leygardagur 11. august 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Trondheim í dag
tíðindablaðið
Sámal Johansen heldur her fram við
frásegn síni frá eini ferð í Noregi í 1969.
— og leita eftir foroyskum orðum og vend-
ingum
Vit komu til Dombås kl. 15.30 og
steðgaðu har i 20 minuttir. Dombås
sær út til at vera ein dåmligur byur,
og har var ein mongd av ferðafólki.
Hetta vóru mest fólk, sum vóru
komin niðan úr Romsdalinum og
skuldu koma við okkara toki norður-
eftir ella fólk, sum skuldu fara við
toki oman í Romsdalin. Tað fóru
nógv fólk úr okkara toki, og nógv,
sum ætlaðu sær at fara longur
norður, komu við ti í Dombås.
Dombás er 659 m oman fyri havið.
Higartil hevur leiðin hjá okkum
verið í útnyrðing, men úr Dombás
fóru vit upp úr Gudbrandsdalinum,
tvertur um Dovrafjellini, og nú er
leiðin mest í beinan norðan.
Har um leið er lítið bygt, og viða-
veksturin fer nú at tynnast. Við
Fokstua var eingin steðgur, heldur
ikki við Vålåsjø, sum er 942 m oman
fyri havið. Har er eitt lítið vatn, og
neyst vóru við sjóvarmálan, einki
dyrkað lendi, grót og skursl.
Vit komu til Hjerkinn, sum er
mitt i Dovrafjøllum, kl. 16.50, har er
stórt hotel, og hadani sóu vit vestur
til fjøllini Svanetindane, sum eru
2215 m høg og Snøhetta, sum er
2286 m. høg. Vit eru nú komin høgt
upp á Dovra-jarnbreytina 1025 m
o.f.h., so nú fer at ganga undan
brekku hjá okkum.
Dovrafjøll røkka um eitt stórt
landeki, so ikki er gott at siga, hvar
tað var, at Torkil Turrafrost hevði
einbýli sítt, men onkustaðni í hesum
fjøllunum var tað, um Feroyinga-
sega er eftirfarandi, og tá má sigat
ikki at hava verið lítið roysnisverk
av teimum báðum smádreingjunum,
Sigmundi og Tóri at hava farið til
gongu líka úr Túnsbergi í Víkini og
norður til Dovrafjals.
Henda vegin norður eftir fjøllum
er landið bert og oyði, eingin viða-
vekstur er at síggja, men nú horvir
FARVE
leiðin, sum sagt, undan brekku, og
tá vit komu til Kongsvoll, sóust
aftur smáar grannnálir spretta upp
úr jørdini, og við Drivstua sást aftur
dyrkað lendi. Vit komu til Drivstua
kl. 17, og allan vegin frá Kongsvoll
til Drivstua er langur, trongur dalur,
Drivdalurin, har eru nógv berghol,
og summi eru heilt long. Her hevur
líka síðani oldtíðina verið hevuðs-
vegur norður til Trondheims, nú
liggur jarnbreytin í dalinum, og áin
Driva rennur gjøgnum allan dalin
við liðina á jarnbreytini.
Tá ið vit komu oman móti Oppdal,
sum er 550 m o.f.h., var dalurin
breiður. har er frálíka vakurt
landslag. Vit komu til Oppdal kl.
17.15, men steðgur var eingin. Vit
keyptu kaffi, køkur og sodavatn frå
tokternunum, og leiðin gekk móti
Ulsberg, hagar komu vit kl. 17.45.
Her rennur áin Orkla oman í
Orkadalin. Við Ulsberg er stórur
»
Nr. 93 — 11. august 1984
bøur, og tað sær ut til at vera góður
bøur, folk hoyggjadu, og øll turkiløg
stóðu full. Turkiløg trutu ikki at
síggja, og øll, sum vit høvdu borið
eygu við, hevdu staðið full, hoy-
terrin sá ikki út til at hava verið tann
besti har í dølunum. Sunnan fyri
Ulsberg er ógvuliga djúpur dalur
vestan fyri jarnbreytina, mest sum
ein djúp riva niður í jørdina.
I orkadali og í dølunum har um
leið hevur mangt stórmenni búð.
Snorri tekur soleiðis til um Einar
Tambarskelv: »Tå ið Ólavur
Trygvason var fallin, gav Eirikur
jallur Einari Tambarskelvi, soni
Eindrida Styrksoni, grið. Einar fór
við jallinum til Noregs, og sagt er, at
Einar var sterkastur millum manna
og hin besti skotmaður, sum verið
hevur í Noregi, og hann skeyt harð-
ari enn allir aðrir menn, hann skeyt
við oddaleysari ørv gjøgnum rá-
bleyta oksahúð, sum hekk um ein ás.