Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. august 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 14. august 1984 tíðindablaðið B | Si lurin Síða 3 Amnesty International i Norðurlondum: Frá at vera eitt áhugafelag — er stovnurin nú vorðin so stórur, at eingin stjórn í heiminum kann látast sum einki, um Amnesty International kann prógva, at órættvísi, píning og deyðarevsing verður framd Amnesty International er tann stovnur í heiminum, sum hevur mest fullfiggj- að yvirlit yvir órættvísið, ið verður framt móti menniskjum kring um í heiminum. Orsekin til at fólk verða koyrd í fongsul er oftani tann, at tey á- trúnaðarliga ella politiskt eru eðrvísi hugsandi enn stjórnin í ymsu londun- um, ella bert tí tey hava anna húðalit. Hetta er brot á manna- rættindini, og er tað ti uppgávan hjá Amnesty International, at gera vart við menniskjansliga ó- rættvísið, so fólk kunnu sleppa undan pínslu og forfylging. — Hetta segði umboð fyri Amnesty Internation- al í Norðurlondum, sum í letuni halda ársfund í Feroyum. Amnesty International varð stovnað í London í 1961. Tá vóru nakrir fáir persónar, sum hildu, at nakað átti at verðið gjørt, til tess at hjálpa for- fylgdum og ødrvisi hugs- andi menniskjum, so tey sluppu úr fangaskapi og undan at verða pind. Í dag arbeiða 108 fólk á stovninum í London, sum er høvudsskrivstovan, har alt arbeidid verdur skipad ut frå. I dag eru 3.200 bolkar i 50 londum, sum royna at hjálpa neyð- steddum kring um í heim- inum. Tilsamans eru 1000 tals fólk, ið skriva til stjórnir, at biðja um náði fyri fongslaðum. Hevuðs- kjarnin í ellum arbeiði innan Amnesty er í trim- um pertum. Tað er at virka fyri samvitskufangum, móti pínslu og deyðarevsing. Serligt úrslit nevndi Brita Grundin úr Sveríki, var, at fáa Sameindu Tjóðir at geva stovninum ans. Í mong ár hevur verið roynt at fáa samstarv við Sameindu Tjóðir. og er tað nú komið so langt, at eitt skjal verður lagt fram í ár, sum prógvar, at tað er neyðugt, at Sameindu Tjóðir tekur spurningar av hesum slag í álvara. Fyri sjey, átta árum síðan varð sett ein nevnd, sum skuldi gera eitt skriv um pínslu og ómenniskj- ansliga viðferð, sum fólk fáa í ymsu londunum. Í ár verður skjalið lagt fram á fundi í Sameindu Tjóðum, og fær tað týdning fyri samvitskufangar. Amnesty International arbeiðir eisini við málum sum, eitt nú, at fáa skipað lógarreglur fyri fólk í fangatippi og fyri tey, sum verða koyrd á psyk- iatriskar deildir, ti tey hava øråvisi áskoðan enn stjórnir í heimlandi teirra. Serliga nógv verður gjørt fyri at skriva til ymsu stjórnirnar, tá London deildin hevur ásett, at ein samvitskufangi er í fanga- tippi. Her koma sonevndu fangabólkarnir inn. Hetta er teir, sum fáa ein fanga í adoptión. Fangabólkarnir kunnu vera umleið fimm fólk, sum skriva brøv við áheitan um leysgeving av einum fanga, ella fyri at viðruskifti = hansara í fangatippi, skulu gerast betri. Í Danmark eru 160 fangabólkar, í Svøriki 300, í Íslandi 3 og í Finn- landi 30 fangabólkar. Í Feroyum eru tveir fanga- bólkar. Í ársfrágreiðingini frá Amnesty International verður upplýst, at stovn- urin arbeiddi fyri 5000 fangum í tidarskeiånum 1982/83, og av hesum vórðu 1.022 leyslatnir. Hóast AI ikki við vissu kann siga, um teirra á- heitanir hava verið gagn- ligar ella beinleiðis orsekin til leyslating, so er tað tó eitt úrslit av, at AI er komin sær upp í leikin. Sterkasta amboðið fyri Amnesty International er, at stovnurin er óheftur. Brita Grundin úr Sveríki er ein teirra, sum øll árini hevur arbeitt innan Al felagsskapin. Hon greiddi frá sera góðu úrslitunum at fáa stjórnir í talu, eins og um eitt skjal, sum í ár verður lagt fram í Sameindu Tjóðum, ið skal tryggja samvitsku- fangum og ødrum fangum, at pining ikki verður loyud Hann er ikki við ella móti ymsu stjórnunum. Stovn- urin sigur bert, at hann ikki g6dtekur, at fólk verða forfylgd, tí tey hava eðrvísi hugsan, átrúnað ella hava anna húðalit. Ti er tað torfert hjá stjórnum at lata sum einki, sum tær fáa áheitan um ein fanga í landi teirra, siga umboð fyri AT. Úrslitið hevur eisini verið, at meðan eingin lurtaði eftir AI í byrjanini, so hevur arbeiðið ment seg seinastu 20 árini, til tess at stjórnir hava virðing fyri ti, sum AI sigur. Tær vita, at AI ikki er til selu fyri nakran prís. 1984 er gjørt til árið, tá evnið pinsla er tikið á skránna. Tað verður í ár upplýst um ymsu pinsluhættir, sum verða nýttir í heim- inum, við teirri vón, at písnla ikki skal verða (LLLLLLLLLLLL:—2——72 Gravari 1984. tlf. 41247. Bygdarráðið L Sekt verður eftir gravara til kirkju- gardin å Skåla at byrja 1. september Upplysingar um løn, arbeidi o.a. fáast frå bygdarráðsformanninum, Umsóknir mugu verða bygdar- ráðnum á Skála í hendi í seinasta lagi leygardagin 25.08.84. Nýt egna frælsi til at hjæalpa teimum, sum sita í fangatippi orsakað av átrúnaði, húðarliti ella tí tey hava aðra politiska áskoðan enn stjórnin í ávísa landin- um Henda tekstin var millum teir faldararnar, sum umboðini fyri Norðurlondum hava latið prentað í royndini at upplýsa um arbeiðið hjá limunum í Amnesty International. Myndin er tikin á pressufundinum í vikuni loyvd í nekrum landi ella fangatippi, siga umboð fyri Amnesty í Feroyum og hinum Norðurlondum. Dag.