Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 11. august 1984 tíðindablaðið Sosíalurin Síða 9 Sámal Johansen sigur frá Hann var av bestu skífarum, mikil ítróttarmaður og reystmenni, hann var ættstórur og hevði mikið fæ. Jallarnir, Eirikur og Svein, giftu honum systur sína, Bergljót Hákun- ardóttur, og hon var eitt satt konubrot, sonur teirra var Eindridi. Jallarnir góvu honum stórt land í Orkadali, so hann var hin mætasti maður í Trondheimi«. Frá Ulsberg fóru vit omaneftir fram við Bergkák og Soknedal, sum er 299 m o.f.h. og komu til Steren kl. 18.35. Henda vegin er landslagið sjáldsama vakurt, heyggjut, væl dyrkað og við nógvum vidavøkstri. Steren er í Gauldalinum, og her rennur áin Gaula. Í foroysku týðing- ini av Heimskringlu verður hesin dalurin nevndur Geylardalurin, og áin verður kallað Geylá. Onkustaðni i Geylardalinum var garðurin Rimul, sum Tóra, vinkona Hákunar jalls, átti. Tá ið Hákun jallur flýddi fyrst undan Ólavi Trygvasoni og síðani undan teimum norsku bóndunum, letur Snorri hann koma til Meðalhús (nú Melhus), men tá bóndur vóru á veg hagar eftir honum, rýmdi hann úr Meðalhúsi til Rimul og bað Tóru fjala seg. Tá letur Snorri Tóru taka soleiðis til orða: >Her á garði mínum munnu teir fara at leita bæði úti og inni, tí at mangir vita, at eg gjarna man vilja hjálpa tær, alt tað eg kann. Men í einum rúmi her hjá mær haldi eg eingin man fara at leita eftir einum slíkum manni sum tær, og tað er í svinabølinum.« Hon fjaldi so Hákun jall í svínabelinum, og har í svínabelinum var tað, at trælurin drap hann. Lendið oman móti Trondheims- firðinum er lágt, heyggjut og vak- urt. Vit komu til Trondheims kl. 19.20, og ferð okkara úr Oslo hevði vart tíggju minuttir yvir 9 tímar. Á jarnbreytarsteðini fingu vit okkum fatur á einum bili, og við honum fóru vit til Larssens hotel í Thomas Angellsgate, har skuldu vit vera teir báðar dagarnar, vit fóru at steðga í Tróndheimi. Hovuðserindini hjá okkum í Trondheimi vóru at síggja dómkirkj- una, sum vit hevdu lisið so nógv um. og sum vit høvdu hoyrt fólk, sum hava verið her, siga so nógv frá, og tá vit hevdu fingið viðferi okkara inn á rúmið, sum vit skuldu vera í og fingið okkum ein kopp av kaffi, hildu vit. at vit skuldu fara at vita, um vit ikki mundu finna til dómkirkjuna. veðrið var gott, og leingi var ljóst á kveldi. Vit høvdu eitt kort av Trondheimi og høvdu »sett út i kortið<, áðrenn vit fóru frá húsum. Vit gingu fyrst eftir Thomas Angellsgate oman móti ánni til Kjøpmansgate og eftir Kjopmansgate til Bispegate og komu í ellum góðum til kirkjuna. Kirkjan var stongd. so vit sluppu ikki inn í hana, men tað hevdu vit heldur ikki væntað, tí tað var vorðið so seint, men nóg mikið var at hyggja at uttan — fyribils. Hjá fólki, sum ikki hevur stór- vegis skil á byggilist, er tað ógjerligt at greiða frá hesari kirkju. tað mar ganga upp hjá teimum, sum hava meira skil á hesum enn vit. Eg skal ti steðga við hesum, inntil vit hava verið inni í kirkjuni. Tað stóð at lesa á hurdini, at rundvisan fór at vera í kirkjuni morgunin eftir. Har man onkur fara at greiða frá, so har verða líkindi til at lurta eftir. Vit gingu rundan um kirkjuna og hugdu at hesum ófera byggiverki. Tað vil haldast, at henda kirkjan verður ongantið liðug. — Tað man hon kortini fara at verða — men enn fer