ikki hava ført til
størri trivnað hjá útróðra-
monnum og fólkapension-
istum sum dáma at egna.
TÁ ÚTRÓÐRAMENN íkki
hava fingið prísviðbót og
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
minstaforvinning í meira
enn fýra mánaðar, so
kunnu vit bert hugsa okk-
um tvær møguligar orsøkir
til hetta. Annar møguleikin
er, at samtíðarskattaskip-
anin tarnar hesum útgjald-
ingum og hin møguleikin
er, at lønjavningargrunn-
urin ikki hevur tøkan pen-
ing til hesar útgjaldingar.
Tað stendur púra greitt, at
løgmaður hevur givið okk-
um skeivar upplýsingar á
ólavsgku. Annaðhvort
virkar samtíðarskattaskip-
anin ikki nóg væl, ella
tørvar peningur í stóran
mun. Talan kann eisini
verða um bæði tvey.
ANNARS LOYVA vit okk-
um at ivast í, hvussu væl
tað er statt við trivnaðin-
um í heila tikið. Munnu tey
130 fólkini, sum gerast ar-
beidsleys, tá Norrøna
gevst við summarsigling-
ini, ikki hava kent betri
trivnað onkuntíð fyrr. Ella
tey, sum eru fyri vanbýti,
tá almenn størv verða sett
og verða skúgvað til viks,
orsakað av teirra politisku
áskoðan. Kunnu hesi tosa
við um besta trivnaðin í
Føroyum nakrantíð.
ELLA HVAT VIÐ teimum,
sum knógva undir ti
størstu útlánsrentuni í
vesturheiminum. Ella vit
kunnu taka tey, sum
knógva undir tí økta tollin-
um og teimum nógv
hækkaðu gjøldunum til tað
almenna og ymiskar al-
mennar stovnar og somu-
leiðis øll tey, ið knógva
undir tí økta skattatrýst-
inum, sum nýggja skatta-
skipanin førdi við sær.
LØGMAÐUR HEVUR
ivaleyst rætt í tí, at trivn-
aðurin í Føroyum ongantíð
hevur verið betri enn nú,
men talan er bert um
trivnað fyri nøkur fá. Talan
er ikki um betri trivnað hjá
fjøldini.
Nr. 92 — 9. august 1984
Brennistød vid Air: Kortanei!
Í samband við skriving
hjá bygdarráðsformanni í
Hvalvíkar kommunu í
Dimmalætting 02.08.84,
hava vit undirskriftainn-
savnarar hesa viðmerk-
ing:
Av teirri trongsteðuni,
ið Johs. Olsen er komin í,
roynir hann við illgiting-
um og ósannindum at
skapa illvilja ímóti undir-
skriftainnsavnarunum,
við m.a. at gera ein av
innsavnarunum til
»fremmandamann«. Skal
nú bvgdarráðsformaðurin
kalla hvenn mann, sum
eitt tíðarskeið er heimani-
frá og lesur, fyri fremm-
andamann hóast hann
bæði er føddur og upp-
vaksin í bygdini, so ger
hann ógvuliga nógvar før-
oyingar heimleysar.
Tað er okkum heilt
greitt, at Jóhs. Olsen, nú
ongar sakligar grundgev-
ingar hevur fyri, at hann
hevur fingið fleirtalið av
fólkinum ímóti sær.
Fólkið hevur talað.
60% av skattaborgarun-
um frá 18 ár og uppeftir
hava sagt nei til brenni-
stød, so kann bygdarráðs-
formaðurin burturforklára
so galið hann vil.
Tað skinur igjøgnum
greinina i Dimmalætting,
at bygdarráðsformaðurin
bert vil skúgva mótmælið
til viks. Hetta er ein
háðan móti borgarunum
eftirsum teir sjálvir
(bygdarráðið) í lýsing í
Dimmalætting 30.04.84
hava biðið borgararnar
mótmæla ætlaðu broyt-
ingina í byggisamtyktini,
um tað eftir borgaranna
metan er nakað at mót-
mæla.
Vit mótmælarar hava
nýtt okkara demokratisku
rættindi og sagt nei til
brennistød.
Um hetta mótmæli frå
fleirtalinum ikki verður
tikið til eftirtektar av
bygdarráðnum, er hetta
háðan móti fólkaræðinum,
ella sagt á annan hátt: At
halda fólkið fyri tað turra
spott!
undirskriftinnsavnararnir
LL A—
Ein åheitan og tøkk
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur gjert eitt bragd. at
tit fingu býráðið at vakna.
so Grótbrotið við Ovggj-
arvegin bleiv stongt
Grannarnir hava roynt
hetta í 20 ár. Takk fái tit
fyri tað. men kundi tann
dugnaliga blaðkvinnan
Dagny Joensen ikki spák-
að sær nakrar fáar metrar
oman frá Grótbrotinum og
tikið myndir av sement-
virki har. So hevði hon
ivaleyst fingið eitt prát
við onkran granna.
