týsdagur 14. august 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Danskur skótaleiðari:
Føroyskt
skótaarbeiði
líkist ov
nogv donskum
— Tit áttu eisini at arbeitt við serføroyskum uppgávum — eitt
nú slíkum, sum kunnu vera við til at verja og varðveita gamlar
føroyskar siðir, heldur danski skótaleðarin, Hendrik Mortensen,
sum júst hevur verið í Føroyum og staðið fyri einum Gilwell-
skeiði
Leygardagin fingu 16 før- Ógloymandi dagar
oyskir kvinnu- og mans-
skótaleiðarar prógv fyri at
hava lokið sterstu skóta-
útbúgvingina sum finst,
Gilwell-skeiðið.
Hetta er aðru ferð, at
slíkt skeið verður fyri-
skipað í Feroyum. Fyri
fýra árum síðani fingu 30
føroyskir skótaleiðarar
sum teir fyrstu í Feroyum
Gilwell-prógv. Framman-
undan eru einstakir fer-
oyskir skótaleiðarar, sum
hava fingið hetta prógv í
útlandinum.
Endamálið við hesi út-
búgving er at gera skóta-
leiðarar til enn betri leið-
arar. Hendrik Mortensen
hevur saman við 6—7
eðrum stílað fyri skeiðn-
um, sum varð á Kambs-
dali.
Skótarnir hava luttikið í
fyrilestrum, tjakfundum
og annars verið úti í
náttúruni og loyst ymsar
uppgávur.
Frá Gilwellskeiðnum á Kambsdali
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur tosað við Hendrik
Mortensen. Hann sigur,
at hetta hava verið nakrir
ógloymandi og spennandi
dagar.
Dagliga arbeiðir Hendr-
ik sum fyristeðumaður á
einum eftirskúla fyri ung-
ar gentur og dreingir á
Lollandi. Í skótaarbeiðin-
um hevur hann leingi
verið leiðari av Gillwell-
skeiðum og varð tí eisini
biðin um at koma til Fer-
oya at standa fyri hesum
skeiðnum. Í 1980 var ein
svii leiðari á Gilwell-skeið-
num.
Hendrik heldur, at tað
er gott, at bæði gulir og
grenir skótar kunnu ar-
beiða og luttaka á slíkum
skeiði saman. Hetta er 6-
hoyrt í Danmark, har teir
eru meira hver í sær.
Vit spurdu Hendrik,
hvussu stórur tervurin er
foto: kalmar
á skótarersluni í dag!
— Eg haldi vit hava
nógv brúk fyri henni. Hon
fær eisini stóra undirtøku
í nógvum londum. Vit
vilja við skótarersluni
vera við til at mynda tað
samfelag, sum vit liva í.
— Hvussu?
— Tað hava vit m.a.
tosað um á skeiðinum. Tá
skótarerslur komu fram í
1908 bygdi hon nógv uppá
patruljuskipanina við
bólkaarbeiði. Hetta er so
eisini nakað, sum skúlar-
nir hava tikið upp. Vit
halda, at skótarerslan var
tann fyrsta, sum tók stig
til slíkt bólkaarbeiði, sum
í skúlunum í dag er
náttúrligt lið í undirvis-
ingini.
Verja og varðveita
Eitt evni, sum hevur verið
tosað um, er, hvussuleiðis
føroyska skótarerslan
kann vera við til at varð-
veita og verja gamlar siðir
tíðindablaðið sgsialurin
Nr. 94 — 14. august 1984
Hendrik Mortensen: — Tað undrar meg, at føroyskir skótar ikki gera meira við slíkt
sum at fara á flot og annars annað serferoyskt virksemi
i Feroyum. Hetta er sjálv-
andi nakað, sum framveg-
is livir, ikki minst úti á
bygdunum, men her í
Tórshavn eru slíkir siðir
við at hvørva , dugi eg at
skilja. Og víðari sigur
Hendrik:
— Har havi eg so
nevnt, at meira átti at
verðið gjørt við henda
táttin, enn higartil er
gjørt. Tykkara skótaar-
beiði líkist nógv tí danska.
Tað haldi eg er skeivt. Tit
áttu at gjørt nakað, sum
betur hóskaði til feroysk
viðurskift.
Hendrik nevnir í hesum
sambandi tað at fiska.
Hetta er nakað, sum før-
oyskir skótar ikki gera
nógv við, men á skeiðnum
á Kambsdali vóru skóta-
leiðararnir so á floti.
Fingu 60 fiskar og gjørdu
teir til. Teir fingu eisini
fatur å lundum og gjørdu
teir til.
Hetta er nakað serfør-
Tey eru á Gilwell-skeiði á Kambsdali
oyskt, men sum vanliga
ikki verður tikið við í
skótaarbeiði her í Feroy-
um. Tað er spell.
— Meinar tú, at okkum
tervar nýskapan innan
skótarersluna?
— Ja, tað haldi eg. Eg
haldi tykkara skótaarbeiði
er gott nokk, tað líkist tí í
Danmark. Man her í Fer-
oyum hava tit fleiri ting,
sum tit eisini áttu at tikið
við upp í skótaarbeiðið.
Eg haldi ikki, at tað tit
gera ikki er gott nokk.
Vit spurdu eisini Hend-
rik, hví hann heldur ung i
dag eiga at fara upp í
skótarersluna. Hann
svarar:
— Í skótaarbeiðinum
kunnu ung vera uppi í
sunnum og góðum virk-
semi. Her er mangt, sum
tú ikki finnur innan annað
frítiðar- og ungdómsar-
beiði. Ikki minst hevur
vinskapurin stóran týd-
ning.
Gevur nakað,
aðrir ikki hava!
— Kann skótarerslan
geva teimum ungu meira
enn vanligir ungdóms-
klubbar kunnu?
— Í hvussu so er nakað
annað. Annars haldi eg, at
tervur er bæði á ung-
mannafeløgum og skóta-
rørsluni.
— Hvat hevur havt
størsta tydning fyri teg i
skótaarbeiðinum?
— Lutvíst havi eg
fingið hópin av vinum —
ikki minst í eðrum lond-
um, sum eg annars ikki
hevði fingið. So er tað
Framhald á síðu 12