almikið arbeiði fram. Í nógvum støðum stóðu høgir byggipallar (stillads) upp at kirkjuni. Vit vóru og hugdu at Erkibispagarðinum uttan og fóru so oman til Nidarånna, áðrenn vit fóru heim aftur. Vit fóru ikki sama veg heim, sum tá vit fóru til kirkjuna, men gingu annan og longri veg. fyrst eftir Prinsensgate, ið sær út til at vera ein heilt ståsilig gøta, tvørtur um Bispe- gate til Sverresgate, Erling Skakk- esgate og Kalvskinnsgate. Her á leið. norðan fyri dómkirkjuna, sum nú er gamal býarpartur við breiðum, stásisligum getum og trongum gøtusmogum, her var í gomlum dogum eitt stórt eki. ið nevnt var Kálvsskinnið. Á Kálvsskinninum var tað, at bardagin millum Sverra og Erling Skakka og son Erlings Magnus fór fram í árinum 1179. Aðrenn bardagin byrjaði sigst, at Sverri talaði til sínar menn. og m.a. skuldi hann siga: >Nú mugu tit royna tykkum sum menn, og ein og hvør skal fåa ta løn, sum hann hevur uppiborið. Hann, ið fellir lendan mann. skal gerast lendur maður, og hann. sum fellir hirðmann. skal gerast hirðmaður.< Sverri vann, Erlingur fall. og Magnus flýddi. Tá ið Magnus kom fram við faðir sínum. sum lá í andaleypi, boygdi hann seg niður, kysti hann og segði: „Vit hittast á tí stóra gleðidegi. fadir.« Av Kålvsskinninum føru vit eftir Erling Skakkesgate til Prinsensgate og sidani eftir henni tvørtur um Kongensgate og Dronningensgate oman til Olav Trygvesonsgate og eftir hesi gøtu til Søndergate til Th. Angellsgate og våru heima å hotell- inum kl. 22. Vit vóru móð. fingu okkum ein kopp av kaffi og fóru til songar. Nú hildu vit eisini tað vea langt síðani. vit vaknaðu um borð á „Kong Olav V« í Oslofirðinum Larssens hotel er, sum sagt, í Th. Angellsgate. Henda gøtan, sum er ein litil. fridarlig gøta, eitir eftir rikmanninum Thomas Angell, ið livdi frå 1692 til 1767. Angellættin var komin ur Angel i Sudurjutlandi til Noregs. Av hesari ætt eru serliga brødurnir Lorenz og Thomas kendir fyri teirra stóra rikidømi. Th. Angell var ógiftur. og hann gav allar ognir sínar til býin Trondheim. Larssens hotel, hildu vit. var eitt nossligt og friðarligt hotel, og seng- urnar vóru frálíka góðar. Vit svóvu lika til kl. 7. 17/7, tá fóru vit upp. lurtaðu eftir radio (radio og telefon vóru á rúminum) og fóru at fáa okkum ábit. Tað var bæði nógvur og góður matur á borðinum, og vit kundu velja burturúr tað, sum okkum dámdi best. Vit ótu okkum mett. og tað kostaði 25 kr. fyri bæði. Økunnufólk, sum fyrstu ferð fara at vitja dómkirkjuna, fara vanliga eftir tí breiðu og stásisliga Munke- gate, frá fiskatorginum >Ravnkloa< tvertur um torgið við minnismerk- inum fyri Ólavi Trygvasoni og bein- leiðis til inngongdina á norðursíðuni á kirkjuni. Hetta kundu vit lesa í bóklinginum »Fører for Nidaros domkirke«, sum vit hevdu keypt okkum, men tað veldst sjálvsagt um. hvar tú ert staddur í býnum. Vit kundu væl farið eftir Munkegate, men hildu. at eftir hesi gotu kundu vit fara. tá vit fóru heim aftur. Vit fóru frá húsum kl. hålvgum tíggju eftir Søndergate, Kongegate og gjøgnum eina tronga getusmogu til Erling Skakkesgate og síðani eftir Munkegate til dómkirkjuna. Har var ein rúgva av fólki komið saman, og á tungumálunum hoyrdist, at tey vóru komin úr ymiskum londum. Tey gingu rundan um kirkjuna og hugdu at henni, meðan tey bíðaðu eftir, at upp skuldi verða