Eisini kundu tit spurt
borgarstjóran. hvat hann
heldur um slíka dálkandi
fyritøku. nærindis bú-
stadarøki.
Eisini tøkk til X i
Dimmalætting vid dyna-
mittkassanum. mundi tað
ikki hjálpa?
XX
HA
Eitt sindur um sið-
menning og eyknevni
Førovingar hava nógvar
siðir. Teir flestu eru skila-
grundaðir á
rovnslu manna í menn-
iskjansligum samskiftum.
Men tíverri eru summir
siðir. sum einans eru nið-
urbrótandi fyri fólk og góð
viðurskifti manna millum.
Til dømis tá lagt verður
eftir og gjøldur gjert
burtur úr í minni menta.
Vit kunnu sum dømi
nevna gomlu tåtta-yrk-
ingina. har hann. ið av
einhverjum ávum kom illa
fvri. oman á alt skuldi
hava ein tátt oman yvir
seg. At tættir eisini snúðu
seg um embætismenn og
kúgandi vvirstættina.
veit eg væl. men ofta
kundu teir ovdileggja eina
viðkvæma veika sál.
Í dag hava vit til dømis
evknevnini. Onkuntiå eru
tev bert hittinorð. sum
viðkomandi fatar skemti-
liga. men til aðrar tíðir
kann onkur einstøk hend-
ing langt afturi í tíðini
koma at hava avgerandi
tydning fyri liv og framtið
einstaklingsins. um henda
hending verður heft á
hann við einum eyknevni.
Bern hava tað fyri. at tá
tey ikki vita sær aðra
vernd. eru kroyst upp í ein
krók so at siga. so fara tey
at »kalla«, peika og rópa
<æh.bæh.buh<.
góðir og
Summi vaksin sleppa
ikki av við hetta. Summi.
sum ikki kunnu argu-
mentera .sakliga. fara at
koma við primitivum
briksli og tá onki annað er
til at taka. fara tey at eyk-
nevna. Ella koma við
gomlum slatursøgum úr
barnaárum ella ungdómi
hjá viðkomandi.
Eitt blað sum »Dag-
blaðið“ hevur so at siga
aldri verið sakligt. uttan
tá greitt verður frá.
hvussu nógv. hver bát-
urhevur fiskað og landað.
At lesa greinirnar hjá Óla
Breckmann og Óla Jákup
Rólantssyni um ta sera
væl eydnaðu friðarstevn-
una í Klaksvík herfyri, er
gott dømi um tað stødi,
hetta blað er á. Omøguligt
er hjá teimum at skriva
sakliga um friðarspurn-
ingin ella stevnuna, enn
minni t.d. at hava sam-
rødu við ein fyrireikara.
Nei. nei. í staðin fyri skulu
persónar slaktast. Men
hetta miseydnast. Á vísir
luttakarar verða skirdir
»vinstrasosialistar«.
Hetta halda teir vera eitt
skendsorð. (nú er alt til
vinstru fyri sambands-
flokkin helst <vinstrasos-
ialistar« í teirra forskotna
hugaheimi). Kann vera. at
onkur teirra nevndu er
stoltur av hesum heiti. ti
ongin vinstrasinnaður
hevur viljað kenst við
hann fyrr. Í hvussu so er,
er tað meiri verdugt enn ct
vera nevndur fólkafloks-
maður.
So skal klaksvíksprest-
ur slaktast. tí hann vágar
sær at tosa um frið í
heiminum í prædiku síni.
Ger hann tað. má hann
vera kommunistur, 5-kol
onna. og fyrireikari av
russiskari innrás. Aftur
ongi argument. onki sak-
ligt. bert eitt eyknevni,
teir hava grivið fram:
»bardagapresturin«. Ikki
veit eg. hvar hesir andans
garpar hava tað frá, men
tað kann vera líka mikið.
Teir halda tað vera stutt-
ligt. og fært tú fólk at
flenna. so er málið vunn-
ið. Mangt kann frøa smá-
børn, helst tá tey skulu
eitast at vera vaksin.
Ikki haldi eg, at tann
friðarligi hampamadurin
Niels Pauli Danielsen tek-
ur sær av so lágt ríðandi
gørpum við Traðarvegin.
Heldur ikki haldi eg. at
kirkjugangarar í Klaksvík
lata hetta kestablað á-
virka hugsan teirra um
prest sín. Ella yvirhevur
um tann álvarslig spurn-
ing um krigg ella frið í
heiminum, um vit vilja
yvirliva sum mannaætt,
ella um vid stydja krigs-
greðingarnar í folkaflokk-
inum
So góðu garpar: haldið
tit fram við tykkara
køstabla8mensku, og
tykkara góðu og sakligu
argumentum, sum liggja
fjald í runubløkum og
eyknevnum.
Men eitt veit eg: O.B.
og O.J.R. terva eingi
eyknevni. Tað er nóg
mikið at nevna teirra
nevn.
Russisk 5-kolonna
við kumpass
og plastikkposa