latið. Ein ungur maður var har, sum greiddi frá ymiskum viðvíkjandi kirkjuni. Og har var eisini nógv at greiða frá og hyggja at. Tað nýtist ikki manni ella kvinnu at hava stórvegis skil á byggilist (arkitekturi) til at síggja. at her hava verið ymiskar meiningar um, hvussu endurreising- in átti at fara fram. Síðani hevuðs- endurreisingin av hesi gomlu kirkju byrjaði 1869, hevur nógv stríð verið millum bæði lærdar menn og leik- menn um, hvussu endurreisingin átti at fara fram. Tað prýðiligasta av kirkjuni uttan er vesturendin, kall- aður »Vestfronten«. Vesturendin var nærum dottin niður, tá endurreisingin av honum byrjaði. og hvussu hann hevði sæt út. visti eingin skil á, og nógvur ivi og nógv strid hevur verið um hetta arbeiði. Besta dømi er, at tað eru gjørd 32 uppskot um, hvussu vest- urendin eigur at verða gjørdur. Men líkamikið. nú er >Vestfronten< kom- in so mikið áleiðis, at nú verða ikki stórvegis broytingar gjørdar, men nær liðugt verður, er ikki gott at siga. Madurin, sum segði frá, varð spurdur, nær hann helt, at kirkjan mundi fara at vera liðug. Tað dugdi hann einki at siga um, men hann bað okkum koma aftur 1980. tá mundi fara at líða nakað, helt hann, men tað var skilligt at hoyra, at hann ivaðist. Vit sluppu inn í kirkjuna kl. 10, og tað kostaði eina krónu at sleppa inn Fyrst, ið vit komu inn í kirkjuna úr sólarljósinum, var tað so myrkt inni. at vit einki men tå vit høvdu verið inni eina stund, fóru eyguni at venjast til, og vit ógvað- ust, tá vit sóu allan vakurleikan. Tær háreistu súlurnar, teir vakru bogarnir og tað høga hválvið krupu út úr myrkrinum. Eg skal ikki her royna at siga nakað um hetta byggiverk, tað dugi eg ikki, tað eigi eg eingi orð fyri. Vit nútíðarmenn- iskju. sum hoyra og síggja so mangt ótrúligt, sum hendir á okkara dogum (júst í hesi løtu, meðan við stóðu inni í dómkirkjuni í Niðarósa, vóru menn á ferð upp á mánan) vit verða ivaleyst likasæl og dølsk og duga illa at fata tær kenslur, sum gudóttandi miðaldarmenniskju kendu, tá tey stigu inn undir hesi hegu hválv, aftaná at tey við nógv strid høvdu strevað seg oman úr delunum til sankta Ólavs brunnin til at royna at sekja sær heilsubót. Men tá vit stóðu inni í hesi kirkju, dugdu vit væl at fata, at fólk, sum komu úr teimum smáu kroysunum í teimum norsku delunum og oyði- merkunum, kendu seg smá. Tað stendur skrivað, at >Harrin býr ikki i templum, sum eru gjørd av manna- hondum«, men óivað hava miðaldar- menniskju trúð, at inni undir hesum høgu hválvum búði hin altvaldandi. Vit, sum koma frá hesum smáu útskerjum í Atlantshavi inn í hetta stersta byggiverkið í norðurlondum frá miðeldini, duga ikki at málbera okkum um tað, sum vit síggja, vit kunnu bara hyggja og undrast. Vit vita, tí vit hava lisið um tað, at kirkjan stóð liðug í ellum sínum skreytbúna í byrjanini á fjúrtandu eld. Seinni, vita vit, at hon fleiri ferðir er herjað av eldi, og at enda fór hon í órekt. Vit vita, at endur- reisingin av kirkjuni byrjaði í 1869. Hvussu nógv endurreisingin hevur kostað hesi hundrað árini, er ilt at siga, óvist man vera, um nakar dugir at siga tað, men tað hevur verið dyrt, og tað undrar okkum, at tað norska fólkið, sum, í hvussu er í nitjandu eld, var eitt fátækt fólk, skal hava havt ráð til at byggja hesa kirkju upp av nýggjum. Framhald